Tíðindi

Útlendsk arbeiðsmegi, enn einaferð

22/11-2017

Útlendsk Arbeiðsmegi í Føroyum!!

Hvussu nógvir útlendingar eru til arbeiðis í Føroyum,og hvat eru hetta fyri fólk,fakliga?

Vit vita tildømis innan skipasmíð, at strong krøv um sveisisertifikat og annað verður sett,eins og at menn skula testast,um teir í roynd og verðu duga til tað teir eru komnir til,áðrenn starvssetan.

Innan byggivinnuna tikist tað ørvísi.Stórsti parturin av hesi arbeiðsmegi má metast at verða ófaklærd,ella tað má man ganga útfrá, tíð eingin ella heilt fáir eru limir í nøkrum handverkarafelag, og er tað  so, er lítil ella eingin trygd fyri, at teir kunna tað teir skula.Vit hoyra heldur ikki nógv um,at tað almenna setir krøv til byggifyritøkurnar um kvalifiserða fólk,og úrslitið er helst í mongun føri hareftir.

Tað er heilt markháttligt, at tað almenna( land og kommunur) ikki sum minsta mark alment krevja, at treytin fyri at fáa byggiuppgávur er,at fyritøkur prógva, at tær hava kvaliseraði fólk til tær mongu stóru byggiverkætlaninar sum eru í gongd,og sum liggja í 100 tals milliónaklassanum.Tað sær ikki út til, at mann hugsar tankan, at hetta eru skattapengar hjá føroya fólki sum her verða skotnir av. Uppundir seinasta løgtingsval vóru fleiri polittikarar,(og sum nú sita við ábyrgd)sum lovaðu at rudda upp í hesum,men skilið er bert versna,sjálvt um fakfeløg fleiri ferðir hava víst á, at einasti máti,at tryggja rættar persónar til røttu uppgávurnar,og tryggja hesum persónum tey rættindi tey hava rætt til er,at seta arbeiðsgevarum krav um,at tey skulu verða organiserað.Á tann hátt høvdu fakfeløgini kunna eftirkannað lønarseðlar o.a.men tað hevur ikki víst seg at verða vilji til tað,hví kunna vit bara gita um!!!Tá umræður privatu vinnuna,tikist alt at verða ómøguligt á hasum økinum. Undarligt tó,at tað bara innan fiskivinnuna kann verða ásett, at manningar skula lønast eftir føroyskum sáttmálum og eftir føroyskum setanartreytum annars.

Ein freistast til at halda, at Vinnuhúsið hevur so stórt vald á polittikarum,baði lands og komunal polittikarum,at eingin torir at nerta við henda trupuleika.Sambært Vinnuhúsinum sjálvum,hava tey ikki yvirlit yvir hvørjir útlendingar hava fingið arbeiðs og uppihaldsloyvi,og hvørjar útbúgvingar hesir hava.Sjálvi eru tey ”pápar”at hesum trupuleika.Tey hava sjálvi staði á odda fyri, at avtaka alla avmarking soleiðis , at tað skal verða frítt slag at koma til føroyar at arbeiða,og ikki ein gang verða hesir persónar starvssettir í fyritøkunum,nei,teir verða innleigaðir til hesi ávísu arbeiðir,og síðani fótin í afturpartin, tá ikki er brúk fyri teimun meir.Upptakið mann nokk fara at vísa seg,tað hevur søgan fyrr víst okkum.

Hervið ikki sagt, at fyritøkan avgjørt brýtur nakra lóg,men skipanin í hesar fyritøkur brúka fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi inn uppá, er alt annað enn nøktandi, er ómoralsk og sera mann minkandi,og kann hetta kallast moderna trælahald.

Ein annar stórur spurningur er eisini hvussu er við øllum lærlingunum? Ganga hesir fyri vág og vind og passa seg sjálvar? Vit hava fyri kortum havt eina FM kapping fyri handverkslærlingar, har meistarafelagið var”primus motor”saman við teknisku skúlunum,yrkisdeplinum  og handverkarafeløgunum,nettupp fyri at tiltrekkja fleiri lærlingar,og vóru øll samd um, at hetta var tiltrongt og sera gott átak.Men hetta hongur so ella so ikki saman,vit kunna ikki seta fleiri lærlingar við,tá meginparturin av arbeiðsmegini innan byggivinnuna er útlendsk og møguliga ófaglærd,og tað av fleiri orsøkum,so aftur her missir føroyska samfelagið nógv,meðan nøkur fá ríka seg upp.Veit væl,at vit eisini hava nógvar væl kvaliferiseraðar handverkarar innan byggivinnuna,sum er bulurin í fyritøkuni,men vit mugu síggja í eyguni, at stórur partur av arbeiðsmegini eru innleigaðir útlendingar,og harvið avmarkar tað av sær sjálvun tali av lærlingum.

