Tíðindi

Stjórin í Vinnuhúsinum vaskar hendir

19/08-2021

Tað vísir seg innan fyri nakrar branchur at vera hopileyst at fáa fólk. Serliga innan tænastuvinnuna, sigur Bill Justiniussen.. Og hví man tað vera so?Tað er sum so als einki nýtt í,at tænastuvinnuni tørvar arbeiðsmegi, og eigur tað heldir ikki at koma óvart á nakran,at so slett ikki Vinnuhúsið.Hesir trupuleikar eru mest sum allir sjálvskaptir.Hendan vinnan hevur nú í fleiri ár gjørt sum hon vil og tí er støðan sum hon er. Vónandi heldur nýggji landstýrismaðurin í vinnumálum fram á somu kós sum undanmaðurin á hesum øki, fast við, ikki at loyva fleiri útlendingum til landi,fyrr enn vit hava fingið trygd fyri,at arbeiðskorini hjá teimun verða vird.