Eldri tíðindi

Eldri tíðindi

10-10-2000 Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelgs stovnanin.  Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelgs varð stovnaður 29. desember 1999. Men áðrenn grunnurin var stovnaður í 1999, varð drúgt fyrireikingararbeiði gjørt, og longu í sáttmálanum, sum var gjørdur 23. september 1995 við Føroya Handverksmeistarafelag, varð eftirlønargrunnur nevndur. Í sáttmálanum varð m.a. tikið soleiðis til: "Frá 1/10-1997 rinda meistarar 1% av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag. Frá 1/1-1999 rinda meistarar 1% afturat, ella tilsamans 2% í eftirlønargrunnin". Sambært verandi skipan verða 4% av lønarútgjaldingunum settar í grunnin. Verður roknað við rundaðum tølum, so kunnu vit siga, at áðrenn 1. oktober í ár var ein miðal handverkaraløn uttan frítíðarløn í eitt ár umleið 180.000,- kr. Eftir 1. oktober 2001 verður árslønin uttan frítíðarløn umleið 193.000,- kr. og frá 1/10-2002 verður árslønin uttan frítíðrløn umleið 206.000,- kr. Verður roknað við hesum miðaltølum verða tey 4%, sum goldin verða í grunnin umleið ávikavist 7.200 kr., 7.730 kr., og fyri tíðarskeiðið eftir 1/10-2002 umleið 8.250,- kr. um árið. Tá greiðast skal frá grunninum, er fyrst at nevna, at grunnurin er í tveimum pørtum. Ein samhaldsfastur partur og ein ikki samhaldsfastur partur. Vit kundu í fyrsta lagi sagt, at inngjøldini hjá hvørjum einstøkum limi verða sett á eina persónliga konto, og teir limir, sum gjalda 4.000,- kr. ella meira um árið, fáa harumframt eina konto, sum er samhaldsfasti parturin av skipanini. Tað eigur eisini at vera nevnt at bert teir limir, sum gjalda 4.000,- kr. ella meira í einum roknskapaári hava rætt til samhaldsfasta eftirløn. Tí er neyðugt í hvørjum roknskaparári, at kanna hvørjir limir hava goldið minni enn 4.000,- kr. Hesir koma tá í eina serstøðu, og hava sum nevnt ikki rætt til samhaldsfasta eftirløn. Vit eiga kortini at minna á, at hevur limur í einum roknskaparári t.d. goldið 3.500,- kr. í grunnin, so kann hann gjalda grunninum 500,- kr. afturat, og soleiðis verða á jøvnum føti við teir limir, sum hava goldið 4000 ella meira. Verður hetta ikki gjørt, so verða tær 3.500,- kr. settar í tann ikki samhaldsfasta partin, sum limurin eigur óskorið. Tann ikki samhaldfasti parturin verður goldin í einum, tá limur er farin um tey 67 árini. Og tey, sum hava rætt til samhaldsfasta eftirløn, fáa harumframt mánaðargjald úr grunninum, so leingi tey liva. Í hesum sambandi er eisini neyðugt at nevna, at tá talan er um tryggingar av einhvørjum slag so krevur lógin, at ein góðkendur "aktuarur" góðkennur útgjøldini og grundarlagið undir útgjøldunum. Og í okkara føri, er av somu orsøk, sett sum treyt fyri útgjaldi úr samhaldsfasta partinum, at limur í mesta lagi kann vera 59 ár, tá hann byrjar at gjalda í samhaldsfasta partin. Og somuleiðis liggur fast, at grunnurin í fyrsta lagi kann fara undir útgjald í 2008. Tí kunnu vit eisini siga, at limur skal í minsta lagi í 8 ár hava goldið inn í samhaldsfasta partin. Hetta skal eisini skiljast á tann hátt, at leggja vit 8 ár afturat 59 so fáa vit 67. Hinvegin eiga vit eisini at nevna, at tann, sum byrjar at gjalda í samhaldsfasta partin, tá hann er 59 ár, og á hvørjum ári í 8 ár (frá 59 til 67) ikki rindar minni enn 4.000,- kr. kann rokna við einum mánaðargjaldi uppá umleið 600,- kr. Hevur sami limur goldið meira enn 4.000,- kr. um árið, verður honum - umframt samhaldsfasta partin - eisini goldið úr ikki samhaldsfasta partinum. Hetta útgjald verður sjálvandi í mun til upphæddirnar, sum eru goldnar í tann partin.

Inngjøld hjá sveinum: 1. oktober 2007: 13% (handverkarin 2% og meistarin 11%) 1. oktober 2008: 14% (handverkarin 2% og meistarin 12%) 1. oktober 2009: 15% (handverkarin 2% og meistarin 13%) Inngjøld hjá lærlingum: 1. oktober 2007: 5,5% (meistarin 5,5%) 1. oktober 2008: 6,5% (meistarin 6,5%) 1. oktober 2009: 7,5% (meistarin 7,5%) Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags varð stovnaður 29. desember 1999. Men áðrenn grunnurin var stovnaður í 1999, varð drúgt fyrireikingararbeiði gjørt og longu í sáttmálanum, sum varð gjørdur 23. september 1995 við Føroya Handverks- meistarafelag, varð eftirlønargrunnur nevndur. Tá greiðast skal frá grunninum, er fyrst at nevna, at grunnurin er í tveimum pørtum. 1) Ein samhaldsfastur partur. 2) Ein persónlig kapitalpensión. Útgjald av persónligari kapitalpensión: Tá limur røkkur eftirlønaraldur verður uppsparda kapitalpensiónin goldin út í einum gjaldi. Doyr limur - áðrenn hann røkkur eftirlønaraldur - verður øll kapitalpensiónin goldin arvingunum. Kapitalpensión kann - í fyrsta lagi - gjaldast limi, tá hann er vorðin 60 ára gamal. Útgjald úr samhaldsfasta partinum: Teir limir, ið hava goldið inn í samhaldsfasta partin fáa, tá teir røkka eftirlønaraldur, útgjald frá grunninum. Hetta er føst upphædd, sum verður goldin hvønn mánað til deyða. Mánaðarliga upphæddin verður ásett í mun til tað, sum er goldið inn.

01-11-2007 Sáttmáli gjørdur við Fíggjarmálaráðið 30. oktober 2007


1. Sáttmálaskeiðið
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2007 til 1. oktober í 2010. Semjan byggir á ein karm, sum er um leið 9%.

2. Almennar lønarhækkingar
Eftirlønargjøldini hækka:
1. oktober í 2007 hækkar eftirlønargjaldið úr 11% upp í 12,5%
1. oktober í 2008 hækkar eftirlønargjaldið úr 12,5% upp í 14%
1. oktober í 2009 hækkar eftirlønargjaldið úr 14% upp í 15%

Lønin hækkar:
1. oktober í 2007 hækkar lønin 2,0%
1. oktober í 2008 hækkar lønin 1,9%
1. oktober í 2009 hækkar lønin 1,9%3. 


Á Argjum tann 30. oktober í 2007


30-10-2007
3-ára sáttmáli við Meistarafelagið undirskrivaður 10. oktober

2007HAVNAR HANDVERKARAFELAG
FRAMSÍÐA


10. oktober 2007 varð trý ára sáttmáli undirskrivaður við Meistarafelagið.
Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober í ár, tá tímalønin fór úr 113,69 kr. upp í 115,94 kr.

1. oktober 2009 verður tímalønin hjá handverkarum 120,45 kr. og eftirlønin 15%.

23-10-2007 Yvirlýsing frá Havnar Handverkarafelag:
Yvirlýsing frá Havnar Handverkarafelag: 23.10.2007
Havnar Handverkarafelag lýsir her sín fulla stuðul til Havnar Arbeiðsmannafelag í sambandi við málið um portørar og ambulansustarvsfólk.

Fakfeløg eiga eins og Havnar Arbeiðsmannafelag at stríðast fyri vunnum rættindum og økjum. Í hesum føri hevur Havnar Arbeiðsmannafelag havt samráðingarrættin í meiri enn 40 ár.

Tí mæla vit øllum fakfeløgum í Føroyum til at standa saman um ikki at gera seg inn á øki har annað fakfelag hevur havt sáttmála í áravís.

Havnar Handverkarafelag heldur tað eisini vera sera ósømiligt, at umboð fyri portørar og ambulansufólk í Útvarpinum tosa niðursetandi um formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag, tá hesin ikki er til staðar og tí ikki fær vart seg.

Tað er átaluvert og stórt spell, at Starvsmannafelagið leggur upp til spjaðing og stríð innan føroysku fakfelagsrørsluna. Vit heita tí staðiliga á Starvsmannafelagið um at leggja dent á samstarv heldur enn spjaðing

Í hesum føri er talan um sáttmálaøki hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, tað eigur ongin ivi at vera um.

 

Modellmynd av Thor Alpha  

Formaðurin í Havnar Handverkarafelag, Eli Brimsvík, og stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Gunnar Mohr, eru sannførdir um, at tað var rætt at loyva pólendingum til Føroya at smíða skrokkin á nýggja veitingarskipinum hjá Thor - Thor Alpha.

Annars var uppgávan ikki gjørd her í landinum, siga teir báðir.


Eli Brimsvík
Formaðurin í Havnar Handverkarafelag tekur undir við, at hvørki hesin skrokkurin ella nakar annar skrokkur varð bygdur í Føroyum í framtíðini, um sýtt varð fyri at loyva útlendingum hendanvegin.
Hetta sóu vit beinanvegin, tá vit vórðu spurdir, og tí ivaðust vit ikki á, at rætt var at gera avtalu við Thor og Skipasmiðjuna um hesa byggiuppgávuna, sigur Eli Brimsvík.
Hann vísir á, at sjálvt um føroyingar ikki hava sveisað skrokkin, so hevur hetta givið nógv arbeiði til føroyskar handverkarar og arbeiðsmenn, ið annars ikki var til.
Vit skulu ikki gloyma, at nógvir undirveitarar hava fingið handils- og arbeiðsordrar í sambandi við byggingina, sum bæði tryggjar okkara limum og limum í øðrum fakfeløgum arbeiði. Hetta sóu vit beinanvegin, og tí varð avtala gjørd millum Landsfelag Handverkaranna, Tórshavnar Skipasmiðju og Thor um póllendingarnar.

Gunnar Mohr
Byggingin av veitingarskipinum Thor Alpha, var ongantíð komin upp á tal, um ikki myndugleikarnir og handverkarafeløgini høvdu givið grønt ljós fyri, at pólskir sveisarar skuldu fáa innferðar- og arbeiðsloyvi í Føroyum at smíða skrokkin.

Partvís tí at føroyska ekspertisan á økinum er næstan horvin, men nógv meiri tí at lønarlagið í Føroyum ger, at skipasmiðjan ikki hevði verið kappingarfør við skipasmiðjur aðrastaðni.

Vit høvdu ongan møguleika at bjóða upp á hesa uppgávuna ella á nakran hátt gjørt okkum galdandi, um vit ikki fingu avtaluna um póllendingarnar, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju.

 

 

 

Sunnumorgunin 22. juli 2007 andaðist Johanna Hansen - brádliga, einans 66 ára gomul. Á sumri í fjør valdi Johanna at gevast sum dagligur leiðari hjá okkum í Havnar Handverkarafelag.

Johanna skuldi nú nýta sítt otium, saman við unnusta sínum. Johanna var trúgv; hóast hon hevði lagt arbeiði frá sær, var hon javnan inni á gólvinum hjá okkum; og tá fingu vit altíð eitt hugnaligt prát saman.
Mikudagurin 18. juli var ein av hesum døgum.
Tá var Johanna inni á gólvinum, sum hon plagdi, men ikki vistu vit, at hetta var seinasta vitjan hennara hjá okkum.
Tá tóktist hon at vera heilt væl fyri; og fortaldi m.a. at hon gleddi seg til at sleppa út at ferðast saman við Jonny í summar. Men nú vóru brádliga boð eftir henni.

Pápin doyði ungur
Johanna var longu í 1940 fyri tí vanlagnu - einans 6 vikur gomul – at missa pápan, sum var kendur og væl umtóktur skipari. Pápin, Joen Carl Danielsen, av Fløtunum á Strondum, varð føddur í 1912, so hann var ungur at fara.

Sanna á Høvdanum
Móðir Johonnu, Sanna á Høvdanum, er í dag 94 ára gomul. Vit sum eru yngri duga ikki rættuliga at fata, hvussu ein ung mamma í 1940 megnar at fóta sær, tá tilveran gjørdist so ófatiliga trupul. Tí var eisini mangan lætt at skilja, hvussu stóra fyrimynd hon hevði í móðir síni. Og ivaleyst lá eisini her ein partur av orsøkini til, at luturin hjá henni ongantíð lá eftir. Vit sum komu at kenna og arbeiða saman við Johonnu eru henni takksom.

Arbeiddi fyri fýra feløg
Johanna kom til Havnar, tá hon byrjaði á Preliminærskúlanum í 1954, har hon tók prógv í 1956.
Og longu árið eftir byrjaði drúgva starvstíð hennara fyri sjóvinnufeløgini í Føroyum. Fyrst Føroya Fiskimannafelag, síðani Føroya Skipara- og Navigatørfelagið og Føroya Maskinmeistarafelag.
Og tíðarskeiðið 2000-2005 var Johanna dagligur leiðari hjá Havnar Handverkarafelag.

Fiskimannafelagið
Í 1957 varð Johanna sett í starv á skrivstovuni hjá Føroya Fiskimannafelag. Fimtiárini eru tiltikin vánalig, og eins og alt samfelagið var meint rakt mundi eisini mangan standa á hjá Fiskimannafelagnum hetta tíðarskeiðið.
Hesa tíðina arbeiddu nógvir føroyingar í Íslandi, og ein heilur hópur fekk tá løn ígjøgnum Fiskimannafelagið. Tá vóru ikki nógvir hentleikar sum nú á føroyskum skrivstovum.

Alt við hond
Fjarrit kom úr Íslandi til Føroya Fiskimannafelag við nøvnunum á teimum, sum skuldu hava løn, og hvussu nógvar tímar hvør einstakur hevði arbeitt. Tá var so uppgávan hjá Fiskimannafelagnum at rokna út, hvussu nógv hvør skuldi hava og senda peningin við postávísing. So at siga allur peningur var tá fluttur við postávísing, tað var mest sum einasti møguleikin tá í tíðini. Og størsta upphæddin, sum kundi flytast við eini postávísing var 1.000,- kr.

Stórar broytingar
So har vóru nógvar postávísingar at skriva, mangan eisini fleiri til sama mann, - onkur fekk tríggjar, annar kanska 4 og fleiri postávísingar. Allar vóru tær skrivaðar og sendar sama dag. Ta ábyrgdina hevði Johanna, og tí var eisini hetta arbeiði í góðum hondum og røkt til fulnar.
Nú er onki arbeiði av slíkum slag eftir. Peningur verður fluttur við teldu beinleiðis inn á konto hjá lønmóttakara. Tað arbeiði fekk hon eisini prógvað, at hon dugdi til fulnar.
Eftir at Johanna var gift, fór hon heim at arbeiða, meðan børnini vóru smá. Í styttri tíðarskeið var hon kortini til arbeiðis hjá m.a Zaharias Bech, snikkarameistara, og hjá Árna Jensen, sum hevði Teppihandilin í Tórsgøtu í Havn.

Skiparar og maskinmeistarar
Í 1980 fekk Johanna starv hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum, sum tá høvdu skrivstovu saman í bygninginum hjá Havnar Timburhandli á Eystaru Bryggju.
Feløgini fluttu skrivstovuna í 1982 frá Timburhandlinum til bygningin hjá Svend Krosstein, Yviri við Strond 3. Tey fyrstu árini var hon einsamøll á báðum skrivstovunum, men arbeiðið vaks nógv hesi árini, og frá 1990 arbeiddi hon burturav fyri Maskinmeistarafelagið.

Avbjóðingar heldur enn forðingar
Hjá hesum báðum feløgunum var nógv arbeiði av at dagføra limalistar og samskifta við limirnar. Harumframt skuldi limagjald krevjast inn, og tað var ikki altíð lætt. Tað kravdi bæði tíð og orku, og var mangan drúgt.
Tað var eisini í hesum tíðarskeiði, at teldan gjørdist eitt alt meira vanligt skrivstovuamboð. Og sum á so mongum øðrum økjum, var heldur ikki her nakar trupulleiki hjá Johonnu. Hon hevði serlig evni til at síggja avbjóðingar heldur enn forðingar. Tað er ein eginleiki, sum hevur sera stóran týdning, ikki minst fyri tey, sum man hevur dagligt samskifti við.

Ein sera virkin kvinna
Johanna var á mangan hátt ein sera virkin kvinna, og hon hevði eisini fleiri áhugamál og frítíðarítriv.
Mangan var áhugavert at hoyra hana siga frá teimum mongu ferðunum, hon hevði verið í øðrum londum og ferðast. Serligan tokka hevði hon til Skotland og Hetland.
Johanna hevði stóran áhuga í enska málinum, og tí er helst ikki neyðugt at siga, at eisini á hesum øki var hon stinn. Væl lá fyri hjá henni at samskifta á enskum, bæði skrivliga og munnliga og um øll lívsins viðurskifti.

Hetland og Føroyar
Johanna var trúgvur gestur í Hetlandi, og har hevði hon nógv vinfólk. Síðani 1984 var hon - í fleiri førum meira enn eina ferð um árið - og vitjaði vinir og grannar fyri sunnan.
Á hesum øki var Johanna ein eldsál bæði fyri Hetland og Føroyar.
Hon hevði mong áhugamál – so mong, at møguligt er ikki her at greiða frá øllum.
Tá tað snýr seg um kunnleika og áhugamál um onnur lond var Hetland hennara hjartabarn.

Radioamatørur
Vit mugu kortini nevna hennara stóra áhugamál sum radioamatørur; tað gav henni so mangar góðar løtur og minnir.
Í hesum sambandi eigur at vera nevnt, at Johanna hevur tosað við fólk úr flest øllum heimsins londum, og tað sum gav henni henda møguleika, var virksemi hennara sum „radioamatørur“ í meira enn 30 ár. Øll hesi mongu árini tosaði hon við sendara sínum við fólk um allan heim.

Dagligi leiðari okkara
Í Havnar Handverkarafelag eru vit henni takksom fyri tað verk hon, sum dagligi leiðari felagsins, hegnisliga legði úr hondum.
Hetta var eitt krevjandi tíðarskeið við broytingum og stórum nýggjum avbjóðingum, serliga tá vit hugsa um tíðina, tá eftirlønargrunnur felagsins fór at virka. Tá byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í søgu felagsins.

Vit eru henni takksom
Í dag kunnu vit ikki annað enn sanna, at eisini hesa uppgávuna megnaði Johanna til fulnar. Hennara arbeiði var altíð væl úr hondum greitt.
Tað hevur havt sera stóran týdning fyri felagið, og fyri limir tess. Tað er við takksemi og virðing vit minnast Johannu, og hava djúpastu samkenslu við tykkum, ið mist hava. Má hann, sum øllum valdar, veita tykkum ugga og styrki.
Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir minni um Johannu Hansen.


Vegna Havnar Handverkarafelag
Eli Brimsvík, formaður.

 

10-10-2007
Helgi Øster fyrsti formaðurin felagsins

--------------------------------------------------------------------------------

 

Havnar Handverkarafelag varð stovnað 12. februar 1950. Ein av stigtakarunum var Helgi Øster, og hann var á stovnandi aðalfundi valdur at vera fyrsti formaður felagsins. Helgi er føddur 13. oktober 1921.

Vit hava heitt á Helga Øster um at siga okkum frá onkrum í sambandi við arbeiði hansara sum handverkari, og fyrstu árunum hjá Havnar Handverkarafelag.
Helgi greiðir frá, at hann upprunaliga hevði hug at læra til snikkara, men tað var ikki bara sum at siga tað. Tað var vónleyst at fáa lærupláss í Føroyum tá.

Lærdi í Keypmannahavn
Helgi fór tí til Danmarkar 14. september 1938 at royna, um hann ikki kundi fáa handverkaraútbúgving í Keypmannahavn. Og tað hepnaðist. Helgi fór í læru hjá donsku marinuni at læra jarnsmíð. Hann fekk lærupláss á eini skipasmiðju, sum vanliga verður nevnd ”Orlogsværftet”, og fór í læru 26. september 1938.

Lærutíðin var 4 ár, og hann var liðugur at læra til jarnsmið 26. september 1942.
Helgi fekk bústað á einum lærlingaheimi í Rantzausgade í Keypmannahavn. Tá búðu ikki færri enn 24 føroyingar á hesum lærlingaheimi. Fyri bústaðin skuldi Helgi gjalda 10,- kr. um vikuna.
Lærlingalønin var 1. árið 7,- kr. um vikuna.
2. árið 10,- kr.
3. árið 12,- kr.og
4. árið 15,- kr. um vikuna.

Meðan hann var í læru á Orlogsværftinum, hertóku týskarar Danmark, 9. apríl 1940. Og tað, sum í dag kann tykjast løgið er, at týskurin ikki hertók skipasmiðjuna, sigur Helgi. Hann greiðir frá, at ikki er lætt at siga, hví týskarar ikki tóku skipasmiðjuna, hetta hóast teir m.a. bæði bygdu torpedubátar og kavbátar á skipasmiðjuni.

Liðugur at læra
Tá Helgi var liðugur at læra á heysti 1942, fekk hann arbeiði sum sveinur á ”Orlogsværftinum” og arbeiddi har til mars mánaða 1943.

Seinni fekk hann forkunnugt starv í eini smiðju í Keypmannahavn. Í hesi smiðju varð bara arbeitt við rustfríðum stáli, og tað var ikki vanligt tá. Hetta var ein av teimum fyrstu smiðjunum í Danmark, sum fór undir arbeiði við rustfríðum stáli. Arbeiðið í hesi smiðju var ikki vandaleyst. Tað mátti Helgi sanna, tá hann ein dagin fekk ein stálsplintur inn í longutong. Meistarin visti um vandan, og gjørdi tíbetur skjótt av – bant okkurt stramt um hondina, og sendi hann skjótast gjørligt til Kommunuhospitalið. Helgi kom alt fyri eitt undir læknahond og varð skorin. Tá var splinturin komin langt upp í hondina, so kanska var hetta í síðstu løtu, at hann kom undir læknahond.

Útisetar og felagslív í Danmark
Tey árini Helgi búleikaðist í Danmark var ríkt felags- og mentanarlív millum føroyingar í Danmark, serliga í Keypmannahavn. ”Føroyingafelag” skipaði javnan fyri fundum og veitslum, sum fingu góða undirtøku, og savnaði nógvar útisetar.
Men har vóru eisini onnur feløg. Helgi var m.a. virkin í Ítróttarfelagnum, og var eitt skifti eisini nevndarlimur í hesum felag. Vit kundu eisini nevnt, at Ítróttarfelgið - uttan íhald, hevur verið virkið síðani stovnanina. Og enn savnast hópur av føroyingum, bæði vetur og summar, til ítróttarkappingar í føroyska ítróttarfelagum í Keypmannahavn.

Og hann var eisini í felagnum ”Oyggjaframi”, sum var stovnað undir krígnum. Hetta felag hevði tjóðskaparpolitiska stevnuskrá, og til ber at siga, at hetta felag seinni fekk stóran týdning í føroyskum politikki. Nevnast kann, at mong av teimum, sum vóru limir í ”Oyggjaframa”, vóru við, tá Tjóveldisflokkurin varð stovnaður 22. og 23. mai 1948. Helgi var eisini við til hesa stovnseting, og hevur í mong ár verið virkin í Tjóðveldisflokkinum.

Helgi hittir Fridu
Tað var eisini í hesum tíðarskeiði, at Helgi hitti Fridu Hammer, sum var ættað av Toftum. Hon var tá í skrivstovulæru hjá FDB (danska Keypsamtøkan). Tey gjørdust góð og giftust í Keypmannahavn. Gudmund Bruun, prestur, sum hevði sera stóran týdning fyri føroyskar útisetar, vígdi tey 21. november 1943. Frida var nakað eldri enn Helgi, fødd 27. august 1918.
Og tað var eisini í Keypmannahavn, at Helgi og Frida gjørdust foreldur. Elsti sonur teirra, Rúni, er føddur í Keypamannahavn í 1945.

Aftur til Føroya
Tá Helgi kom aftur til Føroya í 1946, gekk hann eina tíð sjúkur við blóðforgiftningi, men fekk nakað seinni arbeiði sum jarnsmiðjur á Tórshavnar Skipasmiðju. Tá var stórur tørvur á handverkarum í Føroyum. Á Tórshavnar Skipasmiðju arbeiddu fleiri danir. Helgi arbeiddi 2 ár á Tórshavnar Skipasmiðju.

Í 1948 fór hann at arbeiða hjá Wenzel Petersen. Tá hevði Wenzel nógv arbeiði umborð á enskum trolarum. Teir lógu mangan á vágni - út fyri smiðjuni hjá Wenzel, sum var úti í Bakka í Havn.
Hjá Wenzel arbeiddi Helgi til 1964. Hetta er langt tíðarskeið, og tí hevur Helgi eisini mangt at minnast aftur á hesa tíðina.

Handverkarafelagið
Tað var m.a. eisini í hesum tíðarskeiði, at Helgi kom upp í fakfelagsarbeiði og gjørdist formaður bæði í Havnar Handverkarafelag og Føroya Handverkarafelag. Mangan verður tosað um kapping millum Havnina og Klaksvíkina. Men tá talan er um handverkarafelag, lá Klaksvíkin - í teirri tíðini - væl frammanfyri Havnina, sigur Helgi við einum brosi. Klaksvíkar Handverkarafelag varð longu stovnað fyrst í tríatiárunum, og Havnar Handverkarafelag varð stovnað í 1950. Stovnandi aðalfundurin varð settur í Losjuni 12. februar 1950 kl. 13.

Handverkarar í Havn høvdu frammanundan verið limir í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevði eina handverkaradeild. Flestu handverkarar í Havn fingu vanliga arbeiðsmannaløn, summir fingu eitt lítið ískoyti - nøkur fá oyru.

Flestu handverkarar í Havn mettu tí, at tað var umráðandi at fáa ein sáttmála við Havnar Handverksmeistarafelag, og tí tóku teir stig til at stovna Havnar Handverkarafelag.

Tá vóru nógvir arbeiðsleysir handverkarar í Havn, og eitt tað fyrsta, felagið fór undir, var at kanna, um ikki var møguligt at fáa bygt felagnum eini hús. Her var serliga hugsað um, at tað fór at útvega arbeiðsleysum handverkarum arbeiði. Henda ætlan kom so mikið langt, at grundstykkið stóð felagnum í boði. Seinni var ætlanin kortini slept, og Drotning Ingridar Barnagarður bygdur á grundstykkið.

Vánaligar tíðir
Tað er væl kent, at fimtiárini vóru vánaár í Føroyum. Nógv verkføll vóru, og mong virki fóru á húsagang. Tað var eisini í hesum tíðarskeiði, at stórir trupulleikar vóru í Sjóvinnubankanum.

Helgi minnist serliga ein dag. Tann dagin arbeiddi hann fyri Wenzel Petersen í Sápufabrikkini á Hálsi. Tá var farið undir at leggja um frá javnstreymi til veksilstreym í Havn. Og í hesum sambandi arbeiddi hann í Sápufabrikkini.
Tá var hvørki sjónvarp ella útvarp í Føroyum. Útvarp Føroya fór ikki at senda fyrr enn í 1957. Men kortini frættust tíðindi skjótt, tá okkurt serligt var á vási.
Tann eina dagin legði Helgi til merkis, at okkurt var áfatt – fólk høvdu so øgiligan skund. Tá vóru tíðindi farin at ganga um, at tað stóð sera illa til í Sjóvinnubankanum, og fólk skundaðu sær tí í bankan at fáa hendur á peningi, áðrenn bankin lat aftur ella fór á húsagang.

Hetta vóru sera vánaligar tíðir, og nógv gjørdust arbeiðsleys. Hjá Wenzel Petersen vóru - eftir stuttari tíð - bara einir 5-6 manns eftir í arbeiði. Áðrenn kreppan tók seg upp, vóru teir omanfyri 20 í tali.

Limagjaldið stórt
Men Havnar Handverkarafelag fekk góða undirtøku, og limirnir vildu stuðla felagið. Helgi minnist, at vanliga limagjaldið í fakfeløgunum tá var 12,- kr. um árið. Men í Havnar Handverkarafelag varð skjótt samtykt, at limagjaldið skuldi vera 12,- kr. um mánaðin. Nakað seinni varð samtykt, at limagjaldið skuldi vera 30,- kr. um mánaðin. So tað er lætt at skilja, at limirnir ynsktu eitt gott felag.

Dagskúli í Havn
Men tíðirnar batnaðu, og umstøðurnar hjá handverkarum og handverkslærlingum batnaðu eisini. Eitt, sum eigur at vera nevnt er, at handverkslærlingar í 1964 fingu høvi til at ganga í tekniskum skúla um dagin í staðin fyri um kvøldið.
Mangir handverkslærlingar komu tá til Havnar at ganga í Tekniska Skúla. Tí var eisini farið undir at reka skúlaheim til handverkslærlingar í Havn. Í hesum sambandi var Helgi Øster settur at vera leiðari á Skúlaheiminum, sum fyrstu mongu árini hevði hús í Kongagøtu í Havn.

Seinni varð nýtt skúlaheim bygt í Marknagili. Helgi Øster var í hesum leiðarastarvi, til hann í 1992 legði frá sær vegna aldur.

Eina dóttur og tríggjar synir
Sum nevnt, er elsti sonur Helga og Fridu, Rúni, føddur í Keypmannahavn í 1945. Hann er útbúgvin arkitektur og arbeiðir í Havn. Í 1949 fingu tey eina dóttur, sum eitur Guðrið. Hon hevur skrivstovuútbúgving, og býr og arbeiðir í Svøríki.
Seinni fingu tey tveir dreingir, Ólav, sum er føddur í 1953. Hann er savnsvørður á Føroya Forminnissavni. Og Mikkjal, sum er føddur í 1963. Hann arbeiðir í Sjónvarpi Føroya.
Frida, kona Helga, andaðist 6. september 1997 - 79 ára gomul.

 

 

 

 

 






 

 




Fara vit nakað aftur í tíðina so gjørdu føroyingar sjálvir so at siga øll amboð, lutir og klæðir, sum kravdust til gerandis og heilagt.

Her eigur at vera nevnt, at tá lutir vóru virkaðir, varð ikki einans hugsað um eina praktiska loysn. Tað hevði eisini týdning, at tað, sum virkað varð, var vakurt. Og vit kunnu leggja afturat, at hetta varð gjørt, hóast gerandisdagurin var so strevin, sum vit í dag valla duga at meta um. Ongir hentleikar vóru, og mest sum alt arbeiði var tungt og drúgt. Tíðin var av somu orsøk eisini oftast knøpp.

Vakurleikin hevði stóran týdning
At vakurleikin hevði týdning, undir hesum vána umstøðum prógva mangir av teimum gripum, amboðum, lutum og klæðum, sum eru varðveitt á Føroya Fornminnissavni.
Tað er ikki ov nógv sagt, at mangan er talan um meistaraligt handverk á sera høgum støði.
Men alt er ikki hvørsmans føri, og tí er onki at ivast í, at ein stórur partur av teimum gripum, sum eru varðveittir á Fornminnissavninum, eru tilevnaðir av fólki við stórum listarligum gávum.

Listaverk
Her er hóskandi eisini at nevna gomlu føroysku trækirkjurnar, sum meira og minni eru prýddar við framúrskarandi træskurðum á høgum listarligum støði.
Og føroyski róðrarbáturin, sum í sjálvum sær er eitt satt listaverk,
og samstundis sum róðrarbáturin er eitt listaverk, er hann eisini bátur, sum ikki kundi verið hóskiligari til føroyskar umstøður, - náttúru, veðurlag, streym og lendingarmøguleikarnar, sum føroyingar livdu undir í øldir. Og fyri ikki at tala um allar teir mongu lutir og amboð, sum føroyingar í øldir hava virkað t.d. úr horni, jarni og træi.

Báturin
Um føroyska bátin skrivaði Karsten Hoydal í 1950: “Meðan nakrir bátasmiðir smíðaðu bátar, ið kendust tungir og dumbir, so vóru aðrir meira artistiskt gávaðir, ið megnaðu at geva bátinum ein slíkan lættleika í forminum, at hann kom at kennast sum livandi skulpturur. Tá ið bátarnir stóðu á rað í fjøruni ein summar dag, kundu teir minna um eina risa palett. Svart og skínandi hvítt, sterkt reyðir, bláir og grønir litir. Bátarnir kundu soleiðis bera boð um eina litgleði.”

Tjóðbúnin
Og tjóðbúnin, - til hann bundu og vóvu tey litrík klæði, gjørdu knappar, spenni og maljur. Alt hetta - taka vit í dag sum eina sjálvfylgju, men tað er skapt og ment av undanfarnum ættarliðum í øldir við stórari virðing fyri vakurleikanum.

Bóndasamfelagið
Í gamla bóndasamfelagnum var ikki húsa- og jarnsmiður í hvørjari bygd. Tað hevur verið rættuliga vanligt, at bóndin ella annar var jarnsmiður framíhjá, og smíðaði bæði amboð og amboðspartar, sum tørvur var á.
Dømi er um bónda, sum, áðrenn hann fór til dagsgerð sína, smíðaði allan tann bátaseym, sum bátasmiðurin skuldi nýta tann dagin.
Og her nema vit við kjarnan í tí gamla føroyska bygdafelagskapinum. Menn arbeiddu í felag, hvør hjálpti øðrum eftir førimuni, og menn skiftu arbeiðið sínámillum soleiðis, at hvør gjørdi tað, sum lá best fyri hjá honum.

Samstarv
Skuldi bóndi t.d. hava haka, so dugdi hann kanska sjálvur at telgja hakafótin, men fekk jarnsmið at gera hakagrevið. Bóndin kundi so gera jarnsmiðinum einhvønn beina afturfyri.
Virkisøkið hjá jarnsmiðinum var ójavnt. Hjá teimum hegnigastu allar Føroyar; teir dugdu eisini handverk sítt til lítar: leggja í stál, og at herða tað í eggjørnum. Eisini gjørdu teir fjarðar á lásum og byrsum. Í sínum arbeiði hevði jarnsmiðurin nógv amboð, sum hann eisini sjálvur gjørdi: hamarar, tengur o.s.fr. ja enntá stiðan, sum alt var smíða á.

Høvuðsamboðið var knívurin
Fram um alt smíðaði jarnsmiðurin knívar, sum var høvuðsamboð føroyinga, og sum hvør maður altíð hevði undir lið. Øll kenna vit orðatakið “knívleysur er lívleysur”. Tað sigur við 3 orðum nett og knívskarpt, hvussu neyðugur knívurin var í nærum øllum arbeiði. Og tað vóru ikki einans menn, sum altíð bóru knív, tað gjørdu flestu konur eisini.
Við knívinum ótu tey, svævdu seyð, stungu oksar, skóru hval á háls, flettu, skóru upp og limaðu sundur. Og væl bar til, tí øll høvdu frá barnsbeini lært at halda knívi og lært, hvar skuldi setast á.
Tó at onnur amboð eisini vórðu nýtt, so var knívurin álitið í so mongum arbeiði hjá træsmiðinum og smásmiðinum. Við knívinum hava summir fingið í lag at telgja skrúvur og skrúvugongd. Tað er heldur einki annað amboð, sum mannfólkini hava vandað sær so væl um, sum um knívin.

Knívsblaðið
Blaðið á føroyskum knívum var øðrvísi sneitt enn á knívum, vit annars vita um í øðrum londum, og tað er neyvan tilvild, men úrslit av royndum.
Skaftið á knívum til gerandisbrúk var oftast av tilvildarviði, og slíðrarnir úr leðri ella úr viði við hornhólkum, færri og fleiri.
Á knívum, sum skuldu bjóða sær betur fram, vóru skøftini av mahogni og teak ella øðrum frægari viði.
Eisini hava teir havt serligar skartknívar, ið vórðu innlagdir við ljósari og myrkari viðasløgum, stundum við myndum úr metal, seinri fara teir at gera knívar og slíðrar úr ibenholt við innløgdum silvur- og beinamynstrum og myndum, ella gera teir úr hvalabeini við metalhólkum

Fjallstavurin
Eitt annað amboð, sum menn altíð hava havt fragd av at fríðka um, er fjallstavurin.
Niðast hevur hann langan jarnpík, ofta við hegnisliga smíðaðum veðrum, sum vóru til gagns og prýðis. Við ovara enda er altíð eitthvørt serligt gjørt. Hann kann enda í knøtti, er oftast skreytskorin við krot- ella myndaskurði, ella við svidnum myndum.
Serligan ómak gjørdu summir sær við fríggjarastavinum, sum skuldi vera so langur, at maður røkk at leggja fingrarnar á toppin, tá píkin stóð á fótablaðnum.

Krotskurður
Krotskurður er annars serliga á størri og smærri kistlum, ið ofta eru bæði snøgt og stuttliga gjørdir. Við hvørt eru teir úr einum kubba. Næstan allir kistlar eru at læsa, summir við kynstrigum lásum, naddalásum, finnalásum ella nýralásum, ið ein og hvør ikki fekk upp.
Ískornar eru eisini flestar manglifjalirnar, festargávur frá dreingi til gentu; á teimum síggja vit hendinga ferðir blaðskurðverk. Og handfongini á øllum eru hjá okkum, sum hjá øðrum, evnað sum ross ella drekar. Sjáldsamar eru rættiligar myndir, men koma tær fyri bæði á manglifjalum og á kistlalokum. Ein kistil á Fornminnissavninum frá 1695 hevur rúnainnskrift.

Horn
Til smásmíð sítt høvdu teir, umframt viðin serliga horn. Úr tí gjørdu teir serstakliga súpingarbúnýti, sum hvør skuldi eiga sítt av; spønir við stuttum uppbendum skafti, og rundum ella árundum blaði, og skeiðir við longri skafti og vanliga spískari blaði. Besta evnið var neytahorn, tey vórðu sagað áleiðis og annaðhvørt kókað ella bloytt í løgi, síðan løgd í spónalag, ið var læst við eini hornheld. Á henda hátt fekk spónurin tað skap, hann skuldi, men mátti nú verða telgdur og skavaður við serligum knívum og so snákaður og blankaður á ymsan hátt, til hann varð skínandi og mjúkur. Hesir spønir eru summir útskornir og stundum valaverk.
Úr horni gjørdu teir eisini kambar, serliga tættkambar, lúsakambar; hornið varð sett í kambalag og har evnað við smáum sagum og knívum.
Í Sverris søgu frá seinast í 1100-árinum verður sagt frá, at fosturfaðir Sverra kong í Noregi kallaðist Unas kambasmiður. Hann var ættaður úr Føroyum.
Serliga stór horn vórðu gjørd til brennivínshorn, snúshorn og krúthorn, og av stiklunum vórðu gjørdir svøvlar.

Stoypiformar
Stoypingaformar gjørdu teir úr royðugróti ella fitisteinspettum, sum við hvørt skilliga siga frá, at tey eru ílatabrot, ið gjørd eru til formar. Hvussu teir hava fingið tey, er ikki gott at siga nú, men óhugsandi er ikki, at menn hava funnið tey í gomlum toftum. Teir stoyttu mest tin: skeiðir, spenni, buksu-, troyggju- og stimaknappar og annað.
Úr blýggj stoyttu teir kúlur og pilkar. Summir hava roynt seg í fínari metalsmíði, til skjals eru silvurskeiðir og fittir silvurbollar, sum føroyskir silvursmiðir skulu hava smíðað, umframt eru skrá- og tubbaksdósir, úr kopari og messing, summar við loynilásum; sumt av hesum sigst at vera evnað her á landi, um so er, óivað eftir fremmandum fyrimyndum. Pípustokkar tykjast hava verið rættiliga vanligir, fleiri eru væl gjørdir úr serliga góðum viði og hava metalhólkar. Ein tílíkur er um somu tíð stavur, pípugoymslan er í handtakinum.

Sparsemi kann vera dygd
Føroyingar hava altíð lagt dent á at vera væl og hampiliga skøddir og klæddir, eins og teimum tókti væl at vera siðaðir í allari medferð, - og menn vórðu virdir eftir tí. At spara vóru teir noyddir, men sparsemi, sum í roynd og veru er røkiskapur og sketni, er dygd hjá einum fólki.
At smíða øll ella flest øll amboð sjálvur, soleiðis sum gjørt varð, hevur verið slíkt knoss, at vit nú á døgum illa duga at fata tað.
Tað var vanligt, at maður sjálvur laðaði og smíðaði hús síni, sethús og mongu úthúsini. Onkur hevur helst havt royndan smið sum ráðgeva, ella at smiður stóð fyri arbeiðinum, hóast eigarmaðurin sjálvur gjørdi meginpartin av arbeiðinum.

At enda kunnu vit nevna eina stutta frásøgn hjá Mariu Skylv Hansen, sum hon hevur frá mikinesmanni: “At verða biðin um at smíða hús, tað hildu vit vera fragd. Ein og tjúgu ára gamal tók eg sjálvur triði fyrstu húsini uppá meg at gera, bæði laða grundina og smíða tey, tað var í 1887, og væl bar í lag, tó eg ikki hevði smíðað fyrr, men altíð havi eg lagt mær eina við at hyggja væl eftir, hvussu hinir smíðaðu”.

 

01-12-2007
Jóannes í Dímun Jacobsen: Besti lærlingurin í danska kongaríkinum

--------------------------------------------------------------------------------
Jóannes í Dímun Jacobsen fekk silvurmedalju fyri sveinastykkið, sum hann gjørdi á Tekniska skúlanum í Silkeborg seinastu vikuna í juli mánað 2007.
Tað er ikki á hvørjum degi, at lærlingar fáa so gott úrslit. Tað eru ikki minni enn 12 ár síðani silvurmedalja varð latin í hesum faki á tekniskum skúla í Danmark.

 

Eyðstein Jacobsen, sum hevur verið lærumeistari hjá Jóannes sigur:
Lat meg fyrsta nevna, at eg havi kent Jóannes síðan han var smádrongur, og eg legði skjótt til merkist, at hann dámdi óvanliga væl at tekna, eg helt eisini, at hann dugdi óvanliga væl at tekna.

Í heila tikið má man siga, at Jóannes hevur serliga góð kreativ evnir. Men tað hevur hann ikki frá ongum, tað hava mamman og pápin eisini.
Skal eg siga nakað um, hvussu hann er at arbeiða saman við, so vil eg siga, at hann er altíð nærlagdur og arbeiðssamur.


Magnus Pauli Udbø, lærumeistari, sigur um Jóannes:
Jóannes er dugnaligur og álítandi; alt sum hann ger, er væl úr hondum greitt, hansara lutur liggur ongantíð eftir. Og eg havi aldrin hoyrt eitt øvugt orð frá honum.
Nú er Jóannes fastur partur av lakktoyminum hjá Reyni Service, tað gleðir okkum.
Lat meg skoyta uppí, at er tað nakar, sum hevur uppiborið eina silvurmedalju, so er tað Jóannes.

 

Eivind av Reyni, sigur um Jóannes í Dímun Jacobsen:
At Jóannes gekk uppí útsjónd og litir sást skjótt aftur á hansara egna kroppi, man mátti viðhvørt hyggja tvær ferðir um tað nú var Jóannes ella ein nýggjur meðarbeiðari, sum var komin í praktikk ella í læru.

Hetta sigur eitt sindur um hansara kreativu og serligu evnir; tað vísti seg skjótt, at tað vóru bæði hendur og hugflog, sum virkaðu saman í eini hægri eind, tá ið onkur serlig uppgáva skuldi loysast.

Tað hevur verið ein fragd at hava Jóannes í læru, og at hann valgdi júst hetta yrki var óiva ein røtt avgerð fyri hansara viðkomandi.
Vit eru fegin um, at Jóannes hevur ynskt at halda fram sum “bilmálari“ hjá okkum, tá ið hugsað verður um hansara dygdir, saman við einum prógvi, sum talar fyri seg.
Eivind av Reyni handaði Jóannesi gávu fyri góða avrikið.

 


09-12-2007
Sylverius Jacobsen á Skála givin sum smiðjuformaður

--------------------------------------------------------------------------------

 

1. august 1992 varð Sylverius Jacobsen settur í starv sum smiðjumeistari á Skála Skipasmiðju. Tá hevði hann í fleiri ár verið formaður í Skála Handverkarafelag.
Men av tí, at han metti, at tað kundi vera óheppið, at smiðjumeistarin á Skipasmiðjuni og formaðurin í Skála Handverkarafelag var sami maður, legði hann formansstarvið í handverkarafelagnum frá sær.

1. september 2007 hevði Sylverius hug at royna aðrar avbjóðingar, og tá tók Kári Weihe við sum smiðjuformaður.

Á myndini taka Kári Weihe og Sylverius Jacobsen í hondina hvør á øðrum í sambandi við vaktarskifti á Skála Skipasmiðju.

 


Árini runnin skjótt
Sylverius sigur, at hesi árini síðani 1992 hava runnið skjótt, og hann metur sjálvur, at nú er rætta løtan komin til at lata ein annan sleppa at royna seg. Men hann ætlar kortini ikki at leggja alt frá sær. Gongur sum ætlað, so verður hann at síggja sum vanligur sveinur á Skála Skipasmiðju eftir summarfrítíðina, og tað gleðir hann seg til.

Ein vanligur arbeiðsdagur
Hjá einum meistara á eini skipasmiðju er nógv at halda skil á. Nú hann leggur frá sær hevur hann ábyrgdina av 34 monnum; tað eru 18 handverkarar og 16 lærlingar.

Tað sum er mest umráðandi er at planleggja væl, sigur Sylverius; hann plagar at siga, at ein vanligur dagur hjá honum byrjar altíð dagin fyri.
Man skal hava fingurin á pulsinum, og vita, hvussu langt hvør einstakur er komin. Og tað er umráðandi, at tilfar og amboð, sum skulu brúkast eru tøk, og at ongar óneyðugar forðingar stinga seg upp. Tað hevur nógv at siga, at tað er gott samstarv millum allar deildirnar á Skipasmiðjuni Tað tíðina Sylverius hevur verið meistari hava umleið 70 lærlingar fingið sveinaprógv á Skipasmiðjuni.

Nógv er broytt
Tað hevur ikki altíð gingið væl fíggjarliga á skipasmiðjuni á Skála. Nógvir ymiskir eigarar hava verið; teirra millum Skála Handverkarafelag, ið hevur sett nógvan pening í Skipasmiðjuna; sum allur er mistur. Fleiri fallitt hava verið, men síðan 1997 hevur friður og regluligt arbeiði verið á Skála Skipasmiðju.
Seinnu árini er nógv broytt, tá talan er um skipabygging í Føroyum.
Skipasmiðjurnar á Skála, í Havn og Vestmanna eru nú saman við F.J.M í Runavík í einum samtaki, sum Gunnari Mohr stjórnar.

Nýbygningur og nýggjar vónir
Sum nógv vita vóru nú mong ár liðin síðani ein nýbygningur var bygdur á føroyskari skipasmiðju. Tí var tað ein sera spennandi avbjóðing, tá Skipasmiðjan í fjør fór undir at byggja eitt supplyskip.
Gongdin seinnu árini bendi á, at tað var vorðið ómøguligt at byggja skip í Føroyum.

Tað vóru gingin so mong ár síðani vit bygdu nýtt, at vit – snøgt sagt – høvdu mist tann førleika, sum krevst, tá talan er um sveising til nýbygning.
Og samstundis bendi mangt á, at vit ikki vóru kappingarfør í prísi.
Eg haldi at mong høvdu mist vónina um, at tað aftur fór at vera gjørligt at byggja stálskip í Føroyum.
Tí var tað heppið, at tað gjørdist møguligt at fáa samstarv í lag við eina skipasmiðju í Pólandi, sum kundi senda sveisarar til Føroya at hjálpa okkum við sveisingini.
Tá mest var at gera á Skála Skipasmiðju vóru um 150 handverkarar í starvi. Eina tíð var skipasmiðjan størsta arbeiðsplássið í landinum.
Sylverius nevnir, at hann minnist, at tað vóru millum 300 og 350 starvsfólk á Skipasmiðjuni. Men so hevur ikki verið seinastu mongu árini.

 

Samstarvið við pólendingar
Teir pólendingarnir, sum eru her og sveisa, gera eitt framúrskarandi arbeiði.
Vit hava nógv at læra av teimum, sigur Sylverius. Teir eru sera góðir handverkarar.
Hvør einasta sveising verður væl slípað; hetta er so mikið væl gjørt, at vit ikki kundu gjørt tað betur. Teir taka eisini alt so væl upp eftir sær, teir eru so rudduligir.

Útbúgving av sveisarum
Eg haldi, at vit hava brúk fyri góðum sveisarum í Føroyum, og tí áttu vit, at gjørt eina avtalu, við hesar menninar, um útbúgving av føroyskum sveisarum.
Meðan vit hava teir her, áttu vit at nýtt høvi til at fáa eina skipaða læru í lag.
Tað kundi væl verið at t.d. sjómenn, sum eru komnir eitt sindur upp í árini, kundu hugsað sær eitt fast arbeiði á landi. Tað kundi eisini verið, at ungir dreingir høvdu hug at roynt eina slíka læru.

Samskifti
Skulu vit í holt við eina útbúgving, so krevur alt at vera væl lagt til rættis. Her hugsi eg eisini um tað málsliga. Teir flestu, sum hava verið her eru ikki væl fyri málsliga, tað eru einir tveir – tríggir, sum duga eitt sindur av enskum.
Men av tí, at alt er lagt væl til rættis, so er hetta ikki nakar trupulleiki sum er.
Vit hava ein mann, sum burturav tekur sær av samskiftinum, og tað hevur riggað væl. Tað er Johan M. Jacobsen, stálformaður, sum tekur sær av hesum.
Alt arbeiði liggur í eini fastari legu, so tað er ongin trupulleiki.
Men sum sagt, so haldi eg, at vit skuldu fingið teir at lagt okkum lag á, so vit í framtíðini sjálvir kundu gjørt hetta arbeiði líka væl sum teir.

Teir trívast væl
Eg haldi, at pólendingarnir trívast væl her á Skála, sigur Sylverius. Teir flestu búgva umborð á skipinum, sum liggur við bryggju á Skála. Har er pláss til 34 mans. Men so hevur Skipasmiðjan eisini eini hús, har 10 kunnu búgva. Men teir eru sjáldan so nógvir. Av og á vitjar leiðslan á skipasmiðjuni í Pólandi á Skála.

Í frítíðini brúka teir ítróttarhøllina á Skála, og teir spæla eisini fótbólt á graslíkisvøllinum. Teir eru katolikkar, og koma ikki í kirkju á Skála, men eg havi frætt, at pólendingar, sum eru í Havn fara í katólsku kirkjuna í Havn.

Fór í læru í 1970
Sylverius er ættaður úr Leirvík. Hann fór í smiðjulæru á Skála Skipasmiðju 1.
mars 1970.
Frammanundan gekk hann í realskúla í Fuglafirði í 11/2 ár. Men har fann hann útav, at realskúlin ikki var tann rætta leiðin hjá honum. Hann vildi heldur sleppa í læru.
Hann greiðir frá, at fyrsta skeiðið hjá honum í Tekniska Skúla nevndu teir forskúli, sum var 12 vikur. Seinni vóru 4 styttri skúlaskeið.
Tá hevði Tekniski skúli undirvísingarhøli Yviri við Strond. Meðan hann gekk í skúla búði hann hjá eini mostir í Havn.
Sylverius varð útlærdur 1. mars 1974.
Og at enda nevnir Sylverius, at undan honum var Johan Lervig smiðjumeistari, og nú hann leggur frá sær verður Kári Weihe smiðjumeistari.

