Eftirlønargrunnurin

Eftirlønargrunnurin

Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags varð stovnaður 29. desember 1999. Men áðrenn grunnurin var stovnaður í 1999, varð drúgt fyrireikingararbeiði gjørt og longu í sáttmálanum, sum varð gjørdur 23. september 1995 við Føroya Handverks- meistarafelag, varð eftirlønargrunnur nevndur.

Fyrsta nevndin í eftirlønargrunninum var hendan:Eli Brimsvík,Tummas Kjærbo og Bjarni Péturson valdir av limunum,og Eyðfinn Petersen og Jens Meitilberg útnevndir av Havnar Handverkarafelag.

Tá greiðast skal frá grunninum, er fyrst at nevna, at grunnurin er í tveimum pørtum.

1) Ein samhaldsfastur partur.
2) Ein persónlig kapitalpensión.

Inngjøld hjá sveinum:

1. oktober 2007: 13% (handverkarin 2% og meistarin 11%)
1. oktober 2008: 14% (handverkarin 2% og meistarin 12%)
1. oktober 2009: 15% (handverkarin 2% og meistarin 13%)

Inngjøld hjá lærlingum:

1. oktober 2007: 5,5% (meistarin 5,5%)
1. oktober 2008: 6,5% (meistarin 6,5%)
1. oktober 2009: 7,5% (meistarin 7,5%)

Útgjald av persónligari kapitalpensión:

Tá limur røkkur eftirlønaraldur verður uppsparda kapitalpensiónin goldin út í einum gjaldi.
Doyr limur - áðrenn hann røkkur eftirlønaraldur - verður øll kapitalpensiónin goldin arvingunum.
Kapitalpensión kann - í fyrsta lagi - gjaldast limi, tá hann er vorðin 60 ára gamal.

Útgjald úr samhaldsfasta partinum:

Teir limir, ið hava goldið inn í samhaldsfasta partin fáa, tá teir røkka eftirlønaraldur, útgjald frá grunninum. Hetta er føst upphædd, sum verður goldin hvønn mánað til deyða. Mánaðarliga upphæddin verður ásett í mun til tað, sum er goldið inn.