Búmerkið hjá felagnum
Heim /
Handils- og veitingartreytir

Handils- og veitingartreytir.

Ánari

Havnar Handverkarafelag
Sotffalág 60
100 Tórshavn

Telefon: 35 48 00
Teldupostur: handverk@handverk.fo 

Avtalutreytir og upplýsingaskylda

Tá ið tú bókar og rindar fyri leiguna, skalt tú góðtaka hesar keyps- og veitingartreytir.

Trygd í sambandi við keyp

Vit nýta Quickpay til at handfara keyp á heimasíðuni.

Quickpay veitir í samstarvi við Swedbank vissu fyri, at tínar kortupplýsingar verða bronglaðar og sendar beinleiðis til bankan ígjøgnum eitt trygt samband (SSL).

Havnar Handverkarafelag hevur ikki atgongd til upplýsingar á tínum gjaldkortið.

Rindan

Tú kanst rinda við hesum gjaldkortum:

  • Visa
  • Visa Electron
  • MasterCard

Tú rindar við at skriva inn kortnummar, eftirlitstal, og nær kortið gongur út.

Gjaldoyra og kvittan

Allir upplýstu prísir eru í DKK. Meirvirðisgjald verður ikki lagt á bókingar. Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.

Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tín teldupost við upplýsingum um keypið.

Avboð og endurrindan

Verður avboð givið styttri enn 5 dagar undan avtalaða leigutíðarskeiðnum, verður kostnaðurin ikki endurgoldin.

Tíðarskeið

Longsta tíðarskeiðið til ber at leiga eru 3 dagar, og styttsta er 1 dagur.

Annað

Framleiga er ikki loyvd.