Nýbygningurin Thor Alpha
Í sambandi við sjósetingina 21. juli vóru eini 200 fólk samankomin á Skála.
Um 10-tíðina, fyrrapartin, kom skrokkurin úr byggihøllini á vogni og helt beina kós út á sjógv. Skrokkurin var sleipaður til bryggjukantin har hann skal gerast liðugur. Sigast kann, at sjósetingin gekk sum eftir bókini.
Thor Alpha verður bygdur til at veita skipum, sum skjóta seismikk allar neyðugar tænastur. Nakrar av tænastunum eru; at veita tung- og dieselolju, drekkivatn og proviant.
Umframt manning – 6 mans – er pláss til 10 ferðafólk umborð. Tað vil siga, at manningin kann hava t.d. maka og børn við umborð; tey kunnu í mesta lagi vera 10.
Ein av tænastunum hjá skipinum verður at flyta sjófólk av og til skip, sum skjóta seismikk. Umborð er pláss til 34 sjófólk.

Hetta skipaslagið verður nevnt Suport/Chase skip. Skipið verður skrásett í Føroyum og verður heimahoyrandi í Hósvík.

Støddir:
Mesta longd: 55,10 m
Longd millum loddlinjur: 50,11 m
Breidd: 12,50 m
Dýpi til høvuðsdekk: 5,50 m
Bandarúm: 0,60 m
Brutto tonsatal: 1030 BT
Netto tonsatal: 430 NT


Skipið lastar og bunkrar:
Tungolju: 998 m3
Dieselolju: 550 m3
Vatn: 50 m3

Ferð: (royndartúr)
Við Azimuth-skrúvum: 13,0 sm/t.
Við Pump-Jet: 4,5 sm/t.
Klassi: DNV + 1A1 E0 SF

Framman verður skipið útgjørt við pumpjet framdrívsskipan av slagnum Schottel Pump Jet (SPJ 82 RDL). Við hesi skipan kann skipið sigla 4,5 sjómíl/tíma.




 

10-12-2007
Ransin N. Djurhuus: Málari og dómari

--------------------------------------------------------------------------------

 

Á sumri 2001 fekk Ransin hug at taka eina miðnámsútbúgving, og fór tí undir HF lestur í Hoydølum á sumri 2001; har hann tók HF prógv á sumri 2003.
Í summarfríðtíðini í 2000, 2001 og 2002 arbeiddi hann sum málari hjá Málameistarunum Falkenberg.
Tá hann var liðugur við eftirskúlan hevði hann hug at royna, hvussu tað er at arbeiða í einum Frítíðarskúla. Tað dámdi mær stak væl, sigur Ransin, eg arbeiddi sum hjálparfólk í einum frítíðarskúla í 1½ ár.
Men so fekk eg ein møguleika at arbeiða sum timburmaður; tað var fyrst í 2001. Tað var nakað heilt annað; tá lærdi eg nógv, sum seinni er komið mær til góða. Tað kann eg fyri so vítt eisini siga um frítíðarskúlan. Men tíðin sum timburmaður var stutt, einans 6 mánaðir.

Í málaralæru
Ransin greiðir nú frá, at tað var nærmast rein tilvild, at hann fór at læra til málara. Tað komst av at Benny Falkenberg spurdi meg um eg ikki hevði hug at koma í málaralæru hjá teimum. Eg hevði jú arbeitt fleiri stutt og longri tíðarskeið hjá teimum - serliga um summari, tá eg gekk í skúla.
Málarameistararnir Falkenberg bjóðaðu mær góðar treytir, tað var helst grundin til, at eg tók av. Eg visti, at tað var stórur tørvur á málarum. Tað hava verið alt ov fáir málarar í nógv harrans ár. Tað er eisini nakað serligt at fara í málaralæru, tí man skal av landinum til Danmarkar at ganga í tekniskum skúla. Teknisku skúlarnir í Føroyum taka ikki málaralærlingar inn, tí má man av landinum.
Læran byrjaði 17. mars 2004. Eg fór alt fyri eitt til arbeiðis, og
arbeiddi í fyrsta umfari einar 7 mánaðir. Tá var eg 22 ára gamal, leggur Ransin afturat.



Fyrsta tíðin
Í oktober/desember 2004 var eg í Danmark og tók tað fyrsta skúlaskeiðið, sum var 10 vikur.
Eg gekk í teknsikum skúla í Gladsaxe. Hetta var ein stórur skúli, men mær dámdi væl. Í desember var fyrsta skúlaskeiðið liðugt, og eg kom heim aftur til jóla 2004.
Tað var spennandi at koma aftur til arbeiðis. Eg hevði sjálvandi lært eitt sindur av hvørjum, og slapp at royna meg við nýggjum uppgávum.

Í Danmark í 2005 og 2006
Aðru ferð eg fór í tekniska skúla í Danmark var í oktober 2005. Tað var á sama skúla, og skúlaskeiðið var eisini 10 vikur.
Eftir skúlagongdina kom eg heim aftur í desember og byrjaði so aftur at arbeiða.
Eg lærdi sjálvandi meira og meira og fekk størri avbjóðingar, og tað dámdi mær stak væl.
Tað triðja skúlaskeiðið var á sama skúla í 10 vikur. Tað var í oktober/desember 2006.

Dómari
Meðan vit sita og práta er sjónvarpið frá. SVF sendur ítróttartíðindi, so vit hyggja eftir onkrum broti inn ímillum. Men so brádliga reisur Ransin seg upp úr sofuni, og sigur avgjørdur “Hatta er skomm fyri føroyskan fótbólt”.
Sjónvarpið sendir myndirnar umaftur, og nú síggi eg, at ein venjari loypur á ein leikara og slær hann beint í andlitið.
Brotið, sum SVF sendur, er frá einum dysti í Formuladeildini suðuri í Vági ímillum VB/Sumba og EB/Streym.
Ransin er sjálvur dómari í Formuladeildini.
Eg ógvist eisini við, og havi hug at spyrja, hvussu slíkt kann henda í Føroyum. Ransin er skjótur at svara, at hatta kann í grundini henda, hvar sum helst. Vit eru ikki øðrvísi enn onnur, leggur hann afturat.

Vandamikið at vera dómari
Vit sita eina løtu og siga onki. So hyggur Ransin uppá meg, og sigur róliga, at hatta er nakað, sum ein dómari veit kann henda. Tað nyttar onki at gera ein fótbóltsvøll til eitt fongsul, tað hevur man roynt í øðrum londum, men tað vísir seg, at tað kann henda kortini, og tað er líka mikið, hvussu gott man heldur, at eitt eftirlit kann vera.
Hetta merkir ikki, at vit onki skulu gera, sigur Ransin avgjørdur. Ein slík ger skal sjálvandi fáa fylgjur. Vit vita, at vanliga ger politiið onki við málið, um tann, sum verður álopin ikki meldar tilburðin.
Men tað forðar ikki øðrum instansum, at taka málið upp, so tað kann fáa fylgjur. Men mest av øllum haldi eg hetta vera skom fyri Føroyar, sigur Ransin avgjørdur.

Ábyrgd og vandi
Ransin er púra avkláraður. Hann letur meg vita, at tað liggur ein stór ábyrgd, og samstundis eisini ein ávísur vandi á herðunum á einum fótbóltsdómara. Dómarar vita, at hetta er nakað, sum kann henda og, at teir mugu vera fyrireikaðir. So løgið tað ljóðar, so er hetta nakað, sum við noyðast at taka upp á okkara kropp.
Ransin hevur tikið fótbóltsdómaraprógv á skeiðum, sum Fótbóltssambandið hevur skipað fyri.
Hann hevur eisini drúgvar royndir í fótbóltsheiminum; hann hevur m.a. verið ungdómsvenjari í 10 ár, og hevur spælt fótbólt á høgum støði í Formuladeildini. Hann var á besta liðnum hjá HB í 2000, har hevur hann spælt 10-12 dystir.
Men Ransin er givin við fótbóltsspælinum á høgum stigi, hann sigur at tað riggar ikki bæði at spæla og døma í Formuladeildini, man má velja annað.
Tað merkist, at her hava vit ein mann, sum hevur hugsa seg væl um.

Hart og kontant
Ransin nevnir eisini, at kanningar vísa, at ein dómari í einum fótbóltsdysti vanliga tekur umleið 600 avgerðir í 90 minuttir. Tað er eitt stórt tal, og sjálvandi fella ikki allar í góða jørð.
Ein dómari má eisini klára at taka tað man kallar “ópoppulerar” avgerðir. Og fótbóltsdómarar mugu eisini tola at fáa ófólkaligar viðmerkingar frá áskoðarum, - tað er eisini ein partur av spælinum.
Og so leggur hann afturat, “tú kann gott skriva, at vit í Føroyum hava alt ov fáar dómarar, og tí er neyðugt at fleiri fara undir at taka dómaraútbúgving”.
Hetta fær meg at hugsa, at kanska er arbeiði hjá einum fótbóltsdómara í Føroyum so krevjandi og ótakksamt, at alt ov fá tíma at vera við í spælinum.

 

Sveinastykkið
Ransin gjørdi sveinastykkið í Gladsaxe í Danmark í juni mánað í ár.
34 lærlingar fóru upp samstundis á skúlanum, og fingu somu uppgávu. Teir fingu hvør sítt rúm, sum vóru innrættað til endamálið.

Ransin greiður frá, at lærlingarnir fingu nágreiniligar tekningar av rúminum; har var alt við: longd, breidd, areal, gólv, veggir, loft, vindeyga og hurð v.m.
Ein veggur skuldi tapeserast, tveir skuldu hava glasfilt og máling.
Loft, vindeyga og hurð skuldi lakerast við glans 60.
Lærlingarnir skuldu sjálvir taka støðu til, hvat tilfar skuldi brúkast og, hvat slag av máling teir ætlaðu at brúka.
Teir flestu valdu at brúka Beckers og Flugger máling. Ransin valdi Sigma máling, tað er eitt merki úr Hollandi, sum honum dámar nógv best, so tað ivaðist hann ikki í. Onkur av danskarunum valdi eisini Sigma, men teir vóru fáir, greiðir hann frá.
7 arbeiðsdagar vóru settir av til sveinastykkið. Vit kundu arbeiða so nógv, sum vit høvdu hug til millum kl. 8-16, men bara 7 arbeiðsdagar.

Fyrireiking
Ransin var væl fyrireikaður til sveinastykkið. Tað síðsta skúlaskeiðið var í apríl/mai í ár; tað var 5 vikur. Tá fekk hann høvi til at seta seg inn í alt, sum hevði við sveinaroyndina at gera.
Sveinastykkið skuldi dømast eftir 6 høvuðsøkjum:
1) Heildarmynd av básinum.
2) Litroyndir
3) Lakera plátu, hon skuldi vera sløtt og vøkur við glans 90.
4) Grundleggjandi arbeiði í sambandi vit spartling, og uppsetan av glasfilt og tapet.
5) Lakkarbeiði inni í básinum.
6) Gera model við litum í A3 stødd á pappír.

Próvtøl og bronsumedalja
Síðani 1989 hava 89 málaralærlingar fingið bronsumedalju í Danmark. Hesaferð fingu tveir bronsu, Ransin var annar. Fyri at fáa bronsu skal miðalkarekterurin vera millum 10 og 11. Silvur krevur at miðal liggur ímillum 11 og 12. Eg skilji á lagnum, at Ransin ikki hevur hug at gera ov nógv burturúr hesum úrslitinum, sum eg haldi vera so flott.

Sonurin William
Meðan vit hava sitið og práta hevur sonur hansara, William, spælt og hugað sær á gólvinum. Hann er ikki farin til gongu enn, men grulvar óført aftur og fram. So einaferð síggi eg, at hann setur beina kós móti pápanum. Hann veipar við ørmunum, og sær eitt sindur álvarsamur út. Hann sigur eisini okkurt, sum eg ikki skilji, men tað ger Ransin. “Å banan”, sigur Ransin. Lítli alvin klappar við hondunum, og Ransin loypur út í køkin, og kemur aftur við einum súrepli, sum hann setur seg at skera soninum. Nú stendur William við stórum brosi og bíðar spentur.
Hann fer skjótt til gongu, sigi eg. Hann er bara 13½ mánað, svarar Ransin, hann eitur William, eftir abbanum, verfaðir, Knút William Gray.

Nýggj, ruddilig, rein og nosslig sethús
Tá vit, at enda spyrja hann um tað er nakað serligt málaraarbeiði honum dámar serliga væl, sigur hann við einum smíli: “Onki er so lekkur, sum at koma inn í eini nýggj, ruddilig, rein og nosslig sethús. Tá er tað ein stuttleiki - hjá málaranum - at fara til verka.”
Nú er tíð at takka fyri prátið, - og skoyta uppí, at 9. september í ár verður Ransin 26 ára gamal.

 

10. desember 2007, varð fyrra tvíkiljan, NB 47, ið Tórshavnar Skipasmiðja smíðjar til Vestlaks, latin. Tvíkiljan, ið fekk navnið Vestfisk, er 14,0 metrar til longdar og 6,00 metrar breiður.
Á fiskarímessuni NAFF, ið var í mai mánaði, var byggisáttmálin undirskrivaður, og longu nú einar 8 mánaðir seinni, er báturin liðugur.

Tað er hugaligt fyri føroyskt skipasmíð og hevur eisini stóran týdning, at vit varðveita byggingar av slíkum slagi her á landi. Og í bæði prísi, dygd og tíð eru vit kappingarfør í mun til útheimin.

Vestfisk er teknaður av Tórshavnar Skipasmiðju og smíðaður í Føroyum allur sum hann er. Báturin er teknaður soleiðis, at arbeiðsligt er á dekkinum, gott pláss í stýrihúsinum, og undir vatnganginum hevur skrokkurin fingið eitt snið, ið glíður smidliga gjøgnum sjógvin. Hann er væl útgjørdur við tveimum Cummins motorum, einum stórum Palfinger krana og nógva elektroniska útgerð á brúnni.

Undan royndartúrinum var spenningur um, við hvørjari ferð Vestfisk megnaði at sigla. Men tað, ið lovað varð, helt, tí báturin sigldi við eini 9,4 mílum, og er hetta meiri enn væntað.

 

Ferðatilboð til limirnar

Havnar Handverkarafelag hevur gjørt avtalu við Dansk Folkeferie, soleiðis at limir felagsins fáa lut í teimum mongu og spennandi ferðatilboðum og við teimum munandi avsláttrunum, sum Dansk Folkeferie bjóðar limum í donskun fakfeløgunum.

Ferðatilboðini eru at finna á heimasíðuni: www.folkeferie.dk har eisini allir upplýsingar eru um teir ymisku avsláttarmøguleikarnir.
Á hesi somu heimasíðu kann ferðin eisini bíleggjast.
Folkeferie.dk ella Danks Folkeferie, sum felagið fyrr æt, varð stovnað fyri 65 árum síðani, so sigast má, at tey hava drúgvar royndir innan ferðavinnu.

Arbeiðararørslan setti felagið á stovn við tí endamáli at geva dønum ferðamøguleikar ymsastaðni í Danmark fyri ein so lagaligan kostnað sum gjørligt, og hesum tilboðum hevur fjøld av dønum notið gott av.
Seinri eru mong ferðatilboð komin afturat víða um heimin.
Avslátturin munar veruliga. T.d. verða 300 kr. lætnar í avsláttri fyri hvønn persón á ferðum úti í heimi og upp í 1000 kr. á ferðamálum í Danmark.

Lætt og skjótt
Tað er lætt, skjótt og trygt at bíleggja og rinda ferð tína hjá www.folkeferie.dk
Mannagongdin er henda:
Far á www.folkeferie.dk
Vel frítíðarstað
Vel stað/hús
Vel møguligar tryggingar og eyka tænastur
Skráset luttakararnar
Vel um tú møguliga skal rinda á internetinum
Enda bíleggingina
Frítíðarstað
Her velur tú t.d. frítíðarstað, nær, hvussu mong tit eru v.m. og síðani finnur skipanin fram til nær pláss er sum svarar til tíni ynski.

Avsláttur
Tú viðmerkir, at tú ert limur í Havnar Handverkarafelag. Skipanin roknar út avslátturin.
Prísur - stað v.m.
Skipanin sigur tær hvar hús eru tøk, sum svara til tíni ynski, eins og samlaðan kostnað íroknað avgjøld, avsláttur v.m.
Er einki hús ella stað tøkt, sum svara til tíni ynski, kanst tú royna nágreiniliga leiting.

Tryggingar og eyka tænastur
Her kanst tú velja hvørja trygging tú ynskir ella aðrar eyka tænastur. Hevur tú serlig ynski, kanst tú bíleggja og/ella gjalda, og síðani seta teg í samband við FolkeFerie.

Ferðaluttakararnar
Her skrásetur tú teg sjálvan og hinar ferðaluttakararnar.
Legg merki til treytirnar fyri kontaktpersónin.
Byrjað við teimum vaksnu og síðani børnini.

Bílegging
Áðrenn tú bíleggur, skal tú vátta at tú hevur lisið treytirnar. Er talan um eina ferð við serligum avsláttri, skal tú vátta upplýsingarnar um serliga avslátturin. Um talan er um eitt ferðamál, har tú kann velja, hvussu tú rindar, skal tú viðmerkja gjaldshátt áðrenn tú bíleggur.

Endalig bílegging
Her kanst tú síggja og/ella skriva út samlaðu bíleggingina, sum eisini verður send tær á tín teldupostbústað.

 

 

06-05-2008
Samgongan kann koyra landið í verkfall

--------------------------------------------------------------------------------
Ætlanin hjá samgonguni er so ullint og undarlig, at tað kann enda við ófriði á arbeiðsmarknaðinum, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.

Samgongan er í ferð við at grava grundarlagið undan fakfeløgunum og tað kann elva til ófrið á arbeiðsmarknaðinum.


Eli Brimsvík heldur, at ætlanin hjá samgonguni at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, er at ganga fakfeløgunum ógvuliga nær.

- Spurningurin um at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða, er gamal, men tað er rættiliga ódámligt, at tað skal enda við einum uppskoti sum hesum.
- Hetta er at ganga fakfeløgunum ógvuliga nær og spurningurin er, hvørjar avleiðingar, tað fær.

Hann leggur afturat, at hann virðir arbeiðsfriðin í einum sáttmálaskeiði, men hetta heldur hann kortini eru so álvarslig inntriv, at vandi er fyri líka álvarsligum aftursvari.

Formaðurin í Havnar Handverkarafelag, leggur dent á, skulu útlendingar higar, skal tað vera undir skipaðum viðurskiftum og tað skal vera undir eftirliti fyri at tryggja, at útlendingar ikki arbeiða fyri undirløn, ella í aðrar mátar arbeiða undir umstøðum, sum eru undir føroyskt støði.

- Og tað kravið livir hetta uppskotið hjá samgonguni ikki upp til, staðfestir hann.

Hann sigur, at fakfeløgini eru besti myndugleiki at hava eftirlit við, at útlendingar fáa tað løn, teir eiga.
- Tað kann lættliga gerast við at lata arbeiðsgevarin rinda eftirløn og onnur sosial gjøld til fakfeløgini, tí tey eru prosentvís gjøld av lønini so av teimum sæst, hvat tey fáa í løn.

Hann góðtekur heldur ikki, at útlendingar skulu hava trygd fyri 30 arbeiðstímum um vikuna, samstundis sum føroyingar onga slíka trygd fáa.

Kelda: Áki Bertholdsen - Sosialurin


15-05-2008
Eli Brimsvík: Ársfrágreiðing fyri 2007

--------------------------------------------------------------------------------

 

Ársaðalfundur felagsins, sum varð hildin 12. mars í ár var nr. 58 í røðini síðani felagið var stovnað í 1950.
Fyri felagið var árið 2007 hendingaríkt á mongum økjum og gav okkum stórar avbjóðingar.
Fyrst eigur at vera nevnt, at vit vóru til sáttmálasamráðingar bæði við Meistarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Samanumtikið meta vit at samráðingarnar gingu rímiliga væl. Vit høvdu 5 fundir við Meistarafelagið áðrenn vit komu ásamt um nýggjan sáttmála. Sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið gingu væl; við teir høvdu vit 3 fundir áðrenn vit komu á mál.

Stutt um sáttmálarnar
Samanlagt fingu vit rímiliga væl burturúr sáttmálasamráðingunum, tó at vit altíð kundu ynskt okkum meira. Samlaði lønarkarmurin var 9.75 %, men við ymiskum broytingum inni í sáttmálanum er samlaða %-talið væl meira.
Tá sáttmálaskeiðið er lokið er arbeiðsgevaraparturin til eftirlønina komin uppá 13%. Og við teimum tveimum prosentunum, sum vit sjálvir gjalda koma vit uppá 15%, so nú byrjar at líkjast. Í løtuni fáa lærlingar 5.5% í eftirløn, og fyri teir er galdandi sama prosent hækking sum fyri sveinar. Men meistararnir eru sinnaðir - uppá sikt - at hakka % talið hjá lærlingunum soleiðis, at teir koma upp á sama støði sum sveinar.

Skúladepilin í Marknagili
Í mong ár hevur verið arbeitt fyri at fáa bygt nýggjan tekniskan skúla í Havn.
Her eigur at vera nevnt, at samgongan, sum sat áðrenn seinasta løgtingsval ætlaði at byggja ein skúladepil í Marknagili, sum skuldi hýsa Handilsskúlanum og Tekniska skúla.
Henda ætlan var komin so mikið væl áleiðis, at ein verklagslóg var um at vera klár, og tí var eisini ein ítøkilig projektering til hesar báðar skúlarnar í ljósmála.
Men eftir løgtingsvalið - fyrst í hesum árinum - fekk pípan kortini eitt annað ljóð.
Nýggja samgongan, sum var skipað eftir løgtingsvalið, vildi hava nýggjan Studentaskúla inn í skúladepilin í Marknagili, og kravdi, at fyrst og fremst skuldi farast undir at byggja tann partin av deplinum, sum skal hýsa studentaskúlanum. Og ikki fyrr enn hesin parturin av deplinum er liðugur skal farast undir at byggja partarnar til Handilsskúlan og Tekniska skúla.
Sjálvandi kann ein og hvør siga sær sjálvum, at hetta fer at seinka byggingini av nýggjum Tekniskum skúla, og tí mótmælti stýrið fyri Tekniska Skúla í Tórshavn eisini harðliga hesi mannagongd.

Tríggir skúlar í einum stýri
Í løtuni er mangt, sum bendir á, at ovasta leiðslan fyri skúladepilin verður samansett av umboðum fyri teir tríggjar skúlarnar, sum depilin skal hýsa.
Í hesum sambandi eigur at verða nevnt, at ein greiður meiriluti í stýrinum fyri Tekniska Skúla er ímóti hesi samanlegging, men tað er mangt sum bendir á, at vit verða noydd at góðtaka kravið frá Mentamálaráðnum.
Mentamálaráði hevur boðað frá, at ganga vit ikki undir teirra treytir, so kann peningaliga játtanin takast frá skúlanum.
Hetta kann tykjast margháttligt, tá hugsað verður um, at Tekniski Skúli eigur økið, sum ætlanin er at byggja skúladepilin á, og tí er ikki lætt hjá okkum at góðtaka, at ein annar skúli verður raðfestur framum Tekniska Skúla.
Fleiri fundir hava í seinastuni verið ímillum stýrið fyri Tekniska Skúla og Mentamálaráðið, men enn fyriliggur kortini einki ítøkiligt.
Tað er kortini okkara vón, at vit koma til eina semju, soleiðis, at vit kunna fáa ein nýggjan tekniskan skúla í Havn um ikki ov langa tíð.
Men tað er mangt, sum bendir á, at Tekniski Skúli í Tórshavn - sum sjálvsognarstovnur - er um at fara í søguna.

Felagshúsið í Stoffalág
Húsini, sum Havnar Handverkarafelag eigur í Stoffalág, hava seinastu mongu árini verið leigað út til Tórshavnar kommunu. Felagið hevur sagt leigumálið við kommununa upp, og ætlanin er at flyta skrivstovu felagsins úr ognini í Sjúrðargøtu niðan í Stoffalág.
Vit roknað við, at vit kunnu flyta niðan í Stoffalág í heyst (2008), og tað gleða vit okkum til. Tá verða heilt aðrar umstøður at arbeiða undir. Ætlanin er m.a. at skipa fyri sosialum tiltøkum fyri limir, og kanska okkurt skeiðvirksemi eisini.
Ætlanin er eisini at seta ognina í Sjúrðargøtu í góðan stand, soleiðis at hon kann leigast út til skrivstovu ella líknandi. Fáa vit rætta prísin fyri húsini í Sjúrðargøtu kann tað sjálvandi koma uppá tal at selja.

Sáttmálaøki
Sum mong vita, tók stríð seg upp viðvíkjandi portørunum og ambulansustarvsfólkunum innan sjúkrahúsverkið. Upprunin var sambært Havnar Arbeiðsmannafelag tann, at Starvsmannafelagið hevði tosað við onkrar portørar, fyri at lokka teir yvir um.
Veruleikin er tann, at hetta sáttmálaøki hevur hoyrt til Havnar Arbeiðsmannafelag síðani einaferð fyrst í trýssunum, og tað vildi felagið sjálvandi halda fast um. Samanum kann sigast, at tað er stórt spell, at Starvsmannafelagið enn einaferð roynir at ota seg inn á onnur sáttmálaøki. Hetta er óheppið, tí tað skapar spjaðing í fakfelagsrørsluni.

Samtak
Vit hava verið á fundi við Samtak, fyri at vita hvat tað gongur út uppá, men enn er ikki tikin nøkur avgerð um vit skula fara uppí. Tað er nokk eingin ivi um, at jú fleiri vit eru, jú sterkari standa vit. Í fyrstu atløgu meta vit kortini, at rættast er at fáa savna øll handverkarafeløgini í Føroyum í eitt felag. Og nógv bendir á, at tað kann koma uppá pláss um ikki so langa tíð.

Tryggingarfelagið Alka
Allir limir í Havnar Handverkarafelag eru tryggjaðir hjá danska tryggingarfelagnum ALKA. Her kunnu vit nevna, at í 2007 vórðu umleið 1,7 mió. kr. goldnar í tryggingargjaldi til Alka. Hinvegin var útgjaldið hjá Alka umleið 1,3 mió. kr. Her eigur at vera sagt, at vit samanlagt eru stak væl nøgd við samstarvið við tryggingarfelagið ALKA.

Fulltíðar formansstarv
Nevndin í felagnum gjørdi á vári 2007 av, at formaður felagsins skuldi vera heiltíðarsettur. Nevndin heitti á meg um at umhugsa støðuna hesum viðvíkjandi. Eg umhugsaði tað gjølla saman við familjuni í eina tíð, og gjørdi síðani av í samráð við nevndina at siga upp mítt starv á Skipasmiðjuni, og havi eg verið í fulltíðarstarvi síðani 1. juli 2007. Hetta var hildið at vera neyðugt av tí, at virksemi felagsins er nógv økt og økist framvegis. Tí metti nevndin, at hetta var eitt neyðugt stig at taka bæði fyri felag og limir.

Heimasíðan
Sum mong helst hava lagt til merkis, er heimasíða felagsins gjørd av nýggjum.
Vit halda at hon nú er meiri brúkaravinarlig, og inniheldur fleiri upplýsingar
um felagið, sáttmálar og annað. Men tað er ynskiligt, at limirnir koma við hugskotum um heimasíðuna, soleiðis at hon gerst enn betur, og eru møguleikar gjørdir fyri hesum.
Vit hava lagt til merkis, at heimasíðan er væl vitjað – eisini av fólki í øðrum londum sum t.d. Danmark, Svøríki, Ísland, Póland, Ongland, Ný Seland, Serbia, Noregi og USA. Tað er onki at ivast í, at hesi fólk koma inn á okkara heimasíðu, tí tey leita eftir upplýsingum um Føroyar og føroyska arbeiðsmarknaðin. Hetta prógvar helst, at eisini vit - eru við í nógv umrøddu altjóðagerðini.

Broytt rentutryggingarlóg
Av tí, at tað hevur týdning fyri limirnar fara vit her at nevna, at Toll & Skatt hevur broytt reglurnar um kapitaluppsparingar, soleiðis at skilja, at hægsta mark fyri skattafríum inngjaldi er føst upphædd.

Útlendsk arbeiðsmegi
Vit hava í sambandi við ætlanina um, at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri útlendskari arbeiðsmegi, verið á fundi við feløg í Íslandi og Danmark, fyri at finna útav hvørjar trupulleikar teir hava havt av útlendskari arbeiðsmegi. Niðurstøðan hjá øllum var, at um vit ikki fingu hesi fólk inn í fakfeløg, var ógvuliga ringt at fylgja við um tey nú fingu tað tey áttu sambært sáttmála.
Í fleiri førum hava hesi fólk verið undirbetalt, og verið noydd at gera svart arbeiði fyri at yvirliva, so eitt minstakrav frá fakfeløgunum er tí, at tað verður undir skipaðum viðurskiftum. Danskarar, og eisini onnur lond, gera nógv fyri at upplýsa útlendingum um fakfeløgini, hvat fakfeløgini hava at bjóða, og ikki minst, hvat tey kunna missa, tá tey standa uttanfyri fakfelag.
Til dømis hava tey fingið sáttmálar og eisini heimasíður umsettar til enskt, polskt og onnur tungumál soleiðis, at tey sjálvi kunna lesa tað. Vit meta eisini, at hetta er rætta leiðin at ganga.

Thor Alpha
Sum flestu handverkarar vita, gjørdi Landsfelag Handverkaranna eina avtalu við Tórshavnar Skipasmiðju um bygging av veitingarskipum til oljuvinnuna. Tað vóru ymiskar meiningar um hesa avtalu, sum á ein hátt var ímóti streyminum, men vit vóru sannførdir um, at gjørdu vit ikki hesa avtalu, so vildi tað bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn alt arbeiði innan nýbygging var gjørt í útlandinum. Og so var vandi fyri, at alt, sum eitur skipasmíð var liðugt her í Føroyum. Út frá tí gjørdu vit eina 4 ára avtalu við eina pólska skipasmiðja. Teir høvdu nokk av fólki, men teir høvdu ikki pláss at byggja á. Tí kundu teir lata sínar sveisarar koma til Føroyar at byggja skrokkarnar. Alt annað arbeiði gera føroyskir handverkarar.
Nú fyrsta skipið, sum er bygt eftir hesum leisti, er latið eigarunum kunna vit staðfesta, at hetta var ein góð avtala fyri føroyskar handverkarar, og ikki minst fyri bygdasamfelagið við Skálafjørðin. Alt í alt kunna vit bara vera stoltir av hesi avtalu við skipasmiðjuna. Møguleikar eru sjálvandi fyri at leingja avtaluna um umstøðurnar tala fyri tíð.

Útistandandi limagjald
Eins og vit hava nevnt áður er framvegis ávís eftirstøða av limagjaldi. Hetta hóast vit gera eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa hesi gjøld goldin. Lat tað vera nevnt her, at í allar flestu førum hevur tað eydnast. Tað er sjálvandi eisini møguligt at gera
serligar gjaldsavtalur við felagið um tað er neyðugt.
Vit meta kortini, at tað er óheppið at felagið skal brúka so stóra orku til innkrevjing av gomlum limagjaldi.
Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at fyri at sleppa undan slíkum trupulleikum, kundi limagjaldið verið sett upp hjá teimum, sum ikki hava fasta flyting. Vit hava varhugan av, at tað helst er har trupulleikin liggur.

 



15-05-2008
Tryggast við fastari flyting

--------------------------------------------------------------------------------
Allir limir, sum ikki eru í eftirstøðu við limagjaldi, eru lívstryggiaðir. Lívstryggingin er ein umfatandi trygging. Sum dømi kunnu vit her nevna:
Útgjald við deyða til avvarðandi.
Útgjald, tá limur gerst 67 ár.
Útgjald til eina langa røð av hættisligum sjúkum.

Eisini børnini
Lívstryggingin er eisini galdandi fyri børn hjá limi; tó við teirri avmarking, at tey skulu vera ímillum 6 mánaðir og 18 ára gomul.
Tá børn hjá limi gerast sjúk fevnir tryggingin um hesar sjúkur: Eykvæmi, HIV-ígerð av blóðflutningi, Nýrasvignab, Meningitis, Illkynjaðar krabbameinssjúkur.
Blindni (aldursavmarking: ár >2 og <18)
Deyvleiki (aldursavmarking: ár >2 og <18)

Umfatandi lívstrygging
Av tí at lívstryggingin er so umfatandi fáa vit ikki nevnt alt her. Men limir kunnu altíð venda sær til skrivstovu felagsins, og fáa ein faldara sendan við nágreiniligari frágreiðing um allar smálutir í lívstryggingini.

Av tí, at tryggingin ikki er galdandi, tá limur er í eftirstøðu, kann tað fá sera óhepnar fylgjur fyri limin.
Tí heita vit á tey, sum enn ikki hava stovnað eina sjálvvirkandi flyting, um at fáa tað gjørt.
Tað er lætt og einfalt: Næstu ferð tygum móttaka rokning fyri mánaðargjald, skulu tygum undirskrivað rokningina, lata rokningina til ein peningastovn, sum síðani syrgir fyri, at rokningin verður goldin og, at tygum verða tilmeldaður sjálvvirkandi flyting.
Lívstryggingin er partur av limagjaldinum, sum er 450,- kr. um mánaðin.

 


15-05-2008
Eftirlønargrunnurin: Sofus Joensen; ársfrágreiðing 2008

--------------------------------------------------------------------------------

 

12. mars 2008 var aðalfundur í Eftirlønargrunninum. Á aðalfundinum legði formaðurin í Eftirlønargrunninum, Sofus Joensen, fram ársfrágreiðing fyri virki grunsins í 2007.

Koma upp á 15% í 2010
Eftirlønin hjá okkum er nú komin upp á 12% bæði á tí privata, og á tí almenna arbeiðsmarknaðinum. Tá verandi sáttmálaskeið er runnið í 2010 eru vit komin upp á tey 15%, sum vit settu okkum sum mál fyri ikki so nógvum árum síðani.
Tað vil eisini siga, at í 2010 skulu vit aftur taka støðu til um tað skal liggja á teimum 15%, ella nakað hægri. Góður stundir eru til at umhugsa og kjakast um henda spurning.

Roknskapur
Í roknskaparárinum 2007 vóru goldnar tilsamans 50 mió. kr. inn í Eftirlønargrunnin. Ognirnar hjá grunninum vóru ultimo desember 2007 góðar 80 mió. kr. Í høvuðsheitum eru ognir grunsins í virðisbrøvum.

Renta og bankar
Sum vit vita, so var innlánsrentan í bankum í 2007 rættiliga lág og er tað framvegis. Tí hevur tað eisini verið trupult í 2007 at fáa stórvegis avkast av innistandandi peningi í banka.
Og tað er mangt, sum bendur á, at innlánsrentan framhaldandi verður lág, eisini eina tíð framyvir.
Í hesum sambandi eigur eisini at vera nevnt, at mark eisini er fyri, hvussu tryggur peningur innistandandi í banka er.
Fer banki t.d. á húsagang, sum ikki er heilt ókent um okkara leiðir, tá er einans trygd 350.000,- kr. Og skuldi tað hent, so er vandi fyri, at missa tað, sum liggur omanfyri 350.000,- kr.

Sveiggj upp og niður
Í 2007 vóru eisini stór sveiggj upp og niður á peningamarknaðinum. Hetta komst m.a. av rembingunum, sum koma í kjalarvørrinum av, at íløgufeløg, og fíggingarstovnar mugu avskriva pening, tá teir missa pening upp á ivasamar íløgur. Tá talan er um íløgur kann tað vera freistandi at seta peningin har, sum hann sær út til at geva mest. Men vit skulu samstundis eisini minnast til, at har, sum tær størstu inntøkurnar eru, er so at siga altíð tann størsti vágin, og stórsti vandin fyri at missa pening.
Vit sum vara av Eftirlønargrunninum meta tað at vera okkara skyldu altíð at vera varin, tá ið vit plasera pening hjá Eftirlønargrunninum. Lat tað tó eisini vera sagt, at tað sjálvandi altíð er nógv hugaligari at leggja fram ein roknskap við stórum vinningi í mun til ein roknskap, sum av varsemi er meira soltin.

Subprime trupulleikar
Í seinastuni hava fjølmiðlarnir umrøtt tey sonevndu Subprime lánini og avleiðingarnar av teimum - serliga í USA. Sum vit vita, so er ein djúptgangandi samanhangur í fíggjarheiminum um allan knøttin. Tí kann tað eisini fáa álvarsamar avleiðingar fyri peningamarknaðin í Evropa, tá trupulleikar t.d. eru á fíggjarmarknaðinum í USA.
Tað eru nú nøkur ár síðan tey sokallaðu Subprime lánini, blivu so væl umtókt í USA. Hesi vístu seg – í fyrstu atløgu - at vera ein rættiliga góð íløga, og avkastið vísti seg eisini at verða rættiliga gott. Tí vóru tað eisini, sum hoppaðu upp á hendan vognin.
Hesar íløgur hava tó seinni víst seg ikki at geva tað avkast, ið væntað varð.
Og fyri nøkrum mánaðum síðani kom í ljósmála, at tað stutt sagt ikki var dekningur fyri hesum slagi av lánum, ella sagt við øðrum orðum, at hetta var ein vánalig íløga. Av tí at peningamarknaðurin - um allan knøttin - hevur sínámillum avleiðingar breiddi hesin trupulleikin seg eisini til Evropa.
Hetta verður nevnt her fyri at vísa á, at tað er neyðugt at vera sera varin tá peningur verður plaseraður.
Í vár var húsamarknaðurin í USA um at kollsigla og tapini gjørdust ovurhonds stór hjá mongum. Men hetta kann ikki fáa ávirkan á okkum, tað hava vit fullgóð prógv fyri.

Ivasamar íløgur
Lat meg beinan vegin gera tykkum greitt, at okkara Eftirlønargrunnur ongantíð er farin inn í tílíkar íløgur, tað kundi verið freistandi, tí vinningurin er ovurhonds stórur, og tosað verður um nógvan pening.
Vit hava altíð verið varin við íløgum hjá Eftirlønargrunninum, tí tað er peningur, sum skal koma okkum øllum til góðar, tá ið vit einaferð koma har til, at vit skulu hava eftirløn útgoldna.
Vit mugu eisini minna á, at her er talan um, at vit umsita pening, sum er ogn hjá øllum limunum, - tí er neyðugt við serligum varsemi.
Lat okkum her eisini nevna, at bæði grannskoðari og Tryggingareftirlitið fylgja væl við gongdini í grunninum. Tí er her - alt so trygt, sum til ber. Hjá okkum er trygdin ovast á listanum.

Íløgur og tubbak
Fyri nøkrum vikum síðani kom undan kavi, at fleiri eftirlønargrunnar og íløgufeløg hava gjørt íløgur í tubbaks- og vápnamarknaðin, og at tá er talan um “ikki” etiskar íløgur.
Tá hetta kom fram kannaðu vit - alt fyri eitt - allar okkara íløgur. Tá talan er um tubbaksídnaðin er lætt at gera eina slíka kanning, og tað var eisini skjótt greitt, at okkara íløgur ikki hava samband við tubbaksmarknaðin.
Men - tá talan er um vápnamarknaðin og vápnaídnaðin er støðan ein heilt onnur, tá er ikki líka lætt at koma til somu niðurstøðu. Hetta kemst av, at í vanliga ídnaðinum kunnu fleiri smáir veitarar gera avtalur sínámillum. Og talan kann t.d. vera um stórar fyritøkur, sum gera avtalur við ein hóp av smærri fyritøkum. Her kunnu smáar fyritøkur, sum vit ikki kenna koma inn í myndina, t.d. handverkarafyritøkur, sum framleiða skrúvur, boltar, møtrikkar og aðrar smálutir umvegis aðrar fyritøkur.
Talan kann eisini vera um verksmiðjur, sum gera motorar til vanlig flogfør, sum tó eisini kunnu setast í hernaðarflogfør ella flogfør, sum lutvíst hava samband við verjuna í einum landi, sum vit onki vita um.
Men lat tað vera sagt her, at allar okkara kanningar vísa, at vit ikki eru við í íløgum, sum hava beinleiðis samband við tubbaks- ella vápnaídnað.

Løgtingið
Mangt bendir á, at um ikki so langa tíð, fer politiski myndugleikin, Føroya Løgting, at samtykkja eina lóggávu, ið hevur til endamáls, at øll, sum hava inntøku í Føroyum, skulu gjalda í minsta lagi 15% inn í eina ella aðra eftirlønarskipan.
Í hesum sambandi er tað ein tryggleiki, at vit longu hava skipaði viðurskifti á økinum, við einum fyrimyndarligum eftirlønargrunni og góðum sáttmálum á økinum. Tað er onki at ivast í, at hann verður góðkendur og kann lúka øll krøv, sum tá verða sett.
Her eiga vit at nevna, at vit tá helst vera langt frammanfyri støðuna hjá mongum øðrum føroyskum fakfeløgum, sum tá verða noydd at leggja alla orku í at fáa greið viðurskifti á hesum øki, og tí kanska ikki fáa møguleika til at taka sær av øðrum viðurskiftum, sum fakfeløg eiga at taka sær av. Tá verða vit í eini góðar støðu í mun til mong onnur fakfeløg.

Vit eiga tann besta grunnin
Lat tað verða sagt her, at vit frá mongum síðum hava fingið at vita, at vit eiga nógv tann besta eftirlønargrunnin á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Onkur hevur enntá sagt, at ein eftirlønargrunnur kann ikki vera betur enn okkara, og er tí eisini tann besti í heiminum. Tað kunnu vit vera stolt av.
Raksturin av einum eftirlønargrunni kann ikki vera betur enn okkara, snøgt sagt tí, at umsitingin er so effektiv og einans kostar 5% av inngjøldunum.
Eitt annað, sum vert er at nevna í hesum sambandi er at grunnurin er fult tryggjaður tá talan er um arv, t.v.s. at innistandandi hjá limunum arvast á jøvnum føti við allar aðrar ognir, tá talan er um arv.

Fóru til verka 1. januar 2008
Tá okkara eftirlønargrunnur varð stovnaður varð avtalað, at hann tey fyrstu árini skuldi konsuliderast og, at hann 1. januar 2008 skuldi fara undir allar útgjaldingar, sum liggja í viðtøkunum fyri grunnin.
Vert er at nevna eina broyting, sum er hend síðan grunnurin varð stovnaður.
Her verður hugsað um, at í 2007 broytti Landsstýri setanartreytirnar hjá fólki í almennum starvi soleiðis, at tey kundu vera í starvi til tey gjørdust 70 ára gomul. Frammanundan var talan um 67 ár.
Hetta hevur við sær, at starvsaldurin fer úr 67 upp í 70 ár. Í hesum sambandi hevur Gjaldstovan eisini álagt okkum at uppgeva, hvussu nógv hvør einstakur limur hevur goldið inn í eftirlønargrunnin. Og sum vit vita, so kann eingin spara upp meira enn eitt ávíst krónutal um ári, sum kann dragast frá skattskyldugu inntøkuni. Hendan upphædd verður ásett fyri eitt ár í senn.

10 ára starvsaldur
Eitt annað mál, sum vit hava arbeitt við, er at finna fram til, hvør eigur upp til 10 ára starvsaldur. Tá eftirlønargrunnurin varð stovnaður setti Havnar Handverkarafelag 5 mió. í eftirlønargrunnin sum stovnsfæ. Hetta var krav frá Tryggingareftirlitinum. Hesin peningur skuldi seinni brúkast til limir í Havnar Handverkarafelag. Ein spurningur hevur tí verið, hvussu nógv og hvør, skuldi fáa part av hesum peningi. Saman við aktuari grunsins hava vit gjørt eina so rættvísa skipan sum til ber. Hon gongur í stuttum út uppá, at goldið verður út í mun til, hvussu leingi - teir ella tær - hava verið limir í Havnar Handverkafelag. Neyvar útrokningar vísa, at hetta kemur at kosta grunninum, knappar 8 mió. kr. Hesin peningur verður tikin av yvirskotinum av undanfarnum árum.
Hvussu verður við peninginum, sum Havnar Handverkarafelag setti í grunnin sum stovnsfæ er eingin loysn funnin á enn. Hetta nýtast vit tó ikki at taka støðu til fyrr enn 2015.

Ábyrgd
Lat meg her nevna, at tað er umráðandi, at limirnir sjálvir ansa eftir, at allar útgjaldingar eru, sum ásett í sáttmálanum. Her hugsi eg eisini um, at kanna um arbeiðsgevarin flytur tað hann sambært sáttmálan eigur at flyta. Her verður hugsað um, at kannað verður at eftirlønin eisini verður flutt til eftirlønargrunnin. Sjálvandi kanna skrivstovufólk okkara tað, sum tey kunnu
kanna, men har kann okkurt fara framvið uttan, at tey fanga tað.
Vit eiga ikki at gloyma, at eftirlønin nú er vorðin stórur partur av lønini og, at hetta eisini er tykkara ábyrgd.
Lat okkum at enda nevna, at vit hava heitt á Dátueftirlitið um at kanna trygdina hjá Eftirlønargrunninum. Tað er gjørt, og vit hava fingið váttað, at allar skipanir eru tryggar og góðkendar.

Nevndarval
Á aðalfundinum stóðu tveir nevndarlimir fyri vali, Bjarni Pétursson og Kristian Eli Brimsvík. Teir vóru báðir afturvaldir at sita í eitt tvey ára skeið.

 

 

 

 

16-05-2008
Egon Øregaard: Tungur burður

--------------------------------------------------------------------------------

 

Tann 12. mai 2003 fekk Tekniski Skúlin í Tórshavn, Føroya Handilsskúli og Føroya Studentaskúli skriv frá Mentamálaráðnum, við fylgjandi yvirskrivt:
“Tilnevning og arbeiðssetningur fyri bygginevnd at stíla fyri bygging av skúladepli í Marknagili”.

Fólk vóru fegin um, at loksins hendi nakað við bygging av hóskandi hølum til hesar tríggjar skúlarnar.

Arbeitt var við ídni fram til tann 28. nov. 2003, tá álitið var lagt fyri Anitu á Fríðriksmørk, landsstýriskvinnu.
Sum kunnugt kom stígur í byggimálið, og hendið onki frambrot tey fylgjandi trí árini.

Tann 21. desember 2006 fekk Tekniski Skulin í Tórshavn og Føroya Handilsskúli skriv frá Mentamálaráðnum, við fylgjandi yvirskrivt:
“Viðvíkjandi bygging av Miðnámsskúla við Marnagil:
Fólk vóru glað um, at aftur sást ljós við endan av tunnlinum, og at tað loksins fór at eydnast at fáa Tekniska Skúlanum í Tórshavn, mannsømuligar umstøður til undirvisingarvirksemið fyri lærlingar og aðar næmingar innan ta tøkniliga økið.

Byggistýrið, projektleiðsla, bygginevnd og flestu starvsfólkini á Tekniska Skúlanum í Tórshavn og Føroya Handilsskúla, fóru við eldhuga undir hesa spennandi verkætlanina.
Eitt ár seinni, tann 21. desember 2007 “ var byggiskráðin” fyri Miðnámsskúlanum við Marknagil (Tekniski Skúlin í Tórshavn og Føroya Handilsskúli) løgd fyri Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann.
Sambært byggiskránni er samlaði byggikostnaðurin 286 mió kr. (uttan innbúgv og útgerð) Samlaði fermetratørvurin er uml. 13.600.

Tann 6. mars 2008 fær Tekniski Skúlin í Tórshavn, Føroya Handilsskúli og Føroya Studentaskúli teldupost frá Mentamálaráðnum, har heitt verður á skúlarnar, at gera viðmerkingar til “uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúladepil í Marknagili”

Stýrið, leiðslan og flestu starvsfólkini á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, hava frá byrjan av tikið fult undir við, at TST gerst partur í einum Skúladepli, har Føroya Handilsskúli og Føroya Studentaskúli eru hinir partarnir í deplinum.

Persónliga taki eg fult undir við Skúladepilshugtakinum, og havi frá byrjan sæð stórar møguleikar við einum Skúladepli.

Skúladepilin kemur at skapa bestu fortreytir fyri at okkara ungu fáa eina góða og viðkomandi útbúgving í Føroyum, og at teirra náttúrligi áhugi verður vaktur á fleiri økjum. Skúladepilin kemur eisini at geva teimum lesandi ein “farra” av hvussu eitt nútíðar undirvísingarumhvørvið er, eisini í okkara grannalondum.

Sjálvur síggi eg møguleikar fyri, at Skúladepilin gerst ein fólksligur “Mentanardepil”.
Hugsanir hava verið frammi um, at eitt nú Føroya Musikkskúli eisini gjørdist partur í Skúladeplinum.
Um Føroya Musikkskúli var partur í deplinum, var ein tónleikahøll gjørd til framførðslur. Tað var tá ein sjálvfylgja at samtstarv var gjørt millum Føroya Studentaskúla og Muskikkskúlan á hesum økinum, bæðið tí tónleikaraliga og listarliga. Eisini kundi hetta skapt fortreytir fyri at onnur tónleikatiltøk fara fram í Skúladeplinum.

Verður hugsað um fraførðslupallin, er nærliggjandi, at næmingar á Tekniska Skúlanum í Tórshavn vóru við í hesum arbeiðinum – næmingar innan el (ljós) Stíl og snið (dekoratión) Snikkarar/húsasmið (pallur) o.s.fr.

Eisini hava møguleikarnir fyri at Tórshavnar Kommuna á øðrum økjum gerst virkin partur í skúladeplinum, t.d. við at býarbókasavnið gerst partur í miðlasavninum í Skúladeplinum.

Eftir mínum tykki er tað einans hugflogið ið setir mørkini.

Vit eiga í einum so stórum skúlaumhvørvið, at gera okkum greitt, at vandi kann verða fyri at næmingar missa seg sjálvan burtur í einum so stórum umhvørvi.
Eisini er neyðugt seta fakligt “fokus” á útbúgvingarnar. Sæð í mun til støddina, er neyðugt í enn størri mun, at seta hvønn einstakan næming í miðjuna.

Hinvegin eiga vit at síggja stóru møgulleikarnar sum eru fyri, at útbúgvingarnar á teimum ymisku skúlunum sleppa at menna seg, uttan at fordómar seta mørk fyri nýggjum møguleikum, teimum ungu og Føroyska samfelagnum at gagni.

 

29-05-2008
Birgir Kruse: Heimleys vitan

--------------------------------------------------------------------------------
"Hvat skal eg gera?" sigur lærarin ráðaleysur. "Tey eru sekstan ára gomul, vita alt um internetið, men duga ikki at halda einum blýanti. Hvat skal eg gera?" tekur lærarin uppaftur og suffar.
Orðini fella í einari modernaðari skúlastovu fyri jól. Ein heilan fyrrapart hevur flokkurin við sjáldsamari fynd skift orð um teldutøkar miðlar, spøl og film. Næmingarnir eru sjáldsama væl fyri og duga at venda og snara hvørjum smáluti í filminum um Borat og telduspælinum World of Warcraft.
Men tíðindi lurta tey ikki eftir. Lesa ikki bløðini og luttaka ikki í bókligu mentan skúlans. Meðan frægari er við gentunum, eru dreingirnir bókliga ómælandi. Mált eftir skúlans alin eru hesi ungu virðisleys, outcasts. Uttan at seta orð á støðuna, eru tey fullgreið um teirra skúlaliga ódugnaskap.
Ávegis til vitanarsamfelagið, eru tey heimleys. Skúlin gevur teim ikki innivist, tí hann dugir ikki at máta teirra førleika. Hann er ikki á nakrari tímatalvu, førleikin. Kann ikki setast inn í ein fýrakantaðan kassa, sum ein lærari kann máta, meta og viga.
Innan tey hava slept tvungnu skúlagongdini, hava tey longu sannført seg sjálvan um, at tað er ókul at vera klók.

