Tíðindi

5 skúlastjórar verða í Glasi

22/09-2016

Magni á Lakjuni fær ábyrgdina av teknisku útbúgvingunum.

- Steinbjørn Hardlei, skúlastjóri á Glasi í Marknagili, verður umsitingarstjóri

- Herleif Hammer, rektari á Glasi í Hoydølum, verður útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám

- Finn Jensen, útbúgvingarleiðari fyri hægri útbúgvingar á Glasi í Marknagili, verður útbúgvingarstjóri fyri hægri- og víðari nám

Magni á Lakjuni, undirvísingarleiðari á Glasi í Smiðjugerði, verður útbúgvingarstjóri fyri yrkisrættað nám, og kemur so at hava ábyrgd av teknisku útbúgvingunum.