Flestu persónarnir sum koma hendavegin at arbeiða,koma inn gjøgnum leigufyritøkur,og sum skilst er mannagongdin tann,at ein fyritøka setur seg í samband við ein útlendskan millummann og avtalar ein fastan prís pr tíma ella dag.Tað er ikki vist, at fyritøkan bevíst ger nakað skeivt,men við hesi skipanini hava vit als onga trygd er fyri, at hesir persónar fáa tað løn teir eiga, tí tað er fyritøkan í heimlandinum,sum rindar teimun lønina.Tvørturímóti, er í fleiri førðum  komi fram,at lønin er bert einar 45 til 50 kr pr tíma,rest stingur millummaðurin í egnan lumma.Ein annar viðkomandi spurningur er eisini hvussu hesir persónar verða viðfarnir reint sosialt tað tíð teir eru her? Kann bara siga, at søgurnar eru fleiri,og ikki allar so hugaligar tíverri.!Ein annar avgjørt viðkomandi spurningur er eisini,hvussu hesir persónar eru tryggjaðir?Hvør stendur við ábyrgdini,um ein ólukka hendur?Hvør rindar fyri skaða og møguliga deyða?Mest sannlíkt, eru hesir persónar uttanfyri alla lóg og rætt tá umræður sosiala trygd og rættindi.

Hvør er so stóri taparin?Fyrst eru tað persónarnir sjálvir,og síðani tað er føroyska samfelagið.Tá hesir persónar verða løntir í egnum heimlandi,far okkara samfelag ongan skatt av lønini,og vit fáa heldur ongan skatt av eftirlønini.Tað tykist sum um, at vit als einki hava lært av 80inum.Alt gongur við fullari ferð,vit byggja sum ongantíð fyrr,hóðast nógv helst kundi verði útsett,soleiðis at ein javnari gongd var á arbeiðsmarknaðinum.Spurningurin er,um okkara kosnu menn og kvinnur(fólkavaldu) liva upp til sína ábyrgd? Eg haldi ikki!Eingin polittikari letst um vón,hóðast teir eru vitandi um, at tann sokallaði montørregulin kap 5. § 34. stk. 4 í løgtingslóg um arbeiðsloyvi verður tambaður meir enn gott er,fyri ikki at brúka orði misbrúktur meir enn gott er.

 Stk. 2. Følgende udlændinge er for et tidsrum af tre måneder fra indrejsen på Færøerne fritaget for arbejdstilladelse på Færøerne:

 4)   Montører, konsulenter og instruktører, der er indrejst for at montere, installere, efterse eller reparere maskiner, udstyr, edb-programmer eller lignende eller for at informere om brugen heraf, såfremt den virksomhed, udlændingen er tilknyttet, har leveret maskinerne, udstyret, edb-programmerne eller lignende eller efter aftale med en sådan virksomhed har påtaget sig at montere, installere, efterse eller reparere maskinerne, udstyret, edbprogrammerne eller lignende.

5)   3) Skibssmede, maskinsmede og svejsere ansat i en udenlandsk virksomhed, der har indgået aftale med et færøsk skibsværft om at udføre arbejde i forbindelse med en bestemt vedligeholdelses- eller reparationsopgave vedrørende et stålskib eller lignende.

 

Vit vita øll, at trøðini veksa ikki inn í himmalin,einaferð fer at venda búskaparliga,og tá hevði verði gott,um okkurt av hesum stóru byggiprojektunum hevði verði at tikið til,ístaðin fyri at alt steðgar upp í senn.

Eg vóni, at onkur polittikari vaknar úr dvala áðrenn ov seint er,tí eg rokni hóðast alt ikki við,at tað er hetta, føroyska vælferðarsamfelagið ynskir at standa modell til.

 

Havnar Handverkarafelag.

Eli Brimsvík,formaður