Útihýstir dreingir
Hyggja vit at dreingjum og teirra fragd at spæla ógvuslig telduspøl, síggja harðskapsfilm og lurta eftir heavy rokk, kunnu vit staðfesta at hesin dugnaskapur er útihýstur í dagsins skúla. Hóast tað er ásett við lóg, at skúlin skal taka støði í hinum einstaka næminginum.
Svenski granskarin Keith Roe vísir í bókini Våld från alla håll (Bokforlag Symposium1993) at eitt tætt samband er millum at síggja nógvan harðskapsfilm, at vera úr arbeiðarastættini og at fáa javnt vánalig støðumet í skúlanum. At verða við í einum vinarskara, ið summi kalla banda, sum javnan hyggur at harðskapsfilmi, kann tí skiljast sum ein sjálvsverja, tá sjálvvirðið verða hótt ikki bara heima, men eisini í skúla.
Roe sigur, at dreingir úr arbeiðarastættini, sum saman við javnlíkum spæla nógv við teldu og hyggja nógv at filmi, sjáldan fáa høvi at vísa teirra førleika í skúlanum. Hetta tí, at skúlin byggir á miðalstættina og hennara avmarkaðu hugsan um dannilsi, har spæl og leikur ikki tænir persónliga mennandi endamálum og tí eru útihýst, sigur hann.

Lykilin til framtíðarsamfelagið
Undanfarna ár teknaðu PISA-fólkini eina vangamynd av føroyska skúlanum. Myndin avdúkaði so vánaligar førleikar, at vit kendu okkum sum sligin á nevið. Lukkutíð fór Skúlablaðið straks undir miðvísa tíðindatænastu og eydnaðist at seta skúlamál ovast á breddan í øllum miðlum.
Skúlin, har øll hava gingið og tískil altíð hava eina lógliga meining um, er sum aldri áður vorðin kjakevni. Rætt sum valutatíðindi, ið komu til, tá Sparikassin setti ein journalist í starv, so blivu skúlatíðindi ein natúrligur partur av almenna kjakinum, tá fólk varð sett at røkja hesa uppgávu. Men so hendi lítið meir. Uttan onkur smávegis játtan her og har, mest sum bara fyri at bøta um ringu samvitskuna hjá teim tinglimum, ið eisini eru lærarar og nú skulu hyggja foreldur í eyguni.
Tí børnini eru framtíðar politikkur og – kunnu vit illavorðin leggja afturat – púra opin fyri manipulasjón og inndoktrinering. Soleiðis eru korini fyri innlæring. Og ikki var tað uttan orsøk, at russar sum tað fyrsta eftir kollveltingina, løgdu seg eftir at hava ein góðan og væl skipaðan skúla. Tað var alt um at gera, tí har var lykilin til framtíðar samfelagið. Tilætlaðar samfelagsbroytingar eru bestar at fremja í uppælingini.--------------------------------
"Hvat skal eg gera?" sigur lærarin ráðaleysur. "Tey eru sekstan ára gomul, vita alt um internetið, men duga ikki at halda einum blýanti. Hvat skal eg gera?" tekur lærarin uppaftur og suffar.
Orðini fella í einari modernaðari skúlastovu fyri jól. Ein heilan fyrrapart hevur flokkurin við sjáldsamari fynd skift orð um teldutøkar miðlar, spøl og film. Næmingarnir eru sjáldsama væl fyri og duga at venda og snara hvørjum smáluti í filminum um Borat og telduspælinum World of Warcraft.
Men tíðindi lurta tey ikki eftir. Lesa ikki bløðini og luttaka ikki í bókligu mentan skúlans. Meðan frægari er við gentunum, eru dreingirnir bókliga ómælandi. Mált eftir skúlans alin eru hesi ungu virðisleys, outcasts. Uttan at seta orð á støðuna, eru tey fullgreið um teirra skúlaliga ódugnaskap.
Ávegis til vitanarsamfelagið, eru tey heimleys. Skúlin gevur teim ikki innivist, tí hann dugir ikki at máta teirra førleika. Hann er ikki á nakrari tímatalvu, førleikin. Kann ikki setast inn í ein fýrakantaðan kassa, sum ein lærari kann máta, meta og viga.
Innan tey hava slept tvungnu skúlagongdini, hava tey longu sannført seg sjálvan um, at tað er ókul at vera klók.

Útihýstir dreingir
Hyggja vit at dreingjum og teirra fragd at spæla ógvuslig telduspøl, síggja harðskapsfilm og lurta eftir heavy rokk, kunnu vit staðfesta at hesin dugnaskapur er útihýstur í dagsins skúla. Hóast tað er ásett við lóg, at skúlin skal taka støði í hinum einstaka næminginum.
Svenski granskarin Keith Roe vísir í bókini Våld från alla håll (Bokforlag Symposium1993) at eitt tætt samband er millum at síggja nógvan harðskapsfilm, at vera úr arbeiðarastættini og at fáa javnt vánalig støðumet í skúlanum. At verða við í einum vinarskara, ið summi kalla banda, sum javnan hyggur at harðskapsfilmi, kann tí skiljast sum ein sjálvsverja, tá sjálvvirðið verða hótt ikki bara heima, men eisini í skúla.
Roe sigur, at dreingir úr arbeiðarastættini, sum saman við javnlíkum spæla nógv við teldu og hyggja nógv at filmi, sjáldan fáa høvi at vísa teirra førleika í skúlanum. Hetta tí, at skúlin byggir á miðalstættina og hennara avmarkaðu hugsan um dannilsi, har spæl og leikur ikki tænir persónliga mennandi endamálum og tí eru útihýst, sigur hann.

Lykilin til framtíðarsamfelagið
Undanfarna ár teknaðu PISA-fólkini eina vangamynd av føroyska skúlanum. Myndin avdúkaði so vánaligar førleikar, at vit kendu okkum sum sligin á nevið. Lukkutíð fór Skúlablaðið straks undir miðvísa tíðindatænastu og eydnaðist at seta skúlamál ovast á breddan í øllum miðlum.
Skúlin, har øll hava gingið og tískil altíð hava eina lógliga meining um, er sum aldri áður vorðin kjakevni. Rætt sum valutatíðindi, ið komu til, tá Sparikassin setti ein journalist í starv, so blivu skúlatíðindi ein natúrligur partur av almenna kjakinum, tá fólk varð sett at røkja hesa uppgávu. Men so hendi lítið meir. Uttan onkur smávegis játtan her og har, mest sum bara fyri at bøta um ringu samvitskuna hjá teim tinglimum, ið eisini eru lærarar og nú skulu hyggja foreldur í eyguni.
Tí børnini eru framtíðar politikkur og – kunnu vit illavorðin leggja afturat – púra opin fyri manipulasjón og inndoktrinering. Soleiðis eru korini fyri innlæring. Og ikki var tað uttan orsøk, at russar sum tað fyrsta eftir kollveltingina, løgdu seg eftir at hava ein góðan og væl skipaðan skúla. Tað var alt um at gera, tí har var lykilin til framtíðar samfelagið. Tilætlaðar samfelagsbroytingar eru bestar at fremja í uppælingini.


Gott er, sum er
Nú er væl fráliðið síðani undankanning og hin veruliga PISA-kanningin komu fram. Men hvar eru politikaranir? Hví er eingin ætlan komin fram, hvussu vit bjarga okkum úr hesi óunnuligu støðu, har eingin bati hómast, men bara eitt illa útborðið barna- og ungdómslið? Hvør skal laga framtíðarsamfelagið, og leggja lunnar undir Visjón 2015? Her hómast eingin ætlan, bert innantóm herðróp.
Grundandi yvir hesar spurningar, gerist eg meir og meir sannførdur um, at júst hetta er støðan, okkara fólkavaldu politikarar, har av nógvir eru lærarar, vilja hava okkum at støðast í og vera fegin um.
Eftir sum fólkavaldu løgtingslimirnir ikki vilja játta skúlanum tað, sum hann skjalpógvað hevur brúk fyri, so mugu vit ásanna at støðan, politiskt betraktað, er í fínasta lagi. Politiski viljin er at halda skúlan, har sum hann er. Ikki eitt vet betri, annarleiðis ella hægri. Men júst so sum hann er.
Tí skúlin staðfestir stættarsamfelagið. Tann førleika hevur eingin annar stovnur ella intriv, alment ella privat, í okkara samfelagi. Og við PISA-kanningini hevur Mentamálaráðið givið politisku skipanini ein leist at skera skúlan eftir.
Í øllum einfeldni, og sum um tað var ein vinnulig fyritøka, verður úrslitið í PISA sett sum nýtt ýti hjá politikarum. Boðskapurin skal vera einfaldur. Men teir gloyma, at tað er skúli ongantíð. Og við síni einfaldu hugsan um skúla, verður stættarbýti meitlað í forniskan stein. Soleiðis skal skúlin virka. Hann skal verða eitt amboð at varðveita stættarsamfelagið til ævigar tíðir.
Og so kunnu politikarar kropp á kroppi siga, at skúlin er sum ein supertankari, ið tekur drúgva tíð at venda. Drúgvari enn eitt valskeið. Tann tankin kostar so einki. Men ímeðan gongur tíðin. Og valskeið dettur av valskeiði.

Klók børn klók foreldur
Øll varnaðust vit stóru yvirskriftina, at klók børn hava klók foreldur. Hetta er ein av stóru staðfestingunum í aktuellu PISA-kanningini. Restin av kanningini eru smámunir.
Felagsskapurin Heim og Skúli staðfesti longu á heysti 2006, at foreldur hava ein avgerandi leiklut fyri læringina hjá barninum. Men samstundis vísti felagsskapurin á nýggja gransking, sum staðfestir, at foreldranna týdningur sum lærarar fyri børnini, hvørvur ikki, tá tey byrja í skúla.
Umframt at samanhangur er millum dugnaligar næmingar og vælútbúgvin foreldur, vísir felagsskapurin eisini á ein størri samanhang, ið er millum dugnasemi hjá næminginum og møguleikarnar hjá barninum at samrøða við áhugað vaksin í heiminum.
Foreldrini – sum áður hava verið gjøgnum skúlaskipanina – hava altso størri týdning fyri læringina enn sjálvur skúlin. Og her er týdningarmikið at gera sær greitt, at næmingaavrik og dugnaskapur ganga báðar vegir. Bæði upp og niður. Sosiali arvurin er tungur at bera og verri at bróta.

Bleyt virði, WTF?
Ofta verður sagt at skúli og uppfostran eru tey bleytu virðini. Tey virði, sum kvinnur og kventlar fáast við. Hin virðini eru tey týdningarmeiru, tey, sum rættir menn við stirðili fáast við á Tingi og úti millum manna.
Í veruleikanum er tað beint øvut. Samfelagsbroytingar verða bara framdar í uppælingini. Tí har er lykilin til framtíðar samfelagið. Innan Tinggátt og úti í føroyska veiðmannasamfelagnum, hava menn ikki fangað hetta.
Men longu annan dagin í nýggja árinum eru tvær kvinnur, sum á skilagóðum støði viðgera skúlaviðurskifti í bløðunum. Til fánýtis ætlaðu tær sær inn á Ting. Og komu tær inn hevði verið trupult hjá teimum at sannført allar floksformenn, at eitt stættarstríð yvirhøvur er til. Tí við støði í nýggjársrøðu løgmans, tileinkisger eini floksformaðurin í sama blaði alla hugsan um stættarstríð. Tað verður stríðið so ikki minni av.

Svensk kanning
Svenska Ungdómsráðið kunngjørdi fyri jól eina kanning av 2900 ungum svium millum 16 og 25 ár. Heitið er Unga och netvärkskulturar – mellan moralpanikk och teknikromatik.*)
At spæla á teldu er nýggj atferð, íkomin seinastu fjórðingsøld. Sjey av tíggju svenskum ungdómum siga seg spæla telduspøl. Trý av tíggju gera tað hvørja viku ella oftari, og dreingir spæla meir enn gentur. "I kanningini síggja vit, at ung, sum spæla telduspøl, drekka minni rúsdrekka, kenna seg ikki so strongd og dyrka írótt á sama støði sum onnur javnaldrandi," sigur Per Nilsson, stjóri í Ungdómsráðnum.
Kanningin avdúkar eisini at tað eru ikki bara børn og tannáringar, ið spæla á teldu. Fimti hvør 25 ára gamal svii spælir teldu minst eina ferð um vikuna.
Í eina kapitlinum Datorspelande som bildning och kultur skrivar Carin Falkner, doktari á lærda háskúlanum í Örebro, um teir námsfrøðiligu møguleikarnar í spæli. Eftir at hava kannað ung og teirra telduspæl í tvey ár, endar hon greinina við hesum skaldabornu orðum:
"Í telduspæli síggi eg tað nælandi fræið, ið verður til ein heimsborgara, ella eina mentaða cyborg. Men at fáa hetta fræið at standa í vøkstri, krevst ein námsfrøðiligur samanhangur, ið bæði tekur subjektivu og objektivu útbúgvingina við, og sum megnar at skoða út um hesi bæði, við í fyrsta lagi at brúka royndirnar hjá teim, sum brúka telduspøl og í øðrum lagi at geva hesum førleikanum fremmandar avbjóðingar. At lærarar og næmingar í felag lata upp fyri tí, sum tykist hvørjum øðrum fremmant og á henda hátt fáa høvi at tulka og læra seg betur at skilja. At lata sum einki og enntá vísa telduspæli burtur úr skúlanum er at køva nælandi fræið." (bls. 45).

Rannsókn í gaddajørð?
Ofta verður sagt, at Føroyar eru ein rannsóknarstova, tað verði seg innan veður og vind, máliskur ella arvaeginleikar.
Hyggja vit í aðalmálini í Visjón 2015, síggja vit bjartar vónir um at Føroyar verða fyrimynd í alheimssamfelagnum, at vit fara at eiga vælvirkandi skipanir, ið borga fyri dygd og nýskipan og at mentan og list verða týðandi partar av okkara samfelagsbúskapi.
Ungdómurin, ið skapar framtíðina, er so ikki tikin við uppá ráð. Tað ungdómliga fræðið, ið fær vitanarsamfelagið at næla, er fallið í gaddajørð. Men vón er fyri framman. Nýggjasti landstýrismaður okkara segði fyri jól, at "Vit mugu flyta okkum sum fólk og land nógv nærri einum vitanarsamfelagi." So satt, so satt. Men hann hevur longu lagt frá sær.

*) Svenska frágreiðingin kann takast ókeypis niður av heimasíðuni www.ungdomsstyrelsen.se

06-06-2008
Reidar Nónfjall: Skúladepilin í Marknagili

--------------------------------------------------------------------------------
Eg eri fyri, at Føroya Handilsskúli gerst partur av einum størri skúla - tað hevur við sær eitt nógv meira mennandi og avbjóðandi lestrar- og arbeiðsumhvørvi.
Hetta er eitt stórt prosjekt eftir føroyskum viðurskiftum, men verður tað fyrireika og planlagt professionelt, so er vandin fyri seinkingum minni.

Støðan er væl tann, at teir skúlar, sum talan er um at nýbyggja hava reelt ein tørv, sum má loysast akutt - hetta handlar um eina politiska raðfesting, sum er sakliga grundað - talan er um einar 1.200 næmingar, sum hava tørv á nýskapan og menning innan frálæru, pædagogiska planlegging etc.
Vit í Føroyum eru í kapping við onnur lond á hesum økinum. Hendir onki við nýbygging er vandi fyri at næmingar fara til onnur lond at taka eina miðnámsútbúgving og koma ongantíð aftur til Føroya

Fyrimunir
Fyrimunirnir eru serliga at vit fáa eitt lestrar- og arbeiðsumhvørvi, sum er við til at menna næmingin og lærarar. Harafturat verður skapt grundarlag fyri samstarvið millum fak o.a., sum næmingar ynskja og sum kann verða grundarlag fyri framhaldandi lestri o.a. Aðrir fyrimunir eru, at íløgan gerst munandi lægri og vónandi eisini raksturin - vit skulu bara hava eina kantinu og ikki 3 etc. av hvørjum (serliga felagsfunktiónir)- vit uppnáa við øðrum orðum nakrar stórrakstrarfyrimunir viðvíkjandi íløguni og rakstrinum.

Møguligir vansar
Størsti vandin verður, um skúlarnir fara at líkna ov nógv hvør øðrum. Skúlarnir eiga tí at varðveita sítt kjarnuvirksemi og harvið verða eksistensberættigaðir. Tí hava vit lagt upp til, at á tí operationella støðinum skulu tey 3 skúlavirksemini greitt skiljast at - tøkni - handill/merkantil og student/alment gymnasium. Ein útbúgvingarleiðari verður settur at stýra á hvør sínum øki við referansu til ein fyrisitingarstjóra.

Hetta handlar eisini um at seta ein stjóra sum skilir uppgávurna og kann leiða skúlan professionelt og eftir teimum intentiónum, sum lagdar verða.



07-06-2008
Mikkjal Helmsdal: Skúladepilin í Marknagili kann gerast kraftsentur hjá føroyskum ungdómi

--------------------------------------------------------------------------------

 

Fremsta málið hjá mær sum rektari í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði er, at skúlin fær góðar og tíðarhóskandi høliskarmar at virka í. Hvar skúlin skal liggja er ikki avgerandi í hesum samanhanginum.

Tað avgerandi er, at okkara skúli fær høli, har til ber at menna fakliga innihaldið í undirvísingini og at menna arbeiðshættirnar í undirvísingini, so teir fylgja við í námsfrøðiligu menningini innan okkara øki.

Lokkandi skúli
Tað er avgerandi fyri meg, at næmingarnir í framtíðini kunnu mennast og trívast, og at til ber at skapa eitt arbeiðsumhvørvi fyri lærararnar, sum ger tað lokkandi hjá dugnaligum akademikarum at søkja sær arbeiði á skúlanum.

Eldri lærarar
Komandi 10 árini fer meginparturin av verandi studentaskúlalærarum frá fyri aldur. Um studentsútbúgvingin skal varðveita og menna sítt støði, má skúlin vera minst líka áhugaverdur fyri komandi lærarar sum fyri komandi næmingar.

Kunnu fáa fyrimunir
Tað kunnu skapast nógvir fyrimunir við, at studentaskúlin er partur av einum størri skúladepli.
Sum uppleggið er nú, skal depilin skipast við umfatandi integratión á leiðslustøðinum og í umsitingini, eins og samstarvað verður um nýtslu um fakhølum og felagshølum og um faklig tilboð, sum einstøku útbúgvingarnar ikki megna at lyfta einsamallar.
Men tær tríggjar verandi miðnámsútbúgvingarnar skulu varðveitast sum sjálvstøðug øki og menna sínar kjarnuførleikar sum slík.

Ikki blanda alt saman
Tað vil siga, at í sjálvari undirvísingini er ikki ætlanin at integrera ella samanblanda verandi útbúgvingar. Á henda hátt hugsi eg vit fáa sum mest burtur úr styrkjunum hjá øllum trimum verandi skúlum. Vit varðveita og menna verandi profilar, og samstarva har, ið samstarvið kann leggja nakað afturat.

Mentanarligi profilurin
Her hevur tað fyri studentaskúlin stóran týdning, at tann sterki mentanarligi profilurin og tann sterka fakliga siðvenjan hjá skúlanum fylgja við og fáa rúmd í tí komandi deplinum - bæði í byggingini og í organisatiónini.

Kraftsentur hjá ungdóminum
Tað liggja stórir og spennandi møguleikar opnir fyri okkum, nú teir tríggir skúlarnir í felag fáa høvi til at orða innihaldið og krøvini til komandi karmarnar í felag - og frá grundini av.
Við Miðnámsskúladeplinum ber til at skapa eitt fakligt, námsfrøðiligt og mentanarligt kraftsentur hjá ungdómininum í meginøkinum, um rætt verður borið at, t.v.s. at bygdir verða karmar, sum fremja fakliga menning og sosialan trivnað á skúlanum og lata upp fyri einum livandi felags- og mentanarumhvørvi uttan fyri sjálva undirvísingina.

Karmar til 2/3 av øllum
Tað má havast sera frammaliga í huganum, at vit byggja karmar til umleið 2/3 av føroyskum miðnámsskúlanæmingum í framtíðini, t.v.s 2/3 av tí partinum av føroyska ungdóminum, sum ætlanin er skal lyfta og fremja vitan sum ein framtíðar vinnuveg i Føroyum.

Draga næmingar og lærarar
Tí hevur tað sera stóran týdning at skúladepilin bæði sum bygging og sum organisatión verður eitt stað, sum dregur næmingarnar til sín - og ikki minst verður eitt arbeiðspláss, sum dregur teir dugnaligastu og bestu lærarakreftirnar til sín.

Tað ringasta, sum kann henda
Worst case scenario er, at byggingin verður avmarkað og niðurpínd við sparingum, og at depilin bygnaðarliga og námsfrøðiliga ikki verður skipaður við skili. Tá er vandi fyri, at hvørki næmingar ella lærarar fara at trívast har: At nógvir næmingar velja at fáa sær miðnámsútbúgving uttanlands, og teir bestu akademikarnir velja miðnámsskúlan frá sum arbeiðspláss. Og tá kann verkætlanin gerast ein kleppur um beinini á allari útbúgvingar- og granskinarmenning í Føroyum.
Men í skrivandi støðu talar alt fyri, at vit kunnu skapa ein dynamiskan og spennandi depil fyri miðnámsskúlaútbúgvingum og ungdómsmentan í Føroyum.

Ongin nýbygging í 25 ár
Í Havn og í Suðurstreymoy hevur eingin nýbygging á miðnámsskúlaøkinum verið í 25 ár, samstundis sum verandi miðnámsskúlar í Havn umboða yvir 60% av miðnámsskúlanæmingunum í øllum landinum, so tað ber ikki til, at siga miðnámsskúladepilin seinkar nýbygging á miðnámsskúlaøkinum. Tað er rætt og slætt eingin onnur verkætlan á miðnámsskúlaøkinum, sum hevur størri týdning og er meira átrokandi enn hendan.

Ítøkiligir fyrimunir
Teir ítøkiligu fyrimunirnir við at samla tríggjar skúlar í einum depli eru - ella eiga at vera, um miðsavningin ikki einans verður brútk til sparingar-, at tú við at byggja í felag kanst fáa nøkur høli og nakrar karmar, ið tú annars ikki kundi fingið við at byggja tríggjar ymiskar skúlar.
Her hugsi eg t.d. ítróttarhøll og uttandura ítróttarøki og um ein stóran sal við tøkniligari útgerð til felags og almenn tiltøk, s.s. filmssýningar, konsertir, sjónleik, mótasýningar, fundir, ráðstevnur v.m.

Í skrivandi løtu
Omanfyri nevndu fyrimunir eru ikki við í verkætlanini í skrivandi løtu, men tey eru partur av teimum ynskjum, sum studentaskúlin hevur til depilin. Hyggja vit longur fram vil tað vera ein styrki, at tú fært eitt størri fakligt umhvørvi, betri møguleikar fyri yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu og betri møguleikar fyri skipaðari og miðvísari fakligari menning av starvsfólkunum. Somuleiðis vil ein depil kunna bjóða fleiri og betri faklig tilboð.

Kann gerast eitt afturstig
Tað er vandi í hvørjari vælferð. Tað nýtist ikki at vera ein vansi at savna hesar tríggjar skúlarnar í ein depil. Men vit skulu ikki lata eyguni aftur fyri, at tað kunnu vera vansar.
Verður byggingin ikki nøktandi til at skapa góðar og mennandi fakligar, mentanarligar og sosialar karmar kring virksemið, og verða útbúgvingarnar rótaðar saman í ein fakligan greyt, har alt sær út sum eitt og sama tilboð fyri ungdóminum, ið skal søkja inn, samstundis sum verandi fakligu traditiónir og kjarnuførleikar fara fyri bakka, so verður úrslitið eitt stórt afturstig fyri miðnámsskúlan sum heild.

600-800 næmingar best
Einasti veruligi vansi, ið eg síggi við miðnámsskúladeplinum, er, at vit savna 1200 - og seinni helst enn fleiri- næmingar á einum stað. Gransking í skúlastøddum hevur víst, at 600-800 næmingar er besta støddin til miðnámsskúlar. Tá eru trivnaðurin og fakligi úrslitini best og fráfallið minst.
Tá tað er sagt, meti eg, at hesum vansanum kunnu vit byrgja upp fyri, um vit megna at skipa karmarnar, bygnaðin og undirvísingina, soleiðis at hædd verður tikin fyri trivnaðinum og persónligu og fakligu menningini hjá næmingunum.

 



08-06-2008
Eli Brimsvík: Príseftirlit nú takk!

--------------------------------------------------------------------------------
Nú mega vit fáa príseftirlitið aftur at virka.
Hend gongdin kann ikki halda áfram.

Tann lønarhækkan sum fakfeløgini hava telva seg fram til eru snøgt sagt uppetnar av prísvøkstri.

Oljuprísurin er tvífaldaður, og tað er einki, sum bendir á, at prísvøksturin steðgar.
So gott sum hvørja einastu viku hækka matvørðuprísir, og onnur ting.

Skipini liggja svínabundin, tí tey hava ikki ráð at loysa, alt meðan okkara fólkavaldu politikarar klandrast um undirsjóvartunlar, skattahækkingar og onnur eyka gjøld á fólki.

Hvat við at avtaka oljuavgjaldið, hvat við at avtaka mvg av mjólk, frukt og øðrum heilsugóðum kosti?
Nei tað hava vit ikki ráð til, men at brúka millióna upphæddir til at seta á stovn sendistovur runt um í øðrum londum, til onga verðins nyttu, (tær eru har í forvegin) og tað uttan, at ein endalig fíggjarlóg var samtykt.

Samstundis kemur sjálvur landsbankastjórin og boðar frá, at her stendur væl til, vit kunna sagtans klára at taka eitt skrædl, av tí at vit eiga eitt sindur á kistubotninum uttanlands.

Her má okkurt vera raplandi galið, tað hevur ongantíð verið gott latín at brúka reservarnar hjá einum landi.

Kann tað vera, at vit hava ov nógvar akademikkarar innan løgting og landstýri?

Vit mega bert vóna at okkara fólkavaldu vakna áðrenn tað endar heilt galið, tí galið endar tað við hesi kós.

 

05-07-2008
Nýggjur Handverkari, blað nr. 26

--------------------------------------------------------------------------------
Í blaðnum verður m.a. boðað frá kapping við hesi frágreiðing:
Havnar Handverkarafelag hevur altíð lagt dent á at veita limunum so góða tænastu sum gjørligt.

Nú hevur felagið sett sær fyri at fáa uppaftur betur samskifti við limirnar umvegis teldupost.
Sum øll vita so er teldupostur ein sera góður samskiftismiðil. Tí verður fyrsta stigið at fáa so nógvar limir sum gjørligt at senda felagnum ein teldupost. Tað einasta, sum skal standa í teldupostinum er: Fornavn, eftirnavn, arbeiðspláss (meistari) og møguligt fartelefonnummar.

Telduposturin – við upplýsingum – skal sendast til: limir@handverk.fo
Fyri at gera hetta meira áhugavert hjá limunum skipar felagið fyri burturluting av einum Ipod fyri hvørjar 50 limir, sum senda teldupost við omanfyri nevndu upplýsingum.

Tað vil siga, at fáa vit t.d. 100 teldupostar, so kasta vit lut um tveir Ipod, og fáa vit t.d. 1000, so kasta vit lut um 20 Ipod. Fyri at vera við í dráttinum skal telduposturin vera hjá felagnum í seinasta lagi 1. oktober 2008.

 

04-09-2008
Landsfelag Handverkaranna aðalfund

--------------------------------------------------------------------------------
Landsfelag Handverkaranna hevði aðalfund 4. september 2008 á Hotel Føroyum.

Á myndini eru frá vinstru:
Hanna Michelsen, Martin Øster, Emil Michelsen, Sofus Hansen, Høgni Hovmann, Eli Brimsvík, Johannus Bertelsen, Eliesar Rasmusen, Danial Pauli Djurhuus og Janus Uldall.

 

05-09-2008
Um Eftirlønargrunn Havnar Handverkarafelags

--------------------------------------------------------------------------------
Eftirlønargrunnurin er í tveimum pørtum, einum parti, sum er samhaldsfastur, og einum parti, sum er persónligur hjá hvørjum einstøkum limi. Hesin seinni parturin verður vanliga nevndur kapitalpensión.

Eisini fyri handverkslærlingar
Tá talan er um Eftirlønargrunnar eru somu viðurskifti galdandi sum fyri samfelagið sum heild. Tað eru tær yngru kreftirnar, sum eru framtíðin í samfelagnum á sama hátt, sum tær eru framtíðin í einum og hvørjum eftirlønargrunni. Í báðum førum verða tað tey yngru, sum bera byrðarnar fyri tey eldru.
Í hesum sambandi er vert at nevna, at tað er umráðandi, at hvør einstakur longu á ungum árum hugsar um at tryggja sær eina so góða eftirlønarskipan sum gjørligt. Og tess fyrr byrjað verður at seta pening av til eftirløn tess, lættari verður at fáa eina holla skipan á hesum øki.
Sambært viðtøkunum fyri Eftirlønargrunnin hevur grunnurin eisini skyldu til at veita teimum ungu eina skipan longu, tá ið tey eru í læru. Av tí, at inntøkan hjá lærlingum er avmarkað, verða øll inngjøld í lærutíðini roknað til tann persónliga partin sum kapitalpensión.

Grunnur fyri allar aldursbólkar
Eftirlønargrunnurin er fyri allar aldursbólkar. Sum nevnt er møguligt at gerast limur, tá ein fer í læru, og møguligt er eisini at vera limur eftir, at ein er farin frá við eftirløn. Somuleiðis er møguligt at vera hvílandi limur í Eftirlønargrunninum.

Viðtøkurnar fyri grunnin
Tá Eftirlønargrunnurin varð stovnaður setti Havnar Handverkarafelag 5.000.000,- kr. í grunnin sum stovnsfæ. Hesin peningur er at rokna sum trygd, men skal gjaldast felagnum aftur sambært avtalu millum partarnar.
Í upprunaligu viðtøkunum var grunnurin avmarkaður til einans at fevna um limir Havnar Handverkarafelags. Viðtøkurnar eru nú broyttar soleiðis, at onnur feløg eisini kunnu gerast limir.
Her er vert at nevna, at sambært viðtøkunum hava handverkarar, sum eru 59 ár, tá teir gerast limir, ikki rætt til samhaldsfast útgjald. Tí verða øll inngjøld hjá hesum limum sett á persónliga konto sum kapitalpensión.

5 nevndarlimir
Í nevnd grunsins hava 5 limir sæti. 3 limir verða valdir beinleiðis av limunum í eftirlønargrunninum á ársaðalfundi, og tveir limir verða valdir/innstillaðir av Havnar Handverkarafelag. Nevndarlimir verða valdir fyri tvey ár, men kunnu afturveljast.
Her eigur at verða nevnt, at nevndin skal í minsta lagi hava 4 fundir um árið, og fundarfrágreiðing skal skrivast fyri allar fundir og undirskrivast av teimum nevndarlimum, sum eru á fundi.

Stjóri, grannskoðari og aktuarur
Eftirlønargrunnurin er undirlagdur rættuliga umfatandi lóggávu, sum er galdandi fyri allar tryggingar og eftirlønargrunnar.
Her eigur at verða nevnt, at grunnurin skal hava ein stjóra. Stjórin hevur dagligu leiðslu grunsins um hendi og skal tryggja, at virksemi grunsins lýkur galdandi lógarkrøv, m.a. hava eftirlit við, at ognirnar eru tryggar.
Harumframt skal statsgóðkendur grannskoðari vera knýttur at grunninum. Grannskoðarin skal veljast á aðalfundi og skal grannskoða roknskapin, áðrenn hann verður lagdur fyri aðalfund til góðkenningar.
Grunnurin skal eisini hava ein aktuar at hava eftirlit við virkseminum.
Sambært viðtøkunum kann stjórin, grannskoðarin og aktuarurin krevja nevndarfund í grunninum. Teir hava tá rætt til at vera til staðar á fundi, og hava harumframt loyvi til at bera fram síni sjónarmið á nevndarfundi.

Ognir grunnsins í góðum hondum
At grunnurin hevur stjóra, statsgóðkendan grannskoðara og aktuar knýttan at virkseminum tryggjar, at ognir grunsins altíð eru tryggar og undir støðugum eftirliti av kønum fólki.
Og ognir grunsins eru støðugt vaksandi, og talan er nú eisini – í mun til føroyskt viðurskifti – um munandi upphæddir. Meginparturin av ognum grunsins eru settar í trygg lánsbrøv.

Ábyrgd og trygd
Tað er umráðandi, at limirnir ansa eftir, at arbeiðsgevarin flytur tað, hann eigur at flyta til Eftirlønargrunnin.
Sjálvandi kannar skrivstovufólkið hjá Eftirlønargrunninum inngjøldini, men tað eru tíverri dømi um, at inngjøldini ikki eru sum tey eiga at vera.
Av hesi orsøk er umráðandi, at limir tryggja sær, at øll gjøld til Eftirlønargrunnin verða flutt sum fyriskrivað.
Mint verður eisini á, at peningur, sum verður fluttur Eftirlønargrunninum, skal ikki verða skattaður.
Viðvíkjandi trygdini kann at enda nevnast, at Dataeftirlitið hevur góðkent EDV-skipanina hjá Eftirlønargrunninum.

14-09-2008
LO í Danmark bjóðar limum sínum eitt nýtt keypskort

--------------------------------------------------------------------------------

 

Í tíðindaskrivi frá LO verður m.a. sagt:
Under mantraet ”ret til rabat” kan alle medlemmer spare penge på alt fra forsikring og ferierejser til plantefrø og vvs-arbejde. Samtidig kan kortet bruges som betalingsmiddel i alliance med Mastercard.
De almindelige lønmodtagere er nok dem, der oftest må betale fuld pris for varerne. Derfor er jeg glad for, at vi kan give dem det nye korttilbud fra LO Plus, siger LO i en pressemeddelelse.

Billigere varer til 1,2 million danskere
Medlemmerne får det nye kort gennem deres almindelige fagforeninger. I alt kan over 1,2 million danskere proppe det nye LO-kort i tegnebogen, hvis de har lyst. Og det regner LO med, at medlemmerne har, eftersom rabatterne på op til 10 procent kan afbøde tidens store prisstigninger på blandt andet benzin, fødevarer og forsikringer.

Tilbuddet er en videreudvikling af fagforeningens arbejde for ikke blot at sikre medlemmerne bedre løn og arbejdsforhold. Men også forhandle sig til tilbud, der letter medlemmernes dagligdag og kan mærkes positivt på flere af husholdningsbudgettets poster.

Klassekamp i plastickortet
Formand for LO Plus, Henrik Feldborg, fortæller, at medlemskortet også skal hjælpe LOs medlemmer til at hamle op med danskere med længerevarende uddannelser.
Det er typisk de veluddannede, der kan finde ud af at forhandle prisen ned på egne vegne. Det er ikke altid, at medlemmer af LOs forbund har modet til det. Derfor er det godt med det her kort.

 

 

18-09-2008
Agnieszka trívist væl í Føroyum

--------------------------------------------------------------------------------

 

Tá vit hitta Agnieszku, sum er póllendingur, heldur hon fyri, at hon fyrst má fortelja, hvussu tað bar til, at hon kom til Føroya.
Tað er ein heldur sjáldsom søga, sigur hon. At eg eri her, kann eg takka einum pólskum lækna fyri. Tað sjáldsama er, at hann hevur ongantíð verið í Føroyum. Men hann hevði arbeitt sum lækni í Svøríki. Har hevði hann hoyrt um Føroyar og, at tað var lætt at fáa arbeiði í Føroyum. Og lønin var góð, eftir pólskum málistokki, segði hann.
Eg visti onki um Føroyar, men fekk blóð uppá tonnina, og hevði hug at royna eydnuna. Hetta var í 1988, og tá var støðan í Póllandi alt annað enn góð. Lønirnar vóru sera vánaligar, og inflatiónin var stór.
Tá var heldur ikki so lætt at sleppa úr landinum, man skuldi søkja um visum, og tað kundi taka langa tíð. Eg søkti so, og tá eg hevði fingið visum, setti eg beina kós til Føroya.

Jólaódnin í 1988
Í Føroyum gekk alt skjótt fyri seg. Arbeiði var at fáa á Bacalao, ella Fiskavirking, sum tey siga nú. Har var eg reinskerari, og fekk bústað í einum kampingvogni. Og nú koma vit til tann minni góða partin av søguni. Eg kom til Føroya síðst í november, og hevði bara verið her í nakrar vikur, tá tann tiltikna jólaódnin í 1988 brast á.
Tá búði eg framvegis í kampingvogninum, og tá var ikki stuttligt at búgva har. Tað leikaði so í, at eg var sannførd um, at mín síðsta løta var komin. Eg hevði ongantíð uppliva so nógvan vind fyrr, tað var stutt sagt ræðuligt.
Tá sat eg har og angraði, at eg var komin til Føroya. Men eg veit ikki, tá stormurin hevði lagt seg, gav eg – tí betur – Føroyum ein tjans afturat. Fólk søgdu eisini, at hetta var heilt óvanligt, og at tað var langt ímillum ódnirnar, so eg var verandi.

Agnieszka gift í Føroyum
Í 1990 møtti Agnieszka havnarmanninum Birgir Johannesen. Tey giftust í 1991, og eiga tvey børn, eina gentu og ein drong. Gentan eitur Emma og drongurin David. Tíðin gongur skjótt, sigur Agnieszka, nú er Emma 16 ár og David 12. Og nú havi eg skjótt búð í Føroyum í 20 ár, tað er ein stórur partur av lívinum

 

18-09-2008
Agnieszka trívist væl í Føroyum

-------------------------------------------------------------------------------

Tá vit hitta Agnieszku, sum er póllendingur, heldur hon fyri, at hon fyrst má fortelja, hvussu tað bar til, at hon kom til Føroya.
Tað er ein heldur sjáldsom søga, sigur hon. At eg eri her, kann eg takka einum pólskum lækna fyri. Tað sjáldsama er, at hann hevur ongantíð verið í Føroyum. Men hann hevði arbeitt sum lækni í Svøríki. Har hevði hann hoyrt um Føroyar og, at tað var lætt at fáa arbeiði í Føroyum. Og lønin var góð, eftir pólskum málistokki, segði hann.
Eg visti onki um Føroyar, men fekk blóð uppá tonnina, og hevði hug at royna eydnuna. Hetta var í 1988, og tá var støðan í Póllandi alt annað enn góð. Lønirnar vóru sera vánaligar, og inflatiónin var stór.
Tá var heldur ikki so lætt at sleppa úr landinum, man skuldi søkja um visum, og tað kundi taka langa tíð. Eg søkti so, og tá eg hevði fingið visum, setti eg beina kós til Føroya.

Jólaódnin í 1988
Í Føroyum gekk alt skjótt fyri seg. Arbeiði var at fáa á Bacalao, ella Fiskavirking, sum tey siga nú. Har var eg reinskerari, og fekk bústað í einum kampingvogni. Og nú koma vit til tann minni góða partin av søguni. Eg kom til Føroya síðst í november, og hevði bara verið her í nakrar vikur, tá tann tiltikna jólaódnin í 1988 brast á.
Tá búði eg framvegis í kampingvogninum, og tá var ikki stuttligt at búgva har. Tað leikaði so í, at eg var sannførd um, at mín síðsta løta var komin. Eg hevði ongantíð uppliva so nógvan vind fyrr, tað var stutt sagt ræðuligt.
Tá sat eg har og angraði, at eg var komin til Føroya. Men eg veit ikki, tá stormurin hevði lagt seg, gav eg – tí betur – Føroyum ein tjans afturat. Fólk søgdu eisini, at hetta var heilt óvanligt, og at tað var langt ímillum ódnirnar, so eg var verandi.

Agnieszka gift í Føroyum
Í 1990 møtti Agnieszka havnarmanninum Birgir Johannesen. Tey giftust í 1991, og eiga tvey børn, eina gentu og ein drong. Gentan eitur Emma og drongurin David. Tíðin gongur skjótt, sigur Agnieszka, nú er Emma 16 ár og David 12. Og nú havi eg skjótt búð í Føroyum í 20 ár, tað er ein stórur partur av lívinum.

Niðanfyri er mynd av børnunum Emma og David:

 

Stinn í Føroyskum
Í dag tosar Agnieszka flótandi føroyskt. Hon fortelur okkum, at líka síðani hon kom til Føroya hevur hon roynt at lagt seg eftir at læra føroyskt. Tað hevur verið spennandi, men tað hevur eisini tikið sína tíð. Í 1992-93 tók hon eitt kvøldskúlaskeið í føroyskum fyri útlendingar.
Av tí, at ongin pólsk/føroyskt ella føroysk/pólsk orðabók er, so brúkti hon enskt sum millumlið. Tað vil siga, at hon fór frá pólskum til enskt, og so frá enskum til føroyskt, og umvent.
Hon dugdi væl enskt, tá hon kom til Føroya, og tað kom væl við, alt hevði verið nógv truplari um hon ikki dugdi enskt, sigur hon.

10. flokkur, børn og Fróðskaparsetrið
Í 2004 tók Agnieszka 10. floks prógv í føroyskum, og veturin 2005-2006 tók hon eitt skeið í føroyskum á Fróðskaparsetrinum.
Og so greiður hon okkum frá, hvussu nógv børnini hava lært hana. Tað byrjaði við, at hon lærdi seg orðini, sum hava samband við smá børn, tað var til dømis blæa, fløska, svong, sova, kukka, pissa o.s.v. Og so hvørt børnini dugdu at siga nýggj orð, so lærdi hon eisini tey.

Hjálpir fólki og er tolkur
Hóast tað eru umleið 90 póllendingar í Føroyum, so eru ikki so nógvir, sum duga so ræðið føroyskt sum Agnieszka. Tí verður hon eisini ofta spurd um hon ikki kann hjálpa, og tað ger hon fegin. Tað kemur fyri, at fólk, sum hon ikki kennir ringja til hana og spyrja um ymiskt. Og hon hevur eisini hjálpt myndugleikunum, t.d. politinum, tað er mest, tá teir hava brúk fyri einum tolki.
Hon kennir eisini rættuliga nógvar av póllendingunum, sum arbeiða og búgva í Føroyum. Og tá hon møtir póllendingum, og hon hevur stundir, so plagar hon at geva sær tíð til eitt prát. Man má eisini royna at halda sítt móðurmál við líka, sigur hon.
Agnieszka er katolikkur, og er vanliga í Mariukirkjuni hvønn sunnudag. Har koma eisini aðrir póllendingar til gudstænastu. Á Tórshavnar Skipasmiðju arbeiða fleiri póllendingar, so man kann næstan siga, at har er eitt pólskt umhvørvi, sigur hon skemtandi.

Lærarastarv
Í nøkur ár hevur hon verið lærari í Adventistaskúlanum í Havn. Og hon gleðir seg serliga nógv til komandi skúlaár, tí tá skal hon vera flokslærari hjá 1. flokki. Tað verður hennara fyrsta skúlaár sum flokslærari. Hon undirvísir mest í evning, matgerð og rokning. Her eigur at vera nevnt, at Agnieszka tók læraraprógv á universitetinum í Warszawa áðrenn hon kom til Føroya.
Hon sigur eisini, at nú er ikki tann stóri munurin á føroyskum og pólskum børnum. Nýggja tíðin við globalisering, nógvum sjónvarpsrásum og interneti ávirkar børnini í Póllandi á sama hátt sum børnini í Føroyum.
Men alt er ikki bara gott, tað harmar hana nógv, at narkotisk evni eru vorðin meira vanlig í Póllandi. Hetta er ein stórur trupulleiki nógvastaðni, og heilt ung gerast bundin av hesum evnum.
Tað hevur eisini gjørt, at narkotisk evni verða seld og keypt í skúlunum. Tað er tí betur ikki tað sama í Føroyum.

 


Barnaárini
Agnieszka er uppvaksin í einum lítlum býi, sum eitur Lubien Kujawski. Tað er stutt vestanfyri Warszawa. Í dag búgva eini 1500 fólk í býnum. Býurin liggur í einum øki, sum verður nevnt Kujawy, har hava tey t.d. felags búnað, sum á ein hátt kann samanberast við føroyska tjóðarbúnan, føroysku klæðini.
Tey eru tvey systkin, hon hevur ein beiggja, sum býr í Póllandi. Pápin doyði í ungur í 1976, tá var Agnieszka 6 ára gomul. Pápin var stjóri á eini verksmiðju, sum gjørdi múrsteinar.
Mamman livur enn, hon hevur einaferð verið í Føroyum og vitja. Agnieszka hevur, næstan á hvørjum ári síðani hon kom til Føroya, verið ein túr í Póllandi, tað hevur vanliga verið um summarið. Tað hevur nógv at siga fyri hana, at hon ikki missur sambandi við slekt og vinfólk í Póllandi.

Abbin og omman
Agnieszka fortelur, at tey vóru ofta hjá ommuni og abbanum, tá hon var barn. Tey høvdu eitt lítið bóndabrúk; og høvdu nógv djór: neyt, dunnur, hønur, gæs, svín og fleiri ross, men ongan seyð, sum tað er so nógv av í Føroyum.
Rossini vóru arbeiðsross, tey vóru brúkt til allan flutning og tá tey veltu jørð.
Tað hava altíð verið nógv arbeiðsross í Póllandi, men tá landbúnaðurin verður moderniseraður, so verða rossini færri.
Hon minnist eisini, at øll høvdu kolovnar. Tað er nógv kol í Póllandi, og tað hevur verið nógv brúkt bæði í húsarhaldinum og í vinnulívinum, greiðir Agnieszka frá.
Hon minnist aftur á barnaárini, og fortelur, at omman og abbin høvdu ikki elveiting, og livdu tí eitt heilt annað lív, enn tað, sum hon var von við heima hjá teimum; foreldrini hava havt elveiting alt tað hon kann minnast.
Eitt sindur strangur skúli Eg fór í skúla tá eg var 6 ár. Í dag kann man siga, at skúlin var eitt sindur strangur. Eg minnis, at ein dagin fortaldi ein lærari fyri okkum, at í morgin skulu vit fara ein túr at vitja á eini verksmiðju, sum ger múrsteinar.
Eg segði onki, men visti beina vegin, at tað mátti vera har, sum pápi mín arbeiddi.
Eg minnist væl, hvussu eg gleddi meg og, hvussu erpin eg var. Eg var so spent, at eg gloymdi, at vit skuldu skriva um tað, sum vit fingu at vita á verksmiðjuni.
So tá lærarin bað um uppgávurnar mátti eg siga, at eg hevði gloymt at skriva. Tá bleiv eg ordiliga kedd, tí eg visti, at nú fór at vera galin endi. Og rætt var.

Peikipinnurin
Eg bleiv rópt upp til læraran. Hann bað meg vísa sær vinstru hon, so tók hann peikipinnin og smekkaði hann niður í hondina. Tað sveið so øgiligt. Og tá eg setti meg aftur, minnist eg, at eg royndi at lætta um pínuna við at seta meg á hondina. Ongin bleiv sligin í høgru, tí so fekk man ikki skrivað; vit skrivaðu nógv í skúlanum.
Hatta minnist eg so týðuligt. Annars haldi eg, at skúlin var ikki so galin, kanska eitt sindur for strangur.
Men nú er alt øðrvísi, nú líkjast børnini og skúlarnir í Póllandi nokkso nógv teimum í Føroyum.


Á myndini niðanfyri er Agnieszka saman við mammuni, pápanum og beiggjanum.





01-10-2008
Tímaløn og eftirlønargjald frá 1. oktober 2008

01-10-2008
Lønar- og eftirlønarhækkingar

--------------------------------------------------------------------------------
1. oktober 2008 fór tímalønin hjá sveinum úr 115,94 kr. upp í 118,29 kr.
Samstundis fór eftirlønargjaldið hjá sveinum úr 12 prosentum upp í 14% (2+12%)
Eftirlønargjaldið hjá lærlingum er 6,5%.


Fyri fyrstu 4 tímarnar, vanlig løn: (+35%) 159,69 kr.Fyri næstu 3 tímarnar, vanlig løn: (+60%) 189,26 kr.Fyri fylgjandi tímar, vanlig løn: (+100%) 236,58 kr.Leygardag: (+100%) 236,58 kr.Sunnu- halgidagar og frídagar: (+100%) 236,58 kr.


Limagjaldið
Limagjaldið er 450,- kr. um mánaðin.
Í hesum sambandi fara vit at minna á, at tað er umráðandi, at limagjaldið verður goldið til tíðina og, at ongin eftirstøða er.
Hetta hevur t.d. týdning fyri lívstryggingina. Allir limir eru lívstryggjaðir, men ein treyt fyri at fáa lívstrygging er, at limagjaldið verður goldið til tíðina.

Fasta flyting
Fyri at tryggja sær, at t.d. lívstryggingin altíð er galdandi er best at gjalda limagjadið við fastari/sjálvvirkandi flyting.
Limir kunna ringja til skrivstovuna (tlf. 35 48 00) og boða frá, at teir ynskja fasta/sjálvvirkandi flyting, og hvørja bankakonto limagjaldið skal gjaldast av.
Hesin nýggi møguleikin hevur samband við umlegging frá PBS til Gjaldsskipanina hjá Elektron.
Avgreiðslutíðirnar á skrivstovu okkara eru vanligar dagar frá kl. 9 til kl. 12, og hósdag fra 15 til 18.



 

01-11-2008
Aðalfundur Landsfelag Handverkaranna 4. sept. 2008

--------------------------------------------------------------------------------
Landsfelag Handverkaranna hevði aðalfund á Hotell Føroyum 4. september. Nógv var á skránni; byrjað varð kl. 10, og hildið varð á til kl. 16.

Tá fundurin var settur, greiddi nevndin fyrst frá virksemi felagsins farna árið.
Í hesum sambandi varð greitt frá teimum fundum, sum Landsfelag Handverkaranna – saman við øðrum fakfeløgum – hevði við landsstýrið, tá talan var um at broyta mannagongdina viðvíkjandi útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða.
Í málinum liggja fleiri stórir trupulleikar, m.a. tað, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða fáa betur sømdir enn føroyingar, sum gera sama arbeiði.
Ein trupulleiki er, at útlendingar, ið koma at arbeiða á t.d. fiskavirkjum fáa fasta løn. Tá fáa vit eina skipan, sum ger, at føroyskir arbeiðsgevarar vera noyddir at koyra føroyingar til hús, meðan útlendingarnar halda fram, og fáa nógv fleiri tímar og meira í løn enn føroyingarnir, sum gera sama arbeiði. Í veruleikanum verða útlendingarnir tryggjaðir við fastari løn, meðan føroyingar verða tímaløntir, og fáa minni inntøku enn útlendingarnir.
Í hesum máli var heilt greitt, at politiska skipanin ikki hevði hug at taka føroysku feløgini við uppá ráð; tað gjørdist skjótt greitt, at tað var sum, tá tosað verður fyri deyvum oyrum.
Niðurstøða var greið; landsstýrið var ikki sinnað at viðgera teir trupulleikar, sum fara at stinga seg upp í hesum sambandi.

Endurgjald fyri lærlingar
Eitt annað mál, sum Landsfelagið hevur arbeitt við, tók seg upp, tá skotið var upp at
lækka ella avtaka endurgjald fyri lærlingar. Her meta vit, at vit gjørdu mun. Undir øllum umstøðum kunnu vit staðfesta, at málið er drigið út.
Tað sum liggur fast í løtuni er, at enn er onki uppskot komið úr landsstýrinum hesum viðvíkjandi. Tað var annars ætlanin.

