Ofta spurt

Ofta spurt

 

 

Spurningur:

Kann lærumeistari siga upp lærusáttmála,aftaná at royndartíðin er av?

Svar:

Høvuðsreglan (Yl §§ 38-42) er, at aftan á royndartíðina, sum frá 1 juli 2015 var broytt til 6 mánaðir, kann lærusáttmálin ikki sigast upp. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta. Váttanin skal gerast á oyðublaðnum: Umsókn um broyting í lærusáttmála.

Í royndartíðini kann annar parturin tó siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina. (Yl § 38, stk. 2)

Er royndartíðin lokin, og skuldi tað hent, at annar parturin ikki heldur skyldur sínar, so kann hin parturin siga sáttmálan upp.
Uppsøgning skal tá koma ikki seinni enn ein mánaða eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini, sum uppsøgning er grundað á.

Eru partarnir ósamdir um onkur týðandi viðurskifti viðvíkjandi læruni, herundir um uppsøgn av sáttmála, so eiga teir at leggja málið fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum so skal royna semju.

Kann yrkisnevndin ikki fáa partarnar at koma til semju um uppsøgn av sáttmála, so kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, sum kann seta lærusáttmála úr gildi og taka støðu til spurningin um endurgjald.
Í seinasta lagi 8 vikur eftir at sáttmálanevndin hevur gjørt úrskurð, kunnu partarnir leggja málið fyri Føroya Rætt.

Lærusáttmáli fellur burtur, um lærlingur av eini hvørji orsøk (YL §30) verður útihýstur frá undirvísingini á skúla, har skúlagongdin er.
Onnur viðurskifti, sum kunnu gera, at sáttmáli verður settur úr gildi eru eitt nú, at virki heldur uppat, og at fyritreytirnar fyri góðkenning av virki sum lærupláss detta burtur.
 

 

Spurningur: Hvar finni eg yvirlit yvir fyritøkur,sum vit hava avsláttaravtalur við?

Svar: Far á forsíðuna ovast og trýst á "limir."Síðan sum so kemur fram hevur nakrar bjálkar vinstru megin,og 3 niðast er ein bjálki sum eitur limatilboð.Trýst á bjálkan og yvirlitið kemur fram.

 

Spurningur: Hvussu gerði eg,um eg havi brúk fyri advokat hjálp frá felagnum?

Svar: Felagið veitir limunum advokat hjálp í fakfelagsviðurskiftum.Kemur tú soleiðis fyri, at brúk er fyri advokathjálp,skal tú venda tær til felagið,sum leiðbeinir teg og vísir tær til advokatin.Um limur vendir sær beinleiðis til advokat uttanum felagið,er hetta óviðkomandi fyri felagið.

 

Spurningur: Arbeiðsgevari mín rindar bert tað lógarásetta eftirlønargjaldi inn.Er tað rætt?

Svar: Nei,um sáttmálar regulerða økið,eru tað teir sum eru galdandi,óansæð um tú ert limur í fakfelag ella ikki.

Spurningur: Arbeiðsgevarin mín sigur, at hann ikki er limur í arbeiðsgevarafelagnum,og tí ikki hevur skyldu til at rinda tey sáttmála-ásettu gjøldini.Er tað rætt?

Svar: Nei, at ein arbeiðsgevari ikki er limur í arbeiðsgevarafelagnum frítekur hann ikki fyri,at halda sáttmálan.

Spurningur: Hvussu berði eg meg at,um arbeiðsgevari mín ikki vil rinda sáttmála-ásetta eftirlønargjaldi?

Svar: Um tú ert limur í einum fakfelag,eigur tú at venda tær til tað felagið,í síðani tekur málið upp við arbeiðsgevaran,og um neyðugt kann senda málið víðari til innheintingar.

Spurningur: Kann limur venda sær til felagið um løgfrøðihjálp?

Svar: Ja,felagið kann veita løgfrøðiliga hjálp til limir,viðv sáttmálaósemjun,manglandi inngjaldingun,trupuleikum ä arbeiðsplássi,v.m.

Spurningur: Er tað eisini galdandi fyri lærlingar?

Svar: Ja, lærlingar hava somu rættindi sum aðrir limir.

Spurningur: Mín meistari pástendur,at eg sum lærlingur ikki eigi rætt til feriu,er tað rætt?

Svar: Nei,øll hava rætt til 5 vikur feriu,eisini lærlingar.

Spurningur: Nær skal frítíðin haldast?

Svar: 

Sambært frítíðarlógini er tað arbeiðsgevarin, sum í samráð við løntakaran ásetur, nær frítíð skal haldast.

Tó er ásett í lógini, at minst 24 dagar, t.e. 4 vikur, av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðarskeiðinum 2. mai­ 30.september.
Rættur arbeiðsgevarans at taka endaliga støðu til, nær summarfrítíðin skal takast, merkir eisini, at um arbeiðsplássið steingir ávísa tíð, hevur løntakarin skyldu til at taka summarfrítíðina hetta tíðarskeiðið, alt undir tí fyritreyt, at 24 daga t .e . 4 viku reglan, sum nevnd frammanfyri, verður hildin.

Rættur til summarfrí
Frítíðarárið verður roknað frá 1. apríl til 31. mars.
Sjálvt um limur ikki hevur uppvunnið sær rætt til frítíð við løn, hevur limur tó altíð rætt til 5 vikur summarfrí – hin spurningurin er so, hvussu nógva løn ein hevur rætt til í summarfrítíðini.

