Tíðindi

Stjórin í Vinnuhúsinum vaskar hendur

19/08-2021

Tað vísir seg innan fyri nakrar branchur at vera hopileyst at fáa fólk. Serliga innan tænastuvinnuna, sigur Bill Justiniussen. Og hví man tað vera so?Tað er sum so als einki nýtt í,at tænastuvinnuni tørvar arbeiðsmegi, og eigur heldir ikki at koma óvart á nakran,og so slett ikki Vinnuhúsið. Hugstoytt at hoyra stjóran í vinnuhúsinum í miðlunum,her fer hon ógvuliga latt um sannleikan og vaskar hendur.Hon veit fullvæl at hesir trupuleikar mest sum allir eru sjálvskaptir.Handan vinnan hevur gjørt akkurát sum tey hava vilja og hava fingið frið til tað,hóðast fakfeløg hava rópt varskóð,og tað er galdandi fyri baðið fólki á gólvinum og eisini lærlingar innan økið,tað er fakta!Vónandi heldur nýggji landstýrismaðurin í vinnumálum (á hesum øki)fram á somu kós sum undanmaðurin, fast við ikki at loyva meiri útlendskari arbeiðsmegi til landi,fyrr enn vit hava fingið trygd fyri,at arbeiðskorini hjá teimun verða vird,tí tað verða tey als ikki í dag.