Avtalan við Tórshavnar Skipasmiðju
Á aðalfundinum varð greitt frá avtaluni, sum er gjørd við Tórshavnar Skipasmiðju viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi. Í hesum føri snýr tað seg um serarbeiðarar úr Póllandi. Av tí, at vit ikki hava serarbeiðarar, við royndum og kunnleika innan skipasveising, hava vit funnið eina loysn, sum er til frama fyri allar partar.
Samstarvið við Skipasmiðjuna hevur verið gott, og tí var eisini greitt frá fleiri jaligum avleiðingum, sum henda avtala hevur haft við sær.

Heimasíðan hjá Landsfelagnum
Greitt var frá nýggju heimasíðuni hjá felagnum, sum er á: www.lfh.fo
Heitt var á limafeløgini um at koma við nýggjum uppskotum til heimasíðuna. Ætlanin er, at heimasíðan skal útbyggjast og dagførast loypandi.
Víst varð eisini á, at neyðugt er, at limafeløgini koma við nágreiniligum upplýsingum um feløgini og, at vit í felag fáa heimasíðuna so góða sum gjørligt.

Misjøvn kunning um útbúgvingar
Øll leggja vit til merkis, at nógv orka verður brúkt til at kunna føroyskan ungdóm um útbúgvingarmøguleikar í øðrum londum. Onki ringt um tað.
Vit leggja eisini til merkis, at nógv verður gjørt fyri at kunna føroyskan ungdóm um gymnasialu útbúgvngarmøguleikarnar, sum eru i Føroyum. Onki ringt um tað.
Tað sum hinvegin undrar mong er, at lítið ella onki verður gjørt fyri kunna føroyskan ungdóm um yrkisútbúgvingarmøguleikar, sum hóast alt eru í Føroyum.
Tað átti, at sagt seg sjálvt, at hetta fær neiligar avleiðingar, og tí eiga vit at kanna, hví støðan er sum hon er. Her er helst onkur, sum ikki ger sítt arbeiði til lítar. Um tað er Yrkisdepilin ella onkur annar, tað vita vit ikki í løtuni. Semja var um, at Landsfelagið má gera alt, sum gerast kann fyri at bøta um støðuna.

Umseta sáttmálar
Havnar Handverkarafelag hevur tikið stig til at fáa okkara sáttmálar umsettar til onnur mál. Umsetingin til enskt er gjørd, og í løtuni verður arbeitt við at umseta til polskt.

Føroya Prentarafelag
Føroya Prentarafelag er nú limur í Landsfelag Handverkaranna. Harvið eru limirnir í Prentarafelagnum tryggjaðir á sama hátt sum aðrir limir hjá Landsfelagnum.
Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, sum eisini inniheldur eftirløn.

Roknskapur fyri 2007
Ársroknskapur felagsins fyri 2007 varð lagdur fram til góðkenningar. Tað er Sp/f Menta, sum hevur grannskoðað roknskapin. Aðalfundurin góðkendi grannskoðaða ársroknskapin fyri 2007 einmælt.
Harumframt varð samtykt, at limagjaldið skal verða óbroytt. Limagjaldið verður tí framhaldandi kr. 250,00. um árið.

Broyting av viðtøkum
Eitt av uppskotunum, sum var komið inn til aðalfundin at taka støðu til, var uppskot um broyting av viðtøkunum felagsins. Í hesum sambandi samtykti aðalfundurin, at § 6 í viðtøkum felagsins skal broytast soleiðis, at aðalfundur felagsins verður hildin áðrenn 1. mai á hvørjum ári.
Víst var á, at neyðugt er at gjøgnumganga viðtøkurnar og gera neyðugar broytingar. Skotið varð upp, at ein viðgerð verður sett í gongd nú og, at møgulig broytingaruppskot verða løgd fyri komandi aðalfund. Aðalfundurin samtykti, at arbeiðast skal víðari við hesum.

Arbeiðsskaðar
Til aðalfundin var komið inn uppskot um at arbeiða fyri, at lóg um arbeiðsskaðar verður sett í gildi í Føroyum. Neyðugt er at heita á politiska myndugleikan um at taka málið upp, soleiðis at vit fáa eina lóg á økinum.
Samtykt var at felagið skal arbeiða víðari við hesum máli. Um neyðugt saman við øðrum feløgum.

Val formanni og kassameistara
Palli Djurhuus varð einmælt afturvaldur til formann; somuleiðis varð Dánjal Ludvig einmælt afturvaldur til kassameistara.

Tilnevning av nevndarlimum
Fyri Vágs Handverkarafelag: Dánjal Ludvig og Olgar Mortensen;
eykalimur teirra er Petur Hans Hentze.
Fyri Skála Handverkarafelag: Harald Østerø og Jóhannus Bertelsen; eykalimur teirra er Robert Jensen.
Fyri Tvøroyrar Handverkarafelag: Martin Øster og Emil Michelsen; eykalimur teirra er Trygvi Johannesen.
Fyri Havnar Handverkarafelag: Eli Brimsvík og Palli Djurhuus; eykalimur teirra er Jacobus Kamminga.
Fyri Føroya Prentarafelag: Hanna Michelsen og Bárður Kruse; eykalimur teirra er Ólavur Frederiksen.

02-01-2009
Vit eru flutt í Stoffalág 60

--------------------------------------------------------------------------------
Havnar Handverkarafelag er flutt í nýggj hølir í Stoffalág 60

06-01-2009
Vit líta aftur um bak

--------------------------------------------------------------------------------
Nú 2008 er fingið frá hondini kunnu vit ikki siga annað enn, at 2008 var hendingaríkt.
Men alt var ikki lætt; tað gav okkum eisini torførar avbjóðingar.
Í hesum sambandi er fyrst at nevna álvarsomu fíggjarkreppuna, sum tók seg upp í heyst. Hóast vit ikki enn hava merkt avleiðingar, sum kunnu samanberast við støðuna hjá okkara nærmasta granna, so eru kortini tekin um, at vit ikki sleppa heilt snikkaleys.

Tað er t.d.onki at ivast í, at talið av arbeiðsleysum føroyingum er vaksandi.
Tað skal kortini vera mín vón, at hesir trupulleikar ikki vera drúgvir. Vónandi megna vit at venda gongdini soleiðis, at tey, sum eru vorðin arbeiðsleys sleppa aftur í vinnu skjótast gjørligt.

Fyrr í ár boðaði politiski myndugleikin frá stórum broytingum á útlendingaøkinum. Fakfeløgini dugdu – alt fyri eitt – at síggja, at talan var um eina sera óhepna broyting. Tí gjørdu vit sjálvandi vart við, at hetta fór ikki at vera ein góð skipan, hvørki fyri okkum føroyingar ella teir útlendingar, um koma til Føroya at arbeiða.

Men politiski myndugleikin valdi at venda fakfeløgunum bakið. Og – tí verri – mugu vit í dag sanna, at broytingin fekk júst tær neiligu avleiðingar, sum fakfeløgini boðaðu myndugleikunum frá.

Lat okkum her nevna eitt ítøkiligt dømi. Talan er um eina fyritøku, sum fær útlendskar handverkarar at koma til Føroya at arbeiða.
Vit hava prógv fyri, at hesir útlendingar ikki verða kunnaðir um føroyska arbeiðsmarknaðin.
Útlendingar vita t.d. ikki hvørja minstuløn ein handverkari í Føroyum hevur rætt til.
Vit hava eisini prógv fyri, at tá vit hava kunnað útlendingar um lønarviðurskifti í Føroyum, so hevur tað fingið álvarsamar avleiðingar fyri somu útlendingar. Teir eru – alt fyri eitt – uppsagdir og sendir av landinum.
Hetta hendir hóast politiski myndugleikin hevur boðað frá, at tey, sum koma til Føroyar at arbeiða, skulu kunnast um føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tí standa vit nú ráðaleys og spyrja: Hvør hevur svikið, er tað politiska skipanin, ella liggur trupulleikin í eini umsiting, ið ikki røkir sína skyldu.
Nú jólini standa fyri durum vóna vit vissuliga, at hesin órættvísi atburður móti útlendingum í Føroyum verður steðgaður sum skjótast, og helst áðrenn vit koma inn í jólahalguna.
At enda fara vit her, at ynskja limunum við familju eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Eli Brimsvík, formaður Havnar Handverkarafelags.

29-01-2009
Eru almenn arbeiði í Føroyum vorðin sjálvtøkuborð hjá útlendingum?

--------------------------------------------------------------------------------
Tað verður javnan sagt, at tá kreppur taka seg upp, so ræður um at fáa sett arbeiðsskapandi tiltøk í verk. Slík tiltøk forða m.a. fyri stórum arbeiðsloysi, og tryggja búskapin í landinum.

Og sjálvandi eiga okkara politikarar at hava hetta í huga, nú arbeiðsloysið tikist at hótta føroyska búskapin. Men tí verri tykist tað sum um okkara politikarar sova í tímanum.
Hóast tað er sagt áður, so loyvi eg mær enn einaferð at minna okkara politikarar á, at tann nógv rósti Hoyvíkssáttmálin er um at beina fyri einum stórum parti av okkara vinnulívi.

Sannleikin er tann, at hesin sáttmáli ger tað møguligt hjá útlendingum at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin við dumping og undirbjóðing. Hetta hevur við sær, at tað sindri av arbeiði, sum átti at komið føroyskari arbeiðsmegi til góðar fer á útlendskar hendur.
Hetta fær meg at spyrja, hvat í víðastu verð okkara politikarnar hava hugsað, tá teir gjørdu ein so landsskaðiligan sáttmála, sum Hoyvíkssáttmálin er blivin.

Dømini eru nógv, men lat meg bara nevna tvey: Útbygging av Landssjúkrahúsinum og Skúladepilin í Marknagili.
Allar milliónirnar, ið verða brúktar til hesi arbeiðir, enda í útlandinum, og allar helst skatturin av lønunum eisini.
Fólk, sum hava skil fyri hesum viðurskiftum spyrja sjálvandi, hví vit ikki skipa slík viðurskifti á sama hátt sum onnur lond - um okkara leiðir - gera.
Í hesum sambandi er tað minsta vit mugu krevja, at teir lønarsáttmálar, sum eru galdandi í Føroyum verða hildnir.
Tað sigur seg sjálv, at um slík krøv einans verða sett føroyingum og ikki útlendingum, so verður skipanin kappingaravlaðandi. Hetta er onki nýtt, tað hevur altíð verið galdandi um okkara leiðir, eitt nú í Íslandi og í Noregi.

Sum dømi kunnu vit nevna, at føroyskar fyritøkur, sum arbeiða í Noregi, við føroyskum handverkarum, hava fingið greið krøv frá norðmonnum, at einki starvsfólk skuldi arbeiða í Noregi um tey ikki vóru í einum fakfelagi, sum tey kundu góðtaka og, at eingin mátti arbeiða fyri minni løn enn teirra norsku samstarvsfelagar. Hetta átti at verið ein sjálvfylgja - eisini í Føroyum.
Øll vita, at okkara handverkarar verða róstir upp til skíggja fyri arbeiðssemi og dugnaskap. Tí er talan sjálvandi eisini um, at føroyingar seta krøv til góðsku og at tað sleppa útlendingar undan.

Tað man eisini undra mangan, at íslendska fyritøkan, sum var bíligast á LS, var heilar 6 mió. bíligari enn tann bíligasta føroyska fyritøkan. Tvær aðrar fyritøkur úr Íslandi vóru eisini fleiri mió. bíligari enn tær føroysku. Tá hugsað verður um, at talan er um ójavnar kappingartreytir, so sigur tað seg sjálv, at føroyskar fyritøkur standa spyrjandi og fáa ikki verið við.

Mong spyrja eisini, hví okkara Kappingarráð onki ger við henda trupulleika.

Samanumtikið má sigast, at um tað veruliga er so, at Hoyvíkssáttmálin loyvir útlendingum at koma til Føroya at gera almenn arbeiði fyri umleið helvt av sáttmálalønini, sum er galdandi í landinum, so er nógv betri, at hesin sáttmáli verður uppsagdur sum skjótast.
Hetta er so mikið álvarsamt, at føroyskar fyritøkur helst noyðast at snara lykilin, og hvat er tá vunnið?

Annars rokni eg ikki við, at føroysk fakfeløg - uttan lívstekin - fara at standa á síðulinjuni og hyggja at meðan føroyski arbeiðsmarknaðurin og føroyskt vinnulív verður lagt í oyði. Tað fer tíðin at vísa, livst so spyrst.

Eli Brimsvík
Formaður
Havnar handverkarafelag

 


10-02-2009
1300 næmingar í eini byggilistarligari perlu

--------------------------------------------------------------------------------

 

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur nú fingið handað byggiskránna fyri nýggja Skúladepilin við Marknagil í Tórshavn. Byggiskráin verður send til tey fimm samtøkini, sum eru vald at bjóða uppá at prosjektera bygningin.

Eftir byggiskránni verður prosjekteringin liðug í mai 2010, byggingin byrjar í oktober 2011 og fyrstu næmingarnir kunnu væntandi byrja í august 2014. Fimm prosjekteringsamtøk eru vald út at bjóða uppá prosjekteringina. Tá landsstýriskvinnan hevur góðkent byggiskránna, fáa feløgini tilfarið.

Tað var ein samd bygginevnd, sum handaði landsstýriskvinnuni byggiskránna fyri Skúladepilin við Marknagil. Umframt umboð fyri Mentamálaráðið, vóru umboð fyri Tekniska Skúla, Føroya Handilsskúla, Føroya Studentaskúla og HF-skeið og Landsverk í bygginevndini.

Forkvinnan í bygginevndini Una Joensen, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, fegnaðist um, at tað nú bar til at leggja eina byggiskrá fram til ein Skúladepil, sum skal hýsa øllum trimum miðnámsskúlunum í høvuðsstaðarøkinum.

Hon vísti á, at bygginevndin hevur lagt dent á, at Skúladepilin verður eitt stað, sum verður eyðkent av høgum fakligum støði, kreativiteti og námsfrøðiligari menning. Skúladepilin skal vera ein byggilistarlig perla, sum skal kunna hýsa 1300 næmingum.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, segði, at her var talan um eitt stórt frambrot í føroyskari skúlasøgu. Hon fegnaðist eisini um tað góða samstarvið, ið hevur verið millum teir tríggjar skúlarnar og Landsverk, og takkaði bygginevndini fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

Eisini nýtti landsstýriskvinnan høvi at takka pionerunum á hesum øki, tí gamla byggistýrinum frá Tekniska Skúla og Handilsskúlanum, sum í desember 2007 handaðu ta fyrstu byggiskránna til ein Skúladepil í Marknagili.



11-02-2009
Ein glotti fyri framman

--------------------------------------------------------------------------------
Jóhan Dahl, landsstýrismaður, hevur nú boðað frá, at eitt týðandi rundskriv verður sent áðrenn 16. februar 2009. Rundskrivið skal loysa trupulleikan, sum hevur verið við undirbjóðing á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Rundskrivið verður sent øllum almennum stovnum, almennum partafeløgum og kommunum. Tá hetta er gjørt, so skuldi verið greitt, at tá almenn arbeiði skulu gerast, so skulu tey halda seg til teir sáttmálar og tær treytir, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Landsstýrismaður sigur samstundis, at privata vinnan hevur lítið virksemi í mun til ta almenna, men hann gongur út frá, at privata vinnan eisini fer at halda seg til rundskrivið.

Hendir tað ikki, so má lóggevast á økinum, sigur landsstýrismaðurin.


12-02-2009
5 útvald at geva tilboð upp á Skúladepilin í Marknagili

--------------------------------------------------------------------------------

 

Í november í fjør bjóðaði Landsverk áhugaðum heildarráðgevarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á prosjektering av størstu verkætlanini í føroyskari skúlasøgu. Áhugin var stórur, og inn komu 28 umsóknir.

Talan er um eina sokallaða avmarkaða útbjóðing við undangóðkenning. Tað merkir, at feløg bjóða seg fram og at tey 5, sum verða mett at hava besta førleikan, verða vald burturúr og sleppa at bjóða uppá prosjektering av verkætlanini.

Landsverk hevur boðað frá, at 5 umsøkjarar eru útvaldir til at lata inn tilboð upp á prosjektering av skúladeplinum við Marknagil. Útbjóðingartilfar er sent teimum 5.

Teir fimm umsøkjararnir eru:

BIG
Bjarke Ingels Group ApS (DK)
Lemming & Eriksson (DK)
Fuglø Arkitektar (FO)
Sámal Johannesen (FO)
Martin E. Leo Sp/f (FO)
KJ Elráð Ráðgevandi Verkfrøðingar (FO)

--------------------------------------------------------------------------------

CUBO
CUBO arkitekter A/S (DK)
MAP Arkitektar Sp/f (FO)
LBF P/F (FO)
PB-Consult sp/f (FO)
VSÓ Ráðgjöf (FO)

--------------------------------------------------------------------------------

Erik Møller Arkitekter
Erik Møller Arkitekter A/S (DK)
Rambøll Danmark A/S (DK)
Arkitektar 99 Sp/f (FO)
Verkfrøðingastovan (FO)
Schønherr Landskab KS (DK)

--------------------------------------------------------------------------------

Link Signatur
Link signatur A/S (NO)
Multiconsult AS Stavanger (NO)
HMP Consult Verkfrøðiráðgeving (FO)

--------------------------------------------------------------------------------

Selmar Nielsen Arkitektur
Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f. (FO)
Árni Winter Arkitektar (FO)
Arkís (IS)
Pf. Sofus M. Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar (FO)
KJ Elráð ráðg. verkfrøðingar (FO)
VSB Verkfræðistofa ehf. (IS)
Norconsult A/S r (NO)

--------------------------------------------------------------------------------


Freistin at lata inn tilboð kemur væntandi at verða fyrst í mai. Út frá tilboðunum, verða í mesta lagi tvey feløg vald burturúr hópinum av fimm, og hesi tvey fáa so í boði at luttaka í eini sokallaðari paralellari uppgávu.

Undir hesi tilgongdini verða samrøður hildnar við teir báðar luttakararnir og skulu teir síðani gera hvør sítt skipanaruppskot fyri allan skúladepilin. Út frá samrøðunum og skipanaruppskotunum verður so kosin ein vinnari.

Long tilgongd
Tað tekur drúgva tíð at fremja so stóra verkætlan sum hana við Marknagil og tað fara helst at ganga umleið tvey og eitt hálvt ár til sjálvt arbeiðið við at byggja skúladepilin byrjar.

Arbeiði við prosjektuppskotinum og høvuðsprosjektinum byrjar væntandi í november í ár. Og í november 2011 verður spakin so loksins settur í við Marknagil.

Skúladepilin skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum, Tekniska skúla í Havn og Føroya Handilsskúla í Havn.

 

02-03-2009
Er ALS-skipanin bert fyri tey útvaldu?

--------------------------------------------------------------------------------

Nú arbeiðsloysið noyðir fólk av føroyska arbeiðsmarknaðinum vísur veruleikin, at stórur mannamunur verður framdur.
Dømi er um útlendingar, sum hava starvast hjá eini stórari føroyskari fyritøku - í mong Harrans ár – eru fyri stórum órætti, og tí eru komin í eina ótolandi støðu.

Nú fyritøkan, sum so nógvar aðrar, er noydd at trimma seg til tíðina, sum er - hevur verið neyðugt at siga nakrar útlendingar úr starvi.
Útlendingarnir hava verið undir fullari skattskyldu, og hava rindað alt, sum lógin ásetur - eisini ALS-gjald, og tí eiga tey sjálvnadi, at fáa útgjald frá ALS.

Men nei, tey fáa at vita, at tað letur seg ikki gera. Tað verður sagt, at ein paragraff í lógini forðar fyri hesum. Orsøkin verður søgd at vera, at viðkomandi hava bert arbeiðsloyvi hjá einum arbeiðsgevara.
Her er – í minsta lagi - talan um stórt órættvísi.
Tað fyrsta fólk spyrja er, hvussu man kann noyða fólk at gjalda inn í eina
skipan, tá somu fólk ikki kunnu fáa nakað úr skipanini, tá tey verða rakt av arbeiðsloysi.

Tí spyrja nógv um talan ikki er um brot á grundleggjandi mannarættindi, tá man noyður fólk at gjalda inni í eina arbeiðsloysisskipan, sum tey kortini ikki kunnu fáa nakra hjálp frá, tá tey gerast arbeiðsleys.
Tað átti at sagt seg sjálvt, at tað ber ikki til at krevja av fólki, at tey gjalda inn í eina skipan, sum ikki kann gjalda teimum úr skipanini, tá ið tey – sum øll onur - hava brúk fyri tí.
Her er – snøgt sagt - onki rættvísi, og tí er talan um eina stóra skomm fyri Føroya land.

Tað skal vera mín vón, at avvarandi landstýrismaður tekur stig til at fáa loyst hetta átrokandi mál. Tað eru tveir møguleikar, annaðhvørt eiga hesi fólk at fáa endurgoldið tann pening, sum tey hava goldið inn í ALS, ella fáa hesi fólk útgjald úr ALS á jøvnum føti við øll onnur í føroyska samfelagnum.
Alt annað er ósømiligt fyri okkum føroyingar.

 

 

06-03-2009
ÁRSAÐALFUNDIR 23. MARS 2009

--------------------------------------------------------------------------------
Frá Havnar Handverkarafelag og Eftirlønargrunni HavnarHandverkarafelags.

23. mars 2009 kl. 19 hevur Havnar Handverkarafelag ársaðalfund á Hotel Hafnia.

Skrá samb. § 25 í lógini:
1. Val av orðstýrara.
2. Frágreiðing frá farna árinum.
3. Roknskapur til góðkenningar.
4. Innkomin mál: Limagjaldið/lívstryggingin.
5. Val av nevnd.
6. Val av tveimum grannskoðarum.
7. Ymiskt.


Aftaná aðalfundin í felagnum, verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum.

Skrá samb. § 8 í viðtøkunum:
A. Val av orðstýrara.
B. Frágreiðing frá nevndini um virki grunnsins í farna ári.
C. Framløga og góðkenning av roknskapi og fíggjarstøðu.
D. Støða verður tikin til, hvat gerast skal við møguligt avlop ella hall.
E. Val av nevndarlimum.
F. Val av grannskoðara.
G. Møgulig mál frá nevnd/limum.

Viðtøkubroytingar orsakað av herdum krøvum til grundarfæfeingi/basiskapital í nýggju løgtingslógini um tryggingarvirksemi.

Á skrivstovu grunsins, Stoffalág 60, Tórshavn, liggur fundarskráin og fullfíggjað uppskot til viðtøkubroytingar.

 

 

 

03-04-2009
Tekniski skúli í Tórshavn: 12 nýklaktir sveinar

-------------------------------------------------------------------------------

3. apríl 2009 var hátíðardagur í Tekniska skúla í Havn, tá 12 lærlingar fingu handað prógv sum húsasmiðir. Nýklaktu sveinarnir eru:
Amon D. Ellingsgaard, Bjartur F. Clementsen, Erik J. Neshamar, Gunnar H. Haraldsen, Bogi J. Hermansen, Høgni Viderø, Jákup H. Apol, Jan F. Á Regni, Jens P. Á Høgabóli, Jón Jacobsen, Martin M. Poulsen og Petur Ísaksson.

07-04-2009
Avgreiðslan á skrivstovuni um páskirnar 2009

--------------------------------------------------------------------------------

Ongin avgreiðsla er á skrivstovuni í viku 14.

Opið verður aftur 14. apríl 2009 sum vanligt.

Vit ynskja øllum gleðiligar páskir.


26-05-2009
Støðan hjá lærlingunum

--------------------------------------------------------------------------------
Nú hoyrist aftur, at Helena Dam á Neystabø er úti við spariknívinum og hevur funnið ein gyltan møguleika at spara nakrar krónur uppá bekostning av handverkslærlingum.

Sera elegant - meistarin sparir 100%, og Mentamálaráðið sparir lønarendurgjaldi, sum er 75%.
Um uppskotið hjá Helenu vinnur frama, so vil tað hava við sær, at ein 1. árs lærlingur verður skorðin við 75% av lønini + 6,5% eftirløn + frítíðarløn meðan hann er í skúla.

Løn hjá handverkslærlingi sær soleiðis út, sambært sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Meistarafelagið.
Lærlingar fáa ta til eina og hvørja tíð galdandi løn, sum er avtalað millum Føroya Handverksmeistarafelag og handverkarafeløgini, sum er:
1. árið 32% av sveinalønini
2. árið 40% av sveinalønini
3. árið 45% av sveinalønini
4. árið 55% av sveinalønini.

Taka vit útgangspunkt í 1. árið sær roknistykkið soleiðis út: Sveinaløn 1. oktober 2008 er 118,27 kr. pr. tíma.

Lærlingalønin er sostatt 32% av 118,27 = 37,84 x 40 = 1513,85 x 4 = 6.055,42 um mánaðin.

Lærlingurin hevur sum øll onnur rætt til frítíðaløn sum er 12 %.
Harafturat kemur eftirlønargjald, sum í løtuni er 6,5% afturat lønini = 393,60 kr.

Soleiðis kemur ein 1. árs lærlingur at fara frá 7.175,67 kr. brutto til 2.000,- kr. mdr.

2-3-og 4 árs lærlingar koma at missa uppaftur meir.
Hetta má verða heimsmet í lønarniðurskurði.Verður hettar gjøgnumført, má mann siga, at hesin samfelagsbólkur kemur at bera teir tyngstu byrðarnar.
Eisini skal nevnast, at tað eru fleiri lærlingar, sum hava fastar útreiðslur hvønn mánað.

Nú má verða nokk við ørvitisuppskotum, sum verða løgd fram.

Hvar er restin av Javnaðarflokkinum? Er tað veruliga so galið, at flokkurin, sum rópar seg at verða verkaflokk er fallin í svøvn? Vóni tað ikki, men tað er nógv, sum bendir á at so er.

Hygg bert eftir, hvussu elegant Fólkaflokkurin (les Anfinn Kallsberg) hóreiggjar sær í eini tíð, hvar samfelagið ikki ein gang hevur ráð til, at okkara gomlu skula fáa mat í munnin, og kortini klárar Anfinn at vinda løgtingið um lítlafingur, og fáa undirtøku fyri stórari játtan til tunlar Norð um Fjall.

Hesin maður hevur als ikki nakra samvisku, og tikist at hava sum stavnhald, at sektin á hvat annar far eg skal nøra mær.
Samstundis sum Anfinn far trumla tunlarnar ígjøgnum í løgtinginum er hann so nasadjarvur at krevja, at lønarsteðgur skal setast í verk - um neyðugt við lóg. Ein má spyrja, hvat hugsar maðurin fyri sær.

Nú má verða tíð uppá, at tit sleppa lokalpolitikkinum og fara til verka, soleiðis at land okkara kann koma fyri seg aftur.

Gloym alt um tunlar, so leingi sum samfelagið hevur lívshættisligar trupulleikar, og borgarar landsins líða neyð.

Eli Brimsvík, formaður

 

 

 



17-06-2009
Arbeiðsskapandi tiltøk: Nýtt havrannsóknarskip

--------------------------------------------------------------------------------
Vit hoyra dagliga um avleiðingarnar, sum búskaparkreppan hevur um allan heim. Og í Føroyum hoyra vit nú nærum hvønn dag, at fólk verða søgd úr starvi orsaka av sparingum.
Ein munur er kortini sjónligur. Meðan politikarar í øðrum londum seta skipanir í verk fyri at byrgja fyri ov stórum arbeiðsloysi, so tosa okkara politikarar so at siga bara um at spara.
Samstundis hoyra vit okkara leiðandi búðskaparfrøðingar siga, at landskassin saktans tolir at hava undirskot í nøkur ár, og at ongin grund er til at seta tey stóru sparitiltøkini í verk.
Tað er umráðandi, at okkara politikarar lurta eftir serfrøðingum, sum í hesum føri eru búskaparfrøðingar. Sum støðan er vorðin í landinum mugu okkara politikarar – í eina tíð - leggja allan partapolitikk til viks, og í felag finna loysnir, sum skapa arbeiðspláss í landinum.
Gera teir ikki tað, so mugu teir rokna við, at teir koyra ein stóran part av arbeiðsmegini út í arbeiðsloysi, og verða noyddir at gjalda teimum arbeiðsloysisstuðul. Men gloymi ikki, at ongin ynskir at ganga arbeiðsleysur, og at tað altíð vil loysa seg betur at aktivera fólk heldur enn at lata tey ganga fyri onki.

Eg fari her at loyva mær at nevna eitt ítøkiligt dømi.
Í fleiri ár hava røddir verið frammi um, at vit eiga at skifta okkara gamla havrannsóknarskip Magnus Heinason út við eitt nýtt. Tað er nokk ongin ivi um, at Magnus Heinason hevur tant fyri seg, og at tíðin er farin frá honum.
Tí átti tað at veri eitt gylt høvi hjá okkara politikarum, at skipa so fyri, at vit fáa eitt nýtt rannsóknarskip til okkara høvuðsvinnu.
Mett verður, at eitt slíkt skip kostar millum 200 og 250 mió. kr. at byggja.
Sjálvandi skal nýggja havrannsóknarskipið byggjast í Føroyum. Leysliga mett kunnu vit siga, at tað tekur tvey ár at byggja skipið. Á henda hátt fáa umleið 150 føroyingar arbeiði í tvey ár. Av hesum kunnu vit rokna við, at 50–75 mió. kr. koma aftur í landskassan ígjøgnum skatt og avgjøld.
At fáa fígging til eitt slíkt skip er ongin trupulleiki, tað hava vit hoyrt fleiri dømi um í seinastuni.
Tá Havstovan herfyri fylti 50 ár frættist, at ein gáva uppá 10 mió. kr. var latin Havstovuni at byggja nýtt havnrannsóknarskip fyri. Samanumtikið mugu vit siga, at fyri landskassan er ikki talan um stórar upphæddir, her fáa vit heldur nógv fyri lítið.

Norð um fjall
Vit eru mong, sum eisini ráða okkara politikarum til at taka teir tiltiknu tunlarnar Norð um Fjall upp til nýggja viðgerð. Tá vit hugsa um, hvussu mong arbeiðspláss vit hava brúk fyri – eisini í Norðoyggjum - so tykist tað løgið, at leggja stórar millióna upphæddir í eina verkætlan, sum einans skapar arbeiði til einar 10-15 mans. Hesin peningur átti heldur at verið brúktur til aðrar verkætlanir í Norðuroyggjum, sum høvdu skapt nógv fleiri arbeiðspláss.
Í løtuni tikist tað sum um okkara politikarar eru falnir í fátt ella stríðast um bagatellir. Mín áheitan til teirra skal tí vera: Vælsignaði - kvinnur eins og menn á Føroya Løgtingi – vakni og fari til verka.

Tey ungu
Her er onki at bíða eftir, tað ræður um at fara til verka sum skjótast. Um onki verður gjørt kunnu vit rokna við, at stórur partur av teimum ungu rýma av landinum og koma ikki aftur.
Í hesum døgum verður tosað um at seta eina nýggja pensiónskipan á stovn í Føroyum. Tað er uppá tíðina at farið verður undir eina slíka skipan, men tað letur seg als ikki gera um tey, sum nú eru ung ikki fáa møguleika fyri at verða verandi í landinum. Uttan tey ungu fáa vit onga pesnsiónsskipan at virka.
Við vón um eina bjarta framtíð, ynski eg øllum eitt gott summar.

Havnar Handverkarafelag
Eli Brimsvík, formaður

08-07-2009
Lønarsteðgur

--------------------------------------------------------------------------------
Fíggjarmálaráðið við Jóannes Eidesgaard á odda, vil nú hava fakfeløgini, sum hava sáttmálar við tað almenna at strika lønarhækkanina, sum skal koma í gildið í heyst.
Um vit ikki ganga vit til tað, kunna vit rokna við, at eini 200 fólk hjá tí almenna verða søgd úr starvi. Hinvegin, ganga vit við til lønarsteðg, fáa vit álíkavæl onga trygd fyri, at fólk ikki verða uppsøgd. So her er líka vítt sum sítt.

Niðurstøðan hjá leiðandi búskaparfrøðingi er, at tað er at spara eftir reyv, um ætlaði lønarsteðgurin verður framdur, gangi útfrá, at teir vita eitt sindur meir um búskap, fiskastovnar og annað enn politikarar.

Heilt erligt? Hvat skula vit við búskaparfrøðingum, fiskifrøðingum og øðrum frøðingum, tá ið tað álíkavæl ikki verður lurta eftir teimum. Tað kundi verið nógv at spart við at sent allar frøðingarnar til hús, um tað er tað man vil, men tað hevði helst eisini verið tað reina kaos.

Fyrst er at siga, at tað neyvan eru fakfeløgini, sum hava ábyrgdina av, at undirskot er á fíggjarlógini. Hinvegin eiga vit øll at taka lógvatak fyri at samfelagið kann koyra, men tað eigur undir øllum umstøðum at verða so, at øll lyfta í felag. Tað er okkurt sum bendir á, at ætlanin er, at bert fakfeløgini skula bera byrðarnar, men tað gongur ikki.

Ein minsta treyt fyri, at vit skula verða við eigur at verða, at tunlarnir Norð um Fjall verða strikaðir á fíggjarlógini og, at onnur inntriv verða gjørd á vørur og annað, sum er neyðugt í húsarhaldinum.Skal peningur brúkast í Norðoyggjum, rokni eg við at tað eru nógv onnur øki at brúka teir til, og sum geva munandi meiri arbeiðspláss enn tunnilin norð um fjall.

Í aðrar mátar má man siga, at hetta er einki minni enn ein háan av fakfelagsrørsluni.

Annfinn Kalsberg eigur uppskotið um lønarsteðg, fyri at spara landskassanum 60 milliónir, sum altso eru settar av til at byggja tunlar Norð um Fjall fyri.

Við øðrum orðum, fakfelagsrørslan skal gjalda fyri ein “varða”eftir ein fólkaflokspolittikara í Norðoyggjum. Ótrúligt, at ein javnaðarmaður leggur rygg til slíkt. Men tað vísir bert, at flokkurin er blivin stuðulsflokkur hjá Fólkaflokkinum. Øðrvísi kann man ikki tulka hettar.

Vóni at fakfeløgini, á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, fara at vísa hesum uppskoti frá sær, í øllum føri, til vit síggja hvat annað landsstýrismaðurin kemur fram við í sambandi við sparingarnar.
Eli Brimsvík
formaður í
Havnar Handverkarafelag

 

 

26-08-2009
Lærlingatilgongdin fellur framvegis nógv

--------------------------------------------------------------------------------

Í tíðarskeiðnum januar/juli í 2009 var lærlingatilgongdin 81.

Sama tíðarskeið í 2008 var lærlingatilgongdin 189.

Í tíðarskeiðnum januar/juli í 2007 var lærlingatilgongdin 210.

 

 

28-10-2009
Mentamálaráðið boðar frá, at Yrkisútbúgvingarráðið er mannað

--------------------------------------------------------------------------------
Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur valt fýra umboð í Yrkisútbúgvingarráðið eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfeløgum.

Uppgáva ráðsins er at viðgera mál viðvíkjandi arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingum og at geva landsstýriskvinnuni tilmæli hesum viðvíkjandi.

Formaðurin er tilnevndur av landsstýriskvinnuni, og Helena Dan á Neystabø hevur eisini valt 4 limir eftir tilmæli frá arbeiðsgevarafeløgunum, og 4 limir eftir tilmæli frá løntakarafeløgunum.

Ráðslimirnir eru valdir fyri eitt 4 ára skeið.

Tey nýggju umboðini eru:
Emy S. Niclasen fyri S&K felagið, hon er afturvald, Elin Sørensen fyri Føroya Arbeiðarafelag, hon er nývald, Eyðvør Berg fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, hon er nývald
Esther Dahl fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, hon er afturvald.

Hini umboðini í Yrkisútbúgvingarráðnum eru:
Alfred Petersen, formaður valdur av landsstýriskvinnuni, Durita Tausen fyri Mentamálaráðið, Magnus Magnussen fyri Føroya Handverksmeistarafelag, Anna Johannesen fyri Starvsmannafelagið,
Suni Simonsen fyri Føroya Handverkarafelag. Hann hevur júst tikið sæti í ráðnum sum varalimur fyri Harald Østerø, sum hevur valt at taka seg úr ráðnum.
Hesi umboð standa fyri vali um tvey ár.

 


29-10-2009
Skriv til Mentamálaráðið, dagfest 8. okt. 2009

--------------------------------------------------------------------------------
Viðmerkingar til uppskot til broytingar í yrkisútbúgvingarlógini.
Í mai 2008 legði táverandi landsstýriskvinna, Kristina Háfoss, uppskot fyri løgtingið at broyta Yrkisútbúgvingarlógina soleiðis, at endurgjaldið til arbeiðsgevaran fyri skúlagongd lærlingsins varð lækkað.

Tá var stór mótstøða frá bæði arbeiðsgevarum og løntakarum móti hesum broytingum, og tí undrar tað stórliga, at tað nú kemur eitt líknandi - og enn meira víðgongt - uppskot til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum er, at lærlingar skulu hava studning ístaðin fyri løn, meðan teir eru í skúla. Hetta merkir eina týðandi niðurgongd í teirra inntøkum í lærutíðini, og undirritaða felag ber ótta fyri, at hetta fer at merkja framtíðar lærlingatilgongd.

Í eini skiftistíð er ætlanin at arbeiðsgevarar fáa minni part av lønini endurgoldnan, úr 75% til 60%. Við hesum verða fortreytirnar viðvíkjandi teimum lærlingum, sum longu eru í læru, broyttar

Eitt sum er vert at leggja merki til, er, at í Danmark fáa lærlingar løn í skúlatíðini. Okkum kunnugt ráða danir frá at fara til eina skipan, sum her er í uppskoti. Verður henda ætlan sett í verk fyri Føroyar, kann tað kann fara at merkja, at enn størri partur av føroyska ungdóminum fer at søkja til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Hendir tað, er sannlíkt at ein stórður partur ikki kemur heim aftur.

Um yvirskipaða málið er at varðveita føroyskan ungdóm í Føroyum, og eisini at so nógv sum gjørligt fáa eina útbúgving, so er uppskotið um broytingarnar í yrkisútbúgvingarlógini púrasta burturvið og tænir avgjørt ikki yvirskipaða málinum.

Í almennu viðmerkingunum til uppskotið verður eisini sagt, at lógaruppskotið hevur við sær, at ásetingin í sáttmálunum um løn til lærlingar í skúlatíðini dettur burtur. At leggja seg út í kollektivu sáttmálarnar er eitt sera álvarsligt stig at taka.
Harafturat loyva vit okkum at ivast í, um man kann taka burtur sáttmálabindingar á arbeiðsmarknaðinum, í viðmerkingunum til eitt lógaruppskot. Tað hevur ígjøgnum nógvar lønarsamráðingar,
verið partur av samráðingunum,og sum feløgini hava goldið fyri, at lyfta lærlingar upp lønarliga.

Eisini eigur at viðmerkjast, at lærlingar, síðani 1 oktober 2007 hava rætt til eftirløn. Um politiski viljin veruliga er til at broyta skipanirnar á økinum, so eigur uppskotið eftir okkara tykki, verða at forbetra skipanina fyri lærlingin.
Hetta uppskotið, leggur beinleiðis upp til at hesin samfelagsbólkur (lærlingar) fer gott 50 % niður í inntøku, og tað kunna vit undur ongum umstøðum góðtaka. Út frá hesum, skal verða sagt frá at vit ikki taka undir við omanfyri nevnda uppskotið.

Vegna Landsfelag Handverkarann
Kristian Eli Brimsvík, næstformaður

 

10-12-2009
Skatting av pensiónsinngjøldum

--------------------------------------------------------------------------------
Nú fíggjarmálaráðharrin, Johanes Eidesgaard hevur fingið tað genialu idé at skatta inngjøld heldur enn útgjøld, av pensiónsuppsparingum, eru nógvir ósvarðaðir spurningar. Veit væl, at Jóanes fer at siga, at máli bert er í stoypiskeiðini enn.
So vítt eg havi frætt, var hetta eitt uppskot sum stjórnin í Íslandi, hevði í um búna at seta í verk har, men sum man síðani er gingin frá aftur, helst tí at tað ikki er nøkur góð loysn.
Ein stórur spurningur, sum enn ikki hevur verið frammi alment, er útgjaldið.
Hvussu ætlar man, at tað verður útgoldið?
Sum er, verða pensiónsgjøld skattað sum vanlig a-inntøka. Kundi hugsa mær at vita, hvussu verður við tí partinum?
Gaman í, hevur landi rætt til skattin, av pensiónsgjøldunum, men einasta trygd vit vanligu lønmóttakarar hava, fyri ikki at rinda dupultan skatt er, at inngjøldini verða skattað við útgjald.

So eitt hjartasuff afturat, skilji á lagnum at henda pensiónsætlan ikki er galdandi fyri okkara háttvirdu politikarnar. Og eg, sum trúði, at vit øll vóru eins fyri lógini.
Men hettar er dubultmoralurin, tá ið hann er best. Vit lóggeva bara fyri at Palliba og Marsanna, skula gjalda gildið, meðan polittikkarar ganga fríðir.

Sera smart, men ótrúliga smagleyst. Ein polittikkari skal einans hava sitið tvær setur á tingi, so far hann fulla pensión, uttan at hava goldið eitt fimm oyra sjálvur, meðan Palliba skal arbeiða útivið 40 ár fyri at uppnáa fult gjald, afturat hesum skal hann gjalda pensiónina hjá polittikkarunum. So her er munur á monnum.
(Var tað onkur sum segði at stattarstíði, var av).
Ótrúligt, at eingin polittikkari enn hevur sett spurnartekin við óskilið, men tað vísir bert hugburðin sum tykist at verða, at sektin á hvat annar far, eg skal nørða mær.

Annars ynski eg øllum eini gleðilig jól, og eitt vælsigna nýggjár.

Eli Brimsvík, formaður
Havnar Handverkarafelag

 

11-12-2009
60 ára føðingardagur hjá Havnar Handverkarafelag: 13 - 2 - 2010

--------------------------------------------------------------------------------
13. februar 2010 bjóða vit øllum limum v/maka til hugnaliga veitslu á Hotel Føroyum.

Freistin at tekna seg er 23. januar 2010. Kostnaður er 250,- kr. pr. persón.
Tekning fer fram við at gjalda á kontu 6460-1020155 í Føroya Banka. Upplýsast skal navn og føðingardagur.

Kvittanin er samstundist atgongumerki, sum skal vísast við hurðina.
Limaviðurskifti skulu vera í lagi.


02-01-2010
Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags hækkar rentuna til 5% fyri 2009

--------------------------------------------------------------------------------
Árið 2009 royndist væl hjá Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags. Millum annað hava lánsbrøvini staðið seg væl, men í aðrar mátar hevur samlaða avkastið verið gott. Nevndin fyri grunnin hevur tí tikið støðu til at hækka rentuna til 5% fyri 2009. Í 2008 var rentan 2%, sigur Sofus Joensen, nevndarformaður.

Okkurt bendir á, at djúpa fíggjarkreppan er um at hæsa av, og støðan á fíggjarmarknaðinum er í broyting rætta vegin. Nevndin í grunninum fegnast um, at grunnurin er komin væl gjøgnum fíggjarkreppuna higartil, sigur Sofus Joensen, nevndarformaður.


18-01-2010
Havnar Handverkarafelag 60 ár

--------------------------------------------------------------------------------
Í sambandi við, at Havnar Handverkarafelag verður 60 ár, og Eftirlønargrunnurin 10 ár, verður veiðsla á Hotel Føroyum leygardagin tann 13. februar, kl 19.00 fyri limir við maka.
Magnus Magnussen, verður konferencier, og til dansin spæla 4 ever.
Seinasta freist at melda til er 23 januar.

Til ber, at ringja til skrivstovuna á tlf. 35 48 00.
Fyrrverðandi limir, sum eru pensioneraðir eru eisini vælkomnir.

 

 

05-02-2010
Nú nærkast veitslan ................

--------------------------------------------------------------------------------
vit gleða okkum til hugnaliga samveru 13. febr. kl. 19.00 á Hotel Føroyum.
Vit fara at njóta eina 3 rættir menu við undirspæli av Kim Hansen og toastmaster Magnus Magnussen.
Aftan á eitt hugnaligt borðhald verður dansur við 4ever og náttmati.

Matskrá:

Forrættur:
Urtaviðgjørt fjallasíl við grønpiparkremi.
Hvítvín: Poul Mas, Viognier

Høvuðsrættur:
Reinsdjóratjógv við waldorffsalati, skósoppum, nøtudampaði og hunangstokt eplir og tranuberjasós.
Reyðvín: Trapiche, Pinot Noir

Omaná:
Flógv sjokolátakøka við krapa og kompotti.
Barr og náttmatur.
Vit síggjast!



04-03-2010
Ársaðalfundir vera 24. mars 2010

--------------------------------------------------------------------------------
Ársaðalfundur felagsins verður mikudagin 24. mars 2010 kl. 19.00 í hølum felagsins í Stoffalág 60. Aftaná verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum.

Skrá samb. § 25 í lógini:
1. Val av orðstýrara
2. Frágreiðing frá farna árinum.
3. Roknskapur til góðkenningar.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevnd
6. Val av tveimum grannskoðarum
7. Ymiskt


Aftaná aðalfundin verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum
við hesi skrá:

Skrá samb. § 8 í viðtøkunum:
A. Val av orðstýrara
B. Frágreiðing frá nevndini um virki
grunnsins í farna ári
C. Framløga og góðkenning av roknskapi
og fíggjarstøðu
D. Støða verður tikin til, hvat gerast
skal við møguligt avlop ella hall
E. Val av nevndarlimum
F. Val av grannskoðara
G. Møgulig mál frá nevnd/limum


10-05-2010
Reglugerð fyri nýtslu av hølunum í kjallarahæddini í Handverksdeplinum

--------------------------------------------------------------------------------
Útleigan til limir og onnur:

1. Hølini kunnu útleigast til limir, eins og onnur uttanfyri felagið; talan kann vera um feløg, stovnar ella einstaklingar.

2. Farast skal væl um hølini, og skulu tey latast aftur í sama standi, sum tá ið tey vóru útleigað.
Møguligir skaðar á innbúgv og útbúnað undir útleigan, skal alt fyri eitt fráboðast felagnum, og fult endurgjald fyri umvæling/nýkeyp skal rindast felagnum.

3. Hølini verða leiga út til hesi endamál:
A. Vanlig tiltøk og fundir eftir vanliga arbeiðstíð.
B. Tiltøk, ið eru í vanligari arbeiðstíð og eftir vanliga arbeiðstíð.
C. Tiltøk, ið fevna um meira enn ein dag.
D. Framsýningar, eftir nærri avtalu.
E. Merkisdagar (t.d. føðingardag/fermingardag)
F. Skeiðvirksemi.

4. Prísir.
Er talan ikki um limir er kostnaðurin við køki pr. kvøld 2.000,- kr.
Limir leiga hølini til Merkisdagar (inkl. nýtslu av køki) fyri 1.000,- kr.
Er talan um onnur tiltøk, sum t.d. fevna um fleiri dagar, verður nærri prísur avtalaður.


14-06-2010
HM Fótbólturas fyri limir

--------------------------------------------------------------------------------
Havnar handverkarafelag fer nú undir at vísa fótbólt, fyri limun í hølum felagsins.

Byrjað verður leygardagin 19.juni kl 19.15, tá vit vísa dystin millum Danmark og Cameroun.

Annars verða dystirnir hesir:

Hósdag: 24. juni kl 19.15 Danmark /Japan

Fríggjadag: 2. juli - kl 14.45 (1/4 finala 1.)

Leygardag: 3. juli - kl 14.45 ------- 3.

Leygardag: 3. juli - kl 19.15 ------- 4.

Mikudag: 7. juli - kl 19.15 (semifinala 2.)

Leygardag: 10. juli - kl 19.15 bronsu dystur

Sunnudag: 11. juli - kl 19.15 Finala.

Møguleiki verður at keypa okkurt leskandi.



10-07-2010
Sofus Joensen: Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags

--------------------------------------------------------------------------------
Formansfrágreiðing 2010
Nú vit standa í 2010, og líta aftur á 2009, rennur mær í huga, at eg í fjør nevndi, at í 2008 hevði verið eitt rættiligt fíggjarligt ódnarveður.
Í dag kunnu vit siga, at ódnarveðrið helt á nakað inn í 2009. Men nú eru vónir um, at tíðirnar eru batnaðar, so vit kunnu síggja ljóst upp á framtíðina.
Hóast búskaparliga ódnaðarveðrið í 2008 og 2009, so hevur eftirlønargrunnur okkara klára seg sera væl fíggjarliga.

Íløgur
Sum flestu tykkara nokk longu hava sæð og hoyrt í fjølmiðlunum, so hevði eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags eitt sera gott ár í 2009, og tað var við einum vissum stoltleika, at vit kundu vísa okkara limum, at vit vóru tann eftirlønargrunnurin í danska ríkinum, sum kundi geva limunum eina tað bestu rentuna.
Tað kunnu vit gott siga, tí við at kanna eftir, er tað bert ein eftirlønargrunnur í Dannmark, sum hevur betri rentu enn vit, tað eru vit í nevndini sera stolt av.
Nevndin í eftirlønargrunninum hjá Havnar Handverkarafelag hevur altíð haft fyri eyga at vera sera varin við íløgunum, tí sum ein serfrøðingur á økinum segð; jú størri váða tú tekur upp á teg - jú størri er vinningurin - men tað kann líka so væl ganga hin vegin, at tú kann missa at kalla alt.
Og serfrøðingar meta í dag, at tað tekur eini 3 ár at vinna tað aftur, sum er mist tvey tey seinasti árini; har eru vit í tí støðu, at vit onki hava mist.


Lág renta
Onkur kundi kanska spurt, hví vit ikki hava haft alt standandi í bankunum til hægstu rentu? Sum tit vita, so er bankarentan óvanliga lág, so trupult er at fáa tað heilt stóra burtur úr innistandandi í bankunum.
Tað er nú langt síðani, at rentan hevur verið so mikið høg, at penigurin ikki minkar í virði skjótari enn rentan klárar at fylgja við. Og so eitt afturat; fer bankin á húsagang, ið ikki er so ókent – eisini her hjá okkum – so eru vit bert tryggjaði 750.000 kr. Tað, sum liggur omanfyri missa vit um penigastovnur fer á húsagang.
Tey seinastu tvey árini hevur danski staturin, tryggja øll innlán 100 %. Henda skipan heldur fram til fyrsta oktobur í ár. Vit hava haft ávísan part av tí, sum eftirlønargrunnurin umsitur, standandi inni til avbera góða rentu, ið vit hava samráðst okkum til.


