Havnar Handverkarafelag
Stoffalág 60
Postboks 203
110 Tórshavn
Løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 23. mai 1997.
Lógin um frítíð við løn tryggjar løntakarum rætt til frítíð og frítíðarløn. Løntakarar hava ikki bara rætt til, men eisini skyldu til at halda frítíðina. Frítíðin er 30 dagar, íroknað leygardag, fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars, sum oftast er innvinningarárið. [1] (sí niðast).
Innvinningarárið er tað árið, sum løntakari vinnur rættin til at halda frí. Arbeiðir løntakarin styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin sett í mun til arbeiðstíðina, tvs. at fyri hvønn mánað, sum arbeitt verður, vinnur løntakarin 2,5 dagar um mánaðin. Løntakari, sum ikki hevur vunnið sær rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn, hevur tó rætt til at taka frí uttan løn í upp til 30 dagar í einum frítíðarári.
Frítíðin skal verða tikin í tíðarskeiðnum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið). Minst fýra vikur av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðini frá 2. mai til 30. september (frítíðarskeiðið). Restfrítíð kann ikki fara út um frítíðarárið. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær frítíðin skal takast, og boðar honum frá hesum við rímiligari freist. Arbeiðsgevarin ger endaliga av, nær frítíðin skal haldast.
Tímalønt fáa frítíðarløn, ið er 12% av vunnari løn.
Mánaðarløntir løntakarar hava rætt til frítíð við løn og frítíðarískoyti, ið er 1,5% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári. Av yvirtíð verður goldið frítíðarískoyti á 1,5%.
Tá frítíðarløn verður roknað út, skulu teljast við allar skattskyldugar lønarveitingar, tó ikki løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti. Hetta merkir, at frítíðarløn verður ikki goldin av eftirløn, tá eftirlønin verður hildin uttan fyri a-skattaskipanina.
[1] Innvinningarárið kann í staðin vera álmanakkaárið, um hetta er ásett í sáttmála millum avvarðandi partar.