Havnar Handverkarafelag
Stoffalág 60
Postboks 203
110 Tórshavn
Undan hesum vóru handverkarar í Havn limir í "Handverkaradeild" Havnar Arbeiðsmannafelags sum stovna var 23.mai 1948.
Sambært gerðabók felagsins,var stovnandi aðalfundurin hildin Sunnudagin tann 12 februar 1950 kl 3.sp. í losjuni.
Fundurin var settur við 34 monnum. Øll stjørnin í "Handverkaradeildini" við formanni Alfred Hofgård, næstf Peter Midjord,kassameistari Carl Midjord,skrivara Helga Øster og Danial Tavsen var møtt.
Fundurin var lýstur sum stovningarfundur og allir limirnir úr"handverkaradeildini" vóru boðaðir í soljóðandi skrivi: Stovningarfundur!
Viðtikið var á aðalfundi 30 januar h.á.
Handverkarar í "handverkaradeildini" ganga saman í sjálvstøðugt felag í stovna verður sunnudagin tann 12 feb kl 3 s.p.
Formaðurin setti fundin, og beyð so monnum vælkomnar. Fyrv. skrivari Carl Midjord læs úr gerðabókini frá síðsta aðalfund í "Handverkaradeildini".
Danial Tavsen var kosin sum fundarstjóri og mælti hann til hóliga framferð..Harnæst fór stovnanin fram.
Fyrsta nevnd í Havnar Handverkarafelag var hendan:
Til rokniskapsgrannskoðarar vóru valdir Sigfred Skaale og Òlavur Dalsgarð.
Tað vóru ungir menn, sum høvdu verði í Danmark og lært handverk sum settu sær fyri at stovnseta eitt felag fyri handverkarar.
Sum sagt er felagið fakfelag, fyri handverkarar, og eisini serðarbeiðarar,seinni blivu lógir felagsins broyttar soleiðis, at lærlingar eisini kundu gerðast limir í felagnum.
Felagið er saman við fýra øðrum feløgum, limur í Landsfelag Handverkaranna (LFH)
sum er eitt meginfelag og sum samanlagt telur einar 1400 limir.
Okkara limir starvast innan so gott sum øll økir, og eisini innan frálandavinnuna í Noreg.
Felagi hevur egnan eftirlønargrunn, sum var stovnaður 29 desember 1999. Eftirlønargjaldi er nú komi uppá 15% arbeiðsgevaragjald,tó tímalønt 13% arbeiðsgevaragjald. Eisini eru limir okkara lívstryggjaðir.Upplýsingar um tryggingina fáast við at venda sær til felagið.
Harumframt hevur felagi ein sjúkragrunn “BATA” sum veitir limun okkara eitt iskoyti til dagpeningaskipanina.Almenna dagpeningaskipanin rindar í løtuni 80% av eini arbeiðaraløn,og Bati rindar munin upp til 90% av handverkaraløn.
À skrivstovuni starvast umframt formannin, 4 fólk.
Felagi veitir eisini limun okkara fakliga ráðgeving, eins og løgfrøðiliga hjálp um tað gerst neyðugt.
Vit hava via LFH sáttmálar við Vinnuhúsið, fíggjarmálaráðið og KAF/SEV.Harumframt hava vit eisini lokalavtalur við feløg sum virka innan frálandavinnuna í Noreg.
Ì dag eru vit ca 900 limir (sveinar og serarbeiðarar) í felagnum,og ca 250 lærlingar.Sostatt er felagið tað stórsta handverkarafelagið í Føroyum.
Limagjaldi er 390 kr mdr írokna gjald til Bata.
Nevndin telur 5 limir.
Formaður
Næst formaður og 3 nevndarlimir.
Ársaðalfundur felagsins er vanliga í mars mána.