Felagið

Felagið

Røða á landsfundi hjá javnaðarflokkinum 2018.

 apríl 2018
Gestarøða á landsfundi 2018
Landsfundur hjá Føroya Javnaðarflokki, hildin í Skálanum í Klaksvík 7. april 2018.
Góðan morgun


Góðu javnaðarfólk, góðu norðingar!


Tað er mær ein heiður at verða boðin her í dag sum gestarøðari, men lat tað verða sagt beinanvegin, at eg ikki eri nakar garvaður røðari, so tit mugu taka tað, sum tað er.Hetta er faktiskt fyrstu ferð, at eg eri gestarøðari hjá nøkrum polittiskum flokki ivirhøvur og ,at tað bleiv her í míni føðibygd var ikki verri.  Her í Klaksvík var eg føddur fyri 60 árum síðani,og búði fyrstu 7 barna árini á Biskupstøð.Um meg sjálvan kann eg annars siga,at eg eri formaður í Havnar Handverkarafelag og nastformaður í Landsfelag Handverkaranna,sum umboðar 5 feløg og við ca 1500 limun.


Tá eg fekk áheitan frá javnarflokkinum, um eg vildi átaka mær hesa uppgávu, var mín fyrsta hugsan at siga nei, men eftir umhugsunartíð kom eg tó rættiliga skjótt til , at tað vildi verið skeivt av mær ikki at taka av, so tí standi eg her í dag.


So kom spurningurin, hvat eg skuldi røða um. Eitt evni sum nógv fockus var á fyri nøkrum árðum síðan, og sum eisini nú aftur er aktuelt, er “sosial dumping”. Øll minnast vit málið um “ANITU”og tær vanlukkuligu fylgjur, hetta hevði við sær. Eisini minnast vit málið um tailendararnar í Skálavík. Hetta eru hendingar, sum framvegis sita í minninum hjá fleiri av okkum, og sum vit øll ynskja at taka frástøðu frá, tí hetta átti als ikki at komið fyri í einum so framkomnum samfelag sum okkara. Tað, at vit sum fakfelag hava roynt at varpa ljós á og víst politisku flokkunum á henda veruleika, hevur ivaleyst gjørt sítt til, at tingmenn nú eru vaknaðir og farnir alment út at vísa á trupulleikan, og tað er gott, men tað tolir saktans at verða endurtikið.


Skaldið Janus Djurhuus, sigur í eini yrking soleiðis:
Várt land hevur fostrað eitt ravnaslag,
fegnast tað flýgur um nætur,
brátt vaknaði mangur til beiskan dag,
ið ikki gav eftir tí gætur.                                                                                                       

                                                                                                                                    
Henda yrking er rættiliga sigandi og viðkomandi fyri tað tíðarskeið, vit nú liva í, í hesum annars so góða landi.                                            
                                                    
Tað sýnist sum um, at meginreglan hjá nøkrum av okkara arbeiðsgevarum er vorðin henda, at sektin á hvat annar fær, eg skal nøra at mær. Tá eg sigi hetta, er tað tí, at vit eru vitni til, at nakrir arbeiðsgevarar hava funnið ein sera kreativan, ódámligan og a-sosialan máta, at fáa útlendska arbeiðsmegi inn í landið til at loysa uppgávur, serliga í byggivinnuni.
                                                                                                                           
Tað, eg her sipi til, er innleiga av útlendskari arbeiðsmegi í staðin fyri starvsetan eftir vanligum føroyskum treytum, sum tó teir flestu arbeiðsgevaranir, enn hava valt at nýta. Eftir tí, vit hava fingið uppspurt, gongur tað fyri seg á tann hátt, at ein arbeiðsgevari, ið hevur tørv á fólki og vil brúka innleigu til eina uppgávu, setur seg í samband við ein millummann, útlendskan ella føroyskan, og har verður ein fastur prísur avtalaður pr. tíma ella dag fyri hvørt fólkið. Útleigufyritøkan sendir so hesi fólk til Føroyar at loysa tær uppgávur, avtala er um, men áðrenn teir fara heiman, verður avtalaður ein tímasatsur við persónarnar, sum eftir tí okkum er upplýst, typiskt liggur millum 7 og 10 evro um tíman. Restina minus útreiðslur fær millummaðurin í sín egna lumma. Tað, sum hendir her, er, at hesir persónar verða avroknaðir í heimlandinum, og á tann hátt er eingin skattur, eftirlønarskattur ella  onnur sosial gjøld til føroyska samfelagið. Ein annar viðkomandi spurningur er eisini, hvussu hesir persónar verða viðfarnir reint sosialt ta tíð, teir eru her?        