Eftirlønir
Eftirlønin hjá okkum er nú komin upp á 13% á privata arbeiðsmarknaðinum og 15% á tí almenna. Hetta var málið, sum vit settu okkum fyri nøkrun árum síðani. Tað málið er nú nátt, og tað er nakað, sum vit kunnu vera sera stolt av. Spurningurin er so, hvussu langt skulu vit fara við okkara eftirløn? Skulu vit t.d. sammeta okkum við okkara politikkarar, so eru vit ongan veg komin enn.
Eg kann her til samanberingar nevna, at tað tekur einum landsstýrismanni ella einum tingmanni bert 8 ár at uppnáa fulla eftirløn.
Tað svarar til, at teir fáa 60% av eini tænastumannaløn, hvat hon so enn er til ta tíð. Neyvan kann hon sammetast við okkara lønir ella eftirlønir.
Í okkara føri tekur tað omanfyri 30 ár ella fyri at vera heilt neyvur, heili 37 ár at koma upp á fulla eftirløn.
Og tað, sum vit harumframt skulu minnast til er, at tað eru vit sjálvi, sum mugu gjalda okkara eftirløn, meðan politikkararnir líka sum kunna kvitta fyri sína eftirløn.
Sum áður sagt er einasta krav, at teir skulu vísa á, at teir hava sitið 8 ár í tinginum. Hvat teir hava gjørt, ja, tað hevur minni at siga, so har er munur á.
Tá vit gerast 67 ár - handverkarin og politikarin - og vit skulu fáa okkara eftirløn útgoldna, so fær politikkarin 60% av einari tænastumannaløn, meðan vit fáa tað, ið vit hava spart saman øll tey mongu ár, sum vit hava goldið inn í okkara eftirlønargrunn.
Tað kemur ikki nær í námind av tí, sum ein polittikari fær.
Kanningar vísa, at skuldu vit fingið tað sama, skuldu vit ikki goldið 15%, men heili 27,5%, so har má sigast at vera munur á fólkum.


Kapping um eftirlønir
Í seinastuni eru komnir fleiri aktørar á banan, tá talan er um eftirløn í Føroyum.
Vit hava verið í tøttum dialogi við føroysk tryggingarfeløg og hava haft ymsar møguleikar á borðinum. Tað veri seg bæði um eftirlønargrunnin og tryggingina. Okkara niðurstøða er, at teir higartil ikki kunna bjóða okkum nakað betur enn tað, ið vit longu hava.
Sama kann sigast um føroysku peningastovnarnar.
Tí eru vit komin til ta niðurstøðu, at føroyskir peningastovnar og tryggingarfeløg ikki kunna bjóða okkum eitt nøktandi tilboð, tá talan er um eftirløn og tryggingar.
Útreiðslur Tá vit tosa um útreiðslur, kann eg ikki annað enn fegnast um, at vit higartil hava megnað at hildið útreiðslunum á einum sera lágum støði.
Hetta kemst av at vit sjálvi umsita grunnin. Vit skulu ikki vinna nógvan pening til ein ella annan stóran íleggjara.
Nei, alt sum kemur inn í efturlønargrunnin, kemur limum okkara til góðar.
Eftirlønargrunnurin umsitur peningin og tilskrivar okkum rentir, líka til vit verða 67 ár, og longri - líka til vit fara foldum frá.
Eg havi av mínum eintingum kannað fleiri eftirlønargrunnar, og enn havi eg ikki funnið ein einasta eftirlønargrunn, sum er líka bíligur at reka sum okkara eftirlønargrunnur, hvørki í Føroyum ella uttanlands.


Starvsfólk
Eftirlitið við eftirlønargrunnum og bankum er hert hetta seinasti árið. Tað er nokk ein avleið ing av fíggjarkreppuni - og tað er bara gott - at eftirlitið er hert.
Hetta setur størri krøv til okkara umsiting, sum frammanundan ikki er stór. Tað, at vit hava eina lítla umsiting ger, at tað ikki er so dýrt at umsita peningin í okkara grunni.
Og her má sigast, at tey, sum starvast á skrivstovuni hjá okkum, og sum dagliga gera arbeiðið við at skráseta limir, sundurgreina eftirlønargjøld, kanna at arbeiðsgevarin flytur tað, ið hann skal, svara telefonum og nógv annað.
Hesi fólk gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði. Eg vil takka teimum, og fara so langt sum at siga, at uttan teirra ágrýtni, var ongin eftirlønargrunnur. Enn einaferð; stóra tøkk fyri gott arbeiði. Takk til tykkum øll somul.


Grannskoðari
Og so er tað sjálvandi eisini grannskoðari okkara, sum verður spurdur til ráðs, um so er, at vit skulu broyta ella umstilla nakað. Hon er dugnalig og altíð holl í ráðum.
Og so er tað eisini aktuarurin hjá okkum.
Eitt av krøvinum sum Tryggingareftirlitið setur, er, at um vit skulu virka sum eftirlønargrunnur so skulu vit hava ein aktuar knýttan at okkara eftirlønargrunni. Vit hava ikki ein aktuar ansettan í eftirlønargrunninum, tað hevði verði alt ov kostnaðarmikið. Í staðin keypa vit okkum tær tænastur, sum kravdar verða til eina og hvørja tíð.


Pensiónreformur
Politiska skipanin hevur arbeitt við einum pensjónsreformi. Ætlanin er, at hvør tann einasti lønmóttakari skal gjalda inn í ein góðkendan eftirlønargrunn. Fyri 2010 er tað galdandi, at ongin kann gjalda meira enn 25 túsund krónur til kapitaleftirløn.
Alt omanfyri 25 túsund skal fara til eina lívslanga eftirlønarskipan – ella í eina ratupensjón.
Hetta er bara byrjanin. Politikkarnir hava millum annað sagt, at teir miðja eftir, at bert 10 % av tí persónliga partinum kann gjaldast út í einum. Restin skal í eina lívrentu ella í lívlanga eftirlønarveiting.
Miðað verður eftir, at landskassin skal sleppa heilt ella partvíst undan at gjalda eftirlønir til okkum, tá vit koma til eftirlønaraldur.
Tí kunnu vit eisini siga, at vit í dag eru væl tryggjaði við okkara eftirlønargrunni.


Ábyrgd
Eg fari hervið at heita á limirnar um sjálvi eisini at ansa eftir, at tit fáa útgoldið tað, ið sáttmálin sigur. T.v.s. at arbeiðsgevarin flytur tað, sum hann eigur at flyta.
Her hugsi eg serliga um, at tit kanna eftir um eftirlønin, sum er ein partur av lønini hjá tykkum eisini verður flutt til Eftirlønargrunnin.
Sjálvandi kanna skrivstovufólk okkara um alt verður goldið, sum eigur at vera goldið, men har kann okkurt fara framvið uttan, at tað verður fangað.
Hetta eru tykkara pengar, og so skulu vit heldur ikki gloyma, at hetta eftir hondini er ein stórur partur av lønini.

20-07-2010
Eli Brimsvík: Formansfrágreiðing 2010

--------------------------------------------------------------------------------
Ognir
Ogn felagsins í Stoffalág varð í fleiri ár leigað út til Tórshavnar kommunu. Fyri góðum árið síðani segði felagið leigumálið upp, og fór undir at innrætta húsini soleiðis, at felagið m.a. kundi hava skrivstovu og fundarhøli undir egnum taki.

Frammanundan hevði felagið skrivstovu í Sjúrðargøtu. Enn er støða ikki tikin til um ognin í Sjúrðargøtu skal seljast ella leigast út.
Kjallarahæddin í Stoffalág 60 er nú innrætta soleiðis, at skipast eisini kann fyri størri fundum og tiltøkum. Tí var í ár møguligt at halda ársaðalfund undir egnum taki.
Hugsað hevur eisini verið um at leiga kjallarahæddina út til samkomur sum t.d. føðingardagar, fermingardagar og onnur hátíðarhald.
Í kjallarahæddini er eisini væl útgjørdur køkur, so møguleikarnir eru nógvir og góðir. Her er serliga hugsað um, at limir kunnu leiga kjallarahæddina til tiltøk, sum nevnd eru omanfyri, fyri ein lagaligan penga.


60 ára føðingardagsveitslan
13. februar 2010 skipaði felagið fyri veitslu til at hátíðarhalda seksti ára føðingardagin hjá felagnum. Og sigast skal, at vit vóru serstakliga væl nøgd við veitsluna. Alt gekk uppá stás, haldi ikki, at tað var nakað at seta fingurin á.

Lærlingar
Í oktober mánað 2009 gjørdu vit saman við Starvsmannafelagnum, eina roynd at skipa fyri eini ráðstevnu fyri lærlingar.
Undirtøkan var kortini so mikið vánalig, at tiltakið varð avlýst. Tað meldaðu einans 3 lærlingar til, hóast tað var ókeypis at luttaka.
Í 2009 høvdu nakrar sakir viðvíkjandi lærlingum, sum føldu seg eitt sindur órættvíst viðfarnar. Vit hava sum oftast fingið tingini uppá pláss, uttan at blanda Yrkisdepilin uppí, men í onkrum føri var tað neyðugt.


Fíggjarkreppan
Fíggjarkreppan hevur havt uppsagnir við sær, sum altíð er væntandi, tá ið so er. Tað er hugstoytt, tá ið tað hendir, men vit fáa ikki gjørt nakað við tað, annað enn at tryggja at sattmálin verður yvirhildin.
Eitt, sum vit hava bitið merkið í er, at fleiri fyritøkur fara av knóranum, tí skuldin er vorðin ov stór.
Tað er kanska ikki so undarligt, men vit hava mistanka um, at tað mangan verður spekulerað í hesum.
Tó má man harmast um, at vit ikki hava politikkarar, sum hava dirvi til at taka avgerðir, sum til dømis at seta almenn arbeiði í gongd, nú tað sansar at í privatu vinnuni. Tað átti at verið betur fyri landið, at arbeiði var til so Aðalfundurin felagsins, sum varð hildin 24. mars 2010, var tann fyrsti, sum felagið hevur hildið í egnum hølum.
Fundurin varð hildin í ogn felagsins í Stoffalág 60, og var sera væl eydnaður í allar máttar. Tað eru mong ár síðani, at so nógvir limir vóru møttir til aðalfund, og tað er at fegnast um.


Ongin moralur
Vit hava havt onkur innkrevjingarmál ímóti fyritøkum, sum skylda løn, men her eru dømi um, at man elegant bara hevur flutt virðini í nýtt felag, fingi nýtt búðmerki, og so koyrt víðari sum um einki var hent. Handverkarar, tað almenna og aðrir kreditorar standa tá sum Kánus eftir við ongum. Hesar fyritøkur hava als ongan moral.
Hetta tykist at vera sum orðatakið sigur: Sektin á hvat annar far, eg skal nøra mær. Her haldi eg avgjørt, at myndugleikarnir eiga at stramma upp. Tað eigur ikki at bera til, at somu persónar, ferð eftir ferð sleppa at halda á fram, við at stovna fyritøkur við tí endamálið, at lata tær fara av knóranum, tá ið skuldin er vorðin stór nokk.


Feløgini
Okkara endamál hevur altíð verið at fáa øll handverkarafeløgini í Føroyum, samanløgd í eitt meginfelag, men tað sær ikki út til, at tað verður í bræði. Vit vóna tó framvegis tað besta.
Í oktober í ár gongur sattmálin hjá okkum út, so tað verður spennandi at síggja, hvat samráðingarnar fara at enda við.


Pensiónsreformur
Sum vit hava hoyrt og lisið, er ætlanin at gera ein níggjan pensiónsreform, sum tekur útgangsstøði í at øll skula betala minst 15% av inntøkuni til eina pensiónsskipan.
Tað er kanska ikki so fremmant fyri okkum, men tað sum liggur í kortunum er, at tað skal verða til eina lívlanga skipan. Tað vil siga at maks 10% av útgjaldinum, kann fara til uppsparing, og rest til lutapensión og lívrentu.
Hetta hava vit rokna við, spurningurin var bert nær tað varð sett í verk. Hinvegin hava myndugleikarnir sagt, at tað sum er uppspart áðrenn nýggja skipanin verður sett í verk verður óbroytt. Tað vil siga, at tað verður útgoldið sum ætlað. Skilt verður ímillum, áðrenn og aftaná.


Handverksdepilin
Sum fólk hava lagt til merkis stendur nú Handverksdepilin á felagshúsum okkara í Stoffalág.
Grundin til tað er, at nú húsast Havnar Handverkarafelag, Eftirlønargrunnurin, Prentarafelagið og Landsfelag Handverkaranna undir somu lon, og tí var hildið hóskandi at kalla tað fyri Handverksdepilin.
Tað gevur so ella so eina slagkraft, og fellur væl í oyra. Sum fyrr sagt, er eisini ætlanin at fara undir at hava ymisk sosial tiltøk - m.a. at vísa útlendskan fótbólt, so limir kunna koma meiri saman.


Skúladepilin
Nú røkist fyri, at Skúladepilin við Marknagil verður veruleiki. Tað er sanniliga eisini uppá tíðina, nú skúlin hevur verið politisk kastibløka í 75 ár.
Tað er komi so væl áleiðis, at projekteringin er farin í gongd. So er bert at vóna, at bygt verður áðrenn onkur polittikkari finnur uppá at broyta ætlanina. Tað er hent fyrr.


Pam Offshore
Havnar Handverkarafelag hevur eisini sáttmála við Pam Offshore um elektrikkarar, sum starvast fyri teir í Noreg.
Vit kunna bert ásanna, at tað hevur gingið heldur striltið við at fáa teir at yvirhalda sáttmálan, og tí hava verið fleiri fundir við teir um tað. Tað kann tykjast sum, at tað tekur alt ov langa tíð at fáa viðurskiftini uppá pláss, men tað hendur við hvørt, serliga tá ið partarnir tulka sattmálan á ymiskan hátt. Hinvegin skal sigast, at vit hava gott samstarv við EL & IT forbundet í Noreg, og eru teir til stóra hjálp, tá ið ivamál taka seg upp.


Tekniski skúli
Í hesum árinum hava vit verið 3 ferðir, úti á Tekniska skúla fyri at greiða m.a. frá um Havnar Handverkarafelag og Eftirlønargrunnin.
Lærlingar hava sum heild nógv uppá hjarta, og spyrja dúgliga. Tær afturmeldingar vit hava fingið, bæði frá lærarum og lærlingum, eru sera positiv, og er man samdur um at halda áfram við hesum.


Vakstrar ætlan
Tórshavnar Býrað hevur sett ein arbeiðsbólk, at gera eina vakstrarætlan fyri komununa. Í hesum sambandi, hevur man sett seg í samband við vinnufyritøkur og fakfeløg, fyri at vita hvat hesir bólkar meina um framtíðar høvuðsstaðin.
Tað hevur verið sera áhugavert at vera við í hesum, og hava vit havt nógvar og góðar diskusiónir um tað. Nú eftirfylgjandi hevur eitt samt Býrað, tikið undir við eini vakstrarætlan og visión fyri framtíðar høvðustað føroyinga.


Lóg felagsins
Arbeitt verður við at endurskoða lógina fyri felagið, soleiðis at hon er meiri nútíðarhóskandi, tí givið er, at tað eru orðingar har, sum ikki hoyra nútíðini til. Tað eyðnaðist tíverri ikki at hava tað klárt til henda aðalfundin.


Limagjald
Aftur í ár vísir roknskapurin, at eftirstøðan av limagjaldi er stór, hon er nakað minni, enn tølini siga, av tí at ein rímiligur partur kemur inn u.l. 3 januar. Men tað er eingin loyna, at eftirstøðan er ov stór.
Tað verður allatíðina gjørt eitt stórt arbeiði, fyri at fáa eftirstøðuna inn, men tað vísir seg, at so hvørt avtalur eru komnar uppá pláss, við teir sum skylda, so leggjast nýggjir skuldarar til.
Tað vísir seg at vera sum ein rullandi bóltur, og hyggja vit í gerðabøkurnar, sast at hetta mest sum altíð hevur verið ein trupulleiki. Vit hava ætlan um at leggja uppskot fyri aðalfundin komandi ár, um ein nýggjan innkrevjinghátt av limagjaldi, sum kann viðvirka at minka um eftirstøðuna.

22-09-2010
Pensjónsreformurin útsettur til 1. januar 2012

--------------------------------------------------------------------------------
Politiski fylgibólkurin boðaði 21. september 2010 frá, at pensjónsnýskipanin ikki verður sett í gildi fyrr enn 1. januar 2012.
Gildiskoman í lógaruppskotunum, sum vórðu send til hoyringar, var 1. januar 2011.
Fleiri av hoyringsskrivunum hava gjørt vart við, at tíðarfreistin var ov stutt at gera millum annað:
broytingar í sáttmálunum, avtalur við arbeiðsgevara, eina elektroniska skipan og kunna alment um nýskipanina. Fylgibólkurin hevur tí avgjørt at gildiskoman verður flutt til 1. januar 2012.
Ætlanin er framvegis, at uppskotið til pensjónsnýskipan verður løgd fyri Løgtingið seinni í heyst.

------
Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag
og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkarafelag

Høvuðssáttmálin

1. Lønin hækkar soleiðis:
1. oktober 2010 við 1,80 %
1. oktober 2011 við 1,81%

2. Greinatilvísingarnar í §15 og §16 verða rættaðar.

3. Í § 2 verður í staðin fyri verandi orðing sett henda orðing: ”Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.”

4. Í § 10 verður yvirskriftin broytt til “Sveinalønir longri handverkaraútbúgvingar”

Sum nýggj § 11 verður sett inn: “Sveinalønir styttri handverkaraútbúgvingar.
Stk. 1. Tann 1. oktober 2010 er sveinalønin 117,94 kr.
Stk. 2. Lønin er at skilja sum minstaløn.”

Restin av greinunum skifta nummar tilsvarandi.

5. § 19 verður orða soleiðis:
§ 19. Útgreinaðar reglur um koyring og burturarbeiði hjá handverkarum og serarbeiðarum
Stk. 1. Handverkari verður settur í starv eftir setanarskrivi við einum av hesum trimum møguleikunum:

A. Handverkari við føstum arbeiðsstaði
B. Handverkari við skiftandi føstum arbeiðsstaði
C. Handverkari sum veitir kundum tænastur / servicefólk

Handverkari settur eftir A er størsta partin av tíðini á einum arbeiðsstaði. Arbeiðsplássið er skrásett adressa hjá fyritøkuni.

Handverkari settur eftir B arbeiðir t.d. í byggivinnuni, og hevur tí ymisk byggipláss sum fast arbeiðsstað í eina ávísa tíð.

Handverkari settur eftir C veitir skiftandi kundum tænastur og koyrir regluliga út at loysa uppgávur á staðnum – vanliga kalla servicefólk, ið ikki hava fast arbeiðsstað.

Stk. 2. Skilt verður millum Útiarbeiði og Burturarbeiði.

Útiarbeiði er: Arbeiði, sum verður gjørt aðrastaðni enn á tí arbeiðsplássi, har viðkomandi er starvssettur sambært setanarskrivinum, og handverkarin kann koma fram og aftur sama dag.

Burturarbeiði er: Arbeiði, sum verður gjørt aðrastaðni enn á tí arbeiðsplássi, har viðkomandi er starvssettur sambært setanarskrivinum, og neyðugt er at gista.

Stk. 3. Ferðingartíð frá heimi og til arbeiðspláss og aftur telur sum meginregla ikki við í arbeiðstíðina.

Stk. 4. Fyri fólk sett eftir A (fast arbeiðsstað) er fylgjandi galdandi:

Útiarbeiði:
a) Tá handverkari er møttur til arbeiðis á fasta arbeiðsstaðnum og verður sendur aðrastaðni at arbeiða, og arbeiðsdagurin íroknað ferðingartíð verður longri enn 8 tímar, verður løn í ferðingartíðini goldin sambært § 18, stk. 1 og stk. 2.

b) Ferðing til útiarbeiðsplássið verður tó bara lønt í tann mun hetta tekur longri tíð enn til fasta arbeiðsstaðið.

c) Fyri beinleiðis ferðaútreiðslur verður goldið soleiðis:

i. Verður almennur flutningur nýttur millum heim og útiarbeiðspláss, verður goldið fyri ferðaútreiðslur í tann mun hesar eru størri, enn um møtt varð á fasta arbeiðsstaðnum.

ii. Nýtir handverkari egnan bil til flutningin millum heim og útiarbeiðspláss, verður samsýning latin fyri hvønn kilometur, men tó bert í tann mun hesir eru fleiri, enn um møtt varð á fasta arbeiðsstaðnum. Henda samsýning verður latin eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum hjá tí almenna. Goldið verður eisini fyri flutning við ferju, møguligt tunnilsgjald vm.

iii. Skipar fyritøkan sjálv fyri flutninginum, verður einki endurgjald latið fyri beinleiðis flutningsútreiðslur.

d) Meistarin hevur ikki skyldu at rinda fyri kost. Undantikið er tó, um handverkarin ikki visti av, at hann skuldi røkja útiarbeiði. Hettar merkir, at handverkarin skal hava boð um útiarbeiði í seinasta lagi dagin fyri. Verður hettar ikki gjørt, hevur meistarin skyldu at rinda fyri kost.

Burturarbeiði (Somu ásetingar sum undir Útiarbeiði, tó við hesari broyting):

e) Meistarin hevur skyldu at rinda fyri vistarhald (kost og logi). Skipar meistarin ikki fyri vistarhaldinum, hevur hann skyldu at gjalda eftir rokning á rímuligum støði, um ikki onnur avtalað fyriliggur.

Stk. 5. Fyri fólk sett eftir B (skiftandi fast arbeiðsstað) er fylgjandi galdandi:

Útiarbeiði:
a) Ferðing til útiarbeiðsplássið verður lønt í tann mun hetta tekur longri tíð enn til fasta arbeiðsstaðið.

b) Fyri beinleiðis ferðaútreiðslur verður goldið soleiðis:

i. Verður almennur flutningur nýttur millum heim og útiarbeiðspláss, verður goldið fyri ferðaútreiðslur í tann mun hesar eru størri, enn um møtt varð á fasta arbeiðsstaðnum.

ii. Nýtir handverkari egnan bil til flutningin millum heim og útiarbeiðspláss, verður samsýning latin fyri hvønn kilometur, men tó bert í tann mun hesir eru fleiri, enn um møtt varð á fasta arbeiðsstaðnum. Henda samsýning verður latin eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum hjá tí almenna. Goldið verður eisini fyri flutning við ferju, møguligt tunnilsgjald vm.

iii. Skipar fyritøkan sjálv fyri flutninginum, verður einki endurgjald latið fyri beinleiðis flutningsútreiðslur.

c) Meistarin hevur ikki skyldu at rinda fyri kost. Undantikið er tó, um handverkarin ikki visti av, at hann skuldi røkja útiarbeiði. Hettar merkir, at handverkarin skal hava boð um útiarbeiði í seinasta lagi dagin fyri. Verður hettar ikki gjørt, hevur meistarin skyldu at rinda fyri kost.

Burturarbeiði (Somu ásetingar sum undir Útiarbeiði, tó við hesari broyting):

d) Meistarin hevur skyldu at rinda fyri vistarhald (kost og logi). Skipar meistarin ikki fyri vistarhaldinum, hevur hann skyldu at gjalda eftir rokning á rímuligum støði, um ikki onnur avtalað fyriliggur.


Stk. 6. Fyri fólk sett eftir C (servicefólk)

a) Tá fólk vera sett við seturnarskrivi í bólki C, skal serlig avtala gerðast millum arbeiðsgevara og servicefólk um arbeiðsumstøðurnar.

b) Fyri burturarbeiði verður tað sama galdandi, sum fyri setunarbólkarnar A og B.

Stk. 7. Ferðing uttanlands: Ferðing uttanlands verður samsýnt sambært teimum almennu reglunum, um eingin onnur avtala er gjørd.

Stk. 8. Nýtsla av egnum bili í samband við tænastu fyri meistarin: Nýtir handverkarin egnan bil í arbeiðsørindum, fær hann samsýning fyri hvønn koyrdan kilometur, eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum hjá tí almenna.

Stk. 9. Meistarin kann soleiðis ikki áleggja handverkaranum at nýta egnan bil í samband við arbeiði.

Stk. 10. Fyri starvsfólk sett innan 1. oktober 2007 er galdandi, at gjørdar avtalur millum handverkara og meistara ikki mugu gerast verri orsakað av hesari avtalu. Broytingar í slíkum avtalum skulu tí varslast við uppsagnarfreist.


6. Í § 30 verður í staðin fyri verandi orðing sett henda orðing: ”Um handverkari, sum er settur eftir handverkarasáttmálanum, ger arbeiðsmans arbeiði, skal hann ikki fara niður í løn.”

7. § 37 verður strikað.

8. Báðir partar binda seg til at taka álitismannaskipanina upp aftaná, at hesar samráðingarnar eru loknar. Miðað verður ímóti at hava eina semju, áðrenn 1. februar 2011. Tá kemur nýggja álitismannaskipanin inn í sáttmálan ístaðin fyri verandi.


9. Hesar viðbøtur verða broyttar frá krónum til procent soleiðis:o Viðbøturnar fyri serarbeiðarar uttan útbúgving1. árið2. árið 1,45% av serarbeiðaralønini uttan útbúgving3. árið 2,92% av serarbeiðaralønini uttan útbúgving4. árið 4,41% av serarbeiðaralønini uttan útbúgvingo Skiftisarbeiði1. bólkur2. bólkur 6,63%3. bólkur 9,11% o Amboðspeningur 0,83% o Skitiarbeiðspeningur 0,41% o Bergholsarbeiði 8,28% o Dampketilsarbeiði 8,28% o Olju- og lýsitangaarbeiði og arbeiði í smáum tangum 8,28%o Skittfiska- og sildalastarbeiði 8,28%


Fastlønarsáttmálin
1. Greinatilvísingin í § 4 verður rættað.

Lærlingasáttmálin
1. § 6 verður flutt fram til at verða § 2, stk. 2. Hinar greinarnar skifta nummar tilsvarandi.

2. Aftast í § 11 verður sett henda orðing: ”Eftirlønin í § 8 er íroknað hesa eftirløn.”

Protokollat
Partarnir eru samdir um, at ein nevnd verður sett at gera reglur fyri tænastuyrkið. Her verður hugsað um kokkar, tænarar, bakarar og onnur, sum arbeiða forskotna tíð.

Í nevndini sita Esther Dahl og Egon Joensen fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Daniel Pauli Djurhuus og Henry Olsen fyri Landsfelag Handverkaranna/Føroya Handverkarafelag.
Partarnir hava hvør sær ábyrgd av at taka neyðugu serfrøðina við í arbeiðið.
Nevndin skal leggja eitt uppskot til nevndirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna innan 1. februar 2011.

Tórshavn, 6. oktober 2010

Føroya Arbeiðsgevarafelag Jón Danielsen Føroya HandverksmeistarafelagMagnus Magnussen Landsfelag HandverkarannaDaniel Pauli DjurhuusEli BrimsvíkSofus Joensen

 

 

 

 

 

 


01-11-2010
Reglugerð fyri álitismannaskipanina

--------------------------------------------------------------------------------
§ 1. Val av álitisfólki
Á øllum verkstøðum (arbeiðsplássum), har fleiri enn 2 sveinar eru, verða teir at velja sær ein álitismann, ið er umboðs- og tingingarmaður við meistaran.

§ 2. Valbæri
Álitismaðurin verður valdur millum teir dugnaligastu á verkstaðnum (arbeiðsplássinum), og skal hesin helst hava verið á arbeiðsplássinum í minsta lagi eitt ár. Meistarin skal góðtaka valið og kann broyta, tó skal hann góðtaka í triðja umfari.

§ 3. Virksemi hjá álitismanninum
Eru arbeiðsfelagar tálmaðir av órøttum, t.d. óhøviligari viðgerð og ynskja rætt og sóma, er tað skylda álitismansins at bera fram og greina áklagur teirra fyri meistaran.

§. 4
Stk. 1. Hann hevur átalurætt viðv. ótrygd - heilsuviðurskiftum og eigur at verða tikin við í ráðum um arbeiðstíð, løn og annað.
Stk. 2. Gerst tað neyðugt, at álitismaðurin, fyri at gera skyldur sínar, má fara úr arbeiði, skal hetta vera eftir avtalu við virkisleiðsluna.

§ 5. Uppsøgn av álitismanni
Stk. 1. Uppsøgn álitismansins er 1 mánaður og skal vera grundgevilig og bara av ávísandi neyðugari orsøk.
Stk. 2. Um arbeiðsgevarin heldur uppsøgn verða neyðuga av ávísari orsøk, skal hann boða feløgunum frá, so tey kunna viðgera málið áðrenn endaliga uppsøgn.

§ 6.
Er uppsøgnin kannað og hildin ógrundað, t.d. stendst hon av starvi hans sum álitismaður, verður hon og atvoldin viðgjørd samb. §35.

10-11-2010
Fastlønarsáttmáli

--------------------------------------------------------------------------------
§ 1. Setan
Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um allar handverkarar, sum arbeiðsgevarar vilja seta við fastari løn.
Stk. 2. Arbeiðsgevarar, sum longu hava fastlønarsáttmála við handverkara, tá ið hesin sáttmáli kemur í gildi, kunnu alsamt nýta sín sáttmála, men teir handverkarar, ið verða settir við fastari løn eftir 1.oktober 1991, skulu setast eftir hesum sáttmála.

Stk. 3. Handverkari, ið verður settur í starv eftir hesum sáttmála fær eitt setanarbræv, ið sigur nær handverkarin er settur, og hvør lønin er. Báðir partar skriva undir setanarbrævið.

§ 2. Løn
Stk. 1. Handverkarar settir eftir fastlønarsáttmálanum fáa eina løn, sum minst er galdandi sveinaløn í høvuðssáttmálanum ganga við mánatímatalinum á 173,33 tímar. Tað er annars upp til partarnar at finna eina hóskandi løn.
Stk. 2. Fyri starvsfólk sett innan 1. oktober 2007 er galdandi, at gjørdar avtalur millum handverkara og meistara ikki mugu gerast verri orsaka av hesari avtalu. Broytingar í slíkum avtalum skulu tí varslast við uppsagnarfreist.
Stk. 3. Tann í stk. 1 ásetta løn er treytað av fullari arbeiðstíð, t.e. 40 tímar um vikuna.
Stk. 4. Fyri handverkarar við niðursettari arbeiðstíð verður lønin roknað lutfalsliga í mun til niðursetta tímatalið.

§ 3. Prístalsviðgerð
Prístalsviðgerð fer fram sambært galdandi løgtingslóg.

§ 4. Yvirtíðarløn
Stk. 1. Fyri yvirtíðararbeiði verður goldin yvirtíðarløn eftir § 19 í sáttmálanum um tímalønir millum handverkara- og meistarafelagið.
Stk. 2. Handverkari við niðursettari arbeiðstíð fær bert yvirtíðargjald fyri arbeiði aftaná fult dagsarbeiði.
Stk. 3. Er arbeiðstíðin t.d. 30 tímar um vikuna, og arbeitt verður ein dag í 9 tímar, verður eykalønin: Vanlig handverkara tímaløn fyri 2 tímar, og yvirtíðarløn sambært stk. 1 í hesi grein fyri 1 tíma.

§ 5. Avspassering
Yvirtími, sum er út yvir 40 tíma viku, sum verður avspákaður, skal avspákast í mun til virði á honum

§ 6. Tænastuferðir
Arbeiðsgevarin rindar allar útreiðslur í sambandi við tænastuferðir.

§ 7. Fastir frídagar
1. mai er heilur frídagur. Flaggdagur, grundlógardagur, 1.november og jólaaftan eru frídagar aftan á kl.12.

§ 8. Frítíðarreglur
Frítíð verður veitt handverkara eftir løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn.

§ 9. Farloyvi o.a.
Stk. 1. Handverkari skal verða loyvt at fáa farloyvi uttan løn, um so er, at tað ikki stríðir ímóti áhugamálum arbeiðsgevarans.
Stk. 2. Tá ið álitisfólk søkja um at sleppa á álitismannaskeið, eigur arbeiðsgevarin at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í handverkarafeløgum.

§ 10. Barnsferð
Stk. 1. Handverkari, ið er við barn, eigur at siga arbeiðsgevaranum frá 3 mánaðir, áðrenn hon væntar sær at eiga. Ger hon ikki tað, kann arbeiðsgevarin siga henni upp frá tí degi, hon gerst óarbeiðsfør.

§ 11. Reglur fyri sjúkraløn, eftirsituløn o.a.
Stk. 1. Sjúka
Viðvíkjandi løn undir sjúkralegu, eftirsituløn o.a. v
erða reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 30. mars 1958 um starvsmenn at galda.

§ 12. Uppsøgn
Starvsavtala kann sigast upp til uppathald við einum mánaða freist til tann fyrsta í einum mánaða, uttan so at avtala er, at arbeiðið er bert fyribils ella sum roynd, og at hesi arbeiðsviðurskifti vara ikki longur enn 3 mánaðir.
Eftir 2 ára starvstíð kann starvsavtala sigast upp við 3 mánaða freist.
Eftir 5 ára starvstíð kann starvsavtala sigast upp við 4 mánaða freist.
Fyri handverkarar settar í starv innan 1. oktober 2005 eru reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 30. mars 1958 um starvsmenn galdandi.
[Viðm.: Hetta er uppsagnartíð hjá arbeiðsgevara. Hóast einki er nevnt um uppsagnartíð hjá handverkara er semja millum sáttmálapartarnar um, at hon er 1 mánaði til tann fyrsta í einum mánaða.]

§ 13. Útbúgvingargrunnur
Til útbúgvingar- og eftirútbúgvingar av handverkarum og handverksmeistarum gjalda handverkarar og handverksmeistarar hvør 10 oyru í grunn av hvørjum arbeiðstíma.

§ 14. Eftirlønargrunnur
Frá 1. oktober 2007 rinda meistararnir 11% av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna. 1. oktober 2008 hækkar gjaldið við 1% til 12%. 1. oktober 2009 hækkar gjaldið við 1% til 13%.

§ 15. Seravtalur
Í sáttmálatíðini skal vera møguligt at gera seravtalur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

§ 16. Gildi sáttmálans
Hesin sáttmáli hevur gildi frá 1. oktober 2010, og kann uppsigast av báðum pørtum við 2 mánaða fráboðan, tó í fyrsta lagi at fara úr gildi tann 1. oktober 2012.

10-11-2010
Lærlingasáttmálin

--------------------------------------------------------------------------------
§ 1. Avtaluøkið
Hesin sáttmáli er galdandi fyri handverkslærlingar, sum eru undir útbúgving sambært yrkisútbúgvingarlógini, og sum eru í starvi hjá meistarum/virkjum, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag.

§ 2. Arbeiðstíð
Stk. 1. Vanliga arbeiðsvikan er 40 tímar frá 1. januar 1980 sambært løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1978. Tann dagliga arbeiðstíðin er tann sama, sum er galdandi fyri hini starvsfólkini á virkinum (sveinarnar).
Meistarin hevur skyldu til at rinda lærlinginum løn fyri tað vikutímatal, sum avtalað er í lærusáttmálanum.
Stk. 2. Er lærlingur burtur frá arbeiði/skúla uttan lógliga grund, hevur virkið/meistarin ikki skyldu at rinda lærlinginum løn fyri tíðarskeiðið, lærlingurin er burtur.

§ 3. Skiftisarbeiði
Lærlingar kunnu arbeiða í skiftisvaktum á sama hátt sum sveinarnir.
Skiftisvaktarviðbótin verður goldin við somu prosentsatsum sum lærlingalønin av sveinalønini.
Tá ið arbeitt verður í skiftum, verður mattíðin ikki frádrigin fyri 2. og 3. holdið.

§ 4. Frítíðarløn
Víst verður til løgtingslóg um Frítíð við løn. Lærlingurin fær frítíðarløn, p.t. 12%.

§ 5. Barsil
Víst verður til løgtingslóg um Barsilsskipan.

§ 6. Sjúka
Viðvíkjandi sjúku verður víst til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku.
Læknaváttan skal leggjast fram, um so er at meistarin ella virkið krevir tað (hóast dagpeningaskipanina).

§ 7. Frídagar
Lærlingur hevur rætt til somu frídagar, sum eru ásettir í handverkarasáttmálanum hjá tímaløntum. Í løtuni eru hesir: 1. mai er heilur frídagur. Flaggdagur, grundlógardagur og 1.november og jólaaftan aftaná kl. 12.00. Meistarin rindar ikki løn fyri frídagar og halgidagar, men rindar 1,5% í eftirlønargrunn fyri hetta.

§ 8. Løn
Lærlingar fáa ta til eina og hvørja tíð galdandi løn, sum er avtalað millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna. Tað er:
1. árið 32% av sveinalønini
2. árið 40% av sveinalønini
3. árið 45% av sveinalønini
4. árið 55% av sveinalønini
5. árið 70% av sveinalønini.
Lærlingur byrjar altíð á 1. árið. Er lærutíðin tildømis 3 ár, byrjar lærlingur á 1. ári og heldur so fram á 2. og 3. ári. Undantak er tó, tá ið lærutíðin verður stytt. Tá verður tað stytta tíðarskeiðið drigið av tí 1.árinum. Fær lærlingur tildømis 20 vikur stytta lærutíð, verður lærutíðin á 1. árið 32 vikur. Síðani flytur lærlingurin á 2. árið osv.

§ 9. Løn í skúlatíðini
Tá ið lærlingur er í skúla, hevur meistarin skyldu til at rinda honum løn.

§ 10. Eftirløn
Meistararnir rinda 7,5% av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna.
Eftirløn í §7 er íroknað hesa eftirløn.

§ 11. Lønarútgjalding
Stk. 1. Lønin verður goldin eftir fastari skipan annaðhvørt fyri eina viku ella tvær vikur ísenn.
Stk. 2. Saman við útgjaldingini skal vikuseðil (-seðlar) fylgja við.
Stk. 3. Øll sáttmálatengd gjøld verða framd samstundis sum lønarflytingar.

§ 12. Yvirtíð
Fyri yvirarbeiði verður øll læruárini goldið serarbeiðaraløn á 1. árið + hesi prosent:
Fyrstu 4 tímarnar + 35%
Næstu 3 tímarnar + 60%
Fylgjandi tímar + 100%

Leygardag:
Fyrstu 5 tímarnar + 35%
Fylgjandi tímar + 60%
Sunnu- og halgidagar: + 100%

§ 13. Arbeiðssteðgur
Lærlingur kann ikki luttaka í arbeiðssteðgi á arbeiðsmarknaðinum.

§ 14. Forskotin tíð
Fyri arbeiðir innanfyri hesi tíðarskeið verða goldnar hesar viðbøtur (forskotin tíð):

Yrkið Tíðarskeið Viðbót 1. oktober 2005
Bakaralærlingar Allir dagar millum kl. 18.00-04.00 35,00
Sunnu- og halgidagar kl. 00.00-24.00 (alt døgnið) og frídagar 25,00
Kokka- og tænaralærlingar Gerandisdagar kl. 18-06 4,00
Leygardagar, sunnu- og halgidagar 5,50
Frisørlærlingar Sunnudag Verður goldið eins og yvirtíð hjá lærlingum

§ 15. Limagjald
§ 25 í høvuðssáttmálanum er galdandi fyri lærlingar. Greinin er p.t. soljóðandi:
“ Stk. 1. Á hvørjum arbeiðsplássi kann verða avtalað, hvørt meistari skal eftirhalda limagjald hjá limum í handverkarafeløgum.
Stk. 2. Vanligur meiriluti av handverkarum, serarbeiðarum og meistara á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.
Stk. 3. Verður avtalað, at meistari skal eftirhalda limagjald, verður hetta at rinda til avvarandi handverkarafelag eftir nærri avtalu.”

§ 16. Gildi og uppsøgn
Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. oktober 2010. Sáttmálin kann sigast upp við 2 mánaða ávaring til ein 1. oktober, fyrstu ferð 1. oktober 2012.
Hesin sáttmáli er ikki galdandi fyri lærlingar, sum eru byrjaðir sum lærlingar fyri 1. oktober 2005, tó kunnu partarnir avtala at nýta henda sáttmála.

Tórshavn, tann 6. oktober 2010

01-01-2011
Ofta settir spurningar um Eftirlønargrunnin

--------------------------------------------------------------------------------
SPURNINGUR 1:
Hvussu verði eg limur í Eftirlønargrunninum ?

SVAR 1:
Tygum kunnu altíð seta tygum í samband við Havnar Handverkarafelag og biðja um limaskap.

 

SPURNINGUR 2:
Hvussu stórt er gjaldið hjá sveinum, sum gjaldast skal til eftirløn?

SVAR 2:
Inngjaldið hjá sveinum er tilsamans 15%. Av hesum skal handverkarin gjalda 2% og meistarin 13%.

 

SPURNINGUR 3:
Hvussu stórt er gjaldið hjá lærlingum, sum gjaldast skal til eftirløn?

SVAR 3:
Meistarin skal gjalda 7,5% fyri lærlingin í eftirløn.


03-01-2011
Felagshús okkara til leigu/sølu

--------------------------------------------------------------------------------
Felagshús okkara í Sjúrðargøtu 20 er til leigu/sølu.

Ognin er vælegnað til skrivstovu/r.
Til ognina er parkeringspláss til 6 bilar.

Nógv er gjørt við ognina, so sum renovering av fasaduni, útskiftan av rútum, útgraving og drening
av kjallara, so ognin í dag er í góðum standi.
Ætlanin er at leiga ognina út, men kemur eitt nøktandi boð, er eisini áhugi fyri at selja.

Áhugað kunna venda sær til skrivstovu felagsins, á telefon 354800 ella fartelefon 234802,
fyri at fáa meir at vita.

 

02-02-2011
Eykaðaðalfundur 2. februar 2011

--------------------------------------------------------------------------------
Tað, sum var á skránni á eykaðaðalfundinum 2. februar 2011 var at umrøða og gera broytingar í viðtøkum felagsins.
Tey flestu uppskotini snúðu seg um dagføringar av viðtøkunum felagsins.

 

01-03-2011
Arbeiðseftirlitið: Samtak endurtekur, at trygdin er í vanda

--------------------------------------------------------------------------------
Heldur enn at hava eina 0 hugsjón um trygd á arbeiðsplássum, hevur samgongan gjørt tað ótryggari at vera til arbeiðis.

Tað er niðurstøðan hjá Samtaki, nú landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna saman við eini nógv skerdari játtan og munandi færri starvsfólkum.

- Hetta merkir í roynd og veru, at hann avtekur stóran part av eftirlitinum og skyldurnar í arbeiðsumhvørvislógini vera tí ikki hildnar, staðfestir Samtak.

- Vit kunnu bara staðfesta, at arbeiðaraverndin í samanlagda stovninum verður forsømdur eftirsum týðandi størv vera niðurløgd. Eftirlitisskyldurnar í arbeiðsumhvørvislógini vera tískil ikki hildnar, og tað er einki sum bendur á, at landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við hetta.

Samtak ivast heldur ikki í, at heilsufrøðiligi parturin, fer at fáa bróðurpartin av játtan stovnsins – um ikki annað, so bara fyri at tryggjað, at landið heldur tær heilsufrøðiligu ásetingar, sum gjørdar eru í heilsufrøðiligu avtalunum við eitt nú ES.

- Leggja landsstýrið og abc samgongan nakað í økið arbeiðaravernd, verður samanlegging beinanvegin gjørd til einkis, sigur Samtak.

Men við síni framferð vísir landsstýrismaðurin, at hann hevur ongar hugsjónir, hvat arbeiðaravernd viðvíkur, heldur Samtak.
Heldur vildu fakfeløgini ynskt, at samgongan hevði ein virknan og tilvitaðan 0-hugsjón politikk á økinum um trygd á arbeiðsplássum, soleiðis at skaðar og álvarsamar arbeiðsvanlukkur skulu minkast niður í 0.

 

10-03-2011
ÁRSAÐALFUNDIR: 30. mars 2011

--------------------------------------------------------------------------------
Havnar Handverkarafelag og Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags hava ársaðalfund mikudagin 30. mars 2011 kl. 19.00 í hølum felagsins Stoffalág 60.

Havnar Handverkarafelag:
Skrá samb. § 21 í lógini:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá farna árinum
3. Roknskapur til góðkenningar
4. Innkomin mál
5. Val av nevnd
6. Val av grannskoðara
7. Ásetan av limagjaldi
8. Ymiskt


Eftirlønargrunnurin:
Aftaná aðalfundin hjá Havnar Handverkarafelag verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum við hesi skrá:
Skrá samb. § 8 í viðtøkunum:
A. Val av fundarstjóra
B. Frágreiðing frá nevndini um virki grunnsins í farna ári
C. Framløga og góðkenning av roknskapi og fíggjarstøðu
D. Støða verður tikin til, hvat gerast skal við møguligt avlop ella hall
E. Val av nevndarlimum
F. Val av grannskoðara
G. Møgulig mál frá nevnd/limum

Framløga um nýggju pensjónsskipanina
Kári Petersen, búskaparfrøðingur, luttekur á fundinum. Hann ferð at hava framløgu um nýggju pensjónsskipanina, sum er løgd fyri løgtingið. Høvi verður eisini at seta spurningar. Nýggja pensjónsskipanin er eitt viðkomandi mál, og ferð at hava ávirkan á alt samfelagið. Tí vænta vit, at fleiri limir fara at nýta hendan møguleikan, at kunna seg um nýggju pensjónsskipanina.

 

07-09-2011
Broytingar í limagjaldinum og Sjúkragrunninum Bata

--------------------------------------------------------------------------------
Á aðalfundinum 23. mars 2011, varð samtykt at hækka limagjaldið úr 450,- upp í 500,- kr. um mánaðin.
Nýggja limagjaldið kemur í gildið 1. oktober 2011. Tað vil siga, at limagjaldið fyri oktober mánað verður 500,- kr.

Limagjaldshækkingin hevur m.a. samband við, at Meistarafelagið ynskti at sleppa av við Sjúkragrunnin Bata.
Um hetta hendi varð vandi fyri, at limir okkara fóru at missa ein sera týdningarmiklan tryggleika, tá teir vera raktir av sjúku. Tá slíkt hendir er vandi fyri, at limir koma í eina støðu, sum kann taka fíggjarliga grundarlagið undan familju, húsi og heimi.
Hetta var orsøkin til, at nevndin valdi at taka alla ábyrgd av Sjúkragrunninum, hóast tað fór at vera neyðugt at hækka limagjaldið.

Vit kunnu í dag siga, at nú eigur Havnar Handverkarafelag einsamalt Sjúkragrunnin Bata, og limirnir kunnu kenna seg tryggari um teir koma í eina hættisliga fíggjarliga støðu vegna sjúku.

Í hesum sambandi er vert at nevna, at vit hava hildið sama limagjald síðani 2005, og áðrenn tað var limagjaldið tað sama í eini 20-25 ár.
Tíðirnar standa ikki í stað, prísir á mati, el, olju og øllum øðrum vørum eru hækkaðir munandi, eins og lønirnar eru vaksnar. So vit eru noydd til at fyrihalda okkum til henda veruleika.
Limagjald okkara er hóast alt framvegis minni enn flest onnur fakfeløg hava.

Ein kann eisini siga at, tann skipanin, sum vit hava við sama gjaldi fyri allar limir er meiri gjøgnumskygd í mun til aðrar skipanir.

Ein onnur broyting er, at frá 1. oktober verða 75,- kr. lagdar afturat í ómaksgjaldi - hjá teimum - sum ikki hava eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu, (við Gjaldsskipanini). Orsøkin til hesa broyting er, at vit brúka alt ov nógva orku til at senda rokningar og áminningar út. Vit vilja eisini á henda hátt “minimera” eftirstøðuna av limagjøldum.

Vit rokna við, at henda skipanin fer at minka um eftirstøðurnar hjá limunum, og tað tænir bæði umsiting og limum best.

 

13-09-2011
Limagjald, tímaløn, frítíðarløn, gjøld v.m.

--------------------------------------------------------------------------------
Limagjald og Lívstrygging:
Frá 1. oktober 2011 er limagjaldið 500,- kr. um mánaðin.
Og frá 1. oktober verða 75,- kr. lagdar afturat í ómaksgjaldi hjá teimum, sum ikki hava eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu við Gjaldsskipanini.

Felagið heitir á teir limir, sum ikki hava meldað seg til Gjaldsskipanina, um at venda sær til skrivstovu felagsins millum kl. 9 og 15 (mánadag til hósdag) fyri at fáa hetta í rætt lag.


Kontur at flyta limagjald á:
Konto: 9181 - 133.013.8
Konto: 6460 - 162.935.4

Tímaløn:
Tímalønin frá 1. oktober 2011: kr. 125,07 (minstaløn)
3-ára starvsaldur gevur 1,6% lønarhækkan.
Frítíðarløn: 12%
Konto: 6460 - 299.601.6

Eftirløn:
Arbeiðsgevarin: 13% Løntakarin: 2% Tilsamans: 15%
Konto: 9181 - 132.833.8
Konto: 6460 - 152.555.9

Vágs Handverkarafelag:
Konto 6460 - 516.417.8

Sjúkragrunnurin BATI
Løntakarin:
15 oyru pr. tíma. (eftir skatt) Umsiting: Sjúkragrunnurin BATI
Postboks 3227, 110 Tórshavn.
Tlf. 229578 – fax: 319178. Teldupostur:
hdg@post.olivant.fo
Konto: 6460-4951044
Konto: 9181-4955791

Lærlingar:
Lærlingar gjalda kr. 10,- pr. viku í limagjaldi.
Konto: 6460 - 401.200.5
Lærlingalønir (% av sveinalønini)
1. árið: 32%
2. árið: 40%
3. árið: 45%
4. árið: 55%
Eftirløn til lærlingar: 7,5%
Konto: 9181 - 132.833.8
Konto: 6460 - 152.555.9

Eftirútbúgvingargrunnurin VITIN
Arbeiðsgevarin:
10 oyru pr. tíma. (eftir skatt)
Løntakarin: 10 oyru pr. tíma. (eftir skatt)
Umsiting: Vinnuhúsið
Postboks 1039, 110 Tórshavn.
tlf. 30 99 00 - fax: 30 99 01.
Teldupostur: mikkjal@industry.fo
Konto: 9181 - 495.879.0
Konto: 6460 - 101.278.0



15-09-2011
Eli Brimsvík: Formansfrágreiðing 2011

--------------------------------------------------------------------------------
Regluligi ársaðalfundur felagsins varð hildin 30. mars 2011 í hølum felagsins í Stoffalág 60.
Seinastu árini hava búskaparkreppur og arbeiðsloysið rakt meint um allan heim. Álvarsamastu hendingarnar í Føroyum vóru helst, at EIK BANKI mátti bjargast av Fíggjarligum støðufesti og, at Faroe Seefood og onnur stór virkir fóru á húsagang. Hetta merktist í øllum samfelagnum. Tað mest álvarsama var, at arbeiðsloysið gjørdist stórt.

Vit meta ikki at, at handverkarar hava merkt hesar trupulleikarnar í sama mun sum aðrir samfelagsbólkar. Her eiga vit at nevna, at tað ofta verður sagt um handverkarar, at teir eru rættuliga “mobilir”, og megna betur enn aðrir samfelagsbólkar at laga seg eftir umstøðunum.
Eitt gott barometur hjá Havnar Handverkarafelag er, hvussu nógv limagjald verður goldið til felagið í mun til árini frammanundan. Hyggja vit isolerað eftir hesum, so kunnu vit ikki siga, at talan hevur verið um stórar broytingar. Limatalið og limagjaldið í 2010 var rímiliga stabilt. Hetta kann hava samband við, at ALS hevur hækkað síni útgjøld og, at tað hevur haft við sær, at okkara limir ikki hava spart limagjaldið burtur.

Hinvegin er støðan í Eftirlønargrunninum ein onnur. Hyggja vit eftir inngjøldunum til Eftirlønargrunnin, so síggja vit, at har er talan um eina minking í 2010 í mun til árini frammanundan. Tað er onki, at ivast í, at hetta hevur samband við fíggjarligu rembingarnar í samfelagnum.
Í ársfrágreiðingini í 2009 førdi eg fram, at tað var “beklagiligt”, at tað almenna ikki syrgir fyri at seta arbeiðir í gongd, tá ið niðurgangstíðir eru. Tað mátti verði betur at fólk kundu arbeitt, heldur enn at liva av ALS.
Men soleiðis hugsar okkara politiska skipan tíverri ikki.

