Lívstrygging

Lívstrygging

Tryggingarupphæddin við deyða er kr. 500.000 fyri lim/starvsfólk, áðrenn fylta 67. ár.

Doyr hjúnafelagi/sambúgvi verður útgoldið kr. 250.000 (Hjúnafelagdekningur er tó ikki galdandi fyri lærlingar).

Tryggingarupphæddin við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, um ikki annað er avtalað. Hugtakið "næsti avvarðandi" fevnir í fyrstu atløgu um hjúnafelagan. Um eingin hjúnafelagi er,verður útgoldið til sambúgva,harnæst lívsarvingar,t.v.s.børnini.

Eru eingir lívsarvingar, verður útgoldið sambært testamenti.Er einki testamenti,verður útgoldið sambært arvalógini.

Er ynski um, at onnur enn omanfyri nevndu fáa tryggingarupphæddina, skal tilskilanarblað útfyllast og latast Betri pensjón, sí www.betri.fo.

Bráðsjúkutrygging

Um limur/starvsfólk fær eina av bráðsjúkunum, ið nevnd er í yvirlitinum niðast á hesi síðu, fær viðkomandi útgoldið eingangsupphædd á kr. 100.000.

Bráðsjúkan skal verða staðfest, áðrenn limurin er fyltur 67 ár.
Hóast útgoldið er vegna bráðsjúku, er tryggjaði framhaldandi fevndur av bráðsjúkutryggingini.

Tó verður ikki goldið út av nýggjum, um sama ella beinleiðis avleidd bráðsjúka vitjar aftur.

Her verður 6 mánaðar reglan í tryggingartreytunum ikki gjørd galdandi.
Møguligt útgjald fyri bráðsjúku verður ikki mótroknað í veitingini við deyða.

Hvør er fevndur av tryggingini?

Tú er fevndur av tryggingini, um tú er undir 67 ár og er limur í:

  • Havnar Handverkarafelag
  • Vágs Handverkarafelag
  • Skála Handverkarafelag
  • Grafiska Yrkisfelagið ella
  • Tvøroyrar Handverkarafelag

Nær er tryggingin galdandi?
Tryggingin er galdandi um tú hevur óskerdan arbeiðsførleika, tá tú fær limaskap í felagnum. Ella frá tí degi tú aftur hevur óskerdan arbeiðsførleika.

Nær er tryggingin ikki galdandi?
Tryggingin er ikki galdandi frá tí degi tú sigur upp tín limaskap ella verður strikaður sum limur.

Bólkatrygging (sveinar)

Bólkatryggingin fevnir um hesar tryggingar (sveinar):

Lívstrygging    Fram til 67 ár    kr. 500.000
Doyr hjúnafelagi/sambúgvi        kr. 250.000   
Bráðsjúkutrygging    Fram til 67 ár    kr. 100.000
Børn 28 dagar til 18 ár        kr. 100.000   
Barnaupphædd    Fram til 67 ár
Til børn undir 21 ár    
kr. 20.000
Lokaupphædd    Fram til 67 ár    kr. 100.000


Gjaldsundantøkutrygging rindar tryggingargjaldið, um arbeiðsførleikin er minkaður við 50% ella meira.

Bólkatrygging fevnir um hesar tryggingar (lærlingar):Tó ikki áðrenn fyrsta í mánaðinum eftir,at lærlingurin er fyltur 18 ár.

Lívstryging    Fram til 67 ár    kr. 500.000   
Bráðsjúkutrygging    Fram til 67 ár    kr. 100.000   
    Børn 28 dagar til 18 ár    kr. 100.000

Bráðsjúkur

  • Krabbasjúkur, blóðkrabbi og lymfukrabbi (lymfom)
  • Ávísir góðkynjaðir svullir í heila ella mønu
  • Heilabløðing ella blóðtøppur í heilaærð (apopleksi)
  • Posi á lívæðr í heilanum (aneurisma) ella vanskaptar æðrar innan í høvuðskálini (AVmalformation)
  • Blóðtøppur í hjartanum (akut myokardieinfarkt)
  • Hjartaæðraskurðviðgerð vegna kálking í hjartalívæðr (bypass/PCI)
  • Kroniskt hjartabrek (svigt) við ógvusligum sjúkuábendingum og niðursettum evnum at virka
  • Skurðviðgerð av hjartaloku vegna feil í hjartaloku
  • Lívshóttandi órógvaður hjartasláttur, har ICD-eind verður sett í
  • Ólekjandi óvirkin nýru
  • Størri gøgnfluttningur (organtransplantatión)
  • Sjúkur í aorta (høvuðslívæðrini)
  • Disseminerað sklerosa (DS)
  • Amyotrofisk lateralsklerosa (ALS) ella motorisk neuronsjúka
  • Parkinsons sjúka (paralysis agitans, ristilamni)
  • Álvarsligt vøddasvinn (Myasthenia gravis)
  • Alzheimers sjúka og støðugt versnandi demenssjúkur av sama slagi
  • HIV-ígerð av blóðflutningi ella smittu í sambandi við arbeiði
  • AIDS
  • Blindi
  • Deyvleiki
  • Munandi brunaskaðar (ambustio)
  • Avleiðingar av heilabruna ella bruna í heilaserki (íroknað TBE)