                                              
Kann bara siga, at søgurnar eru fleiri, og ikki allar so hugaligar, tíverri. Ein annar avgjørt viðkomandi spurningur er eisini, hvussu hesir persónar eru tryggjaðir. Hvør stendur við ábyrgdini, um ein ólukka hendur?          

                                      
Hvør rindar fyri skaða og møguliga deyða? Mest sannlíkt eru hesir persónar uttan fyri alla lóg og rætt, tá ið ræður um sosiala trygd og rættindi.                               

                       
Vit kenna tíverri dømi um persónar, sum eru deyðir í frítíðini, meðan teir hava verið í arbeiðsørindum í Føroyum, har eingin trygging var, sum loftaði teimun,og har innsamling mátti gerðast,fyri at fáa deyða persónin heim, og fyri at eftirsitandi kundu fáa eitt lítið oyra. Er tað slíkt, vit sum samfelag ynskja at standa model til? Eg vóni tað ikki.

 

Eri eisini vitandi um, arbeiðspláss, har ein av útlendingunum løstaði sær  hondina. Ein á staðnum har helt, at hesin útlendingurin átti at farið til lækna fyri at fáa hjálpt upp á skaðan og vísti honum, hvar læknin var, men svarið var, at av ótta fyri at verða heimsendur, læt hann vera at fara til læknan og helt so heldur fram at arbeiða við skaddari hond. So langt út kann tað koma! Er tað slíkt,vit sum samfelag ynskja at standa model til? Eg vóni tað ikki.     


Óneyðugt er at siga, at hesir eru við til at niðurlaða føroyska lønarlagið og harvið arbeiðsmarknaðin, og hetta er akkurát tað, eg millum annað ávaraði um í lesarabrævi longu í 2015, tá ið tað kom fram, man politiskt hevði broytt markið fyri, nær útlendsk faklærd arbeiðsmegi kundi koma inn í landið til, at tá ið arbeiðsloysið er undir 6% og fyri ófaklærd 3, 5%,  kunnu fólk frítt koma inn til arbeiðis. Tí er tað eftir mínum tykki eingin sum helst ivi um, at hesin trupulleikin er skaptur av politisku skipanini og Arbeiðsgevarafelagnum. Í 2014 var grein í miðlunum um, hvussu tey í Arbeiðsgevarafelagnum fegnaðust, at Johan Dahl,sum tá var vinnumálaráðharri, endiliga hevði lagt uppskot fyri tingið, sum fór at gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðskraft úr ES londunum til Føroyar at arbeiða. Arbeiðsgevarafelagið segði tá, at “nú eru vit í harðari kapping við millun annað Noreg um arbeiðsmegina,” men her gloymdu tey helst við vilja at nevna, at fakfelagsviðurskiftini í til dømis Noreg eru skipað og undir eftirliti, og at útlendingar í størstan mun verða settir í starv eftir norskum treytum. Í aðrari grein frá arbeiðsgevarafelagnum í 2015 var boðskapurin tann, at vit skulu hava ein opnan arbeiðsmarknað inneftir og úteftir,hóast vit longu tá   høvdu eina skipan, sum eftir okkara fatan var alt ov opin. Úrslitið síggja vit í dag.         

                                                                                                              
Vit kunna eisini spyrja, hví tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi er so ovurhonds stórur? Hvat er tað sum ger tað?        

                                          
Sæð við okkara brillum, skal høvðusorsøkin finnast í vantandi virðing fyri handverksfakinum sum heild, og ikki minst lønarliga, og tað er stórsta orsøkin til, føroyskir handverkarar leita sær uttanlands. Tað skapar so aftur tann tørv vit uppliva, og hesa útsøgn havi eg eisini hoyrt frá fleiri enn fimm handverksmeistarum. Trupulleikin er bara tann, at teir, sum úttala seg, ikki kunna broyta so nógv, av tí at teir eru í minniluta í Handverksmeistarafelagnum, sum helst man vera tað mest ódemokratiska fakfelag sum er til,tíð eftir hvat okkum er upplýst,hevur hvør fyritøka 1 atkvøðu fyri hvørja ½ million, sum goldin er út í løn tað árið, so tað eru bert teir stóru sum koma ígjøgnum. Tað er helst eingin ivi um, at nóg nógvir føroyskir handverkarar eru. Fleiri av teimum, eg havi tosað við, sum eru givnir, ella sum hava ætlanir um at gevast sum handverkarar í Føroyum, eru farnir í onnur størv ella farnir uttanlands at royna eyðnuna, júst av teirri grund, at lønin er ov lág, og er tað valskiljandi.Ein handverkari segði við meg nú um dagarnar,at handverkarastattin var eins og hamarin,ein doyggjandi rasa.      

