VITAN

VITAN

Eftirútbúgvingargrunnurin VITAN

Eftirútbúgvingargrunnurin VITAN varð stovnaður við tí høvuðsendamáli at fremja eftirútbúgving innan handverksvinnuna við at veita fíggjarligan og tekniskan stuðul til limirnar í feløgunum, ið ætla sær á eftirútbúgvingarskeið.

Ognarar grunsins eru Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverksmeistarafelag.

Bæði meistarar og sveinar gjalda til grunnin og kunnu søkja um stuðul.

Gjøld í grunnin:
Arbeiðsgevarin: 10 oyru pr. tíma. (eftir skatt)
Løntakarin: 10 oyru pr. tíma. (eftir skatt)

Konto: 9181-495.879.0
Konto: 6460-101.278.0

Umsiting:
Vinnuhúsið, Postboks 1039, 110 Tórshavn.
tlf. 30 99 00 - fax: 30 99 01. Teldupostur: mikkjal@industry.fo 

Meira er at lesa um grunnin í reglugerð og umsóknarblaði, ið kann heintast niðanfyri.