Uppvunnið
Uppvunnir verða 2,5 dagar frítíð við løn fyri hvønn mánað ein hevur arbeitt . T .v .s . at er ein limur t .d . komin í starv 1 . jan . 2012, hevur viðkomandi rætt til løn í 7,5 dagar, t .e . 2,5 dagar fyri januar + februar + mars, eftirsum frítíðarárið skiftir 31 . mars.
Sambært frítíðarlógini er frítíðin 30 dagar – t .v .s . 6 dagar x 5 vikur.
Frítíðin verður smb . Frítíðarlógina roknað frá mánadag til og við leygardag.
Hvat hendir, um løntakarin gerst sjúkur, áðrenn hann skal byrja summarfrítíð sína. Um løntakari gerst sjúkur og boðar arbeiðsgevaranum frá hesum, áðrenn summarfrítíðin skal haldast, so verður summarfrítíðin útsett, so leingi viðkomandi er sjúkrameldaður.


Um talan er um arbeiðspláss, sum steingir í summarfrítíðini, og løntakari gerst sjúkur, áðrenn summarfrítíðin skal byrja og sjúkrameldaður, so byrjar summarfrítíðin hjá viðkomandi ikki, fyrr enn viðkomandi er frískur aftur.
Hvat hendir, um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini. Um løntakari gerst sjúkur summarfrítíðini, hevur ein ikki rætt til eyka summarfrítíð.
Undir serligum umstøðum kann løntakarin søkja um at fáa frítíðina góðgjørda frá arbeiðsgevaranum.

Hvussu er rættarstøðan, tá løntakari verður sagdur úr starvi:
Í Frítíðarlógini § 8 er ásett, at um løntakari verður uppsagdur, so má uppsparda frítíðin ikki leggjast inn í uppsagnartíðina . Tað merkir, at uppsagnarfreistin skal leingjast samsvarandi.

Spurningur: Kann arbeiðsgevari siga fólki upp, meðan tey eru sjúkrameldaði?

Svar: Ja,um uppsøgnin er sakliga grunda,og tildømis skildast sparing ella minkandi arbeiðið.

 

Spurningur:Hvussu gerði eg,um eg komi til skaða á arbeiðsplássinum?

Svar:  Allir handverkarar og serarbeiðarar eru tryggjaðir mótvegis arbeiðsskaða. Hevur tú verði úti fyri einum vanlukkutilburði á arbeiðsplássinum, so er sera týdningarmikið at tryggja sær, at skaðatilburðurin eisini verður fráboðaður Føroya Vanlukkutryggingarráð innan eitt ár. Tryggingin tekur ikki við, um fráboðanin kemur inn seinni enn 1 ár eftir skaðan. Vanlukkutryggingarráðið viðgerð, um skaðatilburðurin er fevndur av tryggingini.

Spurningur: Fái eg dagpening meðan eg eri sjúkrameldaður?

Svar: Gerst tú sjúkur er gjørligt at fáa dagpening úr sjúkradgapeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Útgjaldið er í mesta lagi ein upphædd sum svarar til 80% av eini arbeiðaraløn. Veitingin verður vanliga roknað út frá miðalinntøkuni tær seinastu 5 vikurnar undan sjúkrameldingini. 

Limir í Havnar Handverkarafelag fáa umframt, útgjald úr sjúkragrunninum "BATA" sum rindar munin upp til 90% av einari handverkaraløn.

 

Hvat kann  eitt  fakfelag  gera fyri meg?     Hvønn fyrimun havi eg sum lærlingur?
Hetta eru alt spurningar, sum ofta vera settir, og tað av røttum. Givið er, at tá tú ger eina kontrakt við ein lærumeiðstara, fær tú nøkur grundleggjandi rættindi, og ikki minst eisini skyldir mótvegis lærumeistaranum. Umráðandi er tí, at tú sum lærlingur kennir hesi rættindi  og skyldir. Jú meir, tú sum lærlingur setir teg inn í hesi viðurskiftir, jú meiri vitan fært tú, vitan, sum tú kanst taka við tær inn  í vaksnamannalívið.
Kanningar vísa, at millum annað vitan er lykilin til gott samstarv. Er samstarvið gott, slepst helst undan nógvum ósemjum, sum annars kundu uppstaðið, tað verði seg innan sáttmálaøki, løn/eftirløn, sáttmálatulking, frítíð o.a. Til dømis, eru tað  tíverri fleiri lærlingar, sum ikki vita av, at teir  hava rætt til eftirlønargjald,sum í løtuni er 13%.
Sum  limur í fakfelag ert tú tryggjaður hesi rættindi. Tað vil siga, at um ósemjur uppstanda, er fakfelagið tín stuðul og veitir eisini limum ókeypis advokathjálp, um tað gerst neyðugt. Sum limur í Havnar Handverkarafelag er tú eisini við í bólkatryggingini, sum fevnir um:
Útgjald við deyð!
Útgjald fyri ávísar hættisligar sjúkur!
Eisini børn hjá tryggingartakara (millum 28 dagar og 18 ár). Meir kunning um tryggingar o.a. fæst við at venda sær til felagið.
So hví ikki? Hvat bíðar tú eftir? Fá tað nú gjørt! handverk@handverk.fo  www.handverk.fo