Fyrimunir

Fyrimunir

Hvønn fyrimun havi eg av limaskapi í fakfelag?

Henda spurning hoyra vit av og á. Givið er, at ein ikki skal lima seg inn í nakað felag, bert tí at tað er stuttligt, men við at skipa seg í felag, stendur ein so nógv sterkari.

  1. Felagið veitir limun ókeypis løgfrøðihjálp í sáttmálaspurningum og trætum, herundir innheintan av manglandi løn/eftirløn,setanarskriv,lønarseðlar v.m.
  2. Ráðgeving í sáttmálaspurningum
  3. Limir felagsins eru lívstryggjaðir
  4. Limir felagsins fáa skattafrítt útgjald, við eftirlønaraldur
  5. Egnan eftirlønargrunn,og harvið bíligari rakstur og meir avkast
  6. Ískoyti frá sjúkragrunnurin BATA, undir sjúku.
  7. Leiga av veitsluhølum fyri serprís.
  8. Ávirkan.
  9. Avsláttur í ávísum handlum og fyritøkum.

Limatilboð

Ert tú limur í Havnar Handverkarafelag ella einum av feløgunum í LFH, fært tú avsláttur á fylgjandi støðum.Treyt fyri at fáa avsláttur er, at tú vísir gildugt limakort fram,tá keypt verður.

www.dekk.fo

www.batatanastan.fo

www.lm.fo

www.tangavirkid.fo

www.alval.fo

hjafroda.fo

Café Glasstovan á Tvøroyri