Persónsupplýsingar

Persónsupplýsingar

Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags savnar upplýsingar inn frá limunum. Talan er um upplýsingar, ið eru neyðugir í sambandi við umsiting av eftirløn limanna.

Talan kann eitt nú vera um upplýsingar so sum navn, bústað, P-tal, telefonnummur og teldupostadressu, eins og aðrar viðkomandi upplýsingar, í sambandi við eftirlønina. Vit skráseta hesar upplýsingar fyri at umsita og ráðgeva um eftirløn.

Umframt teir upplýsingar, ið limirnir lata okkum, kunnu vit fáa upplýsingar frá øðrum, um limur hevur givið loyvi til hetta. Eftirlønargrunnurin biðjur eisini um upplýsingar frá fólkayvirlitinum (í samband við dagføring av upplýsingum um bústað) og øðrum alment atkomandi keldum og skráum.

Víðarilatan av persónsupplýsingum

Sum meginregla lata vit ikki tínar persónsupplýsingar víðari. Vit hava tagnarskyldu og viðgera tínar persónsupplýsingar í trúnaði. Tó kunnu vit sambært galdandi lóggávu hava skyldu til at lata almennum myndugleikum upplýsingar.

Umframt hetta lata vit upplýsingar um teg víðari, um tú samtykkir hetta. Um tú ikki samtykkir í hesum, lata vit einans øðrum upplýsingar um teg, innan karmarnar, ið lógin um tryggingarvirksemi og lógin um viðgerð av persónsupplýsingum áseta og einans um tað er neyðugt fyri at umsita tína eftirløn ella fyri at viðgera títt mál.

Innlit í handfaring av persónsupplýsingum

Tú kanst altíð fáa nærri at vita, hvørjar upplýsingar vit hava skrásettar um teg í løtuni, eins og tú kanst fáa rættað møguligar skeivar skrásetingar. Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags kann áseta eitt ómaksgjald, um tú vilt hava skrivligt svar uppá fyrispurningin. Harumframt kanst tú altíð fáa at vita, hvussu víðfevnd samtykkini eru, ið tú hevur givið.

Vend tær til:

Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags
Stoffalág 60
Postsmoga 203
FO-110 Tórshavn