                                                                                                                                                                    
Í mun til londini, vit vanliga samanbera okkum við, og í strembanini eftir at forvinna góðar pengar til lívsins uppihald er tað freistandi hjá dugnaligum handverkarum at leita sær út um landoddarnar eftir arbeiði.      


Tað er so, at í okkara grannalondum er lønin munandi betri, og viðurskiftini annars betur skipað. Útlendskir arbeiðsgevarar rinda munandi meir fyri ein føroyskan handverkara enn ein føroyskur arbeiðsgevari ger.        

                                               
Løgið, at útlendingar skulu duga at síggja dygdirnar hjá føroyskum handverkarum, men ikki vit sjálv, tað sigur ikki so lítið.


Hetta hevur so eisini tað við sær, at vit fáa ein annan og óynsktan trupulleika, nevniliga ”sosiala dumping”. Tá ið stórarbeiði eru fyri, kemur sama svadan hvørja ferð úr Vinnuhúsinum um, at so og so nógvir handverkarar mangla,  at um hesi arbeiði skulu verða gjørd, er neyðugt at innflyta útlendska arbeiðsmegi, og tíverri hoppar politiska skipanin upp á hetta, eftir okkara tykki,”fuppnummar” og er soleiðis óbeinleiðis við til at halda føroysku handverkaralønini niðri,og avkastinum hjá arbeiðsgevarunum uppi.
                                                                                                  
Ein annar trupulleiki, sum kann taka seg upp av hesum, er lærlingaskipanin, sum vit kenna hana í dag. Hon kann skeiklast, um vit ikki fáa broytt viðurskiftini viðvíkjandi innleigu av útlendskari arbeiðsmegi. Úlendingar, sum fyri tað mesta starvast innan byggivinnuna, kunna av góðum grundum ikki taka lærlingar og tí er í longdini vandi fyri, at ójavni og mangul á lærlingum verður veruleiki og ein stórur trupulleiki.


Hetta, eg her standi og sigi, skal als ikki skiljast sum eitt ilsinnigleps frá Handverkarafeløgunum, av tí hesir útlendingar ikki gerast limir í hesum ymisku feløgunum, men er ein staðfesting av einum veruleika, sum vit mugu hava eina støðu til.


Eitt annað, sum eisini fer fram er, at tað í rúma tíð hevur verið kunnugt, at føroyskt reiðaravirki hevur mynstrað útlendingar umborð í eitt av skipum sínum til at gera handverksuppgávur, fyri síðan at leiga teir út til onnur reiðarí til somu uppgávur.


Hesir útlendingar fáa, sum vituligt er, eina upphædd um tíman, sum kanska er nakað betri, enn teir annars høvdu fingið í heimlandinum, men væl minni enn føroyskir sáttmálar áseta.


Hetta er eisini brot á mynstringarlógina, vildi eg hildið. Vit vita, at tað er ein ávísur kostnaður í samband við innleigu. Hesin kostnaður liggur eftir tí, okkum er upplýst, um 350/500 kr tíma. Hesin kostnaður er kortini ikki løn til innleigaða handverkaran, men fer í lumman hjá millummanninum, sum sjálvur avroknar við handverkaran í heimlandinum. So kunna vit spyrja,hvussu ber tað til, at arbeiðsgevarar ongar trupulleikar hava av, at rinda hesa upphædd fyri innleigu, men samstundis ikki vilja rinda okkara egnu handverkarum eina løn, sum er í samsvari við ábyrgd og útbúgving? Tað vildi í øllum føri virka við til, at okkara egnu velja Føroyar til, heldur enn frá. Við at halda handverkaralønini niðri leggur Arbeiðsgevarafelagið upp til, at føroyskir handverkarar skulu finna sær starv uttanlands, og tá er lætt at billa okkara polittikarum inn, at tað mangla so nógvir handverkarar, at neyðugt er at innflyta útlendska arbeiðskraft, men her er neyðugt at undirstrika enn eina ferð,at hetta er ein sjálvskaptur trupulleiki, sum Arbeiðsgevarafelagið eigur við húð og hár, tí tað tykist mær undarligt, at ein arbeiðsgevari heldur vil rinda eina rímuliga stóra upphædd fyri innleigu, heldur enn at rinda okkara heimligu handverkarum eina líkinda løn, sum er til at liva av. Veit væl, at fleiri handverkarar fáa hægri løn enn sáttmálin ásetur, men tað eru hóast alt nógvir kring landið, sum bert hava sáttmálaløn at dúva uppá. At arbeiðsgevarar eru, sum geva eina hægri løn enn ásett, er gott, men tað er væl eisini ein ásannan av, at lønin er ov lág.


