Nýggj samlagstryggingaravtala tryggjar limunum góðar og støðugar tryggingar komandi 5 árini
Havnar Handverkarafelag hevur vegna Havnar Handverkarafelag, Vágs Handverkarafelag, Tvøroyrar Handverkarafelag, Skála Handverkarafelag og Grafiska Yrkisfelagið hava frá 1. januar 2020 gjørt ein 5-ára samlagstryggingarsáttmála við LÍV.
Sáttmálin tryggjar sveinum og lærlingum, sum eru limir í omanfyri nevndu feløgum góðar og støðugar tryggingar komandi 5 árini.
“Vit fegnast um nýggju avtaluna, sum tryggjar limum okkara eina góða og støðuga samlagstrygging komandi árini. Eitt av okkara høvuðsendamálum er at tryggja limum okkara góð viðurskifti – eisini á tryggingarøkinum.
Kunnandi tilfar um ítøkiliga innihaldið í avtaluni verður tøkt ein av komandi døgunum.
“Vit á LÍV fegnast um at feløgini hava gjørt avtalu við okkum. Góð tryggingarviðurskifti hava sera stóran týdning fyri einstøku familjuna, um sjúka ella annað rakar”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.
Avtalan fær virkna fyri limirnar frá 1. Januar 2020.