EIK BANKI
Sum vit vita mistu mong pening, tá EIK BANKI fekk álvarsamar fíggjarligar trupulleikar, og endaði í “Fíggjarligum støðufesti”. Tí eigur her at vera nevnt, at av tí, at Havnar Handverkarafelag átti partabrøv í EIK BANKI, so vóru vit eisini rakt. Tá tíðindi fóru at ganga um, at EIK BANKI hevði trupulleikar fluttu vit innistandandi úr bankanum. Vit valdu at binda um heilan fingur.
Tað var, at frøast um, at tað eydnaðist at fáa bankan uppá rættkjøl aftur.

Rættarmál
Vit kunnu ikki siga, at fíggjarligu trupulleikarnir í samfelagnum hava merkt, at felagið hevur mett tað vera neyðugt at reisa fleiri sakarmál fyri limir okkara enn gjørt hevur verið árini frammanundan.
Vit hava reist nøkur rættarmál vegna limir, men tað hevur verið á sama støði sum árini frammanundan.

Ognin í Stoffalág 60: Handverksdepilin
Tá ið vit fluttu skrivstovuna úr Sjúrðargøtu í Stoffalág 60, tóku vit avgerð um at innrætta kjallaran í Stoffalág 60 til ymiskt virksemi.
Vit høvdu rokna við, at ein ávísur tørvur var á góðum – ikki ov stórum - lokalum, við køki og allari neyðugari tekniskari útgerð, sum í dag verður brúkt t.d. í sambandi við skeið og fyrilestrar. Ein partur av hesum er sjónvarpsútgerð við stórskíggja og gott internet samband, sum kann brúkast av mongum samstundis.

Vit hava haft greinar og myndir í Handverkaranum um hølini, og møguleikarnar sum liggja í hølunum og útgerðini.
Vit vóru sum vera mann spent uppá, hvussu fór at vera við eftirspurninginum og undirtøkuni.
Nú kunnu vit bert staðfesta, at avgerðin var røtt og, at eftirspurningurin hevur verið á leið tað, sum vit høvdu vóna.
Hølini hava verið leiga út til mong ymiskt endamál, so sum føðingardagar og konfirmatiónir.

Hølini hava eisini verið leiga út til almennar stovnar til skeiðvirksemi.
Her kunnu vit leggja afturat, at vit ikki høvdu roknað við, at áhugin eftir so stuttari tíð gjørdist so stórur. Í onkrum føri hava vit - tí verri - verið noydd at siga, at hølini eru útleigað tann dagin, sum tey ynsktu.
So tað er avgjørt at glaðast um.
Lat okkum her eisini nevna, at vit gjørdu eina roynd, at vísa fótbólt í hølunum, tá ið heimsmeistarakappingin í fótbólti var í Suðurafrika. Men tað fekk als onga undirtøku. Ikki so frætt sum ein limur møtti upp, so tað var ikki nógv at reypa av.
Men ætlanin er kortini at gera eina roynd aftur seinri.
Sum heild hava vit fingið positivar afturmeldingar, men eitt sum er rættuliga sjónligt, er at tað manglar ein útluftingarskipan.
Avgerð er tí tikin um at fáa hesi viðurskifti uppá pláss, og eisini at inniloka undir altanuni, og taka tað uppí kjallaran.

Ognin í Sjúrðargøtu 9
Tá vit vóru flutt úr Sjúrðargøtu yvir í Stoffalág, gjørdu vit eina roynd at selja ella útleiga ognina í Sjúrðargøtu.
Áhugin var stórur, baði fyri at keypa og at leiga. Men av tí, at tað er vorðið truplari at fáa fígging nú í mun til áður hevur hetta tikið sína tíð sum tað mátti taka.
Men nú kunnu vit boða frá, at vit hava gjørt eina 4 ára leiguavtalu við eitt felag, sum skal hava tannlæknastovu í húsunum.

Sáttmálasamráðingarnar
Sum kunnugt gekk sáttmálin við Føroya Handverksmeistarafelag og Landsfelag Handverkaranna út 1. oktober 2010. Sáttmálasamráðingar vóru ikki drúgvar, 6 oktober skrivaðu vit undir nýggjan 2 ára sáttmála.
Úrslitið gjørdist ein lønarvøkstur uppá 3,61 %. Árini frammanundan hava vit lagt dent á at fáa eina góða eftirlønarskipan, á tí økinum eru vit komin so mikið langt, at vit hesiferð valdu at fáa alt uppá lønina.

Sum nakað nýtt, eru viðbøturnar nú í prosentum, so tað gevur eisini ein lítlan vøkstur. Aðrar smávegis broytingar eru gjørdar í sáttmálanum.
Vit hava eisini verið til sáttmálasamráðingar við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og SEV.
Við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vóru nýggir eitt-ára sáttmálar undirskrivaðir, sum fevndu um trý prosent. Fyri SEV var hækkingin 1%.

EL & IT
Í september 2011 vóru vit bodnir til Noregs, á ráðstevnu hjá EL&IT Forbundet. El&IT Forbundet er okkara samstarvsfelagi í Noreg í sambandi við Sam sáttmálan. Tað er soleiðis, at teir skulu góðkenna tær avtalur, vit gera við feløg, sum skula arbeiða innan offshore í Norra.

Ráðstevnan varð hildin í Bergen, og var tað sera áhugavert at vera við. Tað vísir seg at verða ein heilt annar hugburður á fakfelagsøkinum har. Tað vóru umleið 60/70 fólk á ráðstevnuni, og kjakið var lívligt. Í tí sambandi var heitt á formannin í Havnar Handverkarafelag um at hava eitt innlegg.
Eitt sum vit fingu at vita fleiri ferð var, at teir vóru sera væl nøgdir við samarbeiðið teir hava við Havnar Handverkarafelag, og eisini tey avrik, sum føroyingar gera.
Tað er gleðiligt at hoyra.
Tað er eisini komið fram, at tað var ein ónøgd at merkja, millum limir, sum starvast í Noreg. Hví tað er so eru ymiskar meiningar um, men tað skal so eisini sigast, at stórsti parturin er væl nøgdur. Sjálvandi kann altíð finnast okkurt at vera ónøgdur við, men sum heild riggar tað samstarvið væl.
Tað er eisini gleðiligt, at arbeiði í Noreg er økt soleiðis, at tað nú eru um 100 mans, sum starvast, bara hjá Pam.

Nýggja felagið Faroe Offshore Service hevur eisini fingið gongd á har yviri tó, at tað enn ikki er so umfatandi. Vit hava eisini skrivað undir sáttmála við tað felagið. Sáttmálin við Pam Offshore varð sagdur upp til 1. mars 2011 og er nú endurnýggjaður, við smærri broytingum.

Ósemjur
Á hvørjum ári er altíð onkur ósemja, ið tekur seg upp, og árið í fjør var einki undantak í so máta. Til dømis á einum almennum stovni, var ósemja ímillum ein lim hjá okkum og leiðaran. Har komu vit uppí málið, sum endaði við, at limur okkara fekk uppreisn.
Í einum øðrum føri var ein limur okkara burturvístur úr starvi sínum, uttan góðkenda burturvísingargrund. Eisini her endaði tað við, at viðkomandi bleiv settur aftur í starv, og burturvísingin sjálvandi tikin aftur.

Enn eitt felag í Handverksdeplinum
Síðani seinasta aðalfund hevur enn eitt felag flutt skrivstovu sína inn í Handverksdepilin. Tað er felagið Føroysk Miðlafólk, sum nú hevur fingið skrivstovusamstarv við okkum.
Fyribilssáttmáli er gjørdur fram til 1. juli 2011, tá endalig støða verður tikin um framtíðarsamstarv.

J & K Petersen
Seinasta summar, vendi Byggifelagið J & K Kontractors sær til okkum, við umbøn um at gera sersáttmála um arbeiðið at gera “Eiði 2 Suður”.
Avtalan skuldi fevna um teir limir okkara, sum ætlanin var skuldu starvast har. Tá ið avtalan var undirskrivað, stungu trupulleikar seg upp, tí menn føldu, at teir skuldu tvingast at verða limir her, og tað skilja vit væl.

Men lat tað vera rimmar fast, at tað var ikki tað, sum vit avtalaðu. Vit meta framvegis ikki, at vit gjørdu nakað skeivt. Trupulleikin lág í, at vit fingu skeivar upplýsingar frá fyritøkuni.
Vit fingu positivt at vita, tá ið avtalan var gjørd, at eingin persónur var settur í starv.
Hetta vísti seg seinni at vera ósatt, og tað váttaði stjórin í fyritøkuni eisini í sjónvarpinum og í bløðunum. Hetta var sera óheppið, og vísir best, at vit mega verða meir uppá vakt eina aðruferð.

BATI
Sum vit áður hava nevnt, so ynskja fleiri meistarar sjúkragrunnin Bata har pipari grør.
Fyrstu ferð teir søgdu avtaluna upp var til samráðingarnar í 2005, og aftur í 2007 var tað uppi og vendi. Tað vóru nakrir fundir um málið, men eingin niðurstøða.
Til sáttmálasamráðingarnar var eitt avgerandi krav frá teimum, at vit bundu okkum til at koma til eina loysn. Vit fingu parkerað málið, meðan samráðingarnar vóru, men nú gongur tað ikki meir.
Tað sum meistararnir krevja er, at grunnurin verður uppgjørdur, og annaðhvørt latin til góðgerandi endamál ella, at vit broyta reglugerðina soleiðis, at fæið í grunninum fellur aftur til feløgini.
Vit hava havt fleiri fundir um máli, sum til seinast endaði við einari semju, sum ber í sær, at tað framyvir bert verður Havnar Handverkarafelag, sum er eigari av grunninum.

Og út frá tí var okkara uppskot, at grunnurin verður deildur javnt millum partarnar og, at vit fáa eina kompensatión í endurgjaldi fyri, at meistarin framyvir ikki kemur at rinda 30 oyru av hvørjum tíma.
Hetta setti øði í mótpartin, men tá teir høvdu summa seg eitt sindur komu teir við einum tilboði, sum gekk út uppá, at vit býttu grunnin javnt og, at vit fáa eina kompensatión
Nevndin metti, at hetta er frægasta loysnin, og hevur tí einmælt góðkent hesa loysn.

Vit mugu tó gera okkum greitt, at grunnurin nú skal rekast við einum minni fæi, og tað krevur, at vit hækka limagjaldið fyri, at tað kann lata seg gera.
Vit verða eisini noydd at gera rationaliseringar soleiðis, at grunnurin kann rekast fyri ein bíligari pening.
Roknskapurin vísir, at grunnurin ikki hongur saman við verandi inn- og útgjaldi.
Eitt sum eisini liggur í kortunum, er uppá sikt at hækka útgjaldið til 100%.

Viðtøkur Havnar Handverkarafelags
Á seinasta ársaðalfundi nevndu vit, at vit vóru vit ígongd við at dagføra lógir felagsins.
Tað arbeiðið er komið so mikið væl áleiðis, at vit kallaðu inn til eykaaðalfund 2. februar 2011, har broytingarnar vóru lagdar fram, og einmælt samtyktar. Tað var ikki tann heilt stóra uppmøtingin, av tí at veðrið var sera vánaligt. Men fundurin var kortini viðtøkuførur.
Eitt annað, sum eisini var nevnt, var um innkrevjingina av limagjaldinum.
Tað skal verða sagt, at tað er eydnast at fáa umleið 70% av limunum at gera sjálvvirkandi flyting, men tað er ikki gott nokk.

Vit noyðast so ella so at fáa tað so nær 100% sum gjørligt. Eitt sum vit hava tosað um í nevndini er at áseta eitt eyka gjald um ikki gjaldsavtala verður gjørd fyri limagjaldið. Um vit fingu limirnar at gjørt gjaldsavtalu høvdu vit frígjørt arbeiðsorku hjá starvsfólkunum, sum so kundu tikið sær av øðrum átrokandi arbeiði, sum nú møguliga liggja á láni. Eisini høvdu vit sloppið undan at brúkt orku uppá at skuldskriva limir tí, at teir tá kunna steðga gjaldinum sjálvir um teir gevast at arbeiða.
À ársaðalfundinum 23 mars, var samtykt at hækka limagjaldið úr 450.- kr. til 500, kr.
Um mánaðin. Henda broyting kemur í gildi 1. oktober 2011, eins og tað nú verður lagt eitt eyka gjald á 75,- kr. hjá teimum, sum ikki gera sjálvvirkandi gjaldsavtalu.

Nevndin
Nevndin sum nú situr, hevur eftir hondini nøkur ár á baki.
Sum formaður hevur tað verið mær ein heiður at samstarva við hesar persónar. Hetta skal als ikki skiljast á tann hátt, at vit altíð hava verið samdir, men vit eru altíð komnir til eina semju, áðrenn ein nevndarfundur er lokin.
Av okkum trimum, sum standa fyri vali hesaferð, hevur Bjarni valt at takka fyri seg, sum nevndarlimur, men tekur fegin eitt tørn sum varalimur. So er tað upp til tykkum at avgera.
Annars vil eg eisini nýta høvi at takka okkara sera dugnaligu starvsfólkum fyri gott arbeiði. Uttan tey hevði tað ikki borðið til.

15-09-2011
Sofus Joensen: Ársfrágreiðing Eftirlønargrunsins 2011

--------------------------------------------------------------------------------

Eitt gott barometur fyri um ein eftirlønargrunnur hevur haft eitt gott ár er, at hyggja at, hvussu nógva rentu hann letur limum sínum.
Vit høvdu eina rentutilskriving til limirnar á 5% í 2009. Seinni kom undan kavi, at okkara eftirlønargrunnur – á tí økinum - var tann næstbesti í danska ríkinum. Tað sigur ikki so lítið um, hvussu væl vit klára okkum í kappingini á eftirlønarmarknaðinum.
Ì 2010 høvdu vit eina rentutilskriving uppá 4,5%. Tað má eisini sigast at vera sera gott í hesum tíðum. Samanbera vit okkara úrslit við støðuna hjá teimum størstu veitarunum á føroyska marknaðinum, so liggja vit nakað væl oman fyri teirra rentu. Tá vit megna at standa okkum so væl samanborið við t.d. LÌV, sum hevur haft landskassan sum trygdarnet, so kunnu vit ikki lata illa at.

Viðvíkjandi íløgum
Vit, sum hava sitið í nevndini í Eftirlønargrunninum hjá Havnar Handverkarafelag hava altíð haft sum mál at vera sera varin við okkara íløgum.
Allir serfrøðingar á íløguøkinum eru samdir um, at tað er ein greiður samanhangur ímillum váða og vinning. Tað vil siga, at jú størri váða tú tekur upp á teg størri er møguleikin fyri skjótum vinningi. Men tá skulu vit eisini vera heilt ivaleys í, at tá er samstundis eisini stórur vandi á ferð. Tí í staðin fyri at vinna pening eru eisini stór sannlíkindi fyri at missa pening.
Her kunnu vit nevna, at í viðtøkunum hjá Eftirlønargrunninum stendur, at vit skulu fáa sum mest fyri tann pening, ið vit hava í Grunninum. Ein kann so ímynda sær, at vit siga við ein íleggjara: Set bara peningin har tú fær mest fyri hann.

Tað kundi havt sera óhepnar avleiðingar. Uttan at taka munnin ov fullan kunnu vit siga, at tá kundi tað gjørst svangligt í okkara Eftirlønargrunni. Og eitt afturat, tá høvdu tað ikki verðið vit, men aðrir, ið høvdu sitið og sagt, hvussu vit hareftir skuldu umsita okkara Eftirlønargrunn.
Eitt annað, ið vit eisini skulu leggja okkum í geyma er, at vit eiga ikki peningin, sum stendur í Eftirlønargrunninum og, at peningurin skal vera tøkur, tá tey, sum hava goldið í grunnin gerast gomul. Tí kunnu vit ikki taka ov stóran váða á okkum. Hvør avgerð má vera væl umhugsa, tá vit gera íløgur. Um íløgan ikki er væl umhugsað, kann tað kosta okkum dýrt og bara ganga tann skeiva vegin.

Serfrøðingar
Serfrøðingar meta í dag, at tað kann taka fleiri ár at vinna tað aftur, sum mist er tey seinastu árini. Har eru vit í tí støðu, at vit einki hava mist. Onkur kundi kanska spurt: Tá tað eru so stór ivamál við at gera hesar íløgur, hví hava vit so ikki alt standandi í bankunum til hægstu rentu?
Sum øll vita er innlánsrentan í peningastovnunum í dag óvanliga lág, tí er trupult at fáa nakað burtur úr innistandandi.
Tað er nú langt síðan, at rentan hevur verið so mikið høg, at peningurin ikki minkar í virði skjótari enn rentan klárar at fylgja við.
Vit kunnu taka eitt dømi, tað hevur verið ført fram av búskaparfrøðingum, at inflasjónin í fjør var um 2,5%, og rentan av innistandandi í peningastovnunum í sama tíðarskeiði var frá 0,5 % til 1,7 % - alt eftir innistandandi upphædd og hvussu langa tíð, ið peningurin er bundin.
Við so lítlari rentu í mun til inflasjón kann bara blív talan um at missa pening.

Og eitt afturat, fer peningastovnurin á húsagang, so er ein møguleiki fyri, at stórar upphæddir vera mistar. Tað seinasta dømi var Eik Banki, sum eftir einari nátt brádliga var innsolventur. Var tá ongin bankapakki, sum stóð við endan, so vóru einans einar 750.000 kr. av innistandandi tryggar og tað, sum lág omanfyri var mistur peningur.
Hetta er orsøkin til, at vit hava mett, at tað er skilabest at seta peningin í statsoblikatiónir, ið er ein 100% trygg íløga. Tað er eisini eitt krav frá Tryggingareftirlitinum um trygd.

Okkara eftirlønir
Inngjaldið í Eftirlønargrunnin er nú komið upp á 15%. Tað var málið, sum vit settu okkum fyri nøkrum árum síðani. Tað málið er nú nátt, og tí kunnu vit vera sera errin av. Spurningurin er nú, hvussu langt vit skulu fara við eftirlønini.
Vit hava t.d. í ár gjørt ein sáttmála við Fíggjamálaráðið, sum er + 2,54%. Tað er avbera gott um hugt verður at tí, ið sagt var, tá samráðingarnar byrjaðu. Fyri fyrstu ferð í longri tíð er eingin hækking í eftirlønargjaldinum. Hyggja vit rundan um okkum, so liggja vit so mikið væl fyri, at vit kunna steðga á eitt bil. Givið er tó, at um vit framyvir skulu sammeta okkum við hini á arbeiðsmarknaðinum, og tað skulu vit eftir mínari hugsan, so skulu vit ikki steðga á 15%, men spakuliga toga okkum upp ímillum tey 15—20%.

Kapping um eftirlønir
Tað eru komnir fleiri aktørar á føroyska eftirlønarmarknaðin, ið fegnir vilja hava fatur á okkara Eftirlønargrunni.
Betri Pensjón roynir at koma inn á eftirlønarmarknaðin í Føroyum, og teir smæða seg ikki burtur; teir siga alment, at teir vilja verða ein av teimum størstu veitarunum í Føroyum. Og hyggur man eftir, hvør tað er, ið her bjóðar seg fram. Ja, so kann tað vera nakað um tað, tí aftanfyri stendur ongin annar enn Tryggingarfelagið Føroyar.
Vit hava haft samband við Betri Pensjón, og hava teir haft ymiskar møguleikar uppi og vent - tað veri seg bæði viðvíkjandi eftirløn og bíligari trygging. Men teir hava kortini ikki kunna bjóðað okkum nakað betur enn tað, ið vit longu hava.

Eik og Bank Nordik
Bank Nordik liggur eisini framvið, teir bjóða seg fram at umsita eftirlønir fyri bæði grunnar og privat fólk. Og teir eru heldur ikki smædnir.
Hin stóri bankin, Eik Banki, hevur eisini eina skipan har teir kunnu umsita eftirlønir.
Eg eri tó av tí áskoðan, at tá bankar umsita eftirlønir vísir tað seg ofta, at úrslitið ikki verður so gott, sum tá vit umsita okkara eftirløn sjálvi.

LÍV
Vit hava eisini av og á tosað við Tryggingarfelagið LÍV um tað sama, og teir lova bæði gull og grønar skógir - millum annað nevndarsessir og annað gott, men tá tað kemur til, hvat tað kostar, tá skiljast okkara vegir. Tí teir eru snøgt sagt ikki kappingarførir, tá talan er um umsitingarútreiðslur bæði fyri tryggingar og eftirlønir. Heldur ikki tá tað kemur til rentutilskriving av eftirlønum.

Útreiðslur
Tá vit eru inni á útreiðslum kann eg ikki annað enn fegnast um, at vit kunnu halda útreiðslunum á einum so skilagóðum støði, sum vit hava megnað. Hetta kemst av tí, at vit sjálvi hava umsitingina. Vit eru ikki noydd til at vinna nógvan pening til ein ella annan stóran íleggjara. Alt, sum kemur inn í Eftirlønargrunnin, kemur limum okkara til góðar.
Av tí, ið goldið verður inn í Eftirlønargrunnin fara 5% til umsiting. Hetta fer m.a. til lønir, sundurgreining av tí samhaldsfasta og tí persónliga, lutaeftirløn, aktuar, grannskoðara, Tryggingareftirlit og annað, ið lógir og reglur krevja. Og so tað týdningarmesta, Eftirlønargrunnurin umsitur peningin og tilskrivar okkum rentur líka til vit verða 67 ár. Ja - líka til vit fara foldum frá, og tað verður ikki eitt oyra tikið til umsiting meir enn tey 5%, sum tikin vóru, tá ið goldið varð inn.

Starvsfólk
Eftirlitið við eftirlønargrunnum og bankum er hert hesi seinasti árini. Tað er helst ein avleiðing av fíggjarkreppuni, og tað er bara gott.
Hetta setir størri krøv til okkara umsiting, sum frammanundan ikki er stór. Tað at vit hava eina lítla umsiting ger, at tað ikki er so dýrt at umsita peningin í okkara grunni. Ikki nær tí tað kostar hjá Lív og Betri pensjón. Og fyri ikki at tala um nógvar danskar eftirlønargrunnar.
Og her má sigast, at tey, sum starvast á skrivstovu okkara og, sum dagliga gera arbeiðið við at skráseta limir, sundurgreina eftirlønargjøld, kanna at arbeiðsgevarin flytur tað, ið hann skal, svara telefonum og nógv annað. Hesi fólk gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði.
Eg fari her at takka teimum, og fara so langt sum at siga, at uttan teirra ágrýtni var ongin eftirlønargrunnur; tey skulu hava stóra tøkk fyri gott arbeiði.

Eftirlønarskipanir í framtíðini
Aftur í ár siga okkara fólkavaldu, at tað kemur ein nýggjur pensjónsreformur, t.v.s. at okkara politikarar umsíðir hava gníggjað svøvnin úr eygunum, og hava samtykt millum annað, at hvør einasti lønmóttakari skal gjalda inn í ein ella annan góðkendan eftirlønargrunn.
Nakrar aðrar broytingar eru eisini komnar til eftirlønargrunnar, sum t.d., at ongin kann gjalda meira enn 25.000,- kr. um ári til eina kapitalpensjón.
Hetta skal ikki skiljast sum, at ongin kann gjalda meir enn 25.000,- kr. í eftirløn, men, at alt omanfyri 25.000 fer í eina lívslanga eftirlønarskipan – ella eina lutaeftirløn.
Hetta er bara byrjanin til tann nýggja pensjónsreformin.
Politikarar hava m.a. sagt, at teir miða eftir, at bert 10% av tí persónliga partinum kann gjaldast út í einum. Restin skal í eina lívrentu ella í lívlanga eftirlønarveiting.

Ongar eftirlønir úr landskassanum
Tað ið politiski myndugleikin miðar eftir er, at landskassin skal sleppa heilt ella partvíst undan at gjalda eftirlønir og helst eisini fólkapensjón. Sum nú er verður øll A-inntøka mótroknað í fólkapensjónini.
Tað, ið vit fáa útgoldið í eftirløn er at rokna sum ein A-inntøka, og fer hetta tí at vera mótroknað. Eisini hava okkara fólkavaldu fingið eyga á, at har liggja nakrar krónur, sum tey fegin vilja hava fingrarnar í. Tey hava úttalað seg og sagt, at tað skuldi verið ein almennur eftirlønargrunnur, sum umsat allar eftirlønir í landinum.
Væl veit eg, at Landskassin eigur partar av hesum peningi, og trúgv mær, teir hava ikki tíð at bíða til teir av náttúrligari orsøk fáa fatur á teimum.
Hetta hevur Jóannes Ejdesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum greitt sagt. Eg haldi so avgjørt, at tað hann segði, var skemt. Hann førdi millum annað fram, at peningurin lá nógv betur í Landskassanum enn hjá pensjónsfeløgunum ella bankunum. Fyri mær fyrikemur landskassan at vera eitt stórt botnleyst hol, sum bara gapar, og tað er líka mikið, hvussu vit fylla í, so verður har líka skrall tómt.

29-09-2011 Er lógloysið legaliserað í Føroyum? -------------------------------------------------------------------------------- Yvirskriftin er ógvuslig, men neyðug. Sum myndugleikarnir tíggja sær við passiviteti er út um alt mark. Taka vit málið viðvíkjandi PP Faroe-Pelagic, í Kollafirði, ja so er kvirt. Løgreglan vil ikki út úr skóginum, hóast vit hava meldað nevnda virki, fyri at nýta ólógliga arbeiðsmegi. At hettar er so, er sambært útlendingastovuni sera sansýnligt; tey hava ikki fingið ella viðgjørt nakra umsókn frá nevnda virki um útlendingar til at starvast har. Ei heldur danska “udlændingeservice”, sum er játtanarmyndugleiki á økinum, veit um nakra umsókn frá teimum. Niðurstøðan má tí vera, at tað, sum gongur fyri seg á virkinum, er ólógligt og brot á útlendingalógina, arbeiðaralógina og uppihaldslógina. Eisini er komið fram frá fyrrverandi og núverandi starvsfólkum á virkinum, at ongar trygdarreglur verða fylgdar. Fleiri skaðar hava verðið, bæði stórir og smáir, men einki verður fráboðað til arbeiðseftirlitið, men har er kanska ikki nakað vantandi, eftir hvat skilst er tað eftirlitið at kalla óvirkið. Eisini sigur fyrrverandi starvsfólk, at tá ið viðkomandi arbeiddi á virkinum, komu útlendingar javnan. Leiðslan segði hvørja ferð, at hesi høvdu serkunnleika innan onkur økir, men tá avtornaði máttu føroyingar læra hesar upp. Tá hesir útlendingar vóru spurdir, hvat teir skuldu gera her, var svarið, at teir skuldu virka fisk. Annars upplýstu hesir, at teir starvaðust umborð á skipum hjá PP, men av tí, at kvotan var uppfiskað vóru teir sendir til Føroyar at arbeiða til kvotu aftur var til skipini. Hvussu í allari víðu verð, kann ein leiðsla (útlendsk) fáa loyvi til at bera seg so at? Hvat er tað sum ger, at løgreglan er so passiv? Vit fáa ikki ein gang eina váttan um, at teir arbeiða við málinum. Í 2009 var eitt líknandi mál meldað, men heldur ikki har hava vit hoyrt aftur frá løgregluni. Hetta er sama organ, sum myndugleikarnir kravdu skuldi hava eftirlit við útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Fakfeløgini vóru ógvuliga ivasom um, at hetta fór at gera nakran mun. Og nú er sjón fyri søgn. Úrslitið síggja vit í dag . Um løgreglan ikki klárar hesa uppgávu, eigur uppgávan at vera løgd til annan stovn at taka sær av - t.d. einum endurreistum Arbeiðseftirlitið. Ein freistast til at halda, at almennir myndugleikar halda hondina yvir hesum svansi. Fari tí at heita á allar politikarar um at syrgja fyri lóg og landaskili aftur á føroyskum virkjum, og alment boða frá hvørja støðu teir hava til slíka framferð og syrgja fyri, at fáa Arbeiðseftirlitið aftur á beint, áðrenn skaðin er fullkomin. Eli Brimsvík, formaður Havnar Handverkarafelag

10-11-2011
Lúgva Kaj Leo og Jørgen?

--------------------------------------------------------------------------------
Týsdagin 8. novembur vóru umboð fyri yvir 30 fakfeløg á fundi við formennirnar fyri politisku flokkarnar, ið samráðast um at gera samgongu. Fyri politisku flokkarnar vóru Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana møttir. Endamálið við fundinum var at greiða politisku samráðingarluttakarunum frá stóra vansanum fyri bæði samfelag og eftirlønaruppspararar, um pensjónsgjøld verða skattaði við inngjaldi ístaðin, sum nú, við útgjaldi.

Umboðini fyri fakfeløgnini greiddu fleiri ferðir á fundinum frá, óhepnu fylgjunum av ætlanunum hjá teimum fýra politisku flokkunum. Fakfeløgini hava eisini áður víst á sama boðskap í fjølmiðlunum. Feløgini eru væl vitandi um, at í einum heimi, har hvør uppsparingarkróna verður skattað við sama prosentsatsi í øllum uppsparingartíðarskeiðinum kann grundgevast fyri, at skattatíðspunktið er líkamikið. Tað skal tó undirstrikast uppá tað kraftigasta, at umboðini fyri fakfeløgini staðiliga vístu á, at hetta á ongan hátt heldur í veruliga lívinum.

Kortini segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður eftir fundin, at tað varð staðfest við 7 tumma seymi, at tað er líkamikið fyri uppsparan, um pensjónsgjaldið verður skattað við inngjaldi ella útgjaldi. Og Jørgen Niclasen segði, at tað endaliga er sligið fast, frá øllum síðum, at tað einki merkir fyri sjálvan uppspararan nær pensjónsgjaldið verður skattað. Hesar báðar útsagnirnar eru í greiðari andsøgn við tað, ið tosað var um á fundinum. Spurningur kann tí setast við, um Kaj Leo og Jørgen lúgva og um Jenis og Kári tóku undir við hesum.

Tað má vera eitt krav til politikarar, ið sita á ovastu rók, at teir vita, at allar flestu pensjónir vera skattaðar sum a-inntøka við útgjaldi. Í uppskotinum hjá Fólkaflokkinum liggur, at ein botnfrádráttur verður umframt at eingin fer at rinda meira enn 40% í skatti. Í hesum liggur soleiðis eisini, at onkur fer at rinda minni enn 40% í skatti. Við øðrum orðum verður helst talan um progressivan skattaskala. Tá kann mann í øllum førum sláa fast við 7 tumma seymi, at tað als ikki er líkamikið, um pensjónsgjøld verða skattaði við inngjaldi ella útgjaldi. Við botnfrádrátti og progressivum skattaskala vil tann einstaki eftirlønaruppspararin verða verri fyri um skattað verður við inngjaldi.

Ein annar møguleiki er, at teir fýra politikararnir hava eina heilt aðra skattaskipan, sum enn ikki tolir dagsins ljós. Fakfeløgini hava fleiri ferðir eftirlýst ítøkiligu ætlanunum fyri skatting av eftirlønunum, men hetta hava teir fýra ikki viljað upplýst.


Politisku ætlanirnar hava eisini enn verri árin á samfelagið og hetta kann gerast ein vanlagna fyri landskassan, soleiðis at allir føroyingar nú kunnu sígga eykarokningar og møguligar eykaskattir fyri sær í framtíðini, um uppskotið hjá Kaj Leo, Jørgen, Kára og Jenis kemur ígjøgnum.

Undirritaðu fakfeløg fara at fylgja gongdini í málinum nevyt.

• Føroya Lærarafelag
• Akademikarafelag Føroya vegna
o Føroya Verkfrøðingafelag
o Magistarafelag Føroya
o Føroya Byggifrøðingafelag
o Arkitektafelag Føroya
• Samtak vegna
o Føroya Arbeiðarafelag
o Havnar Arbeiðsmannafelag
o Føroya Fiskimannafelag
o Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
o Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
• Felagið Føroyskir Sjúkrarrøktarfrøðingar
• Havnar Arbeiðskvinnufelag
• Føroya Handverkarafelag
• Landsfelag Handverkaranna
• HK Føroya Deild
• Yrkisfelag fyri Trygging og Fígging
• Lærarafelag Handilsskúlans
• Føroya Tekniska Lærarafelag
• Starvsfólkafelagið í BankNordik
• Føroya Pedagogfelag
• Almanna- og heilsurøktarafelagið
• Bioanalytikarafelagið
• Maskinmeistarafelagið
• Musiklærarafelag Føroya
• S&K Felagið
• Umboðsráð Tryggingartakaranna í LÍV
• Starvsmannafelagið
• Fysioterapeutfelag Føroya
• Ljósmøðrafelag Føroya
• Kost- og føðslufelag Føroya
• Ergoterapeutfelagið
• Heilsuhjálparafelag Føroya
• Skipara & Navigatørfelagið

 

 

02-01-2012
Hví skal ein maður sleppa at knúsa okkara dýrabara demokrati ?

--------------------------------------------------------------------------------
Eg má siga, at eg hevði ikki droymt um, at løgmaður, sum áður var ein skilagóður og dámligur maður, nú er vorðin ósømiligur, og á alljósum degi hevur latið seg úr øllum sínum politisku klæðum og lopin spilnakin í føvningin á einum sørvingi.

Hetta er ósømiligt og fær sjálvandi álvarsamar avleiðingar.

Í dag vita - so at siga - allir føroyingar, at vit av hesi orsøk hava mist okkara dýrabara demokrati, og í staðin hava fingið einaræði.

Einaræðisharrin hevur fingið so stórt vald, at skilafólk sum t.d. Jenis av Rana og Jóna Mortensen hava mist fótafesti, eru hótt og tí hava tveitt allar sínar dýrgripir í havið, og sita nú sum ryssa yvir deyðum fyli og gána býtt.

Tí loyvi eg mær at minna føroyingar á, at hetta mugu vit minnast aftur um 4 ár; tá mugu vit læra av fortíðini. Tí hesar reglur.

Ein maður, sum eftir eftir tí, sum hevur verði alment frammi, illa kennur mun á sínum egna, ella annan mans ogn; einaferð var talan um eina flakamaskinu.

Løgið at man í Føroyum ikki meinar, at tað er ein trupuleiki, men velur at seta hann til at ansa eftir pengakassanum; hetta er tað sama sum at seta revin at ansa høsnunum.

Vit hoyrdu um danskan polittikara, ein møguligan raðharra, sum allíkaval ikki kundi koma uppá tal, tí hann hevði samskift við onkran í sokallaða rokkaraumhvørvinum. Har skuldi ikki meir til enn tað, og er tað helst eisini í lagi.Her í Føroyum er alt tó ørvísi.
Ja sjálvt ein løgmann hava vit havt, sum hevur fingið bók skrivaða um sín kreativitet í bókhaldi.

Undarligt at baðir koma úr sama flokki. Hvat er tað harra løgmaður, sum ger at tú ert so altráður eftir at sita í samgongu,saman við hesum fólkum sum sínast at hava sum skjaldramerki, at kúða Palliba og Marsannu, og fjálga um tey vælbjargaðu.

Eli Brimsvík

 

06-03-2012
Aðalfundir 28. mars 2012

--------------------------------------------------------------------------------
Ársaðalfundur Havnar Handverkarafelags verður mikudagin
28. mars kl. 19.00 í hølum felagsins Stoffalág 60.
Skrá sambært §21 í lógum felagsins.

Aftaná aðalfundin hjá felagnum verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum.
Skrá sambært §8 í viðtøkunum.

 

24-04-2012
Semja við Fíggjarmálaráðið um 2011 og 2012

--------------------------------------------------------------------------------
24. apríl gjørdi Landsfelag Handverkaranna semju við Fíggjarmálaráðið.


1. Sáttmálaskeið
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2011 til 1. oktober í 2013.

2. Lønarhækkanir
Tann 1. oktober í 2011 hækka allar mánaðarlønir 220 kr., og tann 1. oktober í 2012 hækka tær aftur 220 kr.

3. Aðrar broytingar
Inn verður sett nýggj grein:
§ 7 a. Vaktarskylda
Tá ið handverkari verður settur í starv ella er í starvi, sum fevnir um ávísa vaktarskyldu ella ávísa telefonvakt, skal avtala verða gjørd um, hvørja samsýning, handverkarin skal hava. Samsýningin kann vera veitt sum løn ella sum avspákan. Tá ið mett verður um samsýningina, verður tikið við alt tað, sum hevur týdning, so sum, hvat verður kravt av handverkaranum, hvussu ofta nakað kemur fyri, og tradisjónirnar í fakinum. Slíkar avtalur verða at senda Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum til góðkenningar. Henda áseting kemur í gildi frá 24. apríl 2012 at rokna.

Í grein 3 verður sett inn nýtt stk. 5, ið er soljóðandi: Handverkari, sum er leiðari hjá øðrum handverkarum, verður løntur við einari løn, sum svarar til 6 eyka stig í lønartalvuni, sí hesa.

4. Ígildiskoma
§ 23 verður soljóðandi: Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. oktober í 2011, og báðir partar kunnu siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til 1. oktober í 2013.

5. Dagføring
Lønartalvan er dagførd eftir omanfyristandandi.

Á Argjum tann 24. apríl í 2012
Føroya Handverkarafelag
Landsfelag Handverkaranna
Fíggjarmálaráðið

01-05-2012
Røða 1. mai á Vaglinum í Havn 2012

--------------------------------------------------------------------------------
Gott fundarfólk, góðu áhoyrarar.

Várt land hevur fostra eitt ravnaslag,
fegnast tað flýgur um nætur,
brátt vaknaði mangur til beiskan dag,
ið ikki gav eftir tí gætur.

Soleiðis tekur skaldið Janus Djurhuus til í eini yrking, og visti eg ikki betur, hevði eg trú, at hettar var yrkt um tey, sum nú ráða fyri borgum her á landi.
Tað sær út sum, at man hevur sett sær fyri at niðurbróta alt, sum fungerar her í samfelagnum, og seta onnur ting í gongd, ið eru sera yvingarsom, fyri ikki at siga óbrúkilig.

Tak eitt nú flatskattin, pensiónsskattastuldurin,vina og kenningapolitikkin, stuldur av fólksins ogn og eg kundi hildið á fram.

Tað sýnist sum um, at meginreglan hjá okkara politikarum er, at sektin á hvat annar fær, eg skal nøra at mær.
Vit upplivdu ein borgarligan fiskimálaráðharra, sum ikki fekk arbeitt fyri berðum ógegni.
Sig so, at teir borgarligu ikki hava fingrarnar langt niðri í landskassanum.
Áðrenn hann var frákoyrdur sum ráðharri, sendi hann í skundi út kunngerð um, at nú skuldu vit hava rullandi fiskiloyvir - til útvaldar reiðarar - í 12 ár.
Hví ikki seta í lógina, at ætlanin var, at tað skal galda í allar ævir?
Hví skula vit finna okkum í slíkari manipulatión, talan er um fólksins ogn, og ikki privata ogn hjá teimum borgarligu?
Hvat er hetta fyri politikarar, ið vit hava, og hvat verður tað næsta?

Hví so ikki eisini geva fyritøkum á landi rullandi loyvir at virka, soleiðis, at eingin annar sleppur fram at ?
Nei hettar er milt sagt at neyðtaka vinnuna, og tey íð har skulu starvast og fáa sítt livibreyð.
Tað sigst, at hetta eru heilir og hálvir bandittar, har onkrir ikki so frætt, sum kenna mun á sínum egna, og annan mans ogn.
Ja onkur visti ikki ein gang um hann átti eina flakamaskinu, men helt bara, at tað sjálvandi var so, tí at hann ynskti sær eina slíka. Um henda maskina, stóð í eini høll, sum ikki hoyrdi hesum persóni til var undirornað.

Men eftir øllum at døma er tað tó eingin forðing fyri at sita í landsins stjórn.
Var tað ì øðrum londum hevði hettar neyvan kunna lati seg gjørt.
Eitt annað sum upptekur løntakaran er, at samgongan er farin at skatta eftirlønir við inngjald
Tað sum samgongan hevur gloymt - ella ikki vil minnast - er, at tað eru fakfeløgini, sum hava uppbygt sínar eftirlønarskipanir við sáttmálasamráðingum, og hava gjørt tað út frá fortreytum, sum vit høvdu álit á, og sum ikki fóru at vera broyttar.
Hetta var jú partur av okkara løn, sum vit valdu at nýta til eftirløn.
Tí er tað ein níðingsgerð av samgonguni at koppa øllum á høvdið og stjala pening við at skatta eftirlønir við inngjald.
Annars rokni eg við, at skatting við inngjald verður sum tá kellingin gjørdi í sokkarnar, tað verður ein stokkutur varmi.

Tað ljóðaði so gott og nýhugsandi áðrenn valið frá Fólkaflokkinum, at nú skuldu øll bert rinda 40 % í skatti, hetta fyri - millum annað - at lætta um hjá illa sperdum barnafamiljum.
Var tað nú ætlanin? Veruleikin sínist at verða ein annar.
Við flatskattinum fáa tey niðanfyri 250.000 als ongan ágóða av hesum, og eg havi hoyrt frá fólki, sum siga seg gjalda meiri í skatti nú.
Men tað, sum er mest hugstoytt er, at hesi somu fólk eru tvingaði at rinda skattalattan hjá teimun vælbjargaðu.

Vit eiga sum fakfelagsrørsla, at tala at, tá ið slíkur órættur fer fram, - eingin ivi um tað.
Men vit eiga so sanniliga eisini at taka í egnan barm og tola kritikk tá tað er uppiborði, og tað meini eg tað er.
Vit hava fyri stuttum uppliva eitt verkfall innan almenna sektorin. Hettar vóru neyðug stig at taka fyri at krevja sín rætt.
Tó spell, at feløgini ikki megnaðu uppgávuna. Tey hoknaðu í kongunum av trýsti frá Hr. Niclassen og kompaní.

Aftur her var tann aroganti fíggjarmálaráðharrin frammi, væl hjálptur av kompagnýnum annars, og prokklameraði, at tey alment løntu ikki høvdu sína løn uppiborna.

Soleiðis má í øllum førum niðurstøðan vera, hóast hesir somu persónar fáa meir í skattafríðum ágóðum, enn ein alment settur tjenar um árið.
Tá ið tað um teir sjálvar umræður, er eingin trupulleiki at finna pengarnar. Umframt at tingfólk í samgonguni tiltuska sær stórar skattafríðar upphæddir, mettast tey ikki.
Eftir at hava traðka á fakfeløgini, og tikið nógv meiri skatt inn av eftirlønum, fyri at geva teimun ríku skattalætta eru tey so ósmaðin, at tey veruliga meina at tað er rætt, at tey ikki eins og øll onnur rinda skatt av síni inntøku.

Hettar ber boð um eina korrumperaða polittiska skipan, og sínir ein markleysan frekleika, og arogansu.Tað er í lagi, at politikkarar fáa góða løn, tí annars fáa vit ikki góðar politikarar. Men tað er ikki í lagi, at politikarar ikki rinda skatt sum øll onnur fólk.
Tað er botn órættvíst, og stór vanærilig skomm. Men hvat hava vit so í vanti?
Helst einki gott, teir hava ikki ein gang vilja til at seta eina kanning í verk av prísstøðinum í landinum, sum øll annars undan valinum, vóru so rørandi samd um.

Sjálvt um øll framvegis eru samd um at prísstøði er alt ov høgt, og prísurin á olju, mati og øðrum neyðsinjarvørum hækka so at siga hvønn tann einasta dag, so er man ikki sinnaður at gera nakað við málið.
Helst tí, at tað var ein anstøðuflokkur, sum legði uppskotið fram.
Og til tann, ella tey, sum vilja skjóta undirritaða í skógvarnar, at renna ørindi fyri ávísan flokk skal eg bert heilsa og siga, at eg ikki eri, ella havi verðið aktivur ella tíðansheldur limur í nøkrum polittiskum flokki.
Haldi bert, at hendan samgongan, ella rættari sagt ósamgongan, sum nú situr við valdinum, hevur víst okkum hvat fyri vantandi virðing hon hevur fyri samfelagnum.

Haldi, at okkara vakra land, sum vit øll eru góð við, og sum hevur fostrað upp mergjaði fólk, hevur annað uppiborði, enn at verða stýrt, ella vanstýrt av slíkum samfelagsins-sjakalum.

Tað er ongantíð ov skjótt, at fáa varpa samgonguna út. Vit hava ein virkisleysan løgmann, sum einans sýnist at sita har fyri lønina skyld, og letur alt um seg ganga. Ja, sjálvt hansara egnu eru frammi og rópa varskóð, uttan at tað rínir við.

Tað mest ítøkiliga hann higartil hevur útint er at niðurleggja okkara sendistovu í London. Ein aðalstjóri, sum hevði brotið landsins lógir bleiv fluttur úr einum starvi til eitt annað, og var einki starv at flyta hann til, ja so uppfann man bara eitt.
Vóru tað Palliba ella Marsanna, ið komu soleiðis fyri, fyngu tey fótin í eitt vist stað.
Var tað nakar sum segði, at stattarstríðið var av?
Hettar byggir ikki land, harra løgmaður. Men vit vita jú øll hvør stýrir her á landi, er hann nevndur, er hann kendur.

Tað seinasta skotið í røðini var at seta ALS gjaldið niður, og pensionsaldurin upp.
Er hettar ikki ein máti at halda teimun ungu útbúnu vekk, og ein roynd at tøma ALS.
Kann tað hugsast, at ætlanin er at innflyta bíliga arbeiðsmegi í staðin.
Ein freistast í øllum førum til at hugsa so.
Fyri stuttum stóð á prenti, hvat hesir gribbarnir høvdu klára at til-tuska sær í pensiónum frá tí almenna. Hettar eru politikkarar, sum aldursmessiga illa nokk eru turrir aftan fyri oyra. Ein má øtast.

Ein av miðlunum hevði mynd av fíggjarmálaráðharranum standandi undir einum træi saman við yvirskriftini: Neyðugt at hækka pensiónsaldurin.
Viðmerkingarnar vóru nakrar og tredivu, og vóru allar neiligar. Legði serliga merki til tað einu viðmerkingina sum var, eg siteri:
Hygga Jørgin, ein flott mynd við trøðum í bakgrundini, men hvar eru hinar apurnar?

Hettar er tíverri holdningurin hjá vanliga fólkinum um okkara landstýri, og haldi eg at tað sigur alt.

Føroya Fiskimannafelag skrivar á heimasíðu síni, at vit eru við at fáa anarkistiskar tilstandir viðvíkjandi bíligari, og ólógligari útlendskari arbeiðsmegi. Hesum kann eg bert taka undir við.

Havi sjálvur vegna okkara fakfelag átala hettar fyri okkara myndugleikum, og enntá melda málið til løgregluna, uttan at nakar letst um vón. Ein freistast til at halda, at onkur hevur persónlig áhugamál í hesum, og tí er lok lagt á. Nú má nokk vera nokk. Her má annað skil koma á.
Eg haldi, at tíðin er komin til, at fakfelagsrørslan tekur í egnan barm, og setur seg saman, við tí fyri eyga, at stovnseta eitt føroyskt LO.
Eitt LO, sum hevur greiðan arbeiðssetning. Àsetingar um, hvat tað skal taka sar av, og hvat tað møguliga ikki skal taka sar av.

Avbjóðingin verður at finna rætta valdsbýtið, soleiðis, at øll feløgini hava sítt skjaldramerkið við í einum slíkum felagskapi. Tíðin hevur víst okkum, at hettar er tvingandi neyðugt.
Hví?Tí at teir, sum nú ráa fyri borgum sýnast at hava eittans endamál, og tað er at niðurbróta fakfelagsrørsluna, trekkja tenninar út, stig fyri stig.
Hettar muga vit ikki lata teir fáa loyvi til. Nei, lati okkum vísa teimun, at vit standa saman, og at vit ikki góðtaka hvat sum helst.
Vit eiga at krevja, at øll eru líka fyri landsins lógum, eisini politikarar. Teir eiga ikki at fáa einar 15 ferðir so nógv í koyrifrádrátti sum Palliba og Marsanna,og heldur ikki eiga teir, at fáa eftirløn uttan so, at teir sjálvir/sjálvi rinda inn fyri hana sum øll onnur her í samfelagnum.
Hvat líkist tað, at einans 16 ár á tingi, geva fulla tænastumannapensjón, meðan øll onnur skula arbeiða útivið 40 ár fyri at uppnáða fult útgjald?
Tað er líka við, at skattafríðir ágóðar sokalla borfað og koyripeningur, eru størri enn vanliga lønin, soleiðis at lønin nú er eitt ískoytið. Alt hettar eru teir borgarligu garantar fyri.
Samstundis tosar man í ramasta álvara um at fáa ungar væl útbúnar føroyingar heimaftur eftir lestur.
Hvat skula tey koma aftur til?
Kom fyri stuttum at tosa við ein ungan væl útbúnan føroyskan lækna, sum starvast uttanlands.
Spurdi um hann ætlaði at koma heim aftur at starvast. Svari var, at tað var tað hann best kundi hugsa sær men, at tað ikki var ein møguleiki, so leingi hettar politiska sirkusið við vina og kenninga politikki heldur áfram, og hann helt fram, at hesa áskoðan hevur ein stórur partur av teimum ungu undir útbúgving.
Hettar má sigast at vera greið tala, og er helst ein av stóru orsøkunum til at fólkatalið minkar.
Nei vilja vit landinum væl eiga vit at geva hesum vargunum durafjóringin til komandi val, og lata teir vera í andstøðu í fleiri valskeið fram.
Føroyar hava brúk fyri nýggjum politikki, og tí eiga teir flokkar, ið nú sita í andstøðu at fáa møguleikan fyri at vísa hvat dugur er í teimun.
Tað er einki at ivast í, at teir eru førir fyri at fáa skútuna Føroyar á rættkjøl aftur.
Alternaivið kenna vit, og tað er ræðandi og oyðileggjandi fyri samfelagið.

At enda fari eg, at takka Havnar Arbeiðsmannafelag fyri, at teir á hvørjum ári so trúliga átaka sær at skipa fyri 1. mai dags haldi í høvuðstaðnum.


15-05-2012
Grát mítt elskaða land

--------------------------------------------------------------------------------
Til 1. mai dags haldið, sum hildið var á vaglinum, byrjaði eg mína røðu við yrking eftir Janus Djurhuus.

Hon ljóðar soleiðis:
Várt land hevur fostra eitt ravnaslag,
fegnast tað flýgur um nætur,
brátt vaknaði mangur til beiskan dag,
ið ikki gav eftir tí gætur.

Henda yrking hevur ongantíð verðið meiri beinrakin enn hon er nú. At teir borgarligu eru í holtur við at niðurlaða føroyska samfelagið, er sjón fyri søgn.

Er vinnumálaráðharrin veruliga so lítið at sær komin, at hann tekur avgerð eftir útsøgn frá einum virki. Eg má siga, at eg øtist.
Er tað veruliga so galið her í samfelagnum at mann lurtar eftir eini reiðarafyritøku, sum er kend fyri at ganga uttanum allar føroyskar sáttmálar.
Eg má siga sum er, at eg hóast alt ikki trúði, at samfelagið var komið so langt út, sum tað eygsýniliga er. Við førda fiskivinnupolitikkinum er landsstýrið í ferð við, at avreiða føroysk arbeiðspláss afturfyri løtuvinning.

Thor
Ein áheitan á menninar aftanfyri P/F Thor: Er tað veruliga so, sum tit hótta við, nevniliga at steðga fiskarínum, haldi eg at tit skula gera tað, og lata aðrar sleppa framat.
Tey virðir tit fiska eru samfelagsins ogn, og sum tit hava fingið til láns. Eru tit ikki førir fyri at fylgja føroyskum sáttmálum, er best fyri samfelagið, at tit steðga tykkara virksemi. Tað kann ikki verða rætt, at tit fáa virðir frá landinum fyri einki, fyri síðani at brúka bíliga, ólógliga, arbeiðsmegi at fiska tey.
Hvør er tað sum skal ríkast upp?