Kann ikki lata verða við at nevna, at stjórin í Vinnuhúsinum fleiri ferðir hevur ført fram alment, at føroyska samfelagið skattar fólk av landinum, og at fleiri av okkara handverkarum sum starvast uttanlands, ikki rinda skatt til okkara samfelag, men hetta er bert partvís rætt.


At teir ikki rinda lønarskatt her er rætt, men teir rinda so eftirlønarskatt og onnur sosial gjøld teimum eru áløgd, og eftir teimun reglum og lógum, londini hava avtalað, so her er einki at koma eftir. Skal tað broytast, er tað politiski myndugleikin á økinum, sum má gera tað.               

    
Øðrvísi er við teimum innleigaðu útlendingunum, teirra egnu limir fáa inn í landið, teir rinda ikki eina krónu til felagskapin, tí at teir verða avroknaðir í heimlandinum,so ein kann siga, at Vinnuhúsið fyri “løtuvinning”, her er við til, at tveita skatt beinleiðis av landinum, sum annars kundi komi væl við. Haldi annars, at Vinnuhúsið átti at tikið í egnan barm, og latið vera við at niðurgera handverkarar, sum eru uttanlands og tjena til lívsins uppihald, nettupp tí at møguleikarnir har eru betri enn í Føroyum. Hava tey ilt av, at tað kemur ov lítið inn í skatti, haldi eg, tey hava ivaleyst at tríva í  sínum egnu rekkjum.    

                                                                                                                                                                                            
Brutto tímaløn hjá handverkara aftan á 4 ára útbúgving og við 3 ára starvstíð er ca 13% hægri enn hjá einum ófaklærdum við 3 ára starvstíð, so tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki serliga motiverandi fyri ein ungan handverkara, sum uttanlands kann forvinna út við tað tvífalda.


Kann líka nevna, at hægsta útgjald úr barsilsgrunninum liggur oman fyri handverkaralønina á endastigi bæði hjá tíð almenna og privata, og frá tingsins røðarapalli hoyrast røddir mæla til, at hækka útgjaldið enn meir, tíð tað er ov lágt.           

              
Sjálvandi skal ein barnakona hava eitt rímiligt útgjald, tá ið hon er í barsli, men álvaratos!!!Vísir hetta ikki, hvussu lítil virðing verður víst arbeiðarafjøldini? Tað haldi eg í øllum føri.


Men lat meg undirstrika, at handverkarafeløgini hava als einki ímóti útlendskari arbeiðsmegi, men vit vilja, at tey verða sett eftir føroyskum sáttmálum og treytum.


Eisini vilja vit, at politiska skipanin syrgir fyri, at ”montørreglan” verð brúkt til tað, hon upprunaliga er ætlað til, og ikki lata nakran toyggja hana meir enn gott er.     


Útlendingalógin sigur púra greitt í kap. 5, hvør er frítikin fyri at søkja um arbeiðsloyvi í landinum, og tað eru  Montørar, konsulentar og instruktørar, sum koma til landið fyri at montera, innstallera og eftirkanna ella umvæla maskinur, útbúnað, edv-skipanir ella  líknandi, ella fyri at læra føroyingar, treytað av, at fyritøkan, hann umboðar, hevur veitt maskinurnar ella edv- útbúnaðin.    

      
Montørreglan umtalar eisini stálskipasmiðir, maskinsmiðir og sveisarar, sum eru starvssettir í útlendskari fyritøku og sum hevur gjørt avtalu við føroyska skipasmiðju um at gera arbeiði í sambandi við ávíst viðlíkahald ella umvælingaruppgávu við stálskipum ella líknandi, og annars umtalar lógin ítróttarfólk og persónar á vitjan í Føroyum í upp til 3 mdr.

 

Tað, at man politiskt hevur latið eyguni aftur og bara letur standa til, ger, at her er ein ørgynna av innleigaðum fólki í landinum, og ilt er at finna útav, hvussu nógv talið er, men 300 til 400 hava verði nevnd. Sjálvur havi eg spurt í Vinnuhúsinum, men svarið var, at tey ikki hava yvirlit yvir, hvussu nógv innleigað arbeiðsmegi er í landinum, hvar tey eru,hvat tey eru lærd, ella hvat tey takast við, so hetta eigur at fáa onkrar klokkur at ringja.         

                                                                                                                                                                                               
Fakfelagsfólk eiga at tala at, tá ið slíkt fer fram, tað er eingin ivi um tað, tað er beinleiðis okkara skylda, tí hví skulu vit fara verri við øðrum, enn vit sjálv vilja verða viðfarin?


