Tíðindi

Royndartíðin broytt frá 1 juli 2015.

15/08-2017

Frá 1. juli 2015 verður royndartíðin broytt til at vera 6 mánaðir. Hetta merkir at fyri lærling og lærupláss, ið skriva lærusáttmálað aftaná 1. juli, verður royndartíðin 6 mánaðir, og báðir partar kunna frítt seta lærusáttmálan úr gildið teir fyrstu 6 mánaðirnar av sáttmálatíðini. Fyri lærusáttmálar, ið eru góðkendir áðrenn 1. juli 2015, er royndartíðin enn tann sama 3. mánaðir.

§ 38. 2) Partarnir kunnu ikki einsíðis siga upp lærusáttmálan. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta.

Stk. 2. 7) Teir fyrstu 6 mánaðirnir í sáttmálatíðini verða tó roknaðir sum royndartíð, har annar parturin kann siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina.

Stk. 3. Um lærlingur av orsøk, sum nevnt í § 36, stk. 1, er burtur frá virkinum í meira enn 1 mánaða í royndartíðini, verður hon longd samsvarandi.