Jógvan við Keldu
Sá eisini um dagarnar, viðmerkingar frá Jógvan við Keldu, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni hjá Fólkaflokkinum. Hann var týðiliga firtin um nakrar røðarar á vaglinum 1. mai.
Men sjálvandi Jógvan, tað vóru jú ikki teir/tey borgarligu, sum fingu rós, og hví skuldu teir/tey eisini tað?
Hygg rundan um teg Jógvan! Hygg hvat tínir politisku (fyri at brúka orðini hjá C.J.J) samsvíkar eru í gongd við? Nevniliga at sorla okkara kæra samfelag sundur.
Hygg eftir ójavnanum við flatskattinum, skatting av eftirløn við inngjald, sum við 99% sikkurheit verður skatta aftur við útgjald.
At fólkaflokslandstýrismaðurin, nú av sínum eintingum, skal javna skattastigan.
Tey háløntu ikki rinda í ALS, himmalhøgar skattafríar upphæddir til tínar samsvíkar, (politikarar) fulla tænastumannapensjón sum fimti ára gamlir - og so víðari.
Nei Jógvan, fái meg illa at trúgva, at tú meinar, at hetta er rætt.
Mafian á Sisilia hevði nokk rodna av skomm, um teir vistu, hvussu tað gongur fyri seg í okkara kæra landi. Tú sigur eisini, at um Jensen, Nielsen, Person og onnur á hesum bógvi skula leggja støðið, eru Føroyar illa farnar.
Well, tað er so tín meining. Men Føroyar eru nógvar ferðir verri farnar við teimum, sum nú leggja støði, nevniliga tínum samsvíkum.
Væl veit eg, at vinnulívsmenn sum Kjølbro, Hansen, Mortensen, Rasmussen, Jacobsen og aðrir hava verðið úrmælingar á sínum øki og brotið upp úr nýggjum. Men hesir vinnulívsmenn vóru einki, eg endurtaki einki, um ikki teir høvdu haft raskar og fúsar skilamenn afturat sær, fyri at seta ting ígongd og at útføra tey, landi og fólki at frama.
Men tykkum so líkt eru tað bert trúgvir Fólkaflokksvinnulívsmenn, sum eiga heiðurin fyri framgongd.
At fólkið rímur av landinum er sjón fyri søgn. Um ikki tú sært tað er tú baði blindur, deyvur og tað sum verri er. Fólk eru snøgt sagt, hamrandi troytt av hesum vina- og kenningapolitikkinum, manipulasjónini, og einari korumperaðari politiskari skipan, sum vit eru vitni til.
Men at niðurgera høvuðsstaðin er tíverri ikki eitt ókent fyribrigdi fyri lokalpatriotar, sum J.v.K. og aðrir við - tað hava tit altíð verðið garantar fyri.
Kundi hugsa mær einaferð at sæð eina uppgerð yvir, hvussu nógv av okkara fiskiríkidømi og almennum størvum endar í Klaksvík, og harvið í lokala kommunukassanum.
Ikki tí tað er tykkum væl unt, “søtur er sjálvgivin biti” søgdu teir gomlu.
Eitt liggur so rimmarfast, tit byggja ikki land við at niðurlaða føroyska høvuðsstaðin.

Miðflokkurin
Tann stóra yvirskriftin í dag er annars, at Miðflokkurin verður verandi í samgonguni.
Uha uha, so vita vit eisini tað. Man tað vera nakað mansbarn, sum ivaðist í tí ?
Til Jenis kunnu vit stutt siga; tínar undanførslur fyri at vera innanfyri kanst tú halda fyri teg sjálvan. Somuleiðis tíni krokodillutár fyri teimum ósosialu avgerðunum, sum tú ert garantur fyri á løgtingi.
Har var Mammon nokk tann sterkari faktorurin.
Nei Jenis og Bill, fríða okkum fyri tykkara eirindaleysa dubultmorali og politisku stuntum.

Grát mítt elskaða land.

Eli Brimsvík

01-07-2012
Nær skal frítíðin haldast

--------------------------------------------------------------------------------
Sambært frítíðarlógini er tað arbeiðsgevarin, sum í samráð við løntakaran ásetur, nær frítíð skal haldast.

Tó er ásett í lógini, at minst 24 dagar, t.e. 4 vikur, av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðarskeiðinum 2. mai­ 30.september.
Rættur arbeiðsgevarans at taka endaliga støðu til, nær summarfrítíðin skal takast, merkir eisini, at um arbeiðsplássið steingir ávísa tíð, hevur løntakarin skyldu til at taka summarfrítíðina hetta tíðarskeiðið, alt undir tí fyritreyt, at 24 daga t .e . 4 viku reglan, sum nevnd frammanfyri, verður hildin.

Rættur til summarfrí
Frítíðarárið verður roknað frá 1. apríl til 31. mars.
Sjálvt um limur ikki hevur uppvunnið sær rætt til frítíð við løn, hevur limur tó altíð rætt til 5 vikur summarfrí – hin spurningurin er so, hvussu nógva løn ein hevur rætt til í summarfrítíðini.

Uppvunnið
Uppvunnir verða 2,5 dagar frítíð við løn fyri hvønn mánað ein hevur arbeitt . T .v .s . at er ein limur t .d . komin í starv 1 . jan . 2012, hevur viðkomandi rætt til løn í 7,5 dagar, t .e . 2,5 dagar fyri januar + februar + mars, eftirsum frítíðarárið skiftir 31 . mars.
Sambært frítíðarlógini er frítíðin 30 dagar – t .v .s . 6 dagar x 5 vikur.
Frítíðin verður smb . Frítíðarlógina roknað frá mánadag til og við leygardag.
Hvat hendir, um løntakarin gerst sjúkur, áðrenn hann skal byrja summarfrítíð sína. Um løntakari gerst sjúkur og boðar arbeiðsgevaranum frá hesum, áðrenn summarfrítíðin skal haldast, so verður summarfrítíðin útsett, so leingi viðkomandi er sjúkrameldaður.


Um talan er um arbeiðspláss, sum steingir í summarfrítíðini, og løntakari gerst sjúkur, áðrenn summarfrítíðin skal byrja og sjúkrameldaður, so byrjar summarfrítíðin hjá viðkomandi ikki, fyrr enn viðkomandi er frískur aftur.
Hvat hendir, um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini. Um løntakari gerst sjúkur summarfrítíðini, hevur ein ikki rætt til eyka summarfrítíð.
Undir serligum umstøðum kann løntakarin søkja um at fáa frítíðina góðgjørda frá arbeiðsgevaranum.

Hvussu er rættarstøðan, tá løntakari verður sagdur úr starvi:
Í Frítíðarlógini § 8 er ásett, at um løntakari verður uppsagdur, so má uppsparda frítíðin ikki leggjast inn í uppsagnartíðina . Tað merkir, at uppsagnarfreistin skal leingjast samsvarandi.

 

 

21-08-2012
Skúladepilin í Marknagili

--------------------------------------------------------------------------------

Týsdagin 28. august 2012 verður ein stórur dagur hjá Marknagilsdeplinum; tá fáa arbeiðstakarar høvi at geva sítt boð í krónum og oyrum v.m.

Í dag er boðað frá, at makaskiftisavtalan millum land og Tórshavnar kommunu er komin uppá pláss. Tórshavnar kommunu letur landinum fleiri enn 31.000 fermetrar í Marknagili, men afturfyri fær fleiri matriklar á stóra nátturuøkinum framvið Hoydalsá niðan til Svartafoss, er nú undirskrivað. Á myndini undirskriva Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, avtaluna.

Tóshavnar kommuna hevur í longri tíð arbeitt við byggimálsviðgerðini av Skúladeplinum í Marknagili. Í juni mánaða góðkendu bæði byggi- og býarskipanarnevndin, tekniska nevnd og ferðslunevndin verkætlanina og treytirnar fyri byggiloyvinum.

Býráðsnevndirnar eru nú í summarfrí, men beinanvegin, nevndirnar koma saman aftur fyrst í september mánaða, verður málið lagt fyri mentamálanevndina, brunanevndina og fíggjarnevndina til góðkenningar.

Ein partur av tí, sum fíggjarnevndin og býráðið skulu góðkenna, er at lata neyðugt lendi í Marknagili til Skúladepilin. Grundøkið, sum landið eigur, er ov lítið, og neyðugt er tí við umleið 30.000 fermetrum afturat av grannaognunum, sum Tórshavnar kommuna eigur.

Og í dag kom so hesin týðandi parturin uppá pláss, tá makaskiftisavtalan varð undirskrivað, har kommunan letur landinum umleið 31.092 fermetrar í Marknagili, og landið letur kommununi ymsar matriklar, sum landið eigur á stóra nátturuøkinum framvið Hoydalsá og Svartafoss, tilsamans umleið 30.853 fermetrar.

Økið, sum landið fær frá kommununi í Marknagili, er skógarfriðað, og tað kann tí ikki byggjast á økinum, men ognin verður løgd saman við grundøkinum, sum landið longur eigur har, soleiðis at grundøkið samanlagt verður nóg stórt til, at treytirnar í byggisamtyktini um nýtslustig kunnu haldast.

Ymsu matriklarnir, sum kommunan fær ístaðin framvið Hoydalsá og Svartafoss, liggja í einum øki, sum er fevnt av eini serstakari byggisamtykt, sum var gjørd í 1996. Henda serstaka byggisamtyktin varð gjørd við tí fyri eyga, at skapa eitt stórt samanhangandi náttúruøki líka frá Boðanesgjógv niðan í Villingardal.

Landsstýrið er eisini við í hesi langsiktaðu ætlanini við teimum ognum, sum landið eigur í hesum stóra økinum. Í 2009 undirskrivaðu Annika Olsen, sum tá var innlendismálaráðharri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, eina avtalu um, at gera Føroya størsta frílendi í hesum økinum.

- Tað fellur tí væl í tráð við hesa frílendisætlan, at kommunan nú við hesi makaskiftisavtalu yvirtekur fleiri matriklar hjá landinum í hesum økinum. Okkara umsiting arbeiðir í løtuni við eini ætlan fyri økið, og tað er mín vón, at býráðið avsetir nakað av peningi á fíggjarætlanini komandi árini, soleiðis at vit kunnu fremja tær ætlanir, sum arbeitt verður við, og soleiðis at vit fáa størsta og besta fríøki í landinum, sum eisini er serstakt við, at tað liggur inni í býnum”, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Tórshavnar kommuna er sera spent uppá byggingina av Skúladeplinum í Marknagili, og vit hava sett okkum fyri at hjálpa til í allan tann mun vit kunnu, og umframt at lata lendi til grundøkið, kemur kommunan eisini at brúka fleiri milliónir krónur til vegagerð, kloakkir og annað í økinum við Skúladepilin. Men tað gera vit gleðiliga, tí nú er alneyðugt at allar kreftir arbeiða saman at steðga stóru flytingini av ungum av landinum”, sigur Heðin Mortensen at enda.

28-08-2012
Skúladepilin 155 mió. kr. dýrari enn mett

--------------------------------------------------------------------------------
Tilboðini vórðu latin upp 28. august 2012, og nú verður ein spariætlan sett í verk, sigur stjórin á Landsverki

Skúladepilin í Marknagili í Havn - Føroya størsta byggiætlan nakrantíð - verður 155 mió. kr. dýrari enn mett. Tað varð staðfest, tá tilboðini upp á skúladepilin á Marknagili vórðu latin upp á Landsverki í dag.

- Meirkostnaðurin er størri, enn vit høvdu væntað, ásannar Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, sum nú setir eina spariætlan fyri byggingina av skúladepilinum á Marknagili í verk.

TG-Verk lægstu boðini

Íslendska fyritøkan TG-Verk átti lægsta boðið upp á allar stær stórur entreprisurnar: jørð, kloakk, betong og stálarbeiði, innilokanina, innrættingina og múrararbeiði. TG-Verk skal eisini samskipa sjálvt byggiplássið.

Articon átti hinvegin lægsta boðið upp á lendisarbeiði, El Team Vest lægsta boðið upp á el-arbeiði, Demich upp á HVS, luftskipanir og annað, og Anskar Hansen hevði lægsta boðið upp á málaraarbeiði

01-09-2012
Meira um Marknagilsdepilin

--------------------------------------------------------------------------------
Á Vágaportalinum skrivar Janus B. Kamban um støðuna, sum Marknagilsdepilin er komin í, hann skrivar soleiðis:

"Byggingin av Skúladeplinum fer til TG Verk. TG Verk er ein íslendsk fyritøka við íslendskum starvsfólki. Mær vitandi starvast tveir føroyingar hjá TG Verk.

Eg vil gera vart við nøkur viðurskifti:

- Orsøkin til, at TG Verk kann undirbjóða føroyskar veitarar, er, at tað íslendska lønarlagið er lægri enn tað føroyska. Eg havi hoyrt, at entreprisan er roknað út eftir einari tímaløn til handverkararnar, sum svarar til 75 DKK og einum tímaprísi fyri handverkararnar, sum svarar til 140 DKK. Ein føroyskur handverkari skal hava minimum 120 DKK, flestu fáa 130-150, og kostar uml. 280-300 DKK um tíman.

- Tá ein slík stór verkætlan fer í gongd, verður lítið annað bygt av tí almenna. T.v.s. at tær føroysku fyritøkurnar missa arbeiði og koma í kreppu. Articon og J&K mugu út at reparera stakitt og montera takrennur fyri fólk, og fara sostatt at taka arbeiði frá smærri byggifyritøkum. Tað verður kreppa í byggivinnuni, arbeiðsloysi og fráflyting verður úrslitið.

- Hesar nógvu hundrað milliónirnar, sum kundu skapt arbeiði til føroyskar hendur, fara av landinum. Vit fáa ongan skatt inn av lønunum, og kombinerað við tað hækkaða arbeiðsloysið minka vit um skattagrundarlagið hjá landinum við fleiri hundrað milliónum, hesi árini verkætlanin er í gongd.

- Frá byrjan er byggiætlanin projekterað á ein hátt, sum er púra ókendur í Føroyum. Tey, sum hava gjørt ætlanina, hava av onkrari orsøk frá byrjan gjørt hana sera torføra fyri føroyskar byggifyritøkur.

Tað er upp til andstøðupolitikarar og fjølmiðlar at gera av, hvørjir spurningar skulu spyrjast í hesum sambandi.

Mínir eru hesir:

- Var ætlanin frá byrjan, at entreprisan skuldi fara av landinum?

- Er ongin politiskur vilji til, at almennar føroyskar útbjóðingar skulu skapa arbeiði í Føroyum?

- Tá vit taka hædd fyri teimum mistu skattakrónunum, er so nøkur sparing við at lata útlendingar taka almenn arbeiðir í Føroyum?

- Er búskaparstýringin hjá tí almenna so fragmenterað, at teir ymsu kassarnir arbeiða hvør sær og ongin tekur hædd fyri tí størru myndini, í hesum sambandi tær mistu skattainntøkurnar?

Eg vildi ynskt, at andstøða og fjølmiðlar tóku hetta mál upp.

Janus B. Kamban"

01-09-2012
Marknagilsdepilin: 475 milliónir fyri Marknagil, og hvat so?

--------------------------------------------------------------------------------
Nú upprann so loksins løtan, har tilboðini uppá Marknagilsdepilin vóru latin upp.
Onkur er kanska skelkaður av, at 155 milliónir resta í fyri at gjøgnumføra verkætlanina, men eg rokni við, at heilt nógv ikki trúgva uppá, at verkætlanin kundi gjøgnumførðast fyri ta upphædd, sum var upplýst í verkslagslógini, nevniliga 391 milliónir uttan innbúgv og aðra útgerð.
Komandi tíðin kemur at vísa, um møguleiki er at spara, so samlaði kostnaðurin kann fáast munandi niður, uttan at skerja ætlanina nevnivert.

475 milliónir fyri Marknagilsdepilin, kann tykjast at vera nógvur peningur, men er tað nú so øgiligt, tá ið hugsa verður um aðrar gjøgnumførdar verkætlanir.

Vit skula minnast til, at her er talan um 3 skúlar í einum.

Hettar er eisini ein íløga í okkara ungdóm, sum ætlandi skal bera landið víðari framá. Tað hjálpir lítið at grenja um, at okkara ungdómur rímur av landinum, um vit ikki hava ráð til at hava nøktandi utbúgvingarumstøður at bjóða teimun.

Hvussu nógv kostaði Miðnámsskúlin í Hovi?

Og hvussu nógv kostaðu ábøturnar, sum máttu gerast grunda á fuskarbeiði í Hovi?

Hvussu nógv kostaði Tekniski skúli í Klaksvík, við um- og útbyggingum, og játtanir sum man ikki visti, hvat skuldi brúkast til?

Skal ikki undra um onkur Norðoya politikari eisini kemur við uppskoti um at flyta maritimu útbúgvingarnar, og byggja nýggjan Vinnuháskúla í Klaksvík.

Studentaskúlin og HF skeiði á Kambsdali, Fiskivinnuskúlin í Vestmanna, og aðrar verkætlanir ? Veit ikki hvussu nógvir næmingar samanlagt eru á hesum skúlum, men neyvan er tað líka nógv sum Marknagilsætlanin skal rúma.
Har tosa vit um umleið 1.300 næmingar árliga, so hettar krevur góðar umstøður.

Eisini er vert at nevna, at tað almenna ikki hevur bygt nakað av týdningi í Tórshavn síðani 1983, tá ið Føroya Handilsskúli varð gjørdur.

Eitt annað, sum upptekur meg rættuliga nógv er, at bert tey bíligastu tilboðini eru komin alment fram.

Eitt sum er í eygafallandi er, at her er serliga ein útlendsk fyritøka sum skarar framúr.
Hvussu ber tað til?

Kann tað hugsast, at lønirnar teir kalkulera við eru Íslendskar?

Eg veit bara eitt: Teir hava fyrr gjørt almenn arbeiðir uttan at okkara, og onnur fakfeløg, eg havi tosað við, hava átt nakran lim á arbeiðsplássinum.

Hettar eiga myndugleikar okkara at kanna fult út, tí um tað er rætt, sum eg meti, ja so er tað einki minni enn kappingaravlagandi ímóti okkara heimligu fyritøkum, sum yvirhalda føroyskar sáttmálar og átti tað, at havt almennan áhuga.
Vit hava í øllum føri - grundaðan mistanka um - at so er. Tað eigur eisini at verða nevnt, at arbeiði av at gera skúlan, í størstan mun eigur at kasta pening (skatt/og annað) av sær til tað Føroyska samfelagið, og tað ger tað ikki/ella í minni mun um útlendingar koma at byggja.

Eli Brimsvík, formaður
Havnar Handverkarafelag

10-09-2012

Eykaaðalfundur í Eftirlønargrunninum

--------------------------------------------------------------------------------
Sambært nevndarsamtykt verður eykaaðalfundur mikudagin 10. oktober 2012 kl. 19
í hølum grunsins í Stoffalág 60

Skrá sambært viðtøkunum:

1. Val av fundarstjóra

2. Broyting í §4 í viðtøkunum, limaskapur í grunninum.
Fullfíggjað uppskot til broyting av §4 er tøkt á skrivstovu grunsins

3. Broyting í §12 í viðtøkunum, samanseting av nevndini.
Fullfíggjað uppskot til broyting av §12 er tøkt á skrivstovu grunsins.

4 Ymiskt

EFTIRLØNARGRUNNUR HAVNAR HANDVERKARAFELAGS

 


14-01-2013
ALS

--------------------------------------------------------------------------------
Nú stjórin í ALS seinastu árini, alment í øllum føri hevur valt at siga seg úr starvi, hevur mikið rok tikið seg upp, um tað lukorativu fráfarðingaravtaluna, hann hevur fingið frá ALS-stýrinum.
Eg haldi avgjørt, at hetta er ein háðan ímóti teimum arbeiðsleysu, og arbeiðsmarknaðinum sum heild.
Ein persónur, tað veri seg stjóri, ella onkur annar, sum velur at siga seg úr starvi, eigur sjálvsagt ikki at fáa nakra fráfaringaravtalu, ella sum tað kallast á fak-máli eitt gylt lógvatak.
Tá ið tað er sagt haldi eg avgjørt, at tað er stýri, sum situr við apuni, og má hetta metast at vera einki minni enn ein rein falitt-erklering.
At nú fyrrverandi stjórin, Ernst Jacobsen, hevur megna at trilla stýri fyri ALS um sín lítla fingur, má metast at vera einki minni enn eitt bragd av honum, men sera ósmagligt má sigast. Hann mátti ikki komi sær, at víst eina slíka vanvirðing fyri arbeiðsmarknaðinum, sum hóast alt hevur breyðføtt hann væl og virðiliga í fleiri ár, serstakliga nú øll onnur noyðast at taka til takkar við minni útgjaldi, størri inngjaldi og eykað bíðidøgum.
Eisini má ein seta stórt spurnartekin við okkara umboð í stýrinum. Hvar eru tey í hesum svansinum? Tað er lætt at krógva seg aftan fyri tagnaðarskylduna, men tit hava fyrr tala at, so hví so tigandi nú? Hvat hendi í 1997 við tá verðandi stjóra?og hví hevur mann ikki syrgt fyri at slíkt ikki kundi henda aftur.Haldi at alt Føroya fólk hevur krav uppá eina frágreiðing.
Tá ið allur sannleikin ikki kemur fram, eiga fakfeløgini at skifta øll umboðini í stýrinum út, um naka trúvirði skal fáast á Als skipanina aftur. Haldi ikki, at stýrisformaðurin einsamallur eigur alla ábyrgdina av hesum.

Eli Brimsvík, formaður
Havnar Handverkarafelag

28-02-2013
Marknagilsdepilin: Egon Øregaard svarar Peturi Olsen

--------------------------------------------------------------------------------
Petur Olsen, hevur drúgva grein í Dimmalætting 18. Januar 2013 “Skúladeplar og almenn bygging”.

Eg eri als ikki samdur við Petur Olsen í tí allar mesta hann førir fram í greini, - men vit hava loyvið at vera ósamd. Hinvegin haldi eg at greinin er lítið fremjandi arbeiðinum at geva út við 1500 næmingum innivist aftaná so mong ár í vánaligum kørmum.

Eg geri tó bert viðmerking til fylgjandi brot sum Petur Olsen førir fram: Sitat:” So vítt eg veit sita ongi byggikøn umboð i bygginevndini fyri skúladepilin – ikki eitt.

Í bygginevndini eru 7 fólk umboðandi teir tríggjar skúlarnar og eitt umboð fyri Mentamálaráði. Av hesum fólkunum hevur eini limurin útbúgving og nógvar royndir sum snikkari og byggifrøðingur. Ein annar hevur útbúgving sum elektrikari og hevur víðkað maskinmeistaraprógv.

Hóast uppgávan hjá bygginevndini fyrst og fremst er at ráðgeva myndugleikunum í námsfrøðiligu atlitunum, sum takast skulu, í sambandi við byggingina er tað tó ikki ein bági, at hava byggikøn fólk í nevndini.

Tað gongur fram, at Petur Olsen hevur ikki spurt seg fyri og veit tí ikki, at í fleiri byggikøn fólk eru í bygginevndini. Spurnaðartekin má tí setast við - hvussu væl hevur Petur Olsen sett seg inn í samlaðu verkætlanina, og hvussu nógv skil er í tí hann førir fram ?

Bygginevndin hevur so, saman við nógvum væl skikkaðum byggikønum fólki, arbeitt í meir enn 4 ár við júst hesari verkætlanini.

Egon Øregaard


03-03-2013
Marknagilsdepilin verur veruleiki

--------------------------------------------------------------------------------

 

22. mars 2013 samtykti løgtingið endaliga verklagslógina fyri Marknagilsdepilin, Samtyktin heimilar landsstýrismanninum í mentamálum at brúka upp til 515 milliónir krónur til nýggja skúladepilin í Marknagili.

Tá málið var í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum segði nevndin millum annað soleiðis:

Fíggjarnevndin hevur av royndum staðfest, at kostnaðarætlan ikki heldur í almennum byggiverkætlanum. Tí hevur Fíggjarnevndin í samráð við landsstýrismannin í fíggjarmálum arbeitt fyri, at verklagslógir skulu umfata allar útreiðslur. Í sambandi við viðgerð av hesum málinum hevur Fíggjarnevndin sett landsstýrismanninum spurning viðvíkjandi kostnaðar- og tíðarætlanini.

Í sínum svari til Fíggjarnevndina vísir landsstýrismaðurin til svar frá ráðgevarunum. Fíggjarnevndin leggur áherðslu á, at landsstýrismaðurin skal fylgja neyvt við verkætlanini og staðiliga gera sínum ráðgevum greitt, at kostnaðarmetingin og tíðarætlanin skulu halda. Fíggjarnevndin vísir á, at málið hevur fingið eina drúgva og langa viðgerð, og heldur, at um tíðar- og kostnaðarætlanin skulu halda, er neyðugt, at arbeiðið verður sett í gongd beinanvegin.

Eftir ætlan verður spakin settur í hálvan apríl, og nýggi Marknagilsdepilin verður klárur at taka í nýtslu á sumri 2016.


29 tingfólk vóru í tingsalinum til 3. viðgerð, og øll atkvøddu tey fyri lógaruppskotinum hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum.

Harvið er tað eitt samt løgting, ið nú stendur aftanfyri føroya størstu byggiverkætlan, ið gerst góðar 60 milliónir krónur dýrari enn upprunaliga ætlað.

 

19-04-2013
Útsettu ársaðalfundirnir verða týskvøldi 30. april kl. 19

--------------------------------------------------------------------------------
Útsetti ársaöalfundurin verôur týsdagin 30. april 2013 kl. 19.00 í hølum felagsins, Stoffalág 60.

Skrá sambært grein 21 í lógini:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá farna árinum
3. Roknskapur til góðkenningar
4. Innkomin mál.
Lógarbroyting. Grein 20 Ársaðalfundurin
Góðkenning av lívstryggingaravtalu
5. Val av nevnd
6. Val av grannskoðara
7. Ásetan av limagjaldi
8. Ymiskt

Aftaná aðalfundin verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum við hesi dagsskrá
A. Val av orðstýrara
B. Frágreiðing frá nevndini um virki grunsins í farna ári
C. Framløga og góðkenning av roknskapi og fíggjarstøðu
D. Støða verður tikin til, hvat gerast skal við møguligt avlop ella hall
E. Val av nevndarlimum
F. Val av grannskoðara
G. Møgulig mál frá nevnd/limum

Okkurt verður til matna eftir fundirnar
Møtið fjølment

 

24-06-2013
Sjúkradagpeningur

--------------------------------------------------------------------------------
Dagpeningur, tá ið barnið er sjúkt
Frá 1. januar 2012 kunnu foreldur, sum eru heima hjá sjúkum barni søkja um dagpening fyri barnsins 1. og 2. sjúkradag.

Treytir fyri at fáa dagpening
Treytin fyri at fáa dagpening er at barnið er undir 14 ár.
Harumframt skal umsøkjarin lúka vanligu treytirnar í dagpeningalógini um rætt til dagpening vegna sjúku. Tað vil siga, at einans umsøkjari, sum hevur tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og sum má vera heima frá arbeiði vegna sjúku hjá barni, hevur rætt til dagpening.

Foreldur
Bæði foreldur kunnu verða heima hjá tí sjúka barninum í senn og fáa dagpening, um tey annars lúka treytirnar.
Foreldur, sum sambært sáttmála hava rætt til frí við løn tá ið barn/børn teirra eru sjúk, hava ikki rætt til dagpening fyri barnsins 1. og 2. sjúkradag. Um sáttmálin einans tryggjar rætt til løn við barnsins 1. sjúkradag, kann søkjast um dagpening fyri 2. sjúkradag.

Dagpeningatíðarskeið
Hvørt av foreldrunum kann í mesta lagi fáa dagpening fyri barnsins 1. og 2. sjúkradag í 10 dagar um árið.
Avmarkingin er galdandi uttan mun til tal av børnum. Møguligt er ikki hjá foreldrum at flyta dagar sína millum.

Umsóknarblað
Dagpeningur verður bert veittur eftir umsókn. Umsóknarblað kann heintast á www.av.fo ella fáast við at venda sær til Almannaverkið.
Arbeiðsgevarin skal á umsóknarblaðnum vátta fráveru og inntøkumiss.

Læknaváttan
Váttan um fráveru frá arbeiðsgevara verður javnsett við læknaváttan, og neyðugt er tí ikki við váttan frá lækna.


Omanfyristandandi upplýsingar eru frá heimasíðuni hjá Almannaverkinum www.av.fo “Barnsins 1. og 2. sjúkradagur” undir “Arbeiði og Figgjarlig trygd”.



05-12-2013
Nærri frágreiðing um Eftirlønargrunnin

--------------------------------------------------------------------------------
Tá greiðast skal frá grunninum, er fyrst at nevna, at grunnurin er í tveimum pørtum:
1) Ein samhaldsfastur partur.
2) Ein persónlig kapitalpensión.

Útgjald av persónligari kapitalpensión:
Tá limur røkkur eftirlønaraldur verður uppsparda kapitalpensiónin goldin út í einum gjaldi.
Doyr limur - áðrenn hann røkkur eftirlønaraldur - verður øll kapitalpensiónin goldin arvingunum.
Kapitalpensión kann - í fyrsta lagi - gjaldast limi, tá hann er vorðin 60 ára gamal.


Útgjald úr samhaldsfasta partinum:
Teir limir, ið hava goldið inn í samhaldsfasta partin fáa, tá teir røkka eftirlønaraldur, útgjald frá grunninum. Hetta er føst upphædd, sum verður goldin hvønn mánað til deyða. Mánaðarliga upphæddin verður ásett í mun til tað, sum er goldið inn.

Inngjøld hjá sveinum:
1. oktober 2007: 13% (handverkarin 2% og meistarin 11%)
1. oktober 2008: 14% (handverkarin 2% og meistarin 12%)
1. oktober 2009: 15% (handverkarin 2% og meistarin 13%)

Inngjøld hjá lærlingum:
1. oktober 2007: 5,5% (meistarin 5,5%)
1. oktober 2008: 6,5% (meistarin 6,5%)
1. oktober 2009: 7,5% (meistarin 7,5%)

 

 

10-12-2013
Vit tryggja tær eina góða efftirløn

--------------------------------------------------------------------------------
Send okkum ein teldupost til handverk@handverk.fo við tygara telefonnummari.

So greiða vit tygum fegin frá øllum, sum hevur týdning í sambandi við eftirløn hjá handverkarum, serarbeiðarum og lærlingum.

Ella ring til okkara í avgreiðslutíðini.

Tí vit hava kunnleikan.

Avgreiðsla er á skrivstovu felagsins: Mánadag til og við hósdag frá kl. 9 til 15.

 


07-03-2014
Havnar Handverkarafelag og Eftirlønargrunnurin aðalfund 26. mars 2014

--------------------------------------------------------------------------------
Havnar Handverkarafelag og Eftirlønargrunnur felagsins hava aðalfund mikudagin 26. mars 2014
Aðalfundirnir verða hildnir í hølum felagsins í Stoffalág
Skrá sambært § 21 i lógini:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá farna árinum
3. Roknskapur til góðkenningar
4. Lógarbroyting: §7 limarættindi
5. Val av nevnd
6. Val av grannskoðara
7. Ásetan av limagjaldi
8. Ymiskt

Aftaná aðalfundin verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum við hesi skrá sambært § 8 i viðtøkunum:

A. Val av orðstýrara
B. Frágreiðing frá nevndini um virki grunsins í farna ári
C. Framløga og góðkenning av roknskapi og fíggjarstøðu
D. Støða verður tikin til, hvat gerast skal við møguligt avlop ella hall
E. Val av nevndarlimum
F. Val av grannskoðara
G. Møgulig mál frá nevnd/limum

Okkurt verður til matna eftir fundirnar

 

30-05-2014
Eykaaðalfundurin 14. mai 2014

--------------------------------------------------------------------------------
Á eykaaðalfundi hjá Havnar Handverkartafelag tann 14. mai 2014 varð avgjørt at:
Frá 1. juni 2014 er limagjaldið sett niður á 390,- kr. um mánaðin

Samstundis verður lívstryggingargjaldið goldið av eftirlønarinngjaldinum.
Í hesum sambandi verður heitt á limir okkara um at tryggja sær, at meistarin rindar tað hann skal sambart sáttmálanum.

 

 

14-10-2014
Semingsstovnurin komin uppí lønarsamráðingarnar

 

14-10-2014
Umbygging av ogn felagsins í Stoffalág

--------------------------------------------------------------------------------
Sum samtykt á aðalfundi varð útbjóðingartilfar sent út til nakrar fyritøkur. Tað var Húsavarðatænastan, sum fekk arbeiðið, og eru teir farnir undir at gera arbeiðið.

Tað hevur verið ein trupulleiki, at hitaútreiðslurnar hava verið sera stórar. Hetta kemst m.a. av vánaligari isolering, gjóstri, kuldabrúgv og vánaligum vindeygum.
Serkunnleikin hevur mælt okkum til at bjálva og klæða húsið, og at skifta vindeygu og hurðar. Samstundis verður altanin innilokað.

Miðhæddin verður dagførd, og í kjallarahæddini verða broytingar gjørdar. Ætlanin her er at taka øki undir altanini uppí verandi kjallarahøli, eins og ventilatión verður gjørd. Ætlanin er eisini at gera eitt handikapp vesi í gongini.

Henda umbygging kostar sjálvandi nakað, men vit koma eisini at spara oljuútreiðslur. Harumframt verður húsið fult uppdaterað og harvið virðisøkt.
Tá ið arbeiðið er liðugt hava vit eitt nýmótans felagshús, sum lýkur øll krøv fleiri ár fram. Og vit hava eitt hús, sum vit kunnu vera errin av.
Sum vit síggja á myndini er arbeiðið komið langt áleiðis.

30-10-2014
Um sáttmálasamráðingarnar

--------------------------------------------------------------------------------
Tað merkir, at tá komandi lønarsamráðingar byrjað, so eru vit í somu støðu, sum øll onnur fakfeløg eru í, og tað er ein fyrimunur.
Tá verða vit við frá fyrsta degi og tað merkir, at vit eisini sleppa at samráðast um tað, sum nevnt verður ”karmur”; og tað hevur stóran týdning.

Tað hevur víst seg í mong ár, at teir fyrstu sáttmálarnir, sum verða undirskrivaðir leggja støðið fyri, hvussu nógv lønirnar hækka og tað merkir, at tá ið vit koma til samráðingar so hevur mótpartinum tvíhildið um, at hini fakfeløgini hava góðkent ein sáttmála við einum ávísum ”karmi”, og tað máttu vit eisini finna okkum í.

Men nú var tolið hjá okkum uppi, vit vildu ikki gera nakran sáttmála uttan so, at vit vóru javnstillaðir við øll onnur fakfeløg. Og tað fingu vit loksins við í sáttmálan nú.

Tí hækkar lønin hjá handverkarum 1,98 prosent 1. oktober í 2014, og 1. mai 2015 hækkar lønin við 2,25 prosentum.

Sostatt hava vit nú gjørt ein sáttmála, sum bara er galandi i hálvtannað ár, men hevur tvær lønarhækkingar.

 



17-11-2014
Myndin er tikin 17. november 2014.

--------------------------------------------------------------------------------
Ognin í Stoffalág fingið nýggjan dám.

Nú er umvælingin av ognini hjá felagnum í Stoffalág komin so mikið langt áleiðis, at vit síggja, hvussu endaliga loysnin - uttan - fer at taka seg út.

Mett verður at alt arbeiðið er liðugt í 2014.

16-03-2015
2. juni 2015 kl. 18 skipar felagið fyri limakvøldi fyri elektrikkarar og el-lærlingar

--------------------------------------------------------------------------------
2. juni 2015 kl. 18 verður limakvøld fyri elektrikkarar og el-lærlingar í hølum felagsins, í Stoffalág.


Av tí at skeiðshaldarin er dani, verður undirvíst á donskum við hesi skrá:

1.Velkomst og præsentation.
2.Stærkstrømsbekendtgørelsen afsnit 6. (elektriske installationer)
3.Regler for beskyttelse imod elektrisk stød.
4.udlignings forbindelser.
5.Regler for valg af leder i installationer.
6.Eftersyn og afprøvning af installationer.
7.Spørgsmål / Svar / debat.

Foredraget laves af Jørn Jørgensen fra El konsulenterne. www.elkonsulenterne.dk
Jørn Jørgensen er medlem af følgende arbejdsgrupper:

S 564,

http://www.ds.dk/S-564

Som medlem af udvalg S-564 får du mulighed for at præge den europæiske og internationale standardisering af sikkerhed ved elektriske installationer med det formål;

At fastsætte krav til installation og koordinering af elektrisk udstyr . –
At fastlægge de grundlæggende sikkerhedskrav til beskyttelse mod elektrisk stød.
At fastsætte krav til beskyttelse mod andre risici i forbindelse med brugen af elektricitet .

Udvalget behandler sikkerhedsregler for udførelse af elektriske installationer, der forsynes ved nominelle spændinger til og med 1000 V vekselspænding eller 1500 V jævnspænding samt grundlæggende sikkerhedsregler for benyttelse af elektricitet.
S 544,
http://www.ds.dk/da/udvalg/kategorier/elektroteknik/maskinsikkerhed-_-elektrotekniske-aspekter

Som medlem af udvalg S-544 får du mulighed for at præge den europæiske og internationale standardisering vedrørende maskinsikkerhed set fra en elektroteknisk synsvinkel. Udvalget behandler sikkerhedsregler for udførelse af elektriske installationer på maskiner, regler for mand-maskine interface og sikkerhedsrelaterede styresystemer (elektrotekniske og elektroniske).

12-05-2015
Landsfelag Handverkaranna, nýggjur sáttmáli

--------------------------------------------------------------------------------
Mikudagin 6. mai 2015 skrivaðu Føroya Prentsmiðjufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag undir semju um nýggjan tvey ára sáttmála við Grafiska Yrkisfelagið og Landsfelag Handverkaranna.

Semjan hevði við sær, at lærlingar nú fáa sama eftirlønarprosent sum útlærd, og eina lønarhækking sum 1. mai 2015 er 1,03% og 1. mai 2016 2,25%. Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.



13-05-2015
Føroyska byggivinnan í vøkstri

--------------------------------------------------------------------------------
Føroyska byggivinnan hevur staðið í vøkstri seinastu árini, vísa seinastu tølini, hóast hesin vøkstur kundi verið størri. Vinnan er við at fóta sær, men framvegis eru forðingar.

Byggivinnan er ein týðandi vinnugrein í føroyska búskapinum, og fleiri enn 1.500 løntakarar hava sítt dagliga yrki í byggivinnuni. Seinastu árini hava lønarútgjaldingarnar í byggivinnuni verið umleið 11 prosent av samlaðu føroysku lønarútgjaldingunum.


Myndin niðanfyri vísir, at lønarútgjaldingarnar í byggivinnuni hava verið vaksandi seinastu árini. Tó hava útgjaldingarnar framvegis ikki nátt sama støði sum undan altjóða fíggjarkreppuni í 2008.

Talið á løntakarum í byggivinnuni var í 2014 beint omanfyri 1.600 fólk, og talið hevur verið hækkandi síðani 2012.

Tølini vísa, at vit enn ikki eru komin upp á sama støði sum undan kreppuni, tá fleiri enn 2.000 løntakarar vóru í vinnuni.

Vinnuhúsið frættir frá sínum limum í byggivinnuni, at eftirspurningurin eftir tænastum er í vøkstri, men trupult kann verða at bjóða uppá uppgávur, tí arbeiðsmegin ofta er óstøðug og avmarkað.



Talið á handverkslærlingum í byggivinnuni sveiggjar vanliga nógv, og er tað ein greiður samanhangur millum talið á lærlingum og virksemi í vinnuni annars.

Í 2006 vóru umleið 380 lærlingar í byggivinnuni. Árini eftir fall talið munandi, og í 2009 vóru bert umleið 100 lærlingar.

Lærlingatalið er síðani økt nakað og í 2014 vóru umleið 170 lærlingar. Miðal lærlingatalið seinastu 10 árini er sostatt 187 lærlingar í byggivin

nuni.

Til samanberingar kann nevnast, at samlaða talið av lærlingum í Føroyum í 2014 var 264. Helvtin av øllum lærlingunum í Føroyum hava sostatt lærupláss í byggivinnuni.

Flest lærlingar læra til maskinsmið, timburmann ella elektrikara.

 

 

 

18-05-2015
Limakvøld fyri elektrikkarar

--------------------------------------------------------------------------------
Limakvøld fyri elektrikkarum og El-lærlingum verður í hølunum hjá Havnar Handverkarafelag týskvøldið 2 juni. 2015 kl 18.00
Evni: Kunning um broytingar innan el-økið. o.a.
Skeiðhaldari út Danmark.

 

29-05-2015
Eykað limakvøld mánakvøldið 1. juni 2015

--------------------------------------------------------------------------------
Vit hava fingið metstóra undirtøku til temakvøldið um broytingar innan el-økið.
Tí hevur verið neyðugt at hava tvey kvøld við fyrilestrinum,
og deila tí luttakararnar upp.

Hetta er sera gleðiligt, og gevur okkum mót uppá aðrar fyrilestrar og tiltøk fyri limir okkara.

Av tí at skeiðshaldarin er dani, verður undirvíst á donskum við hesi skrá:

 

1.Velkomst og præsentation.
2.Stærkstrømsbekendtgørelsen afsnit 6. (elektriske installationer)
3.Regler for beskyttelse imod elektrisk stød.
4.udlignings forbindelser.
5.Regler for valg af leder i installationer.
6.Eftersyn og afprøvning af installationer.
7.Spørgsmål / Svar / debat.

Foredraget laves af Jørn Jørgensen fra El konsulenterne. www.elkonsulenterne.dk
Jørn Jørgensen er medlem af følgende arbejdsgrupper:

S 564,

http://www.ds.dk/S-564

Som medlem af udvalg S-564 får du mulighed for at præge den europæiske og internationale standardisering af sikkerhed ved elektriske installationer med det formål;

At fastsætte krav til installation og koordinering af elektrisk udstyr . –
At fastlægge de grundlæggende sikkerhedskrav til beskyttelse mod elektrisk stød.
At fastsætte krav til beskyttelse mod andre risici i forbindelse med brugen af elektricitet .

Udvalget behandler sikkerhedsregler for udførelse af elektriske installationer, der forsynes ved nominelle spændinger til og med 1000 V vekselspænding eller 1500 V jævnspænding samt grundlæggende sikkerhedsregler for benyttelse af elektricitet.
S 544,
http://www.ds.dk/da/udvalg/kategorier/elektroteknik/maskinsikkerhed-_-elektrotekniske-aspekter

Som medlem af udvalg S-544 får du mulighed for at præge den europæiske og internationale standardisering vedrørende maskinsikkerhed set fra en elektroteknisk synsvinkel. Udvalget behandler sikkerhedsregler for udførelse af elektriske installationer på maskiner, regler for mand-maskine interface og sikkerhedsrelaterede styresystemer (elektrotekniske og elektroniske).

 

01-07-2015
Vinnuhúsið og Føroyskir handverkarar

--------------------------------------------------------------------------------
Í grein ,sum stóð at lesa á portalum nú um dagarnar,sigur Vinnuhúsið,at vit skula hava ein opnan arbeiðsmarknað,inneftir og úteftir,hetta hóast vit longu hava eina skipan,sum eftir okkara tykki er alt ov opin.
Vinnuhúsið metir ikki, at hetta er nokk,tí í kappingini við grannalond okkara um útlendsaka arbeiðsmegi,standa vit enn eftir sum taparar,tí at treytirnar her hjá okkum eru harðari enn aðrastaðni. Vinnuhúsið mælir tí til, at reglurnar um undangóðkenning vera galdandi uttan mun arbeiðsloysið.Sum nú er,er einans gjørligt at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya við undangóðkenning, um arbeiðsloysið í føroyum er undir 6 prosent.Vit eiga at hava ein opnan arbeiðsmarkna úteftir og inneftir-altíð.Tí hóast tørvurin ikki altíð er sjónligur,er lítið at ivast í,at hann er har –fyritøkur læra seg bara at handla soleiðis, at tær ikki koma í trupuleikar.

Við øðrum orðum: Allur heimurin skal standa opin, og øll arbeiðsleys- um allan heim-skula verða hjartaliga vælkomin at búðseta seg á okkara lítla matrikkulnummari. Her fara vit at gera vart við, at hetta í longdini ikki tænir nøkrum,hvørki føroyskum arbeiðsgevarum ella føroyska samfelagnum. Hetta er ikki annað enn, at spæla við eld,og at spæla við eld er altíð vandamikið.Tí fara vit her at heita á Vinnuhúsið um at seta seg betur inn í eitt slíkt álvarsmál.Hyggi rundan um tykkum,seti tykkum inn í støðuna í okkara grannalondum.Har eru dømini ræðandi.Vinnuhúsið má gera sær greitt,at tey eru á vandakós,og at tað kann fáa fatalar avleiðingar fyri okkum øll,um vit ikki brúka vanligt vit og skil.Føroyskir politikarar eiga tí at vera á varðhaldi.At føroyski arbeiðsmarknaðurin skal vera víðopin sum tann í ES,fær ein at hugsa um syndarligu støðuna,sum tildømis Danmark er komi í.Har er støðan alt annað enn góð,talufrælsi er hótt,hatur er íkomin ímillum ymsar partar av fólkinum og politiska skipanin er komin í eina støðu,sum eingin hevði droymt um undan seinasta fólkatingsvali.Tað er ófatuligt, at eitt land við so drúgvum demokratiskum royndum, kann koma í eina slíka støðu. Støðan er einki ørvísi í Bretlandi,eisini har er niðurstøðan hjá teimun flestu,at trupuleikarnir botna í víðopna arbeiðsmarknaðinum,sum hevur verði mótaorð og mantra seinastu mongu árini. Hetta hevur verði gott latin hjá búskaparfrøðingum hóast vit dagliga-í mong ár-hava verði vitni til skipanir í Evropa,sum minnir nógv um trælahald. Sum eitt úrslit av hesum hava vit sæð,at óhugnaligar fólkarørslur hava tikið seg upp,rørslur sum eru vavdar upp í ótta og hatur mótvegis øðrum mentanum,innanífrá og uttanífrá. Slíkum hugburði eiga vit øll at taka frástøðu frá, men vit meta tað sum okkara skyldu,at minna á hesar trupuleikar áðrenn ov seint er,og í so máta taka í egnan barm og taka tey stig sum eru neyðug.

Vit halda, at trupuleikin viðvíkjandi manglandi faglærdari arbeiðskraft, í stóran mun eru sjálvskaptir. Eftir okkara fatan er tað vantandi virðing fyri handverksfakinum í er størsta orsøkin til henda mangul og tað eigur als ikki ,at koma óvart á Vinnuhúsið. Vit uppliva ferð eftir ferð, tá lønarsamráðingar hava verði við FAG/FHMF,at einki forstaðilsi hevur verði fyri ,at ein handverkari sum hevur valt at brúka 4 ár av sínum lívi til eina útbúgving í hann kannn liva av,bert verður løntur við uml 11 prosentum meir, í mun til ein í ikki ynskir at fáa sær eina útbúgving. At teknisku skúlarnir so eisini eru niðurraðfestir av politisku skipanini,er bert steinur oman á byrðu. Fyrr var tað so, at FHMF verðuliga var okkara samráðingarpartnari,og verðuliga vístu vilja til at loysa teir trupuleikar sum máttu varða.Tann tíðin er tíverri søga.Seinastu árðini hevur FAG siti við samráðingarborði,og eftirtíðin hevur víst, at teir á ongan hátt hava víst vilja til , at loysa trupuleikan herheima. Ein kann siga, at lønarmunurin í hesum tíðarskeiði bert er farin skeivan veg,soleiðis at hann í dag liggur á uml 11 prosent.Tað er ikki nógv, fyri eina 4 ára útbúgving. Men, hvat skal ein halda tá sjálvur formaðurin í FAG, sum eisini er formaður í P/F Skalafjarartunnlinum,ikki ein gang hevur álit á føroyskum vinnulívi? Tað halda vit,at hann gav tíðiliga til kennar ísamband við projekteringsarbeiði uppá tunnilin.Tá kann tað ikki verða nemt hjá fyritøkum at bjóða seg fram. Er tað undarligt, at áhugin fyri at fara í handverkslæru er so lítil,tá FAG sum nevnt omanfyri,ikki unnir hesum bólki eina brúkiliga løn!Vit halda ikki. Verðuleikin er, at áhugin fyri handverks-útbúgvingum helst hevði verði munandi stórri,um FAG/FHMF vístu eitt sindur meiri virðing fyri fakinum.Tað skal ikki verða nøkur loyna,at føroysku yrkisfeløgini hjá handverkarum eru til reiðar at taka lut í menningini av handaligum útbúgvingum í føroyum.Tað er eitt stórt vandamál, at tað tekur áleið 22 ár,at vinna tað innaftur,sum ein handverkslærlingur tjenar minni í lærutíðini í mun til ein ófaglærdan.Hetta er ein verðuleiki, sum vit eru noydd at fyrihalda okkum til,og er á ongan hátt motiverðandi fyri okkara ungdóm. Tí hjálpir tað lítið, at grenja um mangul uppá handverkarar og lærlingar,tá støðan er sum hon er. Hinvegin uppliva vit javnan, at okkara grannalond hava lagt til merkis,hvør dygd liggur í okkara útbúnu handverkarum.Av somu orsøk er himmalvíður munur millum føroyska sveinaløn og hana sum stendur føroyskum handverkarum í boði uttanlands. Hetta skal ikki skiljast sum eitt ilsinnis gleps eina,men ein staðfesting av verðuleikanum,hvørki meir ella minni.
Okkara royndir við FAG eru, at teir als ikki eru áhugáðir í at samráðast um løn við handverkarafeløgini. Ìstaðin fáa vit smoygdan ein sokallaðan lønar-karm niðuryvir okkum við boðum um,at hetta er tað hini hava fyngi og góðtikið. Hetta verður gjørt,hóast teir væl vita, at handverkarar so helst fara í onnur lond at arbeiða,har inntøkan er til at liva av.Ein freistast til at halda, at hetta beinleiðis er tankin við tí heila,tí við at halda fram eftir hesum leisti,kann mann billa okkara politikarum inn, at tað stendur so og so illa til viðv handverkarum og, at tað tí er tvingandi neyðugt,at fáa útlendingar hendavegin,at gera arbeiði og harvið halda tímalønini á hesum lága støðnum. Greinin hjá Vinnuhúsinum nú um dagarnar,um at taka allar forðingar burtur,undirbyggir bert okkara pástand,og berð boð um at so er. Hetta er annars sami leisturin,sum er kendur frá øðrum londum,munurin er tó at okkara grannatjóðir hava sæð vandan í hesi gongdini,og rópa varskóð og onkur danskur politikari nevndi nú um dagarnar enntá,at eingin meining er í at stovnseta fleiri arbeiðspláss,bert til útlendingar at mannað,meðan danir sita heima og trilla tummilfingrar.Tíverri eru vit ikki komin hartil enn í føroyum,men kundi hent, at vit ein dag vakna við kaldan dreym.Í greinini vísir FAG á, at tað er tann høgi lønarskatturin sum er stórsti trupuleikin,men hetta er bert ein partur av sannleikanum.Spyrt tú handverkaran, um hví tað er meiri attraktivt,at arbeiða uttanlanda er svari typiskt hetta: 1)Lønin er munandi betur. 2)Skatturin er munandi minni.3)Frítíðin er munandi betri. 4)Trygdin er í hásatið. Út frá hesum má staðfestast, at tað ikki bert er lønarskatturin sum er trupuleikin,sum Vinnuhúsið annars rør fram-undir.
Tað er eisini ein sannroynd, at FAG/FHMF ynskja at lønarmunurin framhaldandi skal verða millum nakað og einki.,so ótrúðligt tann enn kann tykjast.(útlendingar grenja jú ikki í sama mun sum føroyingar)og harvið liggur meiri eftir í lummanum hjá arbeiðsgevaranum.
Okkara niðurstøða er tí, at FAG/FHMF sjálvi hava skapt henda trupuleika og, at mynduleikin eigur at melda greitt út,fyri hvønn ella hvørji tann føroyski arbeiðsmarknaðurin er ætlaður,føroyingum ella útlendingum,sum bert koma her fyri styttri tíðarskeið.Hetta skal á ongan hátt skiljast negativt fyri teir útlendingar sum eru búsettir í landinum, teir skula verða hjartaliga vælkomnir. Fyri tíð síðani , úttalaði okkara løgmaður seg um, at handverkarar bert kundu samráða seg um eina hagri løn,ístaðin fyri at grenja,hann burdi vita, at tað helst skula tveir partar til at samráðast.Henda útsøgn hansara vísir bert,hvussu ófatuliga lítið innlit hann hevur í arbeiðsmarknaðin,ella tosar hann ímóti betri vitan.

