Tíðindi

Hesum taka við als ikki undir við

13/06-2019

 Hesum taka vit als ikki undir við

Vit eiga fyrst at fáa skil á heima hjá okkum sjálvum, áðrenn vit fáa fleiri útlendingar til FøroyVit taka als ikki undir við, at tað skal verða lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.

Tað sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði aðalfund fyri kortum og har endurtóku tey eitt gamalt ynski um, at tað skal verða lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. Og í stuttum halda tey, at allar forðingar eiga rætt og slætt at verða tiknar burtur - og tey halda, at nú er stundin komin at gera nakað við 

Eli Brimsvík heldur, at talan eigur ikki at vera um at fáa fleiri útlendingar til Føroya at arbeiða fyrr enn vit hava fingið skil á støðuni her heima fyrst.

Í hesum sambandi vísir hann á, at tað er ikki altíð, at teir útlendingar, sum eru komnir til Føroya í arbeiðsørindum, arbeiða og liva undir viðurskiftum, vit føroyingar sjálvir høvdu góðtikið.

– Vit síggja, at útlendingar, sum eru komnir higar í samband við ymsar byggiverkætlanir, arbeiða hvørt vikuskiftið, og hvønn heilidag frá klokkan seks ella sjey á morgni, til seint á kvøldið.

– Eg veit, at summir av teimum fáa ikki ta løn, og tað yvirtíð, teir eiga, sigur Eli Brimsvík.

Fleiri av útlendingum, sum koma higar, eru limir í Havnar handverkarafelag og teir fáa løn eftir føroyskum sáttmálum.

Men nógvir eru ikki limir í Havnar Handverkarafelag. Spurningurin er so um teir eru limir í onkrum øðrum fakfelagi. Men eftir reglunum er tað ikki eitt krav, at teir eru limir nakrastaðni, leggur hann afturat.

Annars sigur hann, at fleiri fakfeløg hava tikið seg saman um kanning, har viðurskiftini hjá útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum, verður lýst, bæði arbeiðsumstøður og bústaðarviðurskifti.

Eli Brimsvík væntar at kanningin verður liðug í hesum mánaðinum, og hann leggur afturat, at tað er ikki óhugsandi, at onkur bumba brestur tá.

Í røðu síni á Vaglinum fyrsta mai, segði Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, at hann longu tá kundi avdúka so mikið, at føroyski arbeiðsmarknaðurin í mangar mátar hevur somu trupuleikar, at dragast við, sum eru kendir aðrastaðni.

Í Danmark er tað staðfest, at í summum førum fáa útlendingar, sum koma til Danmarkar at arbeiða, nógv lægri løn enn danir fáa, samstundis sum at teir búgva undir elendigum viðurskiftum. Men um tað, formaðurin í Starvsmannafelagnum hugsar um, skal vera ósagt.

Eli Brimsvík sigur, at vit kundu sloppið undan einum stórum parti av trupulleikan um so var, at Land og Kommunur drýggjaðu tær verkætlanir, sum eru, heldur enn at byggja so nógv ísenn, sum talan er um nú.