Tíðindi

Áminning til limir okkara.

15/12-2016

 

Vegna alt og nógvar trupuleikar av manglandi setanarprógvum, sum er eitt lógarkrav,vilja vit staðiliga gera vart við,at tað er sera umráðandi, at fáa setanarprógv tá ein verður settur í starv og, at setanarprógvi er undirskriva av báðum pørtum hetta tí, at eitt slíkt prógv er ein sáttmáli millum partarnar og sigur sostatt hvør avtala er galdandi,partarnar millum.

Tað er tíverri so, at alt ov nógvir handverkarar ikki hava hesi viðurskifti uppá pláss, og er hetta tí ein av stórstu orsøkunum til,at trætumál,mál um manglandi løn/eftirløn,uppsøgn o.a. endar hjá dómstólunum,og ofta við tí úrsliti, at hesi verða tapt grunda á fyrning.

Tí vilja vit enn eina ferð heita á tykkum limir um, at fáa hesi viðurskifti uppá pláss sum skjótast.

Limir eru vælkomnir til,at venda sær til felagið hesum viðvíkjandi.