Eli Brimsvík,formaður
Havnar Handverkarafelag.

10-07-2015
Vinnuhúsið einaferð enn

--------------------------------------------------------------------------------
Hetta var boðskapurin í okkara grein, men tað sýnist sum um, at Vinnuhúsið bara tosar uttanum.
Í aftursvari teirra vísa tey m.a. á, at tað ikki er rætt, sum vit føra fram um lønarmunin. Tey vísa á, at hann ikki er 11% men 15%. Til tað er at siga, at tað veldst um, hvat fyri vinkul ein sær tað frá. Lønarmunurin vit hava at eta og liva fyri her og nú er bert 11% og haldi eg , at tað er tað vit mugu fyrihalda okkum til. Eftirlønin er nakað vit skula liva av tá vit blíva gomul, um vit eru so heppin, og er fyri so vítt órelevant í hesum høpi.
Tá tað kemur til lønarlagið hjá einum handverkara undir útbúgving, so fær ein lærlingur undir handverkaraútbúgving í meðal 9.613 kr. um mánaðin í lærutíðini (12.299,50 kr. fjórða árið). Harumframt hevur hann sum oftast tryggjað starv eftir lokna útbúgving. Um samanborðið verður við onnur, undir útbúgving t.d. lærarar, námsfrøðingar ella lesandi á Fróðskaparsetrinum so fáa hesi 3.815 kr. um mánaðin, meðan tey eru undir útbúgving. Hesi hava einki starv, tá útbúgvingin er liðug. Sitat:Vinnuhúsið.
Hetta er heldur ikki heilt rætt. Lønin hjá 1. árs lærlingi er 32% av sveinaløn á 134,44 kr. Hetta gevur 344,16 kr. pr. dag x21=7227,36 kr. mánaðin. Lærlingar í dag, kunna ikki samanlíknast við lærlingar fyri 20/30 árum síðani. Fyrr var tað vanligt, at ein lærlingur byrjaði sum 15 ára gamal. Tað ber ikki til í dag. Vanliga er ein lærlingur í dag u.l. 18 ára gamal, og hevur í fleiri førum aðrar skildir, at røkja.Ein eigur heldir ikki at gloyma,at meistarin í nógvum førðum fakturerar fulla løn fyri lærlingin,og harvið hevur eina inntøku av honum.
Perir og bananir
Henda samanberðing er sum at samanbera perir og bananir. At pástanda, at lærlingar hava tryggjað starv eftir lokna læru, er ein sannleiki við modifikatiónum. Tað er nevniliga ein stórur partur av teimum, sum mugu finna sær starv aðrastaðni enn hjá lærumeistaranum. Hví tað er so kann ein so bara gita um. Síðani tosa tey um lønarmunin millum handverkslærlingar og onnur t.d. lærarar, og námsfrøðingar og lesandi á Setrinum. Hertil er at siga, at ein handverkslærlingur er sáttmálabundin 40 tíma viku í 4 ár, meðan lærarar, námsfrøðingar og onnur lesandi er undir Studna/SU, og eru sum so ikki sáttmálabundin. At hesi ikki hava nakað starv at fara til, eftir lokna útbúgving, kundi verðið tekin um, at útbúgvingarskipanin hevur ein trupulleika, tí um hesin pástandur er rættur, útbúgva vit hesi fólk til arbeiðsloysi, meðan stórur tørvur er á handverkarum.
Men út frá hesum kann ein staðfesta, at FAG/Vinnuhúsið metir lønarmunin verða ríkiliga stóran sum er. Her eru vit so ikki samdir tí vit meina, at munurin eigur at verða minst 25%. Hetta er sjálv kjarnan í trupulleikanum. Handverkarar, sum starvast uttanlands, eru á einum máli um, at lønin í Føroyum er alt ov lítil í mun til uttanlands. Tá hesir persónar, sum hóast alt starvast innan økið úttala seg og vísa á trupulleikan er tað baðið vantandi virðing og arogansa frá FAG, tá tey pástanda nakað annað. Vit eru vitandi um, at fleiri handverksmeistarar, sum hava somu áskoðan sum vit. Hesir sláa bara ikki ígjøgnum í Vinnuhúsinum við sínum meiningum.
FAG sigur eisini í greinini, at vit heldur skuldu tikið saman hendur við teimum og okkara limum, sum arbeiða og gjalda skatt í Føroyum og arbeitt fyri at skipa viðurskiftini soleiðis, at tað ikki er skattur, sum er orsøkin til, at føroysk vinna ikki er kappingarfør um dugnaligu føroysku arbeiðsmegina. Harumframt saman við FAG at arbeitt fyri, at lærlingaútbúgvingarnar í Føroyum gerast góðar og spennandi hjá ungdóminum at velja. Her kundi FAG veruliga gjørt ein mun við, at víst lærlingum á eina góða løn eftir lokna útbúgving. Lat ongan iva verða um, at vit arbeiða fyri okkara limum hvønn dag eisini lærlingunum. Tað er nettupp grundin til greinina hjá okkum. Vit royna at vísa á, at tað ikki bert er lønarskatturin, sum er avgerandi, men fleiri aðrir faktorar so sum løn, frítíð og trygd o.a. At FAG ikki skilir argumentini hjá okkum ber boð um, at tey ikki hava sett seg inn í tingini. Ynskiligt hevði verðið, at FAG helt seg til tað aktuella máli og vístu vilja til at loysa tað heldur enn at fara í skotgrøvina at kasta runu eftir teimum sum ditta sær at hava aðra áskoðan enn FAG. Vit kenna einki til, at teir nógvu limirnir hjá FAG starvast uttanlands og tó, onkur hevur nokk verðið ígjøgnum okkara felag, og má tað metast at verða ein staðfesting av okkara pástandi. Vit hava fleiri limir í starvi uttanlands og vit lurta og hoyra teirra sjónarmið hesum viðvíkjandi. At FAG kemur og pástendur nakað annað er manglandi virðing ella vitan um hendan lønarbólk.
FAG vísir eisini á, at útlendingar fáa sáttmálabundna løn sum fyriskriva. Føroyingar fara uttanlands til eina munandi hægri løn, og tí er okkara pástandur tann, at við at hava útlendingar í starvi kann lønin haldast á hesum lága støði. ”Ùtlendingar gremja seg ikki á sama hátt”. Hetta átti ikki at verði so ringt at fata. Viðvíkjandi teimum avbjóðingum vit nevndu skal sigast, at tað saktans kunnu uppstanda trupulleikar um uppihaldsloyvi ikki er burtur. Til tað krevst bert, at vit innflyta nokk av arbeiðsmegi við ymiskum sjónarmiðum, mentanum og bakgrund. Vit hava ikki sagt, at so verður men bert víst á vandan í hesum. At so onkur “hissini” útvarpsmaður leggur meg undir fremmandahatur, má standa fyri hansara egnu rokning, tí tað er á ongan hátt í tráð við veruleikan.
Tað hevði hann nokk eisini funnið útav um hann hevði tíma at gjørt sítt heimaarbeiði og lisið greinina sum hon var.

Eli Brimsvík, formaður
Havnar Handverkarafelag.

Tað er ikki løgið, um tú hevur ilt í afturpartinum

--------------------------------------------------------------------------------
Nú er val útskrivað til 1. september og gott í tað. Eitt av stórmálunum, sum ikki fekst uppá pláss undir hesi samgonguni, var eftirlønarskipanin. Kortini, so var skjøtul settur á hetta týdningarmikla mál. “Nú spara vit endiliga upp til okkara egnu eftirløn.”

Tað kundi verið so gott, ógvuliga gott, men er, soleiðis sum tað vendir nú, ein “progressiv” vanlukka. Henda loysnin fer eisini at gera gjónna millum løntakararnar so ómetaliga nógv djypri, enn hon er í dag. Havi undrast á, hvussu tað ber til, at so fá gera vart við henda skeivleikan. Spyrji meg sjálvan, um tað kemst av tí, at tað eru so nógv, sum hava eina fína eftirlønarskipan og tí als ikki hugsa um spurningin. Møguliga, men eru so fá eftir, sum onga feita eftirlønarskipan hava, so mátti trupulleikin verið so lítil, at tað ikki loysti seg hjá okkara politikarum at framt eina so óstortliga loysn.

Sjálvur helli eg meiri til teoriina um tann kókaða froskin. Tað verður sagt, at skalt tú kóka ein frosk, so gerst hetta ikki við at seta grýtuna uppá kók, áðrenn tú koyrir froskin niður í, tí froskurin loypir uppúr, áðrenn hann nemir kókandi løgin. Í staðin so fyllir tú grýtuna við køldum vatni, setir froskin niður í grýtuna og setir so grýtuna uppá kók. Nú merkir froskurin ikki, at hann er í ferð við at verða kókaður livandi, fyrr enn ov seint er. Nakað soleiðis virkar eftirlønaruppsparingin. Hvørja ferð ein løn verður útgoldin í dag, og eingin sáttmálabundin eftirløn er galdandi, vera prosent tikin av lønini, sum skulu goymast til eftirløn einaferð frammi í tíðini. Hetta byrjaði fyrsta januar 2014 við einum prosenti, og hvønn fyrsta januar frameftir økist prosenttalið við einum prosenti, inntil komið er upp á fimtan prosent.

Taka vit eina mánaðarløn uppá 20.000 krónur, so vóru hvønn mánað í 2014 tveyhundrað krónur tiknar av lønini, og hvat eru tveyhundrað krónur um mánaðin?

Piparnøtumolar hjá nógvum. Í ár fara 400 krónur av hvørjari mánaðarløn, hmm. OK, lad gå. Næsta ár fara 600 krónur av hvønn mánað. Av av, nú byrjar at svía 7.200 krónur fyri árið. Ja ja, gev tol, tú ert ongan veg komin enn. Fimm ár longur frammi fara 19.200 krónur av árslønini til eftirlønaruppsparing. Tað vil snøgt sagt siga, at nú fer ein heil mánaðarløn burturav árslønini. Og enn er langt eftir á mál. Tá málið er nátt, fara 36.000 krónur árliga av mánaðarlønini, sum í okkara dømi er 20.000 krónur.

Tað vil siga, at út í móti tvær mánaðarlønir eru minni til dagliga nýtslu, tí er tað ikki so løgið, um tú hevur ilt í afturpartinum, tí í veruleikanum mást tú eta tín egna hala, fyri at hava nakað at liva av, tá tú einaferð skalt liva av eftirlønini. Men bíða nú. Tað steðgar heldur ikki her. Tí tú ert ikki einsamallur um at eta tín egna hala. Nei, tú fært ríkiliga hjálp frá øðrum.

Hetta, sum vit vanliga kalla “tað almenna”, og sum skipar fyri hesum løgna halaáti, letur eisini onnur sleppa at eta burturav halanum hjá tær. Tað eru bólkar í samfelagnum, sum sleppa undan sjálvi at gjalda sína egnu eftirlønaruppsparing. Tey fáa eftirlønaruppsparingina goldna av sínum arbeiðsgevara. Teirra millum eru alment sett fólk, sum fáa upp í seytjan prosent løgd afturat lønini hjá sær. So munurin, tá málið er nátt, verður 32 prosent. Og taka vit so aftur í aftur dømið við mánaðarlønini upp á 20.000 krónur, so fær tann vanligi halaátarin bert útgoldnar 17.000 krónur um mánaðin, meðan hin, sum yvir skattapengarnar hjá okkum øllum fær 17 prosent afturat mánaðarlønini, fær í roynd og veru 23.400 krónur. Munurin er 6.400 krónur um mánaðin ella 76.800 krónur árliga.

Hvat er at gera fyri at rætta henda skeivleikan? Her er bara ein hugsandi loysn og tað er at gera, sum gjørt verður við frítíðarlønina: Arbeiðsgevarin, veri seg privatur ella almennur, skal gjalda eftirlønaruppsparingina. Hetta átti at verið gjørt við lóg fyri langt síðani, tí sum so er eingin munur á hesum báðum uppsparingum. Talan er í báðum førum um uppsparing til nýtslu, tá eingin løn verður goldin, tað verið seg uppsparing til frítíð ella uppsparing til eftirløn, og tað hevði í dag verið óhugsandi, at frítíðarlønin skuldi verið drigin frá lønini.

Var tað ikki fyri fakfeløgini, so var neyvan nakar, ið fekk nakra eftirløn í dag. So tøkk fái tey fyri sítt stríð. MEN nú er tíðin komin, at tað ikki longur er ein sáttmálaspurningur, men at tað við løgtingslóg verður álagt øllum arbeiðsgevarum at leggja fimtan prosent afturat lønini til eftirlønaruppsparing. Eingin sigur, at tað skal gerast í einum. Vit kunnu halda á við núverandi skipan bert við øvugtum fortekni.

Hetta verður eitt tað fyrsta, sum nýggja løgtingið má broyta, tí annars vera neyvan nógvir halaátarar eftir í Føroyum um tíggju ár.

Dánial á Dul Jacobsen

 

13-10-2015
Undrist yvir, at so fá hava givið eftirlønarlógin ans

--------------------------------------------------------------------------------
Havi áður víst á, at nýggja eftirlønarlógin leggur upp til ognartøku av skattaðum peningi, men undrist yvir, at so fá hava givið hesum ans og hava havt eina meining um tað, hóast lógin helst uppá sikt, kemur at ávirka nógvar føroyingar reint fíggjarliga, sí kapittul 4; §9. stk 2)2) og 3) í nýggju eftirlønarlógini um útgjald.

Tað sum kann undra er hetta, at ein rímuliga stórur partur av teimun 15% av tíni løn, sum tú sjálvboðin ígjøgnum títt fakfelag hevur valt at nýta til eftirløn, fyri at tryggja tær ein rímuligan aldurdóm, kann um illa vil til, verða ognartikin av landinum (sí: §4 stk 2.1)

DØMI
Um tú eigur 1 millión kr. á eftirlønarkonto við eftirlønaraldur, stendur í nýggju eftirlønarlógini, hvussu tað verður gjørt upp.
Í lógini er eisini ein áseting um, at tú í seinasta lagi 2 mánaðir áðrenn tú verður 67 ár, skal hava gjørt bindandi avtalu við tín veitara um, hvussu tú ynskir at fáa tína eftirløn útgoldna.

Í minsta lagi 45% skal vera útgoldið sum lívslong veiting ”lívrenta”
í hesum dømi 450.000 kr.

Max 15% kann verða útgoldið sum ”kapital”-útgjald, í hesum dømi 150.000 kr.
Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum ”lutaeftirløn”, í hesum dømi 400.000 kr. Lutaeftirløn er mánaðarligt útgjald í 10 ár.

Um vit fyrihalda okkum til, at ein eftirlønarsamansparari, sum hevur gjørt avtalu við sín veitara um, hvussu hann vil hava sína eftirløn útgoldna og hesin t.d. doyr, tá hann er 67 ár og 1 mánað gamal, verða eftir hesum dømi 450.000 kr. ikki útgoldnar, men fella í stóra pott.

Í hesum dømi tosa vit um u.l. 3 árslønir hjá einum handverkara, og hetta er altso skattaður peningur vit tosa um.
Hetta má sigast at verða ein óhugnaligur útviklingur, sum fíggjarmálaráðið stendur á odda fyri, og eftir hesum má eisini staðfestast, at tað ikki er ein sjálvsagdur rættur í dagsins Føroyum at ein eigur sína løn tá skatturin er goldin.
Hetta má milt sagt koma undir heiti ”ognartøka” (Sí grein 4, stk 2.1).

Spurningurin eg siti eftir við er: Er hetta veruliga loyvt ella heilt legalt?

Sambart orðabókini hjá sprotanum merkir ognartøka ”at flyta el. taka sjálvboðið el. tvingað ogn til tað almenna”, og tað er akkurát tað, sum hendir í hesum føri.

Fíggjarmálaráði hevur eftir mínum tykki skyldu til at greiða borgarunum frá, hvat liggur til grund fyri teirra avgerð, og eisini vísa til lógarheimildina fyri avgerðini.

Tað er átaluvert, at hetta ikki var gjørt áðrenn lógin var sett í gildi, men var meir ella minni skrumbla ígjøgnum av undanfarnu samgongu, sum so mangt annað.
Her verður í øllum føri, sum ikki eina ferð gjørdur stórur munur á borgarum, tí mær vitandi kunna t.d. tænastumannaeftirlønir arvast og óneyðugt er at siga, at hesar verða goldnar úr landskassanum.
Við øðrum orðum, lógin leggur upp til, at ein eftirløn, íð goldin er úr landskassanum kann arvast, men ikki ein, sum borgarin sjálvur/sjálv hevur goldið inn av skattaðum pengum!!!

Sitat úr lógartekstinum
§ 4. Eftirlønarsamanspararin eigur persónliga sína samansparing, ið er undandrigin ræði hjá eftirlønarsamansparara, og er vard fyri úttøku ella aðrari rættarsókn frá ognarum. Eftirlønarsamansparingin kann ikki avhendast, veðsetast ella verða nýtt sum mótrokning fyri møguligum kravi frá eftirlønarveitara.

Stk. 2. Eftirløn kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hon er útgoldin. 1) Í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívslong veiting, lívrenta, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men sum fellur burtur, tá ið viðkomandi doyr.

2) 2) Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár.

3) Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein upphædd, sum verður útgoldin í einum.

Vónandi er núverandi samgonga so mikið at sær komin, at henda regla í lógartekstinum verður tikin úr beinanvegin, tí við hesi skipan verða tað helst fleiri borgarar, sum koma at gjalda ein stóran og fjaldan eyka skatt.
Ein hevur ilt við at trúgva, at hetta var ætlanin við lógini!, ella er hetta bert eitt úrslit av enn einum illa úr hondum greiddum lógarteksti frá undanfarnu samgongu, livst so spyrts.

Eli Brimsvík.


10-07-2015
El-dagar fyri El-innleggjarum í Tórshavn.

--------------------------------------------------------------------------------
Av tíð,at áhugafelagið í longri tíð hevur verði vitandi um, at munandi broytingar vóru á veg í Danmark & EU innan el-økið ,hevur áhugafelagið arbeitt við, at fáa ein skeiðsleiðara úr Danmark, sum kendi til tær galdandi og tær komandi nýggju reglurnar, sum eru ávegis á sterkstreyms-økinum,at halda skeið fyri okkum.
Áhugafelagið hevði leingi verði vitandi um, at munandi broytingar vóru á veg í Danmark & EU, innan el-økið og var tað í hesum sambandi, at farið var í gongd.
Vit samdust, um at bíða til tann nýggja “ El-trygdarlógin” sum var viðtikin á Fólkatingi í maj mánað, var kunngjørd, so at vit kundi fáa innlit í hesa. Nýggja “ El-trygdarlógin” kemur í gildið 2016. Hendan lóg hevur ikki gildið í Føroyum enn,men vit fylgja longu nú fleiri av hesum reglunum.
“El-trygdarlógin” kemur at broyta okkara vanligu reglar innan innstallering av el-tólum og el-innleggingum , og er hetta fyrsta stig til, at vit fáa heilt nýggjar sterkstreyms-reglur at arbeiða eftir, eins og el-útbúgvingin eisini verður broytt tilsvarandi.
Evni sum vóru umrødd:
1. Nýggja Installatør-lógin / KLS .
2. Nýggja El-trygdarlógin.
3. Reglar fyri LVD/EMU/MD krøv.
4. Nýggju El-talvu-reglarnar EN 61 439 í mun til tær gomlu EN 60 439.
5. Reglar fyri val av el-leidningum sum eru galdandi í dag, og fyri tær broytingar sum koma.
6. Reglar fyri tryggjan móti el-stoyti og útlíknings sambandi.
7. Eftirlit og royndir av el-innleggjan.
8. Krøv til eftirútbúgvingar fyri el-innleggjarar, fyri at kunna varveita sína løggilding.
Nevndin í Havnar Handverkarafelag skipaði fyri 2 limafundum í fundar & skeiðhølum í Stoffalág 60. Har vóru møttir uml 70 elektrikkarar og el-lærlingar,í fingu frágreiðing frá læraranum,sum hevði hildið skeiðið fyri áhugafelagnum hjá el-innleggjarum, har m.a. greitt var frá, um tær stóru broytingar sum eru á veg, og hvat vit kunnu vænta innan el-økið í framtíðini. Eisini bleiv nomið við tey stóru krøvini til eftirútbúgvingar, sum nú verða kravd , eftir at ein hevur fingið sveinaprógv, eins og roknast kann við, at hesar skullu prógvast fyri at fáa arbeiðið baðið her á landi, og úti í heimið.
Aðrar broytingar sum eisini eru ávegis og sum koma í gildi í 2016, eru innan VVS og kloakk. Roknast kann við, at broytingar innan onnur økið,eisini verða framdar komandi tíðina. Nevndin fyri HHVF er áhuga í ,at arbeiða við eftirútbúgvingum innan flest øllum fag-økið hjá handverkarum. Vit hava nýgg og góð høli til endamálið , og eru limir vælkomnir við hugskotum.
Niðurstøðan fyri hesar 2 dagar bleiv, at tørvurin hjá okkum at fylgja við er stórur, og vóru allir samdir um, at virka fyri at tað koma fleiri dagførd skeiðir innan el- økið, nú so nógvar broytingar eru á veg.
El-nevndin í Føroyum ( undir Vinnumálaráðnum )hevur enn ikki melda út, hvat verður galdandi í Føroyum, men vit vóna , at tað verður greitt innan 2016, tá lógin kemur í gildið í Danmark.
Vegna
Áhugafelagnum hjá El-innleggjarum í Tórshavn.
Hendrik Andreasen & Høgni B. Mikkelsen El-innleggjarar.
Havnar Handverkarafelag
Eli Brimsvík,formaður.

 

 

 

 

 

 

26-11-2015
Landsverk og TG Verk hava undirskrivað avtalu um Marknagilsdepilin

--------------------------------------------------------------------------------
Landsverk og TG Verk hava seinastu tíðina arbeitt við at finna eina loysn á tí ósemju, ið hevur verið partanna millum. Í dag er ein avtala undirskrivað millum TG Verk og Landsverk, ið skal tryggja, at verulig gongd aftur kemur á arbeiðið úti við Marknagil.

Síðani ársskiftið 2014-15 hevur ósemja verið millum Landsverk og TG Verk. Partarnir hava sett fram ávís krøv mótvegis hvørjum øðrum, sum í høvuðsheitum kunnu setast í samband við roknivilluna, ið varð staðfest í desember 2014 og sum bar í sær, at partar av verkætlanini máttu roknast av nýggjum.
Sum kunnugt seinkaði hetta byggiarbeiðinum nakað.

Fyri at fáa gongd á arbeiðið og fáa arbeiðsfrið kring hesa stóru byggiverkætlan, hava partarnir sett seg saman at orða eina avtalu, ið skal tryggja, at arbeiðstøkurnar kunnu halda fram. Fyri at hetta kann lata seg gera, mugu ósemjurnar partanna millum skjótast til ber og í seinasta lagi tvær vikur eftir avhending av arbeiðstøkum hjá TG Verki leggjast fyri einum Gerðarrætti at taka støðu til.

At avtala nú er gjørd millum partarnar merkir sostatt ikki, at krøvini, ið higartil hava verið mótvegis hvørjum øðrum, fella burtur. Partarnir hava gjørt eina skrivliga avtalu um, at hesi krøvnini, og møgulig onnur nýggj krøv, verða løgd fyri einum Gerðarrætti, soleiðis at arbeiðið kann halda fram.

Til tess at fáa gongd á arbeiðið í Marknagili, er semja harafturat gjørd um, at Landsverk rindar TG Verki 15 mió. krónur. Talan er um eitt fyribils útlegg, ið Landsverk fer at krevja afturgoldið. Gjaldið skal tí ikki skiljast sum, at Landsverk við hesum gongur fíggjarliga kravinum hjá TG Verki á møti við at rinda ein part av samlaða kravinum.

 

27-11-2015
Royndartiðin hjá lærlingum nú 6 mánaðir

--------------------------------------------------------------------------------
Galdandi frá 1. juli 2015 var royndartíðin hjá lærlingum broytt til at vera 6 mánaðir.

Hetta merkir at fyri lærling og lærupláss, ið skriva lærusáttmálað aftaná 1. juli, verður royndartíðin 6 mánaðir, og báðir partar kunna frítt seta lærusáttmálan úr gildið teir fyrstu 6 mánaðirnar av sáttmálatíðini.

Fyri lærusáttmálar, ið eru góðkendir áðrenn 1. juli 2015, er royndartíðin enn tann sama 3. mánaðir.


02-03-2016
Felagið skipar fyri skeiðum í fyrstuhjálp í mars og april mánaða

--------------------------------------------------------------------------------
Havnar Handverkarafelag fer nú undir, at skipa fyri skeiðum fyri limir felagsins.

Fyrstu skeiðini vera í fyrstu-hjálp í Mars og April mánaða 2016.

Í mesta lagi 16 fólk kunnu luttaka á hvørjum skeiði. Tað hevur eyðnast okkum at fáa í lag samstarv við Ansni Tilbúgving,sum kemur at standa fyri skeiðnum.

Kostnaðurin fyri skeiði er einans 200,- kr. fyri limir, og 100,- kr. fyri lærlingar. Við tilmeldan skal upplýsast Navn, føðingardagur og adressa.

Meldast skal til á skeid@handverk.fo

Gjaldast skal við tilmeldan á konto nr. 9870-4271689 í Suðurroyar Sparikassa.

GG!
Av tí at skeiðini vera longu í Mars og April mánað, er umráðandi at melda til sum skjótast.

Innihald:

• Vælkomin og presentatión
• Tær 4 meginreglurnar hjá fyrstahjálparanum
• Vitstøði
• ABC- hátturin
• Stabil síðulega
• Yvirlivilsisketan
• Grundleggjandi lívbjargan
• Nýtsla av hjartastartara (AED)
• Yvirlivilsis ketan
• Hví hjartastartara
• Praktisk venjing í "hjartamasagu” saman við nýtslu av AED-Hjartastartaranum

Við vón um góða undirtøku.

Nevndin.

 

08-03-2016
Aðalfundir 30. mars 2016 kl. 19

--------------------------------------------------------------------------------
Aðalfundir í Havnar Handverkarafelag og Eftirlønargrunni Havnar andverkarafelags

Ársaðalfundur Havnar Handverkarafelags verður mikudagin 30. mars 2016 kl. 19.00 í hølum felagsins Stoffalág 60.

Skrá samb. § 21 í lógini:

1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing frá farna árinum.
3. Roknskapur til góðkenningar.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevnd.
6. Val av grannskoðara.
7. Ásetan av limagjaldi.
8. Ymiskt.

Aftaná aðalfundin verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum við hesi skrá:

Skrá samb. § 8 í viðtøkunum:

A. Val av orðstýrara.
B. Frágreiðing frá nevndini um virki grunnsins í farna ári.
C. Framløga og góðkenning av roknskapi og fíggjarstøðu.
D. Støða verður tikin til, hvat gerast skal við møguligt avlop ella hall.
E. Val av nevndarlimum.
F. Val av grannskoðara.
G. Møgulig mál frá nevnd/limum.

Okkurt verður til matna eftir fundirnar.
Møtið fjølment.

12-04-2016
Til Føroya at arbeiða fyri 50 krónur um tíman

--------------------------------------------------------------------------------
Hetta er sosial dumping og tað mugu vit fáa steðgað, tað er støðan hjá Havnar Handverkarafelag.

Fundur hevur verið við landsstýrið um trupulleika, at útlendskir handverkarar koma til Føroya at arbeiða fyri eina løn, sum er nógvar ferðir lægri enn sáttmálin ímillum handverkarafeløgini og handverksmeistararnar, ásetur.

- Vit hava dømi um útlendskar handverkarar, sum arbeiða í Føroyum fyri 50 krónur um tíman. Eg havi ikki sæð tað svart á hvítum, men eg havi onga sum helst orsøk til ikki at trúgva teimum upplýsingunum.

Í løtuni eru einir 150 - 300 útlendskir handverkarar í Føroyum. Talan er um handverkarar, sum verða leigaðir til Føroya at arbeiða, fyri so lága løn sum 50 krónur um tíman.
Men akkurát, hvussu umfatandi tann sosiala dumpingin er, veit hann ikki. Eftirlitsmyndugleikin liggur hjá løgregluni, men vit vita heldur ikki, hvussu nágreiniligt eftirlitið er.

Hendan framferðin vísir, at ein vælmeinandi skipan verður tambað meiri enn gott er.

Endamálið við at kunna leiga handverkarar til Føroyar, var at kunna fáa fólk til Føroya at gera eitt heilt ávíst arbeiði, vit annars ikki sjálvi hava førleika at gera. Ætlanin var ikki at tað skuldi bera til at leiga útlendingar at koma í støðugt arbeiði í Føroyum.

Tá ið talan er um støðugt arbeiði, er einasta rætta mannagongd, at teir verða settir í starv á jøvnum føti við føroyskar handverkarar, og verða løntir eftir føroyskum sáttmálum.

Annars ber til at fáa útlendskar handverkarar til Føroya, tá ið arbeiðsloysi hjá føroyskum handverkarum er minst seks prosent.
Vit halda, at markið eigur at lækkast, kanska niður í fýra prosent, tí møguleikin at fáa útlendingar hendavegin eigur at vera til staðar, tá ið ongin, føroysk arbeiðsmegi er. Men hinvegin streingja arbeiðsgevarar á at fáa tað heilt burtur.

- Tá ið vit síggja, hvussu støðan við útlendskum handverkarum er nú, dugi eg illa at hugsa mær til, hvussu skilið verður, fáa arbeiðsgevarar sín vilja, so at markið fyri at fáa útlendingar hendavegin, verður heilt avtikið.

Annars var fundurin við landsstýrið góður; tey lovaðu at taka málið upp. Góðar vónir eru um, at okkurt fer at spyrjast burtur úr, tí tá ið Tjóðveldi, og serliga Javnaðarflokkurin sótu í andstøðu, løgdu tey stóran dent á, at forða fyri sosialari dumping, og at útlendingar, sum arbeiða her, skulu lønast eftir føroyskum sáttmálum.

Eru til reiðar at draga arbeiðsgevarar í rættin

- Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at nakrir arbeiðsgevarar ikki vilja lata handverkarum ta eftirløn, teir hava rætt til.

Tað er síðani Løgtingið samtykti lógina um eftirløn, at trupulleikin hevur tikið seg upp. Tað stendur í lógini, at øll skulu rinda sína egnu eftirløn og at gjaldið skuldi hækka eitt prosent um árið, til tað var komið upp á 15 prosent.

Í løtuni er gjaldið til eftirløn, tvey prosent av hvørjari løn.
Hinvegin er støðan tann, at rættiliga nógv fakfeløg hava longu eina eftirlønarskipan, har tað er avtala í lønarsáttmálan við arbeiðsgevarar, hvussu stór eftirlønin skal vera.

Og tað eru nógvir fakbólkar, sum rinda nógv meiri enn tvey prosent í eftirløn
- Í Havnar Handverkarafelag eru vit longu komin upp á 15 prosent í eftirløn, sigur formaðurin.
Men trupulleikin er, at tað eru upp í einir 15 arbeiðsgevarar, sum tvíhalda um at halda seg til ta, Løgtingið hevur samtykt.
- Tí skúgva teir tað til viks, sum stendur í sáttmálanum, og lata handverkarum tvey prosent í eftirløn, tí tað halda teir, at teir kunnu - við lógini í hondini.

Eli Brimsvík sigur, at upprunaliga skuldi tað standa í lógini, at har eftirløn er ásett í lønarsáttmála við arbeiðsgevarar, skuldi tað vera galdandi.

- Men tað varð tikið burtur úr lógini og tískil hava nakrir arbeiðsgevarar tikið sær ta frælsi, at lækka eftirlønina niður í tvey prosent, sum stendur í lógini, og skúgva tað til viks, sum stendur í sáttmálanum.

Eli Brimsvík sigur, at tað fer felagið ikki at lata um seg ganga.

- Ein máti er at broyta lógina so at tað stendur í henni, at har eftirløn er ásett í lønarsáttmála við arbeiðsgevarar, skal tað vera galdandi.

Men hann staðfestir, at koma viðurskiftini ikki í rættlag, eru Havnar Handverkarafelag til reiðar at fara í rættin við málinum.

Hann leggur afturat, at tað er ikki bara tað, at handverkarar ikki fáa ta eftirløn, teir hava krav uppá.
- Hetta er eisini rættiliga kappingaravlagandi mótvegis teimum arbeiðsgevarum, sum rinda ta eftirløn, teir skulu, men sum sostatt hava hægri útreiðslur enn teir, sum ikki gera tað.

 

Støðan hjá Marknagilsdeplinum

Apríl 2016: Dekkið á 5. hædd í blok E á stívar 36 metrar er álagt.

Á 6. hædd verður seinasta hond løgd á betonarbeiðið, har fýra av fimm trappukjarnum eru lidnar, og væntandi verður arbeiðið við at uppspenning liðugt um ein mánaða. Somuleiðis er gongd komin á at gera fasadu.

Tað er fasaduarbeiðstakarin, H.S. Hansen, sum eru komnir aftur á plássið og hava endurupptikið arbeiðið við uppseting av fasadu.

Februar 2016:
Liðugt er at leggja dekkelementir á 5. hædd í blokki A. Arbeitt verður framvegis við at fáa stálið í úthangandi partinum í blokki E upp at hanga.

Á 6. hædd í blokki A eru beton- og stáluppseting komið væl áleiðis.

03-05-2016
Undirveitari til Glasir farin á húsagang

--------------------------------------------------------------------------------
Ein undirveitari hjá donsku arkitektafyritøkuni BIG, sum hevur teknað og er heildarráðgevi í sambandi við Skúladepilin við Marknagil, er farin av knóranum. Landsverk boðar frá at enn ber ikki til at siga, um hetta fær nakra ávirkan á byggingina av Glasi,

Danska ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan, Lemming & Eriksson, ið er partur av stóru byggiverkætlanini við Marknagil, sum danska arkitektafyritøkan Bjarke Ingels Group, BIG, hevur teknað og er heildarráðgevi á, er farin á húsagang.

Hvørt hetta fær avleiðingar fyri sjálva byggingina ella ikki, er enn ikki heilt greitt. Lemming & Eriksson, ið gjørdi nógv umrødda roknifeilin í berandi kontruktiónini av skúladeplinum, er undirveitari hjá høvuðsráðgevanum, BIG, og tí er tað uppgávan hjá BIG at loysa møguligar trupulleikar, sum kunnu standast av, at áðurnevndi undirveitari ikki longur kann vera partur verkætlanini.

Sum kunnugt er Glasir nýggi miðnámsskúlin í Havn, ið fer at avloysa Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska Skúla í høvuðsstaðnum.

Skúlin er nú komin upp í fulla hædd, og í løtuni verður dekk lagt yvir 6. hædd, sum er ovasta hæddin í bygninginum. Somuleiðis er gongd komin á arbeiðið við at gera fasadu.

Glasir skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan næsta ár.



05-06-2016
Eli Brimsvík í Depilsráðnum í Glasir

--------------------------------------------------------------------------------

 


Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Depilsráðið á Glasi.

Virkisøkið hjá Depilsráðnum er at vera ráðgevandi hjá rektaranum innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi, soleiðis at skúlin bjóðar út grundútbúgvingar, eftirútbúgvingar og víðariútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni. Ráðið skal styrkja sambandið og samskiftið úteftir, og dygd og menning inneftir innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi.

Í Depilsráðnum eru sjey limir umframt eitt næmingaumboð frá yrkisliga økinum. Limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá pørtum á arbeiðsmarknaðinum og kommunufelagnum. Harumframt hava lærararnir tvey umboð í ráðnum. Næmingaumboðið verður valt á hvørjum ári, men er ikki valt enn.

Limirnir í Depilsráðnum fyri Glasir 2016-2020 eru:

Limir:

Starvsmannafelagið:
Anna Johannesen, limur

Landsfelag Handverkaranna:
Eli Brimsvík, limur

Føroya Kommunufelag:
Sigurð Ó. Vang, limur

Glasir (lærarar) limir:
Súsan K. Gregoriussen og Una Joensen

Vinnuhúsið:
Magnus Magnussen og Gunnar Mohr, limir

Varalimir:

Starvsmannafelagið:
Niels á Reynatúgvu, varalimur

Landsfelag Handverkaranna:
Dánjal Pauli Djurhuus, varalimur

Føroya Kommunufelag:
Jonhard Mikkelsen, varalimur

Glasir (lærarar) varalimir:
Unn Zachariassen og Christina Nolsøe

Vinnuhúsið:
Mouritz Mohr og Ása Hansen, varalimir

27-06-2016
Helena Dam á Neystabø gestarøðari til prógvhandan

--------------------------------------------------------------------------------
Í sambandi við at prógv vóru handað í Tekniska Skúla í Havn var Helena Dam á Neystabø gestarøðari.
Hon byrjaði røðu sína við hesum orðum: Háttvirda samkoma, góðu Byggitøkningar og byggifrøðingar, góðu øll tit avvarðandi.


Framtíð í Yrkisútbúgvingarleiðini

Háttvirda samkoma, góðu Byggitøkningar og byggifrøðingar, góðu tilvirkisatstøðingar og góðu klædnaatstøðingar, góðu lærarar, góðu starvsfólk og leiðsla og øll tit avvarðandi.

Tá ið eg hevði skrivað hesar fyrstu reglur av røðu mínari, so hugsaði eg, at nú hevði eg í grundini longu sagt alt, sum sigast skal.

Tí tit prógva at nógv meira ber til í Føroyum, enn tey flestu halda – og at tað eru nógv fleiri góðar og grundleggjandi útbúgvingar at taka í Føroyum, enn mann skuldi trúð, um mann bara lurtaði eftir almenna orðaskiftinum í fjølmiðlunum.

Tit sita her í dag við góðum prógvi innan fýra umráðandi yrki. Tit kunnu velja annaðhvørt at fara víðari á útbúgvingarleiðini, ella tit kunnu fara beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin – tann føroyska ella altjóða arbeiðsmarknaðin. Og eg veit, at kursurin á tykkum og á tykkara útbúgving er høgur. Í dag og í framtíðini.

Og hyggja vit okkum í kring her úti í Smiðjugerði og í Marknagili, so eru uppaftur fleiri týdningarmiklar førleikagevandi útbúgvingar í at velja á Glasum – fyrrverandi Tekniska Skúla og Handilsskúla. Framhaldsútbúgvingar eftir miðnám.

Og tað skal vera mín vón, at júst tit prógva, at tær almennu Føroyar - skulu gera so nógv nógv meira við at skipa styttri og meðallangar yrkisrættaðar og handverksrættaðar útbúgvingar í Føroyum. Tað er bara hugflogið sum setur mark fyri møguleikunum. Er viljin til staðar, so kundu vit ivaleyst bjóðað einum 100 ungdómum fleiri eina góða og førleikagevandi útbúgving her úti í Marknagili um árið!

Men tann sum einans lurtar eftir fjølmiðlunum kann halda, at her ber als einki til í Føroyum, tí vit hoyra bara um, at tað eru ov fáir útbúgvingarmøguleikar, og at tey ungu rýma av landinum, og koma ikki aftur. Tað er gott at fáa flog undir veingirnar og at síggja, hvussu onnur hugsa og loysa sínar avbjóðingar. Men tað er eisini gott at taka eina hond í heima hjá sær sjálvum.

Kanska er tað bara ein spurningur um betri marknaðarførslu – tí møguleikarnir eru nógvir – og eg hugsi at tit kunnu skriva undir uppá, at teir eisini eru góðir.

Tess fleiri sum síggja týdningin av verkligum, vinnuligum og ástøðiligum útbúgvingum, tess fleiri tilboð kunnu vit seta á stovn. Skúlin sum verður bygdur her við síðuna av letur upp fyri hópin av nýggjum møguleikum.

Fyrstu tilvirkisatstøðinar í Føroya søgu
Tit sum í dag fáa prógv sum tilvirkisatstøðingar eru teir fyrstu føroysku tilvirkisatstøðingarnir yvirhøvur (stavikongtrollin hjá mær kendi als ikki orðið).

Og tað er við einari serligari kenslu og gleði, at eg í dag beri júst tykkum eina heilsu. Eg var so heppin at sita sum landsstýriskvinna í mentamálum eitt skeið frá 2008 til 2011, og setti mær fyri, at slóða fyri fleiri og fjølbroyttari yrksirættaðum útbúgvingum, og sum eisini høvdu ein profil, sum kvinnur hava áhuga fyri.

Á námsferð í Íslandi varð tað greitt, at vit skuldu blíva betri til at taka hond um okkara ymisku og siðbundnu tilfeingi – men við nútímans arbeiðshættum og sniði. Og vit gjørdu av, at fara undir hesa útbúgving, sum tit hava valt, tilvirkisfrøði.

Møguleikarnir eru óendaligur, bæði hjá tykkum, og hjá okkum at menna útbúgvingarnar enn meira. Skjótt fer Setrið undir hægri listfrøðiliga útbúgving, og burturúr samstarvi millum partarnar, kunnu góð úrslit spyrjast burturúr.

Tað skal vera mín vón, at vit ikki einans hava tryggjað tykkum eina útbúgving, men at vit eisini hava kveikt ein vilja og ein áhuga í tykkara barmi at fara víðari – heilt út har, sum mann kanska stúrir fyri ikki at grynna. Tá kunnu kollveltandi úrslit spyrjast burturúr.

Tíðin fer frá Hennes og Mauritz
Klædnaatstøðingaútbúgvingin hevur nakað fleiri ár á baki – men hesar báðar útbúgvingar ganga hond í hond. Og tað hava tit eisini fleiri ferðir prógvað, at snið, design, klædnaframleiðsla og tilfeingi eru meira forvitnislig í dag, enn hesi yrki hava verið leingi.

Eg rokni við at tíðin fer frá Hennes og Mauritz – og at tíðin er við slow clothing, siðbundnum tilvirkingarhættum av nýmótans klæðum og pløggum. Fleiri og fleiri íverksetarar spretta innan tykkara yrki, og tað fegnist eg um hvønn einasta dag. Tí einki er so gevandi sum at evna til lutir og pløgg við sínum egnu hondum og úr egnum høvdi. Og ongantíð betri um mann samstundis loysir onkran átrokandi umhvørvistrupulleika. Kaga vit í siðsøguna er tað so ótrúliga nógv spennandi at byggja á. Minnist eina søgu úr Letlandi. Har var búskaparkreppa og arbeiðsloysi har á leiðini. Siðbundna handverkið var at knipla. Men tað vóru ikki nógvir pengar í tí. Men so fann eitt genalt høvd uppá at evna tey lekrastu og mest eggjandi kvinnu undirklæði burturúr kniplingunum - og tað var ein góð forrætning.

Tit hava fingið gott í beinið og í hendurnar – og eg vóni at eisini tit fara at troyta og at brúka tykkara hugflog, so at vit finna loysnir á til dømis endurnýtslu avbjóðingini, sum vit ikki høvdu droymt um.

Heimurin liggur fyri tykkum opin
Og so til tykkum byggitøkningar og byggifrøðingar. Arbeiðsmarknaðurin hungrar og skríggjar eftir tykkum. So fyri tykkum liggur heimurin opin. Eg vóni, at tit ikki bara velja tann lætta og ókompliseraða vegin, og tær løttu loysnirnar. Men at tit seta tykkum høg mál – til dømis at fyribyrgja øllum hugsandi byggigølum og soppagølum í framtíðini í Føroyum. At tit taka saman lógvatak við tey, sum hava hug at granska og finna fram til tann rætta byggiháttin í føroyskum veðurlagi og umhvørvi. Byggihættir, sum sameina avbjóðingar frá veðurlagi, mentan, fagurfrøði, umhvørvisvernd, fígging og gerandisdegnum í dag. At tit finna fram til røttu og sjálvsøgdu orkuloysnirnar og bjálvingarloysnirnar í búseting og vinnu í Føroyum.

Ja, tað er í grundini ikki endi á spurningum, sum krevja eitt kompetent svar. Og tit kunnu svara, um tit vilja brýggja tykkara høvur – hvør sær og eisini saman.

Eg havi hug at leggja afturat, at tað á altjóða arbeiðsmarknaðinum er stórur tørvur á førleikum innan øll tykkara yrki. Tað kundi verið spennandi og mennandi, um tit eisini vera við til at menna nýggjar útflutningsfyritøkur, sum kunnu gera samhandil okkara við umheimin meira fjølbroyttan, og at tit kunnu selja tænastur innan tykkara yrki út um landoddarnar.

Í nýggjari støðu eru eisini nýggir møguleikar
Dagurin í dag er sjáldsamur á mangan hátt. Bretland hevur júst atkvøtt seg úr ES, og Føroyar eru ikki limir í ES.

Tað hevur verið spátt, at júst henda avgerð breta, kann koma millum annað Føroyum illa við. Nú er hjá øllum klókum høvdum og klókum hondum at síggja teir møguleikarnar, sum tey á Parnassinum ikki hava sæð enn.

Tí í hvørjari einastu nýggjari støðu eru eisini nýggir møguleikar – hvussu truplir teir kunnu vera at fáa eyga á í fyrsta eygnabrá. Eg seti mína vón til, at tit síggja hesar møguleikar, og at tit seta tykkum fyri at troyta teir.

Eg seti eisini mína vón til, at tað fer at riva fyri eygunum, og at fleiri og fleiri ung fara at velja yrkisútbúgvingarleiðina gjøgnum lívið.

Tí í dag er tilveran lívlong læra. Tann sum í dag heldur seg vera liðugt útbúnan er helst meira liðugur enn útbúgvin. Og soleiðis fer tað eisini at vera í tykkara lívi. Eg vænti at síggi fleiri tykkara – her úti í Marknagili í einum hvørjum útbúgvingarørindum næstu árini. Ella at tit leita út í heim at nema tykkum vitan, erfaring og sjónarring.

Hjartaliga tillukku til tykkum øll 36 byggitøkningar, byggifrøðingar, klædnaatstøðingar og tilvirkisatstøðingar við próvnum.

Sum sagt teldutøka orðabók mín kendi ikki hesi heiti tilvirkisatstøði, klædnaatstøði og byggitøkni.

Farið tit út og geri hesi heiti kend og ómissandi.

Helena Dam Neystabø


12-07-2016
Glasir glasiliga reist

5. juli 2016 var ein stórur dagur í føroyskari byggisøgu, tá reisigildi varð hildið á Glasir við Marknagil, sum er Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð. Umleið 200 fólk luttóku í reisigildinum, har ímillum umboð fyri donsku arkitektafyritøkuna, BIG, sum hevur teknað stóru og glasiligu verkætlanina.

Sum fjølmiðlarnir longu hava greitt frá vítt og breitt, so var reisigildi hildið í gjár á nýggja miðnámsskúlanum í Havn, Glasir. Talan er sjálvandi um eitt týdningarmikið vegamót í Føroya størstu verkætlan, sum tað hava verið stórar avbjóðingar við, eftirsum byggingin hevur verið rakt av nógvum trupulleikum. Hetta er ikki ókent nakrastaðni í sambandi við stórar byggiverkætlanir. Í gjár vóru hesir trupulleikar lagdir til viks eina løtu, meðan reisigildið fór fram.

Tiltakið, sum varð hildið í leingjuni við høvuðsinngongdina og út móti stóra runda høvuðsbygninginum, byrjaði við, at Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin, og segði nøkur orð um gongdina í verkætlanini.

- Hetta er eitt vegamót og ein stórur dagur fyri okkum øll, sum hava við verkætlanina at gera. Ikki minst fyri tey, sum fara at hava sína dagligu gongd her. Tað veri seg bæði næmingar, lærarar og starvsfólk annars, segði Ewald Kjølbro.

Hann vísti á mongu snávingarsteinarnar á vegnum, sum hava borið í sær stórar avbjóðingar.

- Onkrar kundu vit havt verið fyri uttan, men tað lata vit liggja í dag. Kjarnin í øllum er, at okkara unga ættarlið skjótt fær góðar og virðiligar karmar at leggja grundstøðið undir víðari útbúgving. Tað veit eg fer at gerast veruleiki við tí stásiliga bygningi, vit nú standa í, segði stjórin á Landsverki.

Síðani fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna, orðið, og eisini hon fegnaðist um teir stóru framtíðarmøguleikarnar, ið stóru og stásiligu skúlakarmarnar fara at geva unga ættarliðnum.

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasir, sum til gleði fyri útlendsku áhoyrarnar úr Danmark og Íslandi valdi at halda sína talu á enskum, vísti á stóru møguleikarnar á Glasi, ið verður ein samanlagdur skúli millum Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska Skúla við plássi fyri umleið 1.500 miðnámsskúlanæmingum.

Arkitektarnir handan glasiligu verkætlanina vóru sjálvandi komnir til Føroya í sambandi við reisigildið.

Bjarki Ingels, sum hevur lagt navn til ungu og longu heimsgitnu arkitektafyritøkuna, BIG – Bjarke Ingels Group, greiddi frá visjónunum við bygninginum.

Fyritøkan, sum í 2007 gjørdi vinnandi uppskotið til skúlan í arkitektakappingini, hevði tá umleið 70 fólk í starvi. Í dag eru umleið 400 starvsfólk á BIG, ið fyri nøkrum árum síðani lat upp deild á sjálvum Manhattan í New York.

- Sjálvt um skyline á Manhattan er stórsligið, so er tað einki ímóti tí, vit síggja her, segði Bjarke Ingels og peikaði á náttúrugivnu umstøðurnar kring skúlan við framúr góða útsýninum frá skúlanum yvir høvuðsstaðin og Nólsoyarfjørð.

Ein annar av ánarunum í BIG, arktekturin Finn Nørkjær, sum er tann, ið mest hevur arbeitt við stóru verkætlanini, fekk eisini orðið. Hann arbeiddi í Føroyum og búði her saman við familjuni í eitt hálvt ár, meðan verkætlanin varð teknað. Hann fegnaðist um úrslitið av samstarvinum um verkætlanina.

Teir umleið 200 gestirnir fingu undir reisigildinum bjóðað lættari ábit og drekka. Veðrið var av tí fagrasta, sum tað hevur verið nú í fleiri vikur, og tað gjørdi sjálvandi sítt til, at tiltakið eydnaðist so væl.

Glasir er umleið 20.000 fermetrar til støddar, og fíggjarkarmurin fyri verkætlanina er 515 mió. krónur, íroknað innbúgv og annað. Eftir ætlan skal vera klárt at flyta inn við skúlaársbyrjan næsta ár.