Handverkarafeløgini hava verið á fleiri fundum gjøgnum tíðina við politisku skipanina um evni, har øll hava sagt seg vera so sera samd, men tað er bara einki hent, slættis einki, men rætt skal verða rætt, tað sær út til, at tað nú er ein ávísur vilji til at gera nakað við støðuna.       


Tí er tað mín vón, og ein innilig áheitan á Føroya Javnaðarflokk um at taka málið í størstum álvara og seta ein stoppara fyri tí, sum nú fer fram. Tað átti ikki at verið so trupult. Í nýggju fiskivinnulóggávuni, sum kom, er ein av treytunum tann, at sjófólk við skipun, sum fáa loyvi at fiska av føroyskum rættindum, skulu lønast eftir føroyskum sáttmálum og hýrum, og er tað so sjálvsagt, men hví bara sjófólk?   

                                                                                            
Hví ber tað bara til at lóggeva, tá tað snýr seg um tað, sum svimur í havinum og hevur stert, men ikki til arbeiði á landi. Tað hongur ikki saman.                  

    
Eitt annað, sum eisini eigur at verða viðgjørt og fingið í rættlag, er, um teir útlendingar, sum eru búsettir í Føroyum, sum gjalda sín fulla skatt her og annars halda allar sínar skyldur, her hugsi eg kanska mest um póllendingar, men helst eru onnur eisini. Tað eru fleiri dømi um, at persónar hava starvast stóran part av sínum arbeiðslívi her, men hava eingi rættindi, hvat fólkapensjón viðvíkur. Her tosa vit um 15-20-25 ár í starvi í Føroyum, og goldið er til felagsskapin.  
                                                                                                               
Teir hava av góðum grundum heldur ikki rætt til pensjón í heimlandinum, av tí at teir hava verið so leingi burtur heimanífrá.Hesin órættur má rættast!
                                                  
Tá ið vit sum fakfelag fyri fleiri av hesum persónum hava tosað við  myndugleikarnar um málið, hevur hvørja ferð verið sagt, at vit arbeiða við málinum, men einki er hent. Vit kenna tað  snøgt sagt sum, at vit tosa fyri deyvum oyrum. So  hetta er avgjørt nakað, ein javnaðarstjórn átti at arbeitt við og fingið í rættlag, nú tit hava ministaran á økinum, tíð  teir borgarligu sum áttu ministaran undir seinastu samgongu, megnaðu ikki at broyta tað tá.         

                                          
Og so ein lítil áminning til floksleiðsluna:                                                    
Tað er ofta, at røddir eru frammi millum fakfelagsfólk um, at Javnaðarflokkurin ikki er tað, hann hevur verið fyri fakfeløgini,ja onkur hevur enntá róð uppundir, at tað følist sum um ,at flokkurin hevur vent fakfelagsrørsluni baki.  


Hví so er, veit eg ikki heilt, kanska er tað tíðin, vit liva í, ov nógv ferð á allastaðni, men hetta, at polittikarar ofta eru ringir at fáa fatur í, hoyrist av og á. Tað verður eisini sagt, at tað er rímiliga lætt, tá ið teir sita í andstøðu, men tá ið teir eru komnir í samgongu knípur mangan.
                                                                                                                                       
                                                                                                                                            
Hetta eiga tit í leiðsluni at taka at tykkum, tí uttan grasrøturnar, sum millum annað eru fakfeløgini, kann gerast svangligt við atkvøðum, og harvið at koma í landsins leiðslu, og tað kundi verið ein óheppi fyri land og fólk. Vil eisini heita á tykkum, sum koma at mynda politiska leikpallin í framtíðini, at tora at taka spurningin um skattafríar ágóðar/koyripengar upp til nýggja viðgerð. Vit kunnu skjótt verða samd um, at tað, sum er galdandi, er ikki gott nokk. At tit politikarar kunnu fáa skattafríar upphæddir útgoldnar, sum eru á hædd við eina heila ársløn hjá einum arbeiðara, er út um alt mark og virkar á ein hátt niðurgerandi. Tað kostar væl tað sama hjá einum arbeiðsmanni av Viðareiði at koyra til havnar, sum hjá einum polittikara at koyra sama tein, men munurin í koyrifrádráttinum er eftir hvat skilst, ørandi.


