Dátuverndarkunning

Dátuverndarkunning

1. Innleiðsla

Havnar Handverkarafelag er eitt fakfelagssamstarv millum fleiri sjálvstøðug lokal limafeløg. Hetta merkir, at tá tú gerst limur í einum av lokalu limafeløgunum undir Havnar Handverkarafelag, verður tú eisini sjálvvirkandi limur í Havnar Handverkarafelag, ið er meginfelagið í samstarvinum. Fakfelagssamstarvið stendst av:

  • Havnar Handverkarafelag (vit)
  • Skála Handverkarafelag
  • Vágs Handverkarafelag
  • Tvøroyrar Handverkarafelag
  • Grafiska Yrkisfelagið

Sum meginfelag í samstarvinum hevur Havnar Handverkarafelag skyldu til at tryggja trúnað, rættleika og atgongd til upplýsingar, harav persónupplýsingar um okkara limir, veitarar, samstarvsfelagar og starvsfólk. Vit arbeiða støðugt fyri at verja persónupplýsingarnar við at raðfesta trygdina og tryggja, at vit leypandi yvirhalda dátuverndarlógina.

Tá tú ert limur í Havnar Handverkarafelagið, viðgera vit vanliga nakrar persónupplýsingar um teg soleiðis, at vit sum fakfelag á bestan hátt kunnu røkja tíni áhugamál.

Havnar Handverkarafelag er dátuábyrgdari av teimum upplýsingum, ið vit viðgera um limir okkara. Hetta merkir so eisini, at tað lokala limafelagið eisini er dátuábyrgdari av teimum upplýsingum, ið tey hava um limin.

2. Meginreglur fyri viðgerð og rættindi hjá tí skrásetta

2.1 Hvussu viðgera vit persónupplýsingar

Um ein er limur í Havnar Handverkarafelag, viðgera vit eina røð av persónupplýsingum um viðkomandi. Hetta gera vit fyri at røkja áhugamálini hjá limunum. Tískil er tað umráðandi, at ein hevur álit á, at vit viðgera tínar persónupplýsingar lógliga, rímiliga og við fullum gjøgnumskygni, at vit einans viðgera persónupplýsingar avmarkað til endamálið, og at okkara dátuviðgerðir avmarka nýtsluna av persónupplýsingum mest møguligt. Vit stremba eftir, at okkara upplýsingar altíð eru so rættar sum gjørligt, og at tær verða goymdar stytst møguligt. Harumframt leggja vit áherðslu á, at allar persónupplýsingar verða viðgjørdar á ein hátt, ið tryggjar, at rættleiki og trúnaður verða varðveittir, og at viðgerðin er ábyrgdarfull og reglulig.

2.2 Hví viðgera vit persónupplýsingar

Høvuðsendamálið við okkara viðgerð av persónupplýsingum er at tryggja, at vit best møguligt kunnu hjálpa við at tryggja, at fakfelagsrættindini verða vird. Harumframt viðgera vit eisini persónupplýsingar til onnur endamál so sum okkara avsláttarskipan og tryggingarsamstarv.

Avsláttarskipanin er í samstarv við Landsfelag Handverkaranna, men vit útflýggja sjálvi kort til okkara limir. Landsfelag Handverkaranna fær tí ongar persónupplýsingar frá Havnar Handverkarafelag.

Havnar Handverkarafelag hevur valt LÍV sum veitara av samlagstrygging til limirnar, tí LÍV lýkur tey krøv og tey ynski, vit seta til kundatænastu til limir okkara.

2.3 Hvussu leingi varðveita vit tínar persónupplýsingar

Vit goyma persónupplýsingar so leingi, ein er limur í Havnar Handverkarafelag ella so leingi, vit hava lógarheimild og meta tað vera sakligt at goyma upplýsingarnar.

Tá tú ikki longur ert limur í Havnar Handverkarafelagið, goyma vit upplýsingarnar, um vit hava eina ávísa orsøk og lógarheimild til tess. Vit vilja t.d. hava eina sakliga orsøk til at goyma tínar persónupplýsingar í longri tí, um tú hevur havt eina sak um arbeiðsskaða, eina sak um sáttmálabrot eina sak av stórum týdningi ella aðrar hendingar, har tað er neyðugt, at vit goyma tínar persónupplýsingar.

Harumframt kunnu vit verða bundin til at goyma upplýsingar viðvíkjandi aðrari serlóggávu enn dátuverndarlógini í longri ella styttri áramál. Hetta er millum annað galdandi fyri roknskapartilfar, ið vit skulu goyma í minst 5 ár sambært bókhaldslógini.

2.4 Hvat fyri persónupplýsingar viðgera vit?

Vit viðgera bæði vanligar og viðkvæmar persónupplýsingar um limir okkara.

