Tíðindi

Frá mánadegnum 31. jan 2022 kann bókin um 70 .ára søgu felagsins,bind 1 & 2 heintast á skrivstovu felagsins

27/01-2022

Bók um søgu Havnar Handverkarafelags

Seinna bindið av søguni um Havnar Handverkarafelag, sum fylti 70 ár í 2020, er nú útkomið. Fyrra bindið, sum fevndi um árini frá stovnan og til 1979, kom í 2019. Hetta seinna bindið fevnir um árini 1980 til 2020.
Her verður greitt frá virkseminum hjá felagnum, sum legði stóran dent á at fáa allar handverkarar í Havn skrásettar sum limir, og at bara tey, sum vóru handverkarar, átóku sær handverksarbeiði. Nógv tíð fór til sáttmálasamráðingar, og at fáa sáttmálarnar hildnar, og virkað vað eisini fyri at fáa allar handverkarar í almennum størvum upp í felagið.
Eitt stríðsmál hjá felagnum var at kanna eftir, um nógva útlendska arbeiðsmegin í Føroyum fekk tær sømdir, sum eru ásettar í føroyskum sáttmálum.
Av øðrum hendingum, sum felagið var partur av, kunnu nevnast eitt lemjandi stríð í seinnu helvt av 1990’unum við meistarafeløgini um stýring og leiðslu á Tekniska Skúla í Havn; eitt stríð, sum neyvan tænti yrkisfeløgunum.
Á aðalfundinum hjá Havnar Handverkarafelag í februar 1997 verður Høgni Højgaard, sum tá var bæði formaður og skrivari í felagnum og hevði verið tað í næstan 14 ár, ikki afturvaldur í stjórn felagsins. Stjórnar- og formansskiftið hevði við sær, at Havnar Handverkarafelag tók seg úr meginfelagnum, Føroya Handverkarafelag í 1998 og tók sama árið stig til at stovna nýtt meginfelag, Landsfelag Handverkaranna.
Havnar Handverkarafelag fekk 29. desember 1999 egnan eftirlønargrunn. Tað gekk væl at reka grunnin, men nýggjar reglur og herd krøv um tryggingarvirksemi gjørdu tó, at grunnurin í 2020 varð lagdur saman við grunninum hjá Føroya Arbeiðarafelag í LÍVSVERK Eftirlønargrunn Løntakaranna.
Á aðalfundinum í 2000 kemur aftur nýtt fólk í nevndina. Eli Brimsvík verður tá valdur til nýggjan formann í Havnar Handverkarafelag og hevur verið tað síðan. Eli hevur verið virkin í samfelagskjakinum um eitt nú útlendska arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og hann er vísur í, at tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi hevði verið minni, um føroyskir handverkarar fingu betri lønarsømdir.
Í 2009 flutti Havnar Handverkarafelag í stór hús í Stoffalág, sum tað tá hevði átt í nøkur ár, og húsini fingu heitið Handverksdepilin.
Tað er Erhard Jacobsen, sum hevur skrivað bókina um Havnar Handverkarafelag. Hann hevur áður skrivað bókina Stríð leikar á. Føroya Handverkarafelag 60 ár. 1957 – 2017.
Limir í Havnar Handverkarafelag kunnu heinta bæði bindini um søgu Havnar Handverkarafelag ókeypis í Handverksdeplinum. Bøkurnar fáast eisini til keyps í bókhandlunum.