Kundi hent, at teir polittikarar, sum hava vilja og dirvi til, at koma við einum uppskoti um broyting í sambandi við koyrifrádrátt og aðrar ska ttafríar ágóðar, soleiðis at allir borgarar, eru javntsettir, koma at skora eyka atkvøður til komandi val. Harvið er ikki sagt, at politikarar ikki skulu hava góða løn, tað skula teir sjálvsagt. Men, er tað ikki rættvísari,um lønin verður hækkað, heldur enn, at skáttafríðir ágóðar eru inni í myndini.? Og so ein áheitan til tykkara, sum sita í tinginum og taka avgerðir vegna Føroya fólk: Tit hava helst tykkara upp á tað turra og friður veri við tí, men hugsið um tey, tit eru sett til at taka avgerðir vegna, sum eisini eru fólk á lægri rókum, og sum ikki altíð hava tað stóra at rutta við.Her hugsi eg millum annað um pensionsnýskipanina,sum eg hoyri fleiri polittikarar lovprísa, sum verður skatta 40% við inngjald,og síðani eisini mótrokna í fólkapensiónini,so henda minkar tilsvarandi,samlaða skattatrekki verður tá kanska narri eini 60%. Eisini eiga tit at hyggja uppá allar lógarásettu grunnarnar,sum verða dupultskattaðir,her verður hugsa umALS- AMEG o.s.v.Inngjaldi til hesar verður goldið við skattaðum peningi og aftur skattað við útgjaldi,so her má eg gera eitt undantak, og geva teimun rætt, sum pástanda,  at hesir grunnar eru gjørdir til reinar pengamaskinur hjá tíð almenna. 

                                                 
Tað verður ofta sagt, at frádráttur  fyri hetta og hatta liggur í botnfrádráttinum,men hesin man eftir hondini verða úttømdur.

Ì 2014 hevði eg innlegg í miðlunum, um broytingar í pensiónslógini,sum tá var kunngjørd,og havi eg loyvt mær at taka eitt brot við her,tí so vítt eg veit,stendur tann kunngerðin við,hóðast at fráboðan um nýggja pensionslóg er kunngjørd.


Og eg siteri:

Nú hava vit loksins fingið nýggja Eftirlønarlóg setta í gildið í Føroyum.


At vit hava brúk fyri eini tryggari eftirlønarlóg , eru tey flestu av okkum samd um. Men, er henda sokallaða eftirlønarlógin trygg?? Eg haldi ikki. Tað sum kann undra er, at mynduleikarnir við hesi nýggju lógini leggja upp til, at landi kann ognartaka løn hjá fólki,og tað sigi eg tí at:


Lógin ásetur, at allir borgarar í landinum millum 21 og 67 ár, við nøkrum fáum undantøkum, skula rinda til sína egna aldurdóm. Eisini hevur mann, sum øll vita lóggivið fyri , at allar eftirlønir skula skattast  við inngjald. So skuldi ein trú, at restin var ogn hjá borgaranum, men so er ikki.


Nei, man tekur sær rætt til, at avgera hvussu ein borgari skal hava peningin út aftur, hóast , at hetta er skattaður peningur. Skatturin er longu  goldin við inngjald. Hetta er eftir mínum tykki, at fara ov langt.Eg havi altíð bilt mær inn, at tá eg havi goldið skattin av míni løn,so  er ræðisrætturin av restini mín.

Høvdu vit ikki eftirløn, so var goldna  minsta tímalønin hjá einum handverkara  ikki 128,93 kr.men 145,69 kr + feriuløn. Men so einfalt er tað  eftir øllum at døma als ikki. Og vit síggja eisini, at í eftirlønarlógini, § 10 stk.2  um útgjald stendur soleiðis:


1. Í minsta lagi 45% skal verða útgoldin sum lívslong veiting, lívrenta, ið sbrt. hesari løgtingslóg  er ein eftirlønarskipan ,ið verður útgoldin leypandi ,so leingi tann ,sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi ,men sum fellur burtur, tá viðkomandi doyr.

2. mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár.


Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein upphædd, sum verður útgoldin í einum.

                                                                                           

§.10.stk.2. Stk. 2.
Er samlaða eftirlønarsamansparingin hjá øllum føroyskum eftirlønarveitarum tilsamans minni enn 400.000 krónur við eftirlønaraldur sbrt. § 9, stk. 2, kunnu í staðin upp til 60.000 krónur rindast út sum kapitalútgjald, og restin verða goldið við upp til 2.500 krónum um mánaðin. Aftur her síggja vit, at vit verða Ómyndiggjørd ov okkara myndugleikum.


§12. Stk.2. Rindast skulu 40% í eftirlønarskatti til landskassan av inngjaldi til eftirlønarsamansparing.


