Tíðindi

Nýggjur kunningardepil: Corona.fo

17/03-2020

Nýggjur kunningardepil: Corona.fo og Coronalinjan

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv | 16.03.2020 - 12:01 Tíðindaskriv

Nú coronavirussmittan ger um seg, ávirkast gerandisdagurin hjá teimum flestu. Tí hevur landsstýrið gjørt nýggja heimasíðu og sett nýggja telefonráðgeving á stovn, sum kann svara spurningum og veita kunning um coronavirussmittuna og hvørja ávirkan íkomna støðan hevur á tín gerandisdag.

 

Corona.fo

Á heimasíðuni corona.fo fært tú kunning um sjúkueyðkenni, reinføri og ráð, sóttarhald, ferðing, ansing, arbeiði og løn og eisini tilmæli frá myndugleikunum. Harumframt eru viðkomandi hagtøl og tíðindi eisini at síggja.

Corona.fo er eisini á Facebook og á Instagram.

 

Coronalinjan: 30 40 40

Um tú hevur spurningar um eitthvørt, sum viðvíkur coronavirussmittuni ella íkomnu støðuni, ber til at ringja á tlf. 30 40 40.

Ivast tú til dømis í, hvussu tú skalt bera teg at í sóttarhaldi, hvussu lønarviðurskifti nú verða skipað, tørvar tær ráðgeving í sambandi við ferðing ella okkurt heilt annað, ert tú vælkomin at ringja til Coronalinjuna.

Coronalinjan svarar hvønn gerandisdag frá kl. 8-21, og leygardag og sunnudag frá kl. 10-15.

 

Kommunulæknin og 1870

Um tú ert sjúk/-ur ella heldur teg hava sjúkutekin, skal tú venda tær til tín kommunulækna ella til 1870, tá ið kommunulæknin ikki er tøkur.