Tíðindi

Útlendingar søkt um limaskap í Havnar Handverkarafelag!

28/01-2019

Útlendingar sum eru í starvi innan byggivinnuna heittu herfyri á felagið um at gerast limir í felagnum.Hetta var teimun játta,og fríggjadagin tann 25 januar vóru kunnandi fundir við hesar útlendingar,har teir høvdu sett fram ynski um,at møta felagnum og at fáa kunning um rættindi og skyldir,lívstrygging, sjúkragrunn v.m.

Leggjast kann afturat,at teir allir søgdu seg vera sera væl nøgdar við kunningina og tað felagið stendur fyri.

Tulkar vóru við á fundunum.