Eg havi sera ringt við, at fata hvussu okkara mynduleikar kunna loyva sær,at avgera  hvussu okkara egnu pengar skula útgjaldast, tá vit koma har til. Og uppaftur verri  er, at um vit eru so óheldig, at doyggja, um eftirlønaraldur ”tað kann jú henda-” tekur man sær rætt til,at ognartaka part av innistandandi, sum vit hava uppspart og sum vit hava goldið skatt av. Hettar er á markinum  til diktatur/anarki, og er tað mær ein gáta, hví eingin polittikari setur spurnartekin við hettar.


Men svarið  tí viðvíkjandi finna vit helst í eini aðrari paragraff í somu løgtingslóg.§ 3 umrøður undantøk í samband við inngjald og har framgongur, sum vit vita, at tænastumannaeftirlønir (sum landstýris og løgtingsfólk fáa) eru undantiknar inngjaldi, tí at hesar verða goldnar beinleiðis av fíggjarlógini og  kunna eisini arvast, um polittikarin doyr áðrenn eftirlønaraldur. So her er stórur munur gjørdur á okkum borgarum.Hví skal tildømis eftirsitandi maki hjá einum landstýrisfólki, hava rætt til at arva pensiónina hjá viðkomandi,sum viðkomandi ikki ein gang hevur inngoldi sjálvur,meðan mín maki tildømis, ikki kann arva mína pensión,um eg doyggi, og sum eg sjálvur havi goldið inn og goldið fullan skatt av? Hetta er órættur sum vil nakað.Henda áseting skríggjar til himmals um órættvísi,útint av okkara egnu lógagávuvaldi.Her er sanniliga nokk at arbeiða við hjá tykkum politikkarum,sum eru valdir inn undir skjaldramerkinum Frælsi,Javnrættur og Samhaldsfesti. Tað er mínum tykki heilt ófatuligt, at lærd fólk, sum hava sitið á skúlabonki stóran part av sínum lívi, í rámasta álvara hava sitið og brúkt tíð og kreftir uppá eitt slíkt missfostur av eini lóg, sum als ikki javnstillar allar borgarar í hesum landi. Ikki undarligt, um fólk aftra seg við at velja Føroyar. Tað er nógv sum bendir á, at vit á summun økjum, hava anarkistiskar tilstandir í hesum landi.


Havi lati mær fortalt, at útroknaða virði av eftirlønarskyldunum  hjá landskassanum , viðv  tænastumannaeftirlønum liggur um einar 3 til 4 milliardir kr, sum skattaborgarin so kemur til at gjalda afturat øllum teimun skattafríðu ágóðunum , sum vit longu gjalda fyri.


Vildi ynskt, at tit polittikarar taka hettar álvars- mál upp, og kannað tað til botns, tí  tað kann ikki vera meiningin, at okkara fólkavaldu als ikki skula verða við til  ”ella í minni mun ” at rinda prísin tað kostar, at búgva  í hesum landi, men bert smíða lógir til egnan fyrimun.                    

                                       

Til seinast vil eg ynskja og vóna, at neyðug stig verða tikin til,at stevið framyvir verður betri, at “vargarnir” verða riknir í rætt,soleiðis at stabilitetur og arbeiðsfriður kann fáast millum tey fólk,sum eru vald at umboða flokkin,(og ikki seg sjálvan) tí hettar sum fyrigongur nú,ferð uttan iva at sindra flokkin.   

                                                                                                                                                  

Ein máti kundi kanska verði,at teir persónar sum lata seg stilla upp fyri flokkin til eitt val,skrivliga skula binda seg til, at fylgja teimun stevnumiðum,flokkurin hevur.At fólk spala fornermaði, hoppa inn og út úr einum flokki sum tað passar teimun,alt eftir sum lagi,ella veðurlagi er,er at halda veljaran fyri tað turra spott.

 

Eg fari at enda her, takka fyri meg og ynskja tykkum ein framhaldandi góðan fund og góða veitslu í kvøld.

 

 

 

Søga felagsins

Havnar Handverkarafelag var sett á Stovn, Sunnudagin hin 12.februar 1950 av monnum sum høvdu staði í læru í Danmark,undir og eftir seinna veraldar bardaga  og har  fingið innlit í fakfelagsvirksemi. Fundurin var settur henda dag kl 15.00 í Losjuni á Tinghúsvegnum.

Fyrsta nevndin í Havnar Handverkarafelag var henda:

  • Helgi Øster, formaður                 
  • Carl Midjord, kassameistari
  • Hallgrím Rein, nevndarlimur
  • Alfred Hofgaard,nevndarlimur
  • Petur Midjord, nevndarlimur

Undan hesum, høvdu handverkarar í Havn virka undir einari handverkaradeild, skipa sum undirdeild av Havnar Arbeiðsmannafelag. Í gerðabókum sæst, at: "Á aðalfundi tann 27. februar 1947 var ein handverkaradeild sett á stovn undir "Havnar Arbeiðsmannafelag".

