Tíðindi

Snikkaralærlingurin í Dali gjørdi stólarnar!

01/06-2017

Bogi Skorá úr Kaldbak hevur lært til snikkara í Dali. Hann hevur júst verið í Hjørring í Danmark og gjørt sveinastykki, sum var ein 1/4 sving trappa. So væl var sveinastykkið greitt úr hondum, at Bogi fekk 10 og rós. Trappan er gjørd til kjallaran hjá foreldrunum í Kaldbak. Lærumeistri hjá Boga hevur verið Bødvar Hjartvarsson.Borð og stólar í nýggja fundarhølinum er gjørd í Dali, og fyrsta arbeiði hjá Boga,sum útlærdur snikkari,vóru stólarnir.Tilfar til rygglen og setur,er vovi hjá Mýrifípuni,og polstringina hevur Mortani Blåsvær tikið sær av.

Baði borð og stólar eru vælahandverk,sum vit øll kunna verða errin av.