Tíðindi

Nýggjur 2 ára sáttmáli er í dag undirskrivaður við Føroya Handverksmeistarafelag

07/11-2016

Les semju herSemja - Endalig

Sáttmálarnir eru galdandi frá 1. oktober 2016 til 30. september 2018. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála galdandi frá 1. oktober 2016 til 30. september 2018.

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 2,2 % 1. oktober í ár og 2,3 % 1. oktober 2017, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum. Semjan er sostatt á sama støði, sum hinir sáttmálarnir, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt hesa samráðingarrunduna.