Handverkaradeildin hevði hesa nevnd:

  • Alfred Hofgaard (var formaður frá stovnan til 12 .februar 1950)
  • Mourits Mortensen,næstformaður.
  • Stig S Rasmussen,skrivari
  • Jacob Øster Vágsheygg
  • Cornelius Reinert

Tað var tó rímuliga skjótt, at menn byrjaðu at innsíggja,at arbeiðsmannafelagið ikki var tað rætta, tí fleiri røddir vóru frammi,sum meintu, at nevndin í arbeiðsmannafelagnum ikki hugsaðu nóg nógv um handverkararnar í felagnum,og av hesi orsøk var róð uppundir,at stovna egið felag. Arbeitt var miðvíst við ætlanini,og loksins upprann dagurin har felagið var stovnsett.

Í gerðabók felagsins framgongur, at Havnar Handverkarafelag var sett á stovn sunnudagin hin 12 februar 1950, kl.15.Fundurin var settur í Losjuni á Tinghúsvegnum.Tað vóru menn,sum høvdu staði í læru í Danmark,undir og eftir seinna veraldar bardaga og har fingið innlit í fakfelagsvirksemi,sum tóku stig til stovnanina av felagnum..Á stovnandi áðalfundinum vóru møttir 32 mans,sum í fyrstu syftu komu at mynda felagið,sum stovnarar.Áðalfundurin samtykti sum tað fyrsta,at nevndin skuldi arbeiða við einum uppskoti til nýggjan sáttmála við Havnar Handverksmeistarafelag. Hetta var sum vera mann ikki uttan svørslag. Sambært gerðabókini vóru nógvir fundir hildnir,bæði millum feløgini og ikki minst limirnar.Tað er sind at siga,at havnar handverkmeistarafelag og havnar arbeiðsgevarafelag vóru serliga sinna, at gera nakran sáttmála við handverkarar sum lá omanfyri arbeiðararnar,tí tað endaði við, at felagið mátti út í eitt verkfall áðrenn ein sáttmáli endiliga var gjørdur millum feløgini í mai 1951. Hetta var sum sagt fyrsti sáttmáli felagsins, og harvið eisini byrjanin fyri einum langum samstarvi millum hesar partar á arbeiðsmarknaðinum. Eitt annað sum nevndin fekk álagt at arbeiða við var,at kanna, um ikki var møguligt at fáa bygt felagnum eini hús. Tá vóru nógvir arbeiðsleysir handverkarar í Havn,og her var serliga hugsað um, at tað fór at útvega hesum arbeiðsleysu handverkarum arbeiði. Henda ætlan kom so mikið langt, at grundstykkið stóð felagnum í boðið. Seinni var ætlanin kortini slept, og Drotning Ingridar Barnagarður bygdur á grundstykkið.Sigast má, at hesir djørvu menn løgdu nógv fyri í strembanini eftir,at fáa felagið á føtur og harvið betri umstøður fyri handverkarar, og tøkk fái teir fyri tað.Felagið var limafelag í Føroya Handverkarafelag til ársaðalfundin í1997.Tað vóru tíverri nøkur viðurskiftir tá sum gjørdu, at felagið limaði seg úr FHF, saman við Tvøroyrar og Vágs Handverkarafelag.Ì 2006 hendi so tað, at Skála Handverkarafelag eisini meldaði seg úr FHF.

22 juli. 1998 var Landsfelag Handverkaranna sett á stovn,og eru hesi somu feløg øll limir har,saman við Grafiska Yrkisfelagnum.

Formenn síðani stovnan eru hesir:

  • Helgi Øster -                              12.02.1950  til  28.02.1958
  • Carl Andreas Holm Carlsen -    28.02.1958  til  20.02.1959
  • Petur Midjord -                          20.02.1959  til  14.02.1968
  • Carl Andreas Holm Carlsen -   14.02.1968  til  12.02.1971
  • Vilhelm M Johannesen -          12.02.1971   til  21.02.1973
  • Andreas Poulsen (Sjóvará) -   21.02.1973  til  23.02.1981
  • Høgni Højgaard -                     23.02.1981  til  24.02.1997
  • Eyðfinn Petersen -                   24.02.1997  til  28.03.2000
  • Eli Brimsvík -                           28.03.2000  til

Viðmerkjast kann, at Carl Andreas Holm Carlsen var formaður í tveimun umførum.