Fyrimunir.
Hvønn fyrimun havi eg av limaskapi í fakfelag?
Henda spurning hoyra vit av og á. Givið er, at ein ikki skal lima seg inn í nakað felag, bert tí at tað er stuttligt, men við at skipa seg í felag, stendur ein so nógv sterkari.
- Felagið veitir limun ókeypis løgfrøðihjálp í sáttmálaspurningum og trætum, herundir innheintan av manglandi løn/eftirløn,setanarskriv,lønarseðlar v.m.
- Ráðgeving í sáttmálaspurningum
- Limir felagsins eru lívstryggjaðir
- Limir felagsins fáa skattafrítt útgjald, við eftirlønaraldur
- Egnan eftirlønargrunn,og harvið bíligari rakstur og meir avkast
- Ískoyti frá sjúkragrunnurin BATA, undir sjúku.
- Leiga av veitsluhølum fyri serprís.
- Ávirkan.
- Avsláttur í ávísum handlum og fyritøkum.