2.4.1 Cookies (farspor)

Heimasíðan hjá okkum brúkar kennifílar (farspor) at savna fylgjandi upplýsingar um teg

  • Slag av tóleind
  • Slag av kaga (Browser)
  • Tíðarsonu
  • IP-addressu
  • Hvørja síðu, tú vitjar
  • Hvussu tú fanst fram til okkara síðu

Vit nýta ymiskar kennifílur á heimasíðuni, hesar kunnu býtast upp í fylgjandi partar:


Neyðugar: Neyðugar kennifílur hjálpa okkum at gera grundleggjandi møguleikar á heimasíðuni virknar. Fyri at heimasíðan skal kunna nýtast á ein nøktandi hátt, er neyðugt at nýta hesar kennifílur. Tær verða tí nýttar uttan samtykki.

Brúkarauppliving: Vit savna inn upplýsingar um tínar stillingar og val á heimasíðuni. Hesar kennifílur gera tað møguligt at vísa tær tann partin av heimasíðuni, ið er mest viðkomandi fyri teg. Kennifílurnar geva t.d. møguleika at goyma upplýsingar um, hvat mál tú velur.

Hagtøl: Vit nýta hagfrøðiligar kennifílur til at síggja, hvussu tú nýtir heimasíðuna. Kunning um atferðina hjá vitjandi hjálpir okkum at gera marknaðargreiningar og at gera heimasíðuna meiri effektiva og brúkaravinarliga.

Marknaðarførsla: Vit nýta ongar kennifílur til marknaðarførslu.

Til ber at lesa meira um okkara kennifílur, harav um veitarar, og hvussu leingi hesar verða goymdar á okkara kunning um farspor.

2.4.2 Fakfelagsarbeið

Vit viðgera fylgjandi (vanligar) persónupplýsingar, sum er partur av okkara fakfelags arbeiði:

  • Samleikaupplýsingar
    - Navn
    - Aldur
    - Kyn
    - Tjóðskapur
    - Bústaður
    - Telefonnummar
    - Teldupostur
  • P-tal
  • Limanummar
  • Núverandi og søgulig starvsviðurskifti
  • Núverandi og søgulig arbeiðsloysisviðurskifti
  • Núverandi og søgulig mál, sakir og sakarmál við arbeiðsgevarar
  • Upplýsingar um tryggingarviðurskifti
  • Limagjald ella skyldug gjøld til okkum
  • Fyrispurningur og klagur

Umframt vanligu persónupplýsingarnar kunnu vit eisini viðgera viðkvæmar persónupplýsingar um limir. Hetta kann vera sum partur av einum kærumáli, ið ein hevur við arbeiðsgevaran vegna uppsøgn ella líknandi.

Vit kunnu viðgera fylgjandi viðkvæmar persónupplýsingar:

  • Fakfelagsviðurskifti
  • Upplýsingar um heilsustøðu, til dømis um ein limur hevur onkran arbeiðsskaða, er uppsagdur ella
    líknandi
  • Upplýsingar um seksuella orientering ella seksuell viðurskifti. Til dømis um ein hevur verið útsettur
    fyri diskriminatión ella “sex chikanu” á arbeiðsplássinum
  • Upplýsingar um religión, etniskan uppruna ella líknandi. Til dømis um ein hevur verið útsettur fyri
    diskriminatión
  • Upplýsingar um revsiverd viðurskifti. Til dømis í sambandi við uppsøgn ella átalur, grundaðan
    illgruna um, at ein hevur gjørt okkurt revsivert

Vit viðgera tó í høvuðsheitum bert viðkvæmar persónupplýsingar um limir, tá limurin sjálv/ur hevur latið okkum tær.

2.5 Avleiðing um viðkomandi ikki ynskir at útflýggja omanfyri standandi persónupplýsingar

Uttan samleikaupplýsingar og P-tal eru vit ikki før fyri at bjóða tær limaskap í Havnar Handverkarafelagi. Tað er tó valfrítt, um ein limur ynskir at brúka okkum til ráðgeving og hjálp við starvsrættarligum viðurskiftum, men um vit ikki kenna grundina til eina uppsøgn ella núverandi og søgulig starvsviðurskifti ella viðkvæmar persónupplýsingar, eru vit ikki før fyri til at veita røttu hjálpina og vegleiðingina.

2.6 Hvat er okkara lógarheimild?

Sum meginregla viðgera vit vanligar persónupplýsingar við støði í tí avtaluni, ið gjørd er, tá ein innlimast í eitt av lokalu limafeløgunum í Havnar Handverkarafelag. Viðgerð av viðkvæmum persónupplýsingum hevur støðið í teimum serreglum, ið eru galdandi fyri fakfeløg í dátuverndarlógini og aðrari serlóggávu.

Hetta gevur okkum millum annað loyvi at deila upplýsingar millum títt lokala fakfelag og meginfelagið Havnar Handverkarafelag.

Endamálið við at deila upplýsingar millum lokalu fakfeløgini og meginfelagið Havnar Handverkarafelag í sambandi við innliming er at gera okkum før fyri at útinna okkara fakfelagsvirksemi, herundir at tryggja, at rættindi hjá limunum verða hildin og at veita ráðgeving og hjálp, um arbeiðsgevarin ger seg inn á rættindi hjá fakfelagslimunum og veita hjálp og ráðgeving til fakfelagslimirnar í sambandi við teirra starvsviðurskifti ella í sambandi við arbeiðsloysi.

