Tíðindi

Kanning hjá Liljuni Wejhe av útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum,skelkandi lesnaður.

05/08-2019

13 fakfeløg hava tikið stig til at gera eina kanning, sum lýsir í hvønn mun lønardumping og óskipað viðurskifti eru ein trupulleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Vit kenna tær øll. Søgurnar um lønardumping og óskipaða arbeiðsmarknaðin.

 

Tú møtti honum kanska eina náttina á veg heim. Útbúnað handverkaranum úr eysturevropa, sum grátkomin greiddi frá strævnum 12 tíma arbeiðsdøgum. Við lítlari ella ongari eykasamsýning fyri úrtíð, og eini tímaløn langt undir henni hjá einum føroyskum handverkara.

Ella tak ferðavinnuna. Hotell og matstovur, har tíðindi ganga um Michelin-stjørnur og virðislønir og boðað verður frá hundraðtals nýggjum arbeiðsplássum komandi árini. Vit eru glað og stolt, ja, men tað hoyrist okkurt graml. Um kokkar, tænarar og vaskikonur, har tað als ikki altíð er nøkur sjálvfylgja, at arbeiðsgevarin heldur sáttmálan ella feriulógina, og har mannarætturin at skipa seg í fakfelag kann fáa avleiðingar. Sum mamman hjá eini gentu, ið starvast á eini matstovu í Havn, segði á Facebook: Fer eitt starvsfólk í eitt fakfelag, so verða vaktirnar kubbaðar niður (...)

 

 

Les kanningina her.Kanning av føroyska arbeiðsmarknaðinum.pdf