Tíðindi

Lærlingar á TST og lærarar teirra á vitjan

03/03-2021

Mikudagin 3. mars vóru uml 30 næmingar saman við lærarum teirra á vitjan hjá Havnar Handverkarafelag.

Endamálið við vitjanini var,at fáa kunning um ymisk fakfelagsviðurskiftir,her undir rættindi og skyldir,eftirlønargjald,yvirtíðargjald o.s.v'

Formaðurin greiddi frá um rættindi og skyldir ísamband við lærusáttmálar og svaraði spurningun frá lærlingum og lærarum. Fíggjarstjórin hevði framløðu um um eftirløn,lívstrygging o.a.

Hesar vitjanir eru av og á, og eru lærlingar og lærarar glaðir fyri tað kunning teir her fáa. Tað kann sum heild ikki sigast,at lærlingar eru væl inni í sáttmálaviðurskiftum,og tí kunnu hesar vitjani vera gull verdar fyri hesar ungu lærlingar,eisini eftir lokna læru.

Ætlanin er,at halda fram við hesum átøkum,báðið sum vitjan hjá fakfeløgum og eisini kunningartiltøk á skúlanum.