Vit brúka í høvuðsheitum fylgjandi lógarheimild:

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 1
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 2
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 6
  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 5

2.7 Dátuvernd

Havnar Handverkarafelag hevur útyvir ein innanhýsis KT-trygdarpolitikk fingið í lag teknisk og bygnaðarlig trygdarviðurskifti, ið skulu tryggja trúnaðin, rættleikan og atgongd til persónupplýsingar. Soleiðis tryggja vit, at upplýsingarnar eru í tryggum hondum hjá okkum.

2.8 Rætturin hjá tí skrásetta

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi, sum Havnar Handverkarafelag, sum dátuábyrgdari hevur skyldu at fylgja. Hesi rættindi eru:

Rætt til gjøgnumskygna kunning: Tann skrásetti hevur rætt til at fáa eina kunning um, hvussu sínir persónupplýsingar verða viðgjørdir av dátuábyrgdaranum. Hendan kunning er latin í hesari dátuverndarkunning.

Rætt til innlit: Tann skrásetti hevur rætt til at fáa upplýsingar um hansara ella hennara persónupplýsingar, sum vera viðgjørdir, umframt eitt avrit av hesum upplýsingum útflýggjaðar.

Rætt til rætting: Tann skrásetti hevur rætt til at fáa skeivar upplýsingar um viðkomandi rættaðir.

Rætt til striking (ella “rættin av verða gloymd/ur”): Tann skrásetti hevur rætt til at krevja, at dátuábyrgdarin strikar hansara/hennara persónupplýsingar, um ein framhaldandi viðgerð av hesum upplýsingum ikki er heimilað

Rætt at taka aftur samtykki: (tá viðgerðin er grundað á samtykki). Fyri at eitt samtykki er galdandi, skal tann skrásetti hava rætt at kunna taka samtykkið aftur. Tann skrásetti hevur eina og hvørja tíð rætt til at taka sítt samtykki aftur. Afturtøka at samtykkið ávirkar ikki heimildina av viðgerðini, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.

Rætt at avmarka dátuviðgerð: Tann skrásetti hevur í ávísum førum rætt til at avmarka viðgerðina av hansara persónupplýsingum til nøkur endamál. Hetta kann til dømis vera profilering ella automatisk viðgerð av ymiskum slagi.

Rætt til dátuflutning: Tann skrásetti kann krevja tær persónupplýsingar frá dátuábyrgdara, sum skrásetti sjálvur hevur latið, og kann flyta hesar til annan dátuábyrgdara á einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætt til mótmæli: Tann skrásetti hevur rætt til at mótmæla ávísar viðgerðir, hareftir viðgerðin skal steðga. Um persónupplýsingar verða viðgjørdir í sambandi við beinleiðis marknaðarføring, hevur tann skrásetti altíð rætt til at mótmæla tílíkari viðgerð, harav eisini profilering.

Rætt til ikki at vera undirgivin automatiskum avgerðum (profilering): Tann skrásetti hevur rætt til, ikki at vera undirgivin avgerðum, ið eru grundaðar á automatiska viðgerð, undir hesum profileringum.

Møguligt er at lesa meira um rættindi hjá skrásetta á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum: www.dat.fo

2.9 Hvørjum verða tínar upplýsingar deildar við?

Havnar Handverkarafelag er meginfelag hjá øllum teimum lokalu fakfelagslimafeløgunum, og tí verða upplýsingar deildar millum lokalu fakfeløgini í samtakinum og meginfelagið, tá hetta tørvast. Tað kunnu koma støður, har vit deila upplýsingar við tín arbeiðsgevara, tað skal tó havast í huga, at Havnar Handverkarafelag altíð røkir áhugamálini hjá limunum, fyrst og fremst.

Í onkrum støðum eru vit bundin at deila upplýsingar við almennar myndugleikar. Hetta kann til dømis vera í sambandi við málsviðgerð av einum arbeiðsskaða, har vit skulu samstarva við politiið ella dómsveldið. Harumframt deila vit eisini upplýsingar við LÍVSVERK og Lív, ið tann mun hetta krevst fyri at røkja áhugamál viðvíkjandi pensjón og trygging.

Vit geva eisini upplýsingar víðari til okkara grannskoðara í sambandi grannskoðanina av roknskapinum hjá Havnar Handverkarafelag og sakførarar, um hetta krevst í onkrari ítøkiligari støðu. Harumframt hava vit dátuviðgeraravtalur við okkara veitarar av KT útgerð.

3 Samskiftisupplýsingar

Er ynski um at fáa meiri at vita um okkara dátuviðgerð av tínum persónupplýsingum, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á ein av niðanfyri standandi hátt:

Stoffalág 60
Postboks 203
110 Tórshavn
(+298) 35 48 00
handverk@handverk.fo

4 Klagumøguleikar

Limir hevur rætt til at klaga til Dátueftirlitið um síni rættindi umframt okkara viðgerð av persónupplýsingum. Fyri nærri upplýsingar, um hvussu tú kærur til Dátueftirlitið, verður víst til heimasíðuna hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.

5 Dagføringar av dátuverndarkunningini

